Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-12-31, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 31. desember 2003síða 21

‹ fyrra síða allar 29 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 246 - 31. desember 2003 41 41 40 Nr. 246 - 31. desember 2003 C M Y K 40 Ítrótturin 2003 juli: Fyri fyrstu ferð verður almenn marathon-renning fyriskipað í Føroyum Cecil Weihe rennur teinin í 2.55,54, og gerst við hesum fyrsti vinnarin av Tórshavn Marathon, sum eftir ætlan skal verða afturvendandi kapping. juli: Í kapping í Kanada setir Heidi Andrea- sen ikki færri enn trý heims- met, og vinnur gull í øllum fimm kapping- unum, sum hon stillar upp í. juli: Ólavsøkan er av, og so eru meistararnir funnir. Drekin vinnur hjá gentunum og Sílið hjá dreingjum, har Havfrúgvin tó tekur ólavsøkusigurin. Kvinnuróðurin vinnur Jarnbardur, men har verður Gongurólvur meistari og í 6- mannaførum hjá monnum vinnur Smyril alt. Ørvur hevði undan ólavsøkuni vunnið allar FM-róðrarnar, men teir máttu lúta fyri Kvívíkingi á heimasjógvi. Tíggjumannafarsróðurin vann Nólsoyingurin fyri fyrstu ferð síðani 1989, men Eysturoyingur gjørdist tó føroyameistari. juli: Umdystur skal til, men við einum 3-1 sigri eydnast B36 at enda at basa GÍ og harvið gerast steypavinnari. GÍ var annars á odda í hálvleikinum, men eftir at Bartal Eliasen varð rikin av vølli, tóktist tað bara ganga ein vegin. juli: KÍ kvinnurnar vóru stórfavorittar, men tær máttu stríðast sera hart, áðrenn tað enda eydnaðist at basa HB í steypafinaluni. Dysturin endaði við 2-1 sigri til KÍ, sum sostatt tykist hava beina kós móti greipuni. Ítrótturin 2003 august: Todi Jónsson og FCK eru næstan í dreymalandi, tá Todi Jónsson javnar til 1-1 í undankappingar dystinum móti Glasgow Rangers. Góða úrslitið á útivølli er tó ikki nóg mikið, tí í Parkini vinnur Glasgow 2-1, og so er dreymurin av á hesum sinni. august: Føroyska Europa-Cup lut- tøkan í fótbólti er av á hesum sinni, og hesaferð spurd- ist einki stig burt- urúr. Fyri meist- aralið mátti HB lúta fyri litaviska FBK Kaunas. Í UEFA Cup kapp- ingini hittu KÍ og NSÍ ávíkavist Molde og Lyn, sum bæði vóru úr Noreg, og í Inter- Toto kappingini mátti GÍ lúta fyri moldaviska FC Dacia. Hetta er annars fyrsta ferðin, at NSÍ kappast í europe- iskum høpi. august: Henrik Larsen og Fótbóltssambandið skriva undir nýggjan sáttmála. Hesin inniber, at Stóri eisini verður landsliðsvenjari til komandi HM- undankappingina. Samstundis verður eisini gjørt av, at Jógvan Martin Olsen heldur fram sum hjálparvenjari hjá landsliðnum. august: Martin Simonsen verður føroyameistari í Tennis. Kappingin varð upprunaliga leikt í juli, men tá vann ein danskur leikari kappingina, so nýggj kapping mátti ásetast fyri at finna føroyameistaran. august: Bert 11 tóku lut, tá FM í frælsum ítrótti varð fyriskipað á Svangaskarði. Mest vinnandi íðkarin er Evald við Garð, sum vinnur trý gullmerki august: Rógvi Jacobsen javnar enn einaferð til 1-1, men enn einaferð mugu Føroyar lúta 2-1 fyri grannunum úr Íslandi. Talan var annars um kanska besta landsdystin hjá okkum í ár, men tvey mistøk í verjuni kosta tó møguleikan fyri stigum.