mikudagur 31. desember 2003síða 19
‹ fyrra síða allar 29 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 246 - 31. desember 2003
37
37
36
Nr. 246 - 31. desember 2003
C
M
Y
K
36
Ítrótturin 2003
apríl: VB gerst føroyameistari í bestu føroysku kvinnudeildini. Alt kappingarárið á tamb halda
tær seg heilt frammi á oddasessinum, og tá VÍF í triðseinasta umfarinum tapir fyri Stjørnuni, er
leyst og liðugt hjá VB, sum veruliga kann taka sær av løttum teir báðar seinastu dystirnar.
apríl: Í manshondbólti gerst StÍF føroyameistari. Hetta
hendir, tá teir í avgerandi dystinum á seinasta
leikumfari vinna tryggan sigur á VÍF í Vestmanna. Alt
kappingarárið hava tað verið hesi bæði liðini, sum hava
dystast í oddinum, men við seinasta ósigrinum dettur
VÍF á triðja plássið. Kyndil fer ístaðin avstað við
silvurinum.
apríl: Yngsti
málskjúttin í
føroyskum
hondbólti mundi
vera lítli beigg-
in, sum fram-
vegis var í búk-
inum hjá Ioanu
Rápa, tá hon
skoraði
seinasta málið
í seinasta
dystinum hjá
VÍF hetta
kappingarárið.
21 dagar seinni
kom lítli drong-
urin til verðina, tá
Ioana og Daniel
gjørdust foreldur á
fyrsta sinni.
apríl: At kalla á 39 ára degnum tekur Rógvi Johansen
avgerð um at steðga við súkkling á høgum støði.
Avgerðin er partvíst grundað á tvídráttin, sum hevur
verið á føroyska súkklulandsliðnum og viðvíkjandi
Statoil Kring Føroyar-kappingini
apríl: Føroyska fótbóltslandsliðið spælir tveir venjingardystir móti Kasakhstan, og í
báðum førum vinna okkara menn. Á Svangaskarði er úrslitið 3-2, og ikki minst ger
Jann Ingi Petersen av Toftum nógv um seg í sínum fyrsta landsdysti. Seinni
dysturin, sum verður leiktur á Tórsvølli, endar við føroyskum 2-1 sigri. Ingi
Højsted gerst her yngsti føroyski landsliðsleikarin nakrantíð.
Ítrótturin 2003
mai: Tríggir telvarar máttu út í umdyst, sum hesaferð fór
fram sum snartalv, áðrenn tað enda stóð greitt, at Martin
Poulsen er nýggjur føroyameistari í talvi fyri
einstaklingar.
mai: Kvinnumanningin hjá Jarnbardi tekur lut í gig-róðrinum á Scilly. Tær detta í
seinasta undanróðrinum í B-bólkin, men her vinna tær tó sannførandi sigur.
mai: Undan aðalfundinum hjá HSF boðar ein
samlað nevnd frá, at tey nú leggja frá sær. Fyrst og
fremst tykist orsøkin at vera slit. Eykaaðalfundur
skal til, áðrenn nýggj nevnd er mannað.
mai: NM-kappingin í bridge verður fyriskipað í Føroyum.
juni: Føroyar missa í evstu løtu, tá Ísland í 90. minuttir skorar
til 2-1 á Laugardalsvøllinum. Jákup á Borg, sum gjørdist pápi
beint undan fráferðini, leggur upp til málið, sum Rógvi
Jacobsen skorar. Dysturin gevur hampuliga góðar vónir undan
stórdystinum móti Týsklandi.
juni:
Fimleikaliðið
hjá Høgna Øster
og Helga W.
Olsen, AIG, er
um reppið at
vinna silvur í
donsku
liðkappingini,
men at enda
mugu teir báðir
føroyingar sláa
seg til tols við
bronsuna.