Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-12-31, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 31. desember 2003síða 14

‹ fyrra síða allar 29 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

26 Nr. 246 - 31. desember 2003 Nr. 246 - 31. desember 2003 27 2003 4. MARS: Løgmaður loysir Annlis Bjarkhamar úr starvi sum landsstýriskvinna við mentamálum fyri hennara handfaring av málinum um setan av landsfornfrøðingi. Annlis Bjarkhamar gekk ímóti einmælta tilmælinum frá setanarnevndini og setti danan Steffen Stumman Hansen í starv sum landsfornfrøðing í staðin. Sjálv sigur hon seg vera óseka. 11.-13. MARS: Stór grundlógaráðastevna verður hildin í Norðurlandahúsinum. Millum altjóða røðararnar er Dr. Chimené Keitner, sum ger upp við fatanina, at sjálvsavgerðarrætturin bert kann nýtast einaferð. Á stevnuni kemur Hans Pauli Strøm við uppskoti um at lata grundlógarnevndina orða ta tjóðskaparligu semjuna. 18. MARS: Samgongan fær ein seinasta kjans, sigur Tjóðveldisflokkurin eftir enn eina djúpa kreppu millum teir fýra flokkarnar í politisku samgonguni. Formenninir í samgonguflokkunum eru komnir til, at eitt samstarvsráð skal skapa arbeiðsfrið. 20. MARS: USA og tess sameindu loypa á Irak, tá ið ein rakett verður send úr Flógvanum. Danmark gevur álopinum politiskan stuðul, og føroyskt loftrúm verður eisini bjóðað fram. Harvið eru Føroyar teoretiskt í kríggi, og tað er í andsøgn við eina samtykt í løgtinginum, sum mótmælir krígnum uttan ST-samtykt. 2003 5. APRÍL: Guðrun Sólja Jacobsen vinnur kappingina "Stjerne for en aften". Í Føroyum verður hon móttikin, sum ein drottning. Fyrst í Havn, har hon syngur í SMS. Á Tvøroyri taka eini 3000 fólk móti Guðruni, sum við restunum av røddini syngur í Ítróttarhøllini í Trongisvági. 11. APRÍL: Nýggja Norröna kemur á Havnina. Norröna er smíðað í Flensborg og kostaði yvir 700 milliónir krónur. Borgarstjóri og hornorkestur taka ímóti stásiliga skipinum. 26. APRÍL: Eysturoyarbólkurin Gestir vinna Prix Føroyar tónleikakappingina í Norðurlandahúsinum. Gestir leitaðu út í tað nýggja og óvissa og tað gav teimum sigurin. Útlendsku dómararnir vóru bergtiknir av Gestum. C M Y K 27 26