Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-11-28, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 28. november 1998síða 18

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 227- 28. NOVEMBER 1998 Illa sperdur skúladrongur — Hóast ein fittur partur av bókini er merktur av lágfloygdari gerandisrea- lismu, og hóast søgugongdin vidhvørt trillar í frigear, so er skaldsøgan hjá Lydiu Didriksen kortini áhugaverd. Styrkin er lýsingarnar av tí kroysta Høgna, sigur Jógvan Isaksen í ummæli av skaldsøguni hjá Lydiu Didriksen, Hvør vil eiga myrkrið Jógvan Isaksen Lydia Didriksen: Hver vil eiga myrkrið. Myndir Janus Guttesen. Bóka- deildin 1998, 112 s. Karmurin um >Hver vil eiga myrkrið< eftir Lydiu Didriksen er, at Høgni í havnargøtum metir einum gomlum klassafelaga, og at hetta vekir minnir, sum rína við hann. Komin til hús spyr mamman, hvat ið er áfatt, men: >Hvussu skuldi eg nakrantíð kunna siga nekrum frá tí ræðuliga, sum hendi tá fyri fleiri árum síð- ani?< Afturlítandi fær les- arin so søguna Påpin siglir úti og i næst- an fimm ár hevur Høgni saman við mammuni búð í Arhus, har hon fær sær út- búgving. Eini jól flyta tey heimaftur, og hann fer í skúla, ivaleyst í 3. flokk, men hetta verður ikki nevnt Í fyrstani trivist Høgni, hó- ast hini flenna at honum, ti hann ikki altid veit nær hann skal siga hann, hon ella tad um eitthvørt. Men av eini småhending verður hann óklárur við teir báðar ráðandi dreingirnar í klass- anum, og eftir tann dag er lítið lystiligt at ganga í skúla. Harmur og tregi Ein dagin, tá ið teir rógva fram undir at geva honum skyldina fyri ein deyðan kettling, kennir hann seg so kroystan, at hann nevnir navnið á einum geðrum drongi, sum í sínum lagi verður avsmurdur. Tað er ikki ein tilvildarligan drong, hann nevnir, men ein sum er líka so nógv uttan fyri felagsskapin sum hann sjálvur. Høgni skåkar sær undan við at finna ein, hvers støda er líka veik sum hans- ara, men gerðin hjá Høgna fær hann bara inn í eitt enn verri myrkur enn tað í titli- num. Aftan á ynskir hann, at tað var hann, sum varð avbukaður: »So hevði eg ikki havt hesa lemjandi kensluna av hatri til mín sjálvan. So hevði eg í staðin kunnað tikið synd í mær sjálvum, tí eg enn einaferð hevði verið offur fyri hatur- fuglarnar<. (Her verður orð- ið haturfuglur brúkt í skeiv- ari merking. Ein haturfuglur er ikki ein, sum happar, men ein, sum verður happaður). Lýsingarnar av tí kroysta Høgna eru frálíkar, hvussu hann ikki veit sær nakra leið úr trupulleikunum, og lesar- in følir við honum, tå ið tilveran gerst hóttandi og oyðimarkarkend. Høvund- urin veit greidliga, at eins og tann størsta gleðin hong- ur uppi í vón og væntan, so kennist tann størsti tregi, tå ið straffurin bíðar fyri framman. Lærarnir tykjast mær lítið at sær komnir. Teir vita, hvussu til stendur, men gera sum minst fyri at fáa skil á. At Høgni sleppur burtur úr síni kroystu stóðu, eiga teir ongan lut í, í staðin eru tað ein annar skúli og ein góður vinmaður sum í felag fáa teir réttu karmarnar til vega. Bern og vaksin Høgni fylgist nógv við abbanum, men sum øll børn vita og tilkomin kanska minnast, so er tad ikki altid lika stuttligt at fara ørindir vid vaksnum, sum hendan beinrakna myndin sigur frå: » Tad tók altíð drúgva tíð, tí abbi kendi so nógv fólk, sum hann noyddist at práta við á vegnum. Tað kundi gott vera troyttandi at standa undir liðini á honum og bíða. Men hevði hann staðið serliga leingi og tos- að við onkran, keypti hann mær ofta okkurt góðgæti aftaná<. Ein onnur fín orðing er, har Høgni spyr, hví mamm- an spyr, hvussu tað gongur í skúlanum: >Nei, eg spyrji bara! Um eg ikki spyrji, fái eg einki at vita, og hóast eg spyrji, so fái eg heldur einki at vita!< Flestu foreldur eiga at kunna taka undir við mammu Høgna. Konkret-6konkret Eitt vanligt fyribrigdi i før- oyskum barna- og ung- dómsbókmentum er, at tær eru konkretar og 6konkretar um somu tíð. Lutir, fyri- brigdi og hendingar verða nevnd, men fáa stak sjáldan nakra dýpd. Tað sama ger seg galdandi í »Hvør vil eiga myrkrið<. Lesarin fær til dømis ongantíð at vita, hverjum flokki Høgni gongur i, hvørki tá ið hann akkurát er afturkomin til Føroya ella seinni undir frá- søgutidini. Á einum av teimum fyrstu síðunum hevur hann ikki minst til at keypa fyri mammuna, men hvat tað er, hann hevur gloymt at keypt, verður ikki nevnt. Somu- leiðis hava Høgni og vin- maðurin lænt ein videofilm, sum teir hava roynt eftir i Lydia Didriksen, rit- høvundur og lærari skrivar serliga til børn og ung ; Mynd: Alvur Haraldsen fleiri vikur. Filmurin verður kallaður >megafeitur<, og tað er >ótrúligt<, at tað er lukkast at fáa hendur á hon- um. Kortini verður tað aldr- in borið upp á tungu, hver hesin einastandandi filmur- in er! Børn hava lyndi til at brúka orðið gott í staðin fyri væl, - smakkar gott o.s.fr. - meðan hgevundurin ella rættlesarin í hesum føri er farin hinvegin. Demi eru, har mamman sigur, hvat ið tey skulu hava til døgurda: >Stokt flak, ljóðar tað ikki væl?<, og sama kveldið, tá ið Høgni sigur seg vilja vera heima: >Tað ljóðar væl!< Hví »gott« skal kroystast burtur á øllum gkjum, veit eg ikki, men úrslitið gerst brongl av hesum slagi. Tað næsta verður, at tú skalt siga teg hava tað væl og ikki ynskja fólki gott val, men væl val. Vínreyðar snípur Bókadeild Føroya Lærara- felags for seinasta år undir eina nýggja rød av bókum nevndar Snípurnar. Hesar verda flokkadar i trimum litum eftir hvørjum aldurs- bólki, tær eru ætlaðar, og i hvørjum liti eru síðani trý torleikastig. »Hvør vil eiga myrkrið< eftir Lydiu Didr- iksen hoyrir upp í hesa rød og verður bólkað sum >7. flokkur og eldri< og >Tor- før«. Hetta fái eg als ikki at sampakka við innihaldið, sum eg vildi mett at hóska til kanska 5. flokk. Onkurs- vegna draga innihald og móttakarabólkur ikki somu línu. Hendingarnar fara í høv- uðsheitum fram, tá ið Høgni gongur í einum av teimum yngru flokkunum, meðan frásggnina eigur ein drongur í umleið 7. flokki. Tann málsliga legan fær lyndi til at flyta seg niður- eftir til hendingaaldurin, hó- ast frásagnaraldurin er ein annar. Mitt í skaldsøguni kemur so vaksnamannamál fyri: >Tað var av allarfagr- asta summarveðri. Ikki eitt skýggj sást á tí fagurbláa himmalinum, ikki eitt lot var, og sólin skein, sterk og klár<. Soleiðis málber ein 13 ára gamal drongur seg ikki. Innan føroyska bóka- heimin mangla vit teknarar, sum kunnu myndprýða ser- liga barna- og skulabøkur. Eg fegnadist ti, tå id eg så tekningarnar hjá Janusi Guttesen til undanfarnu bókina hjá Lydiu Didriksen Stóri Tóri og lítla Líve (Bókadeildin 1997). Her var ein, sum dugdi at gera Jógvan Isaksen, békmentafrødingur ummælir nýggju skaldsøguna hjá Lydiu Didriksen, Hver vil eiga myrkrið lættar = strikumyndir, ið hóskaðu til evnið. Janus Guttesen hevur eisini teknað til »Hvør vil eiga myrkrið<, men her haldi eg, at fleiri av myndunum eru í stirvnara lagi. Einstakar rigga bara væl, meðan tað annars tykist, sum um tekn- arin hevur arbeitt ov leingi við tekningunum, so at tað lætta er arbeitt burtur, uttan at stórri dýpd er komin í- staðin. Miskunnarloysi Hóast ein fittur partur av »Hvør vil eiga myrkrið< er merktur av lágfloygdari ger- andisrealismu, og hóast søgugongdin vidhvørt trillar í frigear, so er skaldsøgan hjå Lydiu Didriksen kortini åhugaverd. Styrkin er lýs- ingarnar av ti kroysta Høgna, hvussu hann uttan at vilja tað kemur í eina stóðu, har hann eingi ráð sær. Høvundurin dugir ikki bara at liva seg inn í dreing- in, men dugir eisini at fáa lesaran at seta seg í hansara stóðu og føla seg forfjón- aðan. Barnaheimurin kann vera eirindarleysur og dap- ur, einahelst, tá ið tú ikki heldur teg kunna fáa hjálp frá teimum vaksnu. + EET