mikudagur 31. desember 2003síða 16
‹ fyrra síða allar 29 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
30
Nr. 246 - 31. desember 2003
Nr. 246 - 31. desember 2003
31
2003
19. AUGUST: Í seks tímar liggur Jack Petersen av Tvøroyri og stríðist fyri lívinum í eini song
á Ríkissjúkrahúsinum eftir at verða stungin niður uttan fyri eitt vertshús í Keypmannahavn.
Heilar 58 pentur máttu til fyri at seyma hann samanaftur
17. SEPTEMBER: Madonna er smikrað av føroyskari
útgávu. Hon sparir ikki lýsingarorðini, tá ið Sosialurin
spyr hana, hvat henni dámar, at hennara nýggja barnabók
eisini er útkomin á føroyskum. Hon fær stóra skaran av
tíðindafólki at flenna, tá hon heldur fyri, at bókin fer at
selja eini 50.000 eintøk í Føroyum
18. SEPTEMBER:
Mánanáttini eigur 25
ára gamla Linda
Hansen úr Gøtu sín
fyrsta son – á
baksetrinum í
bilinum. Tey
eru komin til
Kollafjarðar,
tá tað er
greitt, at
sonurin ikki
vil bíða, og
at tey ikki
klára á
Landssjúkra-
húsið. – Alt
gekk væl og vit
høvdu tað gott
alla tíðina, sigur
nýggja mamman
við Sosialin.
26. SEPTEMBER: Fróði og hini seks
fólkini koma frá eini álvarsligari
ferðsluvanlukku á Vatnarvegum í
Vágum við lívinum. – Vit fingu ein
kjans afturat, siga tey við Sosialin
eftir skakandi hendingina.
2003
9. OKTOBER: Loksins kunnger
kongshúsið, at krúnprinsurin,
Fríðrikur og Mary Donaldsson,
skulu giftast 14.mei 2004. Mary
Donaldsson er ættað av oynni
Tasmania, og hon og Fríðrikur
møttust fyri fyrstu ferð undir
olympisku leikunum í Sydney í
2000.
21. OKTOBER: Prædikumaðurin, Christian Hedegård, vitjar
oyggjarnar. Møtini hjá honum eru væl vitjað. Fólk eru ymisk á máli
um framferðarháttin hjá danska prædikumanninum. Summi halda
hann verða pengagrískan, onnur hálova honum.
23. OKTOBER:
Línubáturin, Jógvan
Norði, søkkur 10
fjóðringar úr Mykinesi. 14
mans rýma frá søkkandi
skútuni. Ein leki í
maskinrúminum er
orsøkin til, at Jógvan
Norði søkkur
C
M
Y
K
31
30