Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-12-31, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 31. desember 2003síða 23

‹ fyrra síða allar 29 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 246 - 31. desember 2003 45 45 44 Nr. 246 - 31. desember 2003 C M Y K 44 Ítrótturin 2003 november: Føroyska Talv- felagið í Danmark er fyri fyrstu ferð partur av bestu donsku deildini. Byrjanin upp á árið er í øllum førum góð, tá føroyska felagið tey bæði fyrstu umførini vinnur greiðar sigrar, og líkt er til, at tað skal eydnast at røkka málinum um at halda sessinum í deildini november: Føroyskir hondbóltsdómarar fara nú at seta eykleiðaraskipan í verk. Fyrrverandi danskur toppdómari er í Føroyum og vitjar, og leggur hann tá lag á, hvussu farast skal fram í slíkum førum november: Jákup á Borg er í sentrum í einum kollveltandi leikaraskifti. Landsliðsleikarin, sum alla sína fótbóltstíð hevur verið partur av B36, fer næsta ár at spæla við grannunum úr HB november: Hondbólturin í Føroyum og føroyski ítróttarheimurin sum heild eru á gosi. VÍF hevur sent fyrispurning til løgregluna um útlendsku leikararnar hjá VB. Nógv bendir á, at málið eisini er meldað og hetta gevur ísakalda luft frá hinum feløgunum til VÍF. Fútin er eisini farin at kanna leikloyvi í øðrum feløgum, og í fyrstu atløgu fáa tvær litaviskar hondbóltskvinnur boð um at fara av landinum. Málið verður tó seinni tikið upp politiskt, og líkt er til, at løgmálaráðið og danska integratiónsminesteriið fáa avgreitt málið. november: Jens Martin Knudsen og Mathias Davidsen hava í eina tíð arbeitt við ætlanum um at gera fótbóltshøll á Lambareiði. Høllin, sum kostar um 15 mió kr. skal fíggjast við peningi úr HatTrick grunninum hjá UEFA. Enn hevur FSF tó ikki viðgjørt, hvussu peningur úr hesum grunninum skal nýtast, og aðra staðni í landinum vilja fólk eisini sleppa framat stóra pengapottinum. desember: Zidane & Co. koma til Føroya. HM- lutakastið lagaði tað soleiðis, at Frakland verður millum komandi mótstøðuliðini hjá føroyska fótbóltslandsliðnum. Hini londini í bólkinum eru Írland, Ísrael, Cypern og Sveis. Úr FSF verður sagt, at hetta fer at geva 3,5 mió kr. í eykavinningi. desember: Tað er greitt, at Kyndil verður fremsta liðið, tá farið verður undir endaspælið í manshond- bólti. Næstu liðini eru StÍF, VÍF og Neistin, og bert trý stig skilja hesi liðini. Ítrótturin 2003 desember: Hjá kvinnunum verður tað Stjørnan, sum endar grundspælið á ovasta plássinum. Seinasti dysturin verður ikki leiktur fyrr enn í januar, men eftir útisigrar á VB og VÍF, sum eru á næstu plássunum, tykist einki forða Stjørnuni í hesum. desember: Allan Simonsen verður mótstøðumaður hjá Føroyum komandi árið. Á árligu venjingarleguni hjá lands- liðnum, sum verður í februar, skal dystur spælast móti Luksemburg, har lítli danin nú er venjari. Dystir móti Póllandi og Andorra. desember: Ungi havnarmaðurin, Andrass Thomsen, er við, tá EM-kappingin í svimjing er á skránni í Dublin. Á ferðini setir Andrass tvey nýggj føroysk met. desember: Ferð kemur nú á landsliðsarbei ðið hjá HSF. Svein Rógvi Nielsen og Flemming Raben eru settir sum venjarar, og eftir ætlan skal liðið taka lut í Challenge- Trophy kappingini í apríl. desember: Andrew av Fløtum verður næsti føroyski leikarin í danska Fremad Amager. Toppskjúttin hjá HB byrjar í nýggja felagnum beint eftir ársskiftið. desember: Eingin dómari møtir upp, tá kvinnurnar hjá TB og Drátti skulu dystast í Trongis- vági. Orsøkin er, at dómararnir úr Mjølni forsvóvu seg, og tískil ikki náddu til Havnar, áðrenn Smyril legði frá landi.