mikudagur 31. desember 2003síða 15
‹ fyrra síða allar 29 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
28
Nr. 246 - 31. desember 2003
Nr. 246 - 31. desember 2003
29
2003
8. MAI:
Norðurlandahúsið
verður 20 ár. Næsta
uppgávan hjá
Norðurlandahúsinum
verður í størri mun at
fáa onnur uppí at draga
línuna saman við
húsinum. Hetta kundi
verið vinnulívið og
ymiskir grunnar, sigur
Helga Hjørvar, stjóri í
Norðurlandahúsinum.
20. MAI: Øll
arbeiðarafeløgini hava
verið í verkfallií eina
viku, og nú merkist
verkfallið av álvara.
Hillarnar í handlunum
eru tómar, og bensinið
er farið at ganga
undan. Verkfallið varir
ein mánað, og gevur
verkafólkunum 8,60 kr.
upp á tímalønina yvir
tvey ár.
27. JUNI: Anders Fogh Rasmussen,
forsætisráðharri, vitjar í Føroyum. Anfinn
Kallsberg, løgmaður og forsætisráðharrin
undirskriva eitt skjal, sum staðfestir, at
møguligt skal vera hjá føroyingum at
yvirtaka øll málsøki, sum Løgtingið vil.
4. JULI: Meðan 10
løgreglufólk hósnáttina
kringseta eini hús í
Vesturbýnum í Havn, har ein
maður skjýtur við eini »pump-
gun«, loypur ein annar óður
maður á politistøðina í Havn,
har hann brýtur seks stórar
rútar og ger seg inn á portrið,
áðrenn hann verður handtikin
11. JULI: Føroya besta arbeiðspláss! Hetta er ein stórur heiður, sigur Albert
Ellefsen, stjóri á Fiskavirking í Miðvági, sum arbeiðarafeløgini hava kosið
sum ársins arbeiðspláss 2003. Virkið fær toppkarakter fyri m. a. trivna og
trygd.
23. JULI: Mánakvøldið kemur nýggi flakatrolarin, Skálaberg, hjá JFK Trol, flaggskrýddur á
Klaksvík. Saman við stásiliga skipinum, siglir stórt bátafylgi inn móti bryggjuni
7. AUGUST: Í
fleiri dagar verður
leitað eftir Poul
Aakjær á
Tvøroyri, sum er
farin í fjøllini við
tjaldi. – At liggja í
tjaldi í tveir dagar
uttan mat var
óbehagiligt. Men
eg ánaði ikki, at
nakar leitaði eftir
mær. Eg helt, at
øll vóru í
brúdleypi, sigur
hann, eftir at hann
er afturkomin í
øllum góðum eftir
seks dagar í
fjøllunum.
C
M
Y
K
29
28