Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-12-31, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 31. desember 2003síða 17

‹ fyrra síða allar 29 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 246 - 31. desember 2003 33 33 32 Nr. 246 - 31. desember 2003 2003 5. NOVEMBER: Ferðafólk nummar 1.000.000 hjá Atlantsflog verður heiðrað. Ferðafólk 1 mio. er eingin minni enn forkvinnan í Føroya Arbeiðarafelag, Ingeborg Vinther. 27. NOVEMBER: Eini 600 føroyingar fara til Danmarkar, nú stásiliga Norðurbryggjan letur upp. Margretha drotning er eisini millum gestirnar. Norðurbryggjan er eitt felags átak millum londini í Útnorði og Danmark. Føroyska sendistovan í Danmark flytir inn í Norðurbryggjuna 5. DESEMBER: Løgmaður Anfinn Kallsberg skrivar út nýval í úrtíð. Bókin, Skjót Journalistin, avdúkar, at løgmaður hevur svikað fyri 912.000 krónur á Frostvirkinum í Norðdepli. Tjóðveldisflokkurin gevur Fólkaflokkinum ultimatum, sum Fólkaflokkurin ikki góðtekur. Úrslitið er løgtingsval 20.januar í komandi ári. februar: Kyndil og VB eru steypavinnarar í hondbólti. Hjá kvinnunum hevur VB leingi trygga leiðslu, men móti endanum gjørdist talan um ein sannan gysara, har bara eitt mál er á muni. Hjá monnunum er somuleiðis bert eitt mál á muni, tá Kyndil í einum framur spennandi dysti og einum øgiligum endaspurti fer við sigrinum. Talan er samstundis um seinasta dystin hjá Jónleif Sólsker, sum annars mest sum var givin á besta Kyndils-liðnum. Ítrótturin 2003 Ítrótturin hevur í drúgt áramál verið ein týðandi parturin av innihaldinum í Sosialinum. Roynt verður at fylgja við í teimum kappingum, sum fara fram, soleiðis at lesararnir hava verið kunnaðir um, hvat fyriferst í mongu feløgunum kring landið, eins og føroyskir ítróttaútisetar eisini hava átt sín náttúrliga lut í hesum síðunum. 0Árið, sum nú er um at renna út, hevur ikki verið nakað undantak í so máta, og á komandi síðunum er ein roynd gjørd at taka samanum ítróttarárið 2003. Talan er sjálvsagt ikki um eitt fullfíggjað yvirlit av øllum tí, sum er farið fram, men heldur eina myndakavalkadu, har tikið verður aftur í nakrar av teimum hendingum, sum settu sín dám á skjótt farna árið. -jm januar: Føroyska manslandsliðið í hondbólti spælir seks landsdystir í januar mánaði. Móti Finnlandi er stórur spenningur í fyrra dystinum, har Føroyar tó tapa 28-30. Seinna dystin vinna finnar tó stórt, 28-20. Móti Ísrael verður talan aftur um tvey tap. Ísrael vinnur dystirnar 24-15 og 31-21. Móti Belgia bragdar tó í hjá okkara liði. Við einum sera væl spælandi Áka G. Olsen eydnast her Føroyum at ogna sær javnleik í heimadystinum, men hesin kemur tó ikki til høldar, fyrr enn Heini Hanusarson við seinasta skotinum í dystinum smekkar brotskast í meskarnar. Talan verður tó um vónbrot í útidystinum, sum Belgia vinnur 24-17. februar: Gullfuglurin hjá HB er flogin. Jón Rói Jacobsen hevur gjørt sáttmála við Brøndby, soleiðis at hann komandi árið verður partur av meistara- liðnum. Í fyrsta umfari er talan um leigusáttmála. Sjálvur dylir Jón Rói ikki fyri, at hetta er ein dreingjadreymur, sum nú rennur út. februar: Alt var klárt, men FCK vildi hava ov nógvar pengar. Tað tykist vera niðurstøðan, tá ætlaða skiftið hjá Toda Jónsson til FCK verður av ongum. Sjálvur sigur Todi, at hann við hesum misti ein framúr møguleika, men at hetta hinvegin kanska er tekin um, at FCK kanska vil halda fast um hann hóast ósemjuna, sum hevur verið um leingjan av sáttmálanum. C M Y K 32