Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-12-31, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 31. desember 2003síða 22

‹ fyrra síða allar 29 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 246 - 31. desember 2003 43 43 42 Nr. 246 - 31. desember 2003 C M Y K 42 Ítrótturin 2003 august: Gunnar Dahl Olsen, sum eisini vann bronsu á Oyggjaleikunum, er stinnasti súkklarin, tá FM í landavegssúkkling veur hildin. august: Henrik Larsen togar eina stóra kanin úr hattinum, tá hann kunngerð landsliðshópin til teir báðar seinastu undankappingardystirnar. Christian Lamhauge Holst, sum spælir í Lyngby og er hálvur føroyingur, eitur nýggi maðurin, sum skal hvessa landsliðsálopið. august: Sigrid Svartá og Katrin Olsen eru við, tá HM-kappingin í rógving er á skránni. Tær báðar hava vunnið seg upp á danska landsliðið í fýrari uttan róðursmann, sum fyri fyrstu ferð hevur vunnið seg fram til HM-kappingina. Í september eru tær báðar hartil við á vinnandi bátinum í DM-kappingini. september: Julian Johnsson fær Hampden Park at tagna, tá hann stútar Føroyar upp á 1- 1. Føroyar tapa tó dystin 3-1. september: Súni Olsen skorar eitt dreymamál við beinleiðis frísparki, men hetta hjálpir lítið hjá føroyska landsliðnum, sum verður spælt niður og norð av litavum í seinasta EM-undankappingardystinum á hesum sinni. september: Jann Ingi Petersen av Toftum verður yrkisleikari í danska Fremad Amager, tá hetta kappingarárið er av. Hetta verður kunngjørt dagin eftir dystin móti Litava. Ítrótturin 2003 september: Stóra stríðsmálið í kappingarnevndini hetta árið tykist vera, tá kærumál millum Sumba og AB skal avgreiðast. Kappingarnevndin hevur latið AB-leikara leikloyvi, men hetta vísti seg at vera givið undir skeivum fortreytum, og eftir nógva togtogan aftur fram, fær Sumba stigini fyri dystin, sum AB annars vann 2-0. september: Fjóðra árið á rað vinnur KÍ FM-gull í kvinnudeildini. Heldur ikki í ár fingu tær stórvegis av mótstøðu, og tá tær eisini vunnu steypakappingina, er talan aftur í ár um greipuna. september: Heini Hanusarson Joensen skiftir til danska Team Midt-sjælland, sum spælir í bestu donsku deildini. Longu fyrsta dystin er føroyingurin í fokus, tá hann og liðfelagarnir vinna á DM-favorittunum úr Skjern. Og sum um tað ikki er nóg mikið, so verður Heini av heimaáskoðarunum kosin dagsins leikari. september: HB endurvinnur meistaraheitið í fótbólti. Ársins dystur er í Gundadali, har havnarfeløgini skulu avgera FM-stríðið. Leingi stendur nógv á, men tá fyrst Tór-Ingar Akselsen og síðani Andrew av Fløtum skora fyri HB, er gullið víst. Eina viku seinni er staðfest, at FS Vágar flytir niður í aðru deild eftir enn eina væleydnaða bjargingarroynd hjá Skála. Nýtt lið í fyrstu deild verður ÍF. oktober: Jón Rói Jacobsen fær álvarsligan skaða undir venjing í Brøndby. Tað vísir seg, at krossbondini eru farin, og so verður eingin fótbóltur á skránni næsta hálva árið ella so. oktober: 2nd Klaksvík International er á skránni í føroyska talvheiminum. Besta føroyska úrslitið er helst, tá Hans Kristian Simonsen vinnur á skotskum stórmeistara. Svenski IM’arin, Johan Erikson, vinnur kappingina, har Heini Olsen endar á einum flottum fjóðra plássi. oktober: Abraham Løkin verður kosin besti føroyski leikarin í 50 ár. Hetta er tiltak, sum øll UEFA-limalondini skipa fyri, og á 50 ára degnum hjá UEFA fær fyrrverandi landsliðsleikarin helst eina serstaka heiðursløn.