leygardagur 7. november 1998síða 2
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
| — Ályrgdarslaðstjórt: Marknaðarleiðart: > j": Nidasdehannesen
| Jan Jonhard Hammer ítróttarskrivari:
| Blaðstjóri: Blaðfólk: Emil L. Jacobsen
| : j 8 } istian Vang
| internet: www.sosialurin.fo Sveinur Tróndarson Turið Kjølbro Alvur Haraldsen
Ferðavinnan
Oddagrein
FERÐAVINNAN var havd á lofti í eini sjónvarps-
sending nú í vikuni. Kjakið var sera áhugavert og
tosað varð um málbólkar og samskifti millum Ferða-
ráðið og vinnuna — ella, sum onkur vildi vera við,
mangul uppá sama
EIN faktorur í foroyskari ferðavinnu var ógvuliga lítið
nevndur, nevniliga flutningsskipanin bæði sjóvegis
og loftvegis. At flutningurin sjóvegis ikki var stórvegis
umreddur er ikki ringt at skilja, eftirsum Sámal Petur
í Grund var ein av luttakarunum í sjónvarpssend-
ingini. Hann megnaði at kvetta ferðafólkasambandið
Sjóvegis til ein av næstu grannum okkara við einum
marknaði uppá 60 milliónir fólk — tað er ikki so legið,
at hann tegir við tí
VIT mugu minna á, at tann sjóvegis flutningsleiðin,
ið er grundarlagið undir einari av Føroya størstu
privatu fyritøkum, var stovnað i 1975 av Strand-
ferðsluni, ið uppbygdi og rak hesa rutu til 1982.
Føroyska ferðavinnan var tá fyri ein stóran part
myndað av Strandferåsluni, sum må sigast at hava
verið ein av pionerunum í føroyskari ferðavinnu.
Landið bygdi upp frá grundini og tað privata hevur
so tikið við og megnað at ment tað grundleggjandi
arbeiðið, ið upprunaliga varð gjørt. Soleiðis legði
landið lunnar undir einari foroyskari ferðavinnu við
einari flutningsskipan, sum í dag verður tikin sum
ein sjálvfylgja
TÁ man í dag tosar um millum annað norðmenn og
íslendingar sum málbólk hjá foroyskari ferðavinnu,
so hevði hetta ikki verið gjørt uttan so, at flutnings-
mynstrið var soleiðis háttað, at ein sjóvegis ruta var
til Noregs og Íslands. At man ikki kann hava okkara
størsta granna Bretland sum málbólk við sínum 60
milliónum íbúgvum skyldast millum annað tað vant-
andi sambandið sjóvegis
ATLANTSFLOG, sum eisini hevur stóran týdning fyri
føroyska ferðavinnu, er eisini eitt landsfelag, sum er
í ferð við at menna seg við nýggjum rutum. Hetta at
landið ger pioner arbeiðið á summum økjum innan
ferðavinnuna hevur víst seg at rigga væl í Føroyum.
TRUPULLEIKIN við at menna nakað uppá longri
sikt er, at man viðhvert kann fáa ein landsstýrismann,
sum ikki hevur rygg til, ella er visionerur nokk til at
gjøgnumføra nakað, sum hevur perspektivir longur
fram í tíðina enn eitt valskeið. Sostatt kann alt detta
niðurfyri og harvið spilla fleiri árs arbeiði.
FERÐAVINNAN hevur, sum tað eisini varð nevnt í
sjónvarpssendingini, ment seg nógv seinastu árini
takkað verið almennum og privatum kreftum, ið hava
gjørt eitt miðvíst arbeiði gjøgnum nógv år. Ferðaráðið
er ein almennur stovnur, sum er enn eitt stig í menn-
ingini av føroyskari ferðavinnu
TÅ Ferðaráðið í sínum núverandi líki varð stovnað,
legði Javnaðarflokkurin, ið tá umsat ferðavinnumál
dent á at velja formann út frá fakligum fortreytum
Fyrst Heðin Samuelsen og síðani Magni Arge vórðu
av landsstýrismanninum valdir til formenn í Ferða-
ráðnum, tí mett var, at teir høvdu fortreytirnar til tað
SÁMAL Petur í Grund, sum yvirtók ferðavinnumál í
1994, valdi, sum ikki einaferð, at velja út frá politiskum
fortreytum og ikki fakligum fortreytum, tá nýggjur
formaður í Ferðaráðnum skuldi veljast. Hesin
arbeiðsháttur hjá Sámal Peturi í Grund at seta politisk
áhugamál fram um fakligar vurderingar, var sera
óheppin og kann vera ein av orsøkunum, um so er,
at samskiftiå millum ferðavinnuna og Ferðaráðið er
ov vánaligt í dag. Sosialurin
Viðmerkingar:
Út , uppseting og prent:
eee javegur 26, Argi
, Argjum
Postadr: Postsmoga 76,
110 Tórshavn
Telefon: 311820
Telefax. 314720
e-mail:
poste sosialurin.fo
nunne
Ættarbregði og teldugrunnur
Nakað seinur á sjóvarfallinum havi eg hug at gerða nakrar
viðmerkingar til tjakið um kanningar viðv. ættarbregði og teldugrunn
við ættargransking
Mín bakgrund er tann, at eg
saman við øðrum føroyskum
læknum í nøkur ár havi fing-
ist við at kanna hvert ein ella
fleiri sjåkuorsøkir ella med-
virkandi orsