Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-11-28, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 28. november 1998síða 17

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

staðnum, sjúkrabilafólkini og starvsfólkini á skaðastovuni. Vanliga minnast foreldrini einki aftur til tað, sum varð sagt, tá óhappið hendi, tí tey eru so skelkað. Tá er tað stór hjálp at kunna fara aftur og tosa við tey, sum vóru á staðnum, so tey sleppa undan gitingum. Jutta er altíð til taks. Sjúkra- húsið setir seg í samband við hana allar tímar á døgninum, um eitt barn doyr ella um eitt barn liggur fyri deyðanum at taka sær av teim avvarðandi. Og flestu sviar kenna Juttu frå sjónvarpi- num og útvarpinum, fyrilestrum og samrødum í bløðum. Kveldið eftir stóra eldsbrunan var Jutta í svenska sjónvarpinum har hon saman við einum presti, sálar- frødingi, og eini kvinnu, sum hevur mist mann og tvey børn í eini flogvanlukku, tosaði um sorg og hvussu fólk syrgja. - Eg havi verið á fleiri ráð- stevnum um hesi viðurskifti og næsta ár ætli eg mær á eina altjóða rådstevnu í New Zea- landi, ið er um vøggudeyda. Jutta hevur tikid ymisk eftir- útbúgvingarskeið, sum hava givið henni førleika at granska innan vøggudeyda. Hon savnar saman tilfar um hetta fyribrigdið og ætlar ikki at gevast á hendur fyrr enn gátan um pinkubarna- deyðan er loyst. Orð eru ikki neyðug Ikki øll fólk hava yvirskot at seta seg í samband við nakran ella at biða um hjálp, tá ið ein so stór sorg rakar. Jutta setir seg sjálv í samband við foreldur, ið missa, og hon hjálpir teimum ávegis. Hvussu kann ein hjálpa fólki, ið syrgja? - Fyri tað fyrsta við at seta seg í samband við tey og tosa við tey. Síðani fari eg á vitjan og tey kunnu altíð ringja til mín. Fyrstu dagarnar eru altíð nógv fólk um tey næstu, familja og vinir, men tá ið jarðarferðin er av og ger- andisdagurin byrjar aftur er stilli og tómt. Vikuna aftaná fari eg á vitjan og tá taki eg læknan, sum var á staðnum, við. Síðani kunnu foreldrini seta seg í sam- band við meg. Vit tosa um alt og nú tað stundar til jóla stúra nógv foreldur fyri, hvussu tað fer at vera. Tí gll eru glað og gera nógv burtur úr jólastákinum, men tey hava ikki orku at gera nakað. Fyrstu jólini eru altíð ring at koma igjøgnum, tá ið tú hevur mist, tí jólini eru fyri allar familjulimirnar. - Tað er so lítið ein kann siga, oftast er óneyðugt at siga nakað. Eg royni at hjálpa teimum at fara í gongd við at hugsa um jarðarferð og slíkt, gevi teimum hugskot og nøvn á fólkum, tey kunnu seta seg í samband við. Í Svøriki eru fyritøkur, sum taka sær av gllum, ið sambandi við jarðarferðir soleiðis at tey av- varðandi ikki nýtast at hugsa um nakað. Men eg havi gjørt ein lista yvir alt og so kunnu fam- iljurnar sjálvar leggja til rættis alla jarðarferðina. Tað er nógv betri fyri tey. - Eg mæli altíð til, at kistan er opin soleiðis at tey avvarðandi kunnu síggja tann deyða og somuleiðis til, at foreldrini gera barnið klárt sjálv, lata tað í teirra egnu klæði og leggja tað í kist- una. Ofta er jarðarferðin ikki fyrr enn tvær vikur aftaná. Skil- ið sigur teimum at barnið er Nr. 227- 28. NOVEMBER 1998 deytt, men kenslurnar taka yvir og vilja ikki sleppa. Ti er eisini av tydningi, at ommurnar, abbar- nir, systkin, vinir og onnur eru vid. Serliga systkini, ti litil børn skilja ikki deyðan. Vit taka hóp- in av svørt-hvitum myndum av ti deyda soleidis at tey småu systkini, sum ikki hava møgu- leika at minnast, kunnu taka myndina fram aftur og minnast å systkinid, tå nøkur år eru farin og so tosa um tad. - Tað hevur sera stóran týdn- ing at siga við foreldrini, at mamman og pápan syrgja ym- iskt. Maðurin sigur ikki nógv, hann hugsar meðan kvinnan vil tosa um tað alla tíðina. Um tey ikki vita, at tað er ymiskt, hvussu fólk syrgja, kann hjúna- lagið fara at ridla. Tað hevur verið sera vanligt, at hjún eru farin frå hvørjum ødrum eftir at hava mist eitt barn, men nå vit gera nógv burtur úr at greiða frá, at tað er vanligt at syrgja ym- iskt, er talið á hjúnaskilnaðum minkað heilt fitt. - Fólk hava ongantíð tosað um deyðan. Nú er tað meiri vanligt. A teim allar flestu jarðarferðu- num eru kistirnar opnar, tað hevur týdning serliga um tað eru ungfólk, tí so kunnu vinirnir siga ordiligt farvæl. So verða tey ikki so bangin fyri deyðanum. Ofta halda fólk, at deyðin er vandamikil, men tað er hann ikki. Er tað ikki hugtungt at hava slíkt arbeiði? - Nei, tað haldi ikki, tí familj- urnar eg komi í samband við gerast mínir vinir. Tey læra meg nakað nýtt hvgrja ferð. Sjálvandi er tað tungt og syrgiligt, men eg royni at fáa tað besta burturúr. Tað er jú eisini gamalt føroyskt at hjálpa teimum, sum ikki hava tað so gott. Alt hetta havi eg lært meg heimanifrá. Tá ið eg misti mínar dreingir slapp eg ikki at síggja teir aftaná og tað kann eg aldri gloyma. Man noyðist at síggja børnini fyri at skilja at tað er satt, at tey eru deyð. - Dreingirnir hjá mær hava altíð vitað gll hesi árini síðani eg fór í hetta arbeiðið, at knappliga kann ein seðil liggja á borðinum sum sigur, at ein ólukka er hend og eg má hjálpa til. Tað skilja synirnir hjá mær, sigur Jutta Kjærbeck. Sorgin er eins - Tú kemur aldri yvir sorgina at missa eitt barn, men tú lærir at liva við henni og koma víðari. Tú lærir at virða og seta prís á onnur virði. Fyrr var tað so ggi- liga umráðandi at gera reint fríggjadag, men tað hevur einki at siga. Tað sum hevur týdning er at geva degnum ans og brúka hann, hjálpa fólki, at siga sýgur fyri børnum, at spæla við tey ella bara at sita og nana teimum. - Sorgin er tann sama uttan mun til húðalið, átrúna, bak- grund og mál. Hesi viðurskifti hava einki at siga, tí øll syrgja eins. Innflytararnir hava teirra egnu tradisjón, tá ið onkur teirra doyr. 40 dagar aftaná deyðan hava tey eina minnisstund aftur og mamman vísir seg ikki mill- um fólk hesa tíðina. Tey hava eitt tættari tilknýti sínámillum og eitt nógv betri sosialt net enn sviar hava. Vit blanda okkum ikki uppí, hvussu tey gera, men virða teirra siðir og hava tey brúk fyri hjálp at arbeiða sorgina ígjógnum kunnu tey altíð venda tíðindablað sær til okkum. - Tey avvardandi hjá børn- unum, ið doyðu í