Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-12-31, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 31. desember 2003síða 18

‹ fyrra síða allar 29 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 246 - 31. desember 2003 35 35 34 Nr. 246 - 31. desember 2003 C M Y K 34 Ítrótturin 2003 februar: Tað verður dúgliga rikið, tá Niklas á Líðar- enda beint undan evstamarkinum verður skotin upp sum mótvalevni hjá Børge B. Hansen, nú næst- formaðurin í FSF stendur fyri valið. Undan aðal- fundinum verður mett, at Niklas fer at vinna stríðið, og á sjálvum aðalfundinum tekur Børge orðið og gevur til kennar, at hann tekur ikki við vali kortini. Roknskapurin hjá FSF sýnir annars stórt hall, og tað verður greitt sagt, at var Týskland ikki í okkara bólki hesaferð, hevði tað merkt ein niðurskurð í landsliðsaktivitetinum. februar: Tað eydnast ikki ÍF at vinna báðar steypa- finalurnar í flogbólti. Hjá kvinnunum hevur TB nevnliga kaldari nervarnar, og við einum góðum liðavrikið vinna tær 3-1 á ÍF. Hjá monnum verður talan um sannan gysara. Fimm sett skulu til, og tað seinasta av hesum vinna fuglfirðingar við 15-13, so hóast alt kom eitt steyp heim við aftur á bussferðini. februar: Til endaumfarið í talvlandskappingini høvdu kollfirðingar styrkt um liðið við stórmeistara. Men á fyrsta borðið megnaði Martin Poulsen at fáa javnleik móti Tiger Hillarp Persson, og hetta var avgjørt viðvirkandi til, at Havnin helt fast um oddasessin. mars: ÍF gerst tvífaldur føroyameistari í flogbólti. Hjá monnunum fellur avgerðin, tá ÍF á útivølli vinnur 3-1 á SÍ, sum seinastu umførini var einasti avbjóðarin. Hjá kvinnunum er tað serliga TB, sum ger mótstøðu, men tá ÍF móti kappingarenda vinnur útidystin í Trongisvági, er leyst og liðugt. Ítrótturin 2003 mars: VÍF sýnir stórt sjálvsrættvísi, tá teir av sínum eintingum geva Piti Negru leikbann. Hetta eftir rokmikla endan, sum dysturin millum Kyndil og VÍF fekk. mars: SvF fer nú undir at framleiða nýggju ítróttar- sendingina, 3-2. Vertir í sendingini verða Tórður Mikkelsen og Høgni í Jákups- stovu, og skal sendingin ætlandi sendast hvørt mánakvøld. apríl: Runavík varð stóri taparin, tá avgerð skuldi takast um, hvar nýggja FM-stevnan skuldi leggjast. Roknað varð fyri vist, at Runavíkin helst fór at fáa sína egnu FM-stevnu, men tá avtornaði varð samtykt, at verða Skála/Strendur og Vestmanna, sum skulu skifast um nýggju stevnuna, og at vestanstevna framyvir bert verður í Vágoynni. apríl: Klaksvíkar Klubbi ger bart í billardkappingini. Serliga er tað Kristian Suni Høgnesen, sum alt árið ger um seg, men eisini Sonhard Johannesen og nýggja stjørnuskotið, Ólavur Kjølbro, taka keylur. Í einstaklingakappingini endar gullið eisini í Klaksvík, og ikki óvæntað er tað Kristian Suni, sum tekur sær av hesum.