Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-12-31, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 31. desember 2003síða 20

‹ fyrra síða allar 29 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 246 - 31. desember 2003 39 39 38 Nr. 246 - 31. desember 2003 C M Y K 38 Ítrótturin 2003 juni: Í 88 minuttir helt føroyska fótbóltslandsliðið týsku varaheimsmeistarunum, men í evstu løtu glapp kalvin. Týska liðið hevði greiða yvirvág og hópin av møguleikum, men hóast hetta, so mundu teir prísa sær lukkuliga fyri, at stigini vórðu fingin til høldar. Tá týska liðið kemur, hevur Bild á forsíðuni: »2:0 Men vit skamma okkum Rudi« juni: Tað var sum við ljóta dunnuunganum. Todi Jónsson var leingi úti- frystur í FCK, sum ikki vildu geva honum nýggjan sáttmála, men at enda boygdi felagið seg. Og Todi takkaði fyri álitið. Hann var við, tá FCK vann oddabrakið móti Brøndby, og við einum framúr vøkrum máli í seinasta dystinum móti AGF varð hann topp- skjúttin hjá FCK, nú hann fyri aðru ferð kundi rópa seg danskan meistara. juni: Eitt ævintýr er liðugt hjá Óla Johannesen, nú felagið er flutt niður í donsku aðru deild. Stóru ætlanirnar um eina tilveru í oddinum hvurvu, tá Peter Schmeichel gjørdi av at steingja fyri pengarenslinum. juli: Føroyska ferðalagið, sum hevur verið til Special Olympics í Írlandi, kemur heimaftur við hópin av heiðurs- merkjum. Trý gull- og trý silvurmerki eru ítøkiliga úrslitið av leikunum, har níggju føroysk ítróttarfólk tóku lut. juli: Føroysku menninir eru ófatuliga nær við at vinna gull á Oyggjaleikunum. Longu í fyrsta dystinum vinnur Føroyar á Álandi, og so var kósin sett móti finaluni, har Føroyar tó at enda mugu lúta 3-2 í einum veldugum gysara móti Saaremaa Ítrótturin 2003 juli: Asbjørn Hansen vinnur fyrsta føroyska gullmerkið á Oyggjaleikunum. Svimjararnir fingu annars ikki eins góð úrslit sum vant, á leikunum hesaferð, men hinvegin hevur verið nevnt áður, svimjingin í Føroyum er í eini skiftistíð. juli: Aftur hesa ferð vinnur før- oyska kvinnu- landsliðið fótbóltin á Oyggjaleikunum. fyri tað mesta eru føroysku kvinn- urnar einaráðandi, men í finaluni móti Gotlandi fáa tær tó nakað av mótstøðu. juli: Fleiri ferðir kiksaði hjá annars so sigursvandu skjúttunum, men í liðkappingini í head-to-head bragdaði loksins. Sigrid, Schan- dorff og Jóannes hildu høvdið kalt, og vunnu at enda ein tryggan sigur í spennandi finaluni. juli: Triðju ferð á rað vinna flogbóltskvinnurnar gull, og aftur hesaferð er talan um sannan gysara. Fimm sett skulu til, áðrenn føroyska liðið megnar at basa Saaremaa, og fagnaðurin er øgiligur, tá sigurin er staðfestur. juli: Fimleikurin var ikki fyri sama gullregni sum á Man, men nógv heiðursmerki komu tó til høldar, og í ringunum fekk Helgi W. Olsen ætlaða gullmerkið Triðja árið á rað vinnur John Rødgaard FM í kviktalvi. Hann fær ikki færri enn 17 av 18 møguligum stigum, tá telvað varð í Kommunuskúlanum í Havn. juli: Partick Thistle í Skotlandi vildi hava føroyska landsliðsmálverjan í hópin, og tað fingu teir eisini. Jákup hevur annars sitið á beinkinum fyri tað nógva í Molde, men á landsliðnum hevur hann gjørt góða reklamu fyri sær sjálvum.