eldsbrunanum, fingu 20.000 krónur í part frá tí almenna. Tad er ikki nógv, men tað hevur kortini loypt ødi í onnur, sum hava mist børn frammanundan. Og tað skilji eg als ikki, tí pengarnir koma sera væl við hjá innflytarunum, sum ikki hava nakra trygging og sum ikki hava ráð at geva børnunum eina hátíðarliga og góða jarðar- ferð, sigur Jutta. Vit sum hava mist Í 1993 tók Jutta eftir áheitan stig til at stovna felagið "Vit sum hava mist eitt barn". Um tað mundið hevði hon triggjar fam- iljur í samrødu, sum allar høvdu mist børn í somu vanlukku. Hesar vildu fegin hittast og tær spurdu Juttu um hon vildi stovna felagið. - Tað vildi eg fegin og eftir eitt lítið ár tóku foreldrini sjálv við leiðsluni í felagnum. Sein- asta månakvøld gjørdi felagið av at bjóða teimum avvarðandi hjá børnunum, ið doyðu í eldsbruna- num í Gøteborg, um at koma við í felagið. Soleiðis kunnu fólk finna hvgnn annan. - Uttan mun til, um tað eru 63 ungfólk sum doyggja ella eitt so kenna tey avvarðandi seg ógvu- liga einsamgll í sorgini. Tá ið tey mýta ðrum í somu stødu síggja tey, at lívið gongur víðari. Eg verði altíð uppringd av barn- asjúkrahúsinum, tá ið eitt barn kemur deytt inn. Tær nýtist ikki at siga so nógv, tá ið tú heilsar uppá foreldrini. Tá ið læknin sigur við tey, at barn teirra er deytt siga foreldrini altíð, at hetta yvirliva tey aldri. Men tå ið eg so sigi við tey, at sjálv havi eg mist tvey børn og tá ið tú upplivir slíkt verður ein ein positivur persónur. Í august mánaða kom eg í samband við eini foreldur, sum mistu barn teirra í eini traktorvanlukku og so hugsaði eg, at hesi skuldu hitta eini onnur foreldur, sum eisini mistu eitt barn í eini trakt- orvanlukku. Tá hava tey nakað, sum bindur tey saman. Tey tora Jutta hevur sjálv átt fimm dreingir. Tann fyrsti, Heini, er føddur í Føroyum í 1965. Tann næsta, Schani, átti hon i 1973, og hann doyði bert 10 mánaðir gamal. Í 1977 átti hon Schana, triðja sonin, og í 1982 átti hon, Atla, fjórða sonin, sum doyði beint áðrenn hon skuldi eiga. Í 1985 átti hon fimta og seinasta barnið, sum eitur Atli at koma fram við sínum kensl- um, tey meta fólki, sum hava upplivað tað sama og sum hava kent eins svára sorg og tey. Tað gevur teimum styrki at koma víðari í lívinum. - Tað hevur ótrúliga nógv at siga, at onkur tekur sær av teim- um í sorgini. Fyri nøkrum árum síðani doyði eitt fimm mánaðar gamalt barn í føvninginum hjá mammuni, meðan hon gav bróst. Henda mamman var við barn tá og sjey mánaðir seinni átti hon eina dóttur. Tá kom hon at vitja meg á deildini, har eg arbeiddi, $ onstenendannennnsesdane Do, Mynd: Cicci Jonsson har hon vegna seg og mannin takkadi fyri hjålpina tey fingu tå dótturin doyði. Og so spurdi hon um tey kundu fáa loyvi at kalla dóttrina Jutta. Tað fløvar. - Nógvar stórar ólukkur eru hendar í Svøriki í summar, har børn eru deyð og fýra av hesum foreldrunum, sum mistu, ringdu beinanvegin til mín, nú henda stóra ólukkan hendi og bjóðaðu seg til at hjálpa. At gera mat og hjálpa til annars. Tey vilja øll geva okkurt afturfyri hjálpina tey fingu, sigur Jutta Kjærbech í