Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-11-28, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 28. november 1998síða 9

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 227 — 28. NOVEMBER 1998 tíðindablaðið 9 Spennandi i møblasøla É 8) Møbilhandilin »Eikin» á Argjum hevur lagt seg eftir at selja enskar og australskar dygarvørur. Ein avtala er fingin i lag við ensk møblasnikkaravirkir og polstur- virkir, sum gevur viðskiftafólkunum høvi at velja ikki bert snið, men eisini t.d. litir á leðurmóblum eins og um fólk vilja hava blankar ella óblankar flatur á móblunum DAGNY JOENSEN JENs KR. VANG Tað er heldur óvanligt at ganga inn á gólvið í møbla- handlinum >Eikini> á Argj- um. Handilin er innrættaður sum tríggjar stovur, har út- boðið av møblum og brúks- lutum er sett saman á meira persónligan hátt enn vanligt í slíkum handlum. Har er ein stór stova við bjart málaðum veggum, prýddir við myndum og lampettum, eins og ljósa- krónur hanga undan lofti- num. Tað er eins íheimligt sum í einari fínastovu. Síðani er ein grønlitt spísistova sum situr saman við innbúgvinum, umframt ein lítil stova, tapetað við tveimum ymiskum tapet- mynstrum, við einum breið- um mahogni trælista, mið- skeiðis á vegginum. Har stendur m.a. ein sera vøkur chaiselong, sum júst líkst teimum, ið oldurommur okkara áttu. Nýtt búnýti í omlum sniði llastaðni eru sofabólkar, spísiborð og stólar, vøkur skáp og vitrinir við træ- skurði og tílíkt, sum minnir um gamlar dagar, og sum nú er við at koma fram aftur. Umframt tað eru eisini møblar í nútíðar sniði, og træsløgum. Birgit Høj leiðari í »Eik- ini», sigur vid Sosialin, at hon hugsar altíð um at seta møblar saman, so teir koma betur til sin rætt. Tad er ikki so lætt at siggja, hvussu ein sofa, borð ella stólur rigga, um tað bara er sett inn í eitt høli, saman við nógvum ymsum møblum. — Vit hava arbeitt nógv við at innrætta handilin sum stovur. Tað er stuttligt at fáast við, eins og fólk halda tað vera hugnaligt at ganga inn á gólvið, sigur Birgit Hgj. Umframt møblar til van- ligar prisir eru eisini heldur kostnadarkrevjandi møbla- sløg, sum fólk hyggja at fleiri ferðir, meðan um- hugsað verður at keypa. Her eru kenda, gamla enska chesterfield sofan og tveir stólar, borð úr hald- góðum mahogni og eiki- træi, ella furu úr Australia. Møblahandilin hevur fingid avtalur vid smærri virkir, sum smíða og polstra møblar í Onglandi. Fólk hava meguleika at velja snið og litir — Eitt nú kunnu fólk sjålvi velja sær litir í hond við- gjórdum leðri. Harnæst hava vit fingið samstarv við snikkarar og polstrarar. Tað gevur okkum møguleika at velja hvønn lit træið skal hava, um tad skal vera myrkt ella av ljósari slag, hvussu blankt ella óblankt tað skal vera o.s.fr.. Tað ber eisini til at velja, um útskeringar skulu vera ella ikki, eins og møguleiki er fyri at velja onnur sløg av búnyttum, enn tey ið eru í handlinum í løtuni. Upplatingartíðin í >Eik- ini> eru tær somu sum í hi- num handlunum, og gll eru vælkomin inn á gólvið, eis- ini tey, sum bert hava hug at síggja úrvalið, sigur Bir- git Høj, sum eisini hevur stórt úrval av prýðislutum at selja. Nýggi møblahandilin hevur gjørt nógv burturúr at hava fjølltåttad úrval, av slíkumslag, sum ikki fæst í handlunum annars > pr KE 05" x % Birgit Høj, leiðari í nýggja møblahandlinum "Eikini> hevur gjørt serliga nógv burtur úr at innrætta handilin, ið tekur seg út sum triggjar stovur við innbúgvi av ymsum slag, umframt prýðislutir o.a. ins jólafloga -við Alex Bærendsen * Nicolina á Kamarinum Heini Liitzen + Regin Guttesen * Teitur Lassen Jógvan Zachariassen * Kim hansen * Ann D. Háberg Karl Martin Samuelsen * Terji Rasmussen Malan Thomsen * Rúna á Heygum * Ronnie Nielsen Margit og Linda Petersen Vinarliga send mær Navn: Búst.: Tel.: Utfyll lepan, klipp hann ut og send hann til: SMS - Tel. 319820- 310606 - Fax 314955 í 3-arin, Postboks 1057, 110 Tórshavn E-mail: tryarin(& post.olivant. fo