leygardagur 28. november 1998síða 16
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
RT
Jutta Kjærbech av Tvøroyri, búsitandi i Gøteborg:
3
3
Jutta lættir sålarpinuna
hjå syrgjandi foreldrum
- Sorgin er neydug fyri at foreldur kunnu fata og vidurkenna, at barn teirra er deytt. Tað hevur
eisini stóran týdning, at foreldur fyrireika alt í sambandi við jarðarferðina og ervið og at tey,
familjan annars og vinirnir siga ordiliga farvæl, áðrenn tey sleppa barninum, sigur Jutta Kjær-
bech, sjúkrasystir og jarðarmóðir, sum er heimskend fyri arbeiði sítt við foreldrum, ið hava
mist tað kærasta tey eiga. Í sambandi við ræðuliga eldsbrunan í Gøteborg herfyri, ið kostaði
63 ungfólkum lívið, hevur hon hjálpt foreldrum í sorgini.
- Og foreldrini læra meg nakað nýtt hvgrja einastu ferð, sigur Jutta, ið kennir deyðan,
sorgina og saknin í sínura egna barmi. Hon hevur sjálv mist tveir synir.
Turið Kjølbro
Tað er hjartanemandi, rørandi og
samstundis lívsjáttandi at hoyra
Juttu Kjærbeck av Tvøroyri
greiða frá. Hesa kvinnuna, sum
síðani hon misti fyrsta barnið,
hevur arbeitt við at lætt sorgina
hjá øðrum foreldrum og síðani
hevur vígt lívið til hetta arbeiðið
og at loysa gátuna um VØggu-
deyðan. I samrøduni greiðir hon
frá arbeiði sínum í Gøteborg,
haðan hon hevur búð seinastu 30
árini, við avvarðandi at deyðum
børnum, hvussu sorgin verður
arbeidd og hvussu tey avvarð-
andi royna at koma á føtur aftur
Fyri fimm árum síðani tók Jutta
stig til at stovna felagið “Vit
sum hava mist eitt barn", og hon
eigur eisini heiðurin av sokall-
aða “Geteborgskamodellið", ið
er vorðið heimskent. Tað er ein
mannagongd, ið starvsfólk á
sjúkrahúsi arbeiða eftir, tá ið
foreldur missa børn av sjúku ella
vanlukku.
Fyri fýra vikum síðani hendi
ein tann størsta vanlukkan í
nýggjari tíð í Svøriki. Ein elds-
bruni í einum dansihøli í Gøte-
borg, ið kostaði 63 ungfólkum í
aldrinum 12-18 ár lívið, 49 børn
hjá innflytarum og 14 svensk
børn. Vanlukkan hevur sett djúp
sár í svenska samfelagið og nú
fýra vikur eru farnar merkja
jarðarferðir og minnisgudstæn-
astur framvegis gerandisdagin í
býnum. Á plåssinum har 6-
lukkan hendi er ætlanin at reisa
ein minnisvarða, har liggja
framvegis blómur og ljós brenna
hvønn dag meðan kenningar hjá
teimum deyðu ganga framvið.
Sálarringing hevur verið í kirkj-
unum í býnum fyri gllum teim
deyðu, kirkjuklokkurnar ringdu,
tað var pinna stilt og øll høvdu
høvi at tendra eitt ljós fyri teirra
kæru.
- Hetta er so ræðuligt, sum
eingin kann ímynda sær. Eg
kenni eina familju, ið hevur mist
dóttrina, sum var 14 ár. Tey eiga
eisini ein sjey ára gamlan son.
Foreldrini tordu ikki at siga
sannleikan fyri soninum, tí tey
vistu ikki, hvat hann fór at siga.
Hjá mær hevur tað altíð verið
týdningarmikið at siga akkurát
sum tað er. Eg kom so á vitjan
hjá hesum fólkum, sat og tosaði
við dreingin og hevði tikið bók-
ina hjá Astrid Lindgren um
Brødurnar Leyvuhjarta við, sum
sigur ikki so lítið um deyðan. Ég
gjørdi so av, at sonurin skuldi
við at síggja systrina á sjúkra-
húsinum.
- Í mínum arbeiði havi eg altíð
roynt at fingið foreldrini og
onnur ayvarðandi at sæð tann
deyða. Í hesi vanlukkuni doyðu
tey flestu av roykskaða, ikki so
nógv av brandskaða. Nógv sót
var á andlitunum og tað bar ikki
til at turka tað burtur, tí so
loysnaði húðin av. Pápin royndi,
men tað bar ikki til. Mamman
vildi ikki síggja dóttrina aftur,
og so fóru vit á sjúkrahúsið við
soninum og 23 av vinunum hjá
gentuni. Ein og ein fór fram til
gentuna og segði eitt seinasta
farvæl. Aftaná máttu vit seta
okkum niður og tosa um hetta, tí
hjá flestu teirra var tað at síggja
deyðan fyri fyrstu ferð.
- Jarðarferðin var leygardagin,
góða viku aftaná og tað var tann
vakrasta jarðarferðin eg nakran-
tíð havi upplivað. Tey ungu settu
sín dám á, tey høvdu miksað
saman tónleik, sum gentuni
dámdi so væl. Ein av vinkonu-
num byrjaði við at syngja ein
serligan sang fyri gentuni, onnur
lósu yrkingar. Løgreglan sperr-
Nr. 227- 28. NOVEMBER 1998
Á sjúkrahúsinum, har Jutta
arbeiðir, er eitt serligt rúm við
síðuna av foreldrarúminum,
sum deyða barnið verður lagt
inn í. Tá barnið er deytt,
verður tað vaskað og lagt í
eina vøggu. Vegguna hevur
sjúkrahúsið fingið frá einum
abba, sum hevði gjørt hana til
eitt komandi abbabarn, sum
doyði stutt eftir, at tað var føtt.
Abbin vildi ikki taka vegguna
heim aftur og gav tí deildini
hana. Júst tað, at veggan ikki
hoyrir til sjúkrahúsið og hevur
eina søgu, hevur givið vegguni
ein serstakan tydning, ikki
bara fyri deildina, men eisini
fyri foreldrini. Her síggja vit
Juttu við vegguni
Mynd: A. K. Larsson
aði gøturnar av fyri allari ferðslu
soleiðis at vit kundu ganga om-
aná kirkjugarðin aftaná líkfylgi-
num og tað er fyrstu ferð eg veit
um alla mína tíð í Gøteborg,
greiðir Jutta Kjærbeck frá.
Altíð arbeitt vid børnum
Jutta veit, hvat hon tosar um.
Hon eigur fimm synir, tveir
doyðu sum smáir. Annar sum 10
mánaðir gamal og hin undir
sjålvari fødingini. Tað eru nógv
ár síðani, teir høvdu verið á-
vikavist 25 og 16 ára gamlir í
dag. Tá Jutta kom út fyri stóru
sorgini at missa var einki gjørt
burtur úr foreldrum sum missa.
Hon var einsamøll í sorgini.
Jutta Kjærbeck er fødd og
uppvaksin á Tvgroyri. Haðani
fór hon í 1960 ul Keypmanna-
havnar at læra til sjúkrasystur.
Eftir lokna útbúgving arbeiddi
hon í fimm ár vid psykiatriskum
sjúklingum í Keypmannahavn
og í 1969 flutti hon til Gøteborg,
har hon síðani hevur starvast
sum sjúkrasystir. Eftir at hon
misti seinna sonin tók hon út-
búgving sum jarðarmóðir, men
hevur aldri arbeitt í yrkinum.
Seinastu gott og væl 20 árini
hevur Jutta arbeitt við børnum,
serliga pinkubørnum og øll árini
hevur áhugi hennara serliga
verið vendur ímóti pinkubarna-
og smábarnadeyða, ein gáta,
sum hon stríðist fyri at loysa.
Jutta var deildarsjúkrasystir á
eini barnadeild, men tá ið eitt
barnasjúkrahús í Gøteborg varð
niðurlagt varð alt hetta virk-
semið lagt saman í eitt.
- Tá gjørdi eg av, at eg ikki
vildi vera deildarsjúkrasystir
longur og tí arbeiði eg hálva tíð,
har eg taki mær av foreldrum
sum missa børn og hålva tíð
undirvísi eg starvsfólki á sjúkra-
húsum í at taka sær av avvarð-
andi, tá ið ein ólukka hendir.
Tað hevur tikið mær 9 ár at
byggja upp sokallaða "Gøte-
borgskamodellið", sigur Jutta
Kjærbeck.
Sum nevnt er "Gøteborgska-
modellid” ein mannagongd, sum
verður fylgd, tå id børn og ung
doyggja. Starvsfólkini á sjúkra-
húsinum, ið taka sær av tí deyða
barninum arbeiða eftir eini ætl-
an, ið dregur tey avvarðandi við.
Jutta hevur eisini fingið í lag, at
foreldur, ið missa barn av 6-
lukku, fáa høvi til at tosa við
løgreglumenninar, sum vóru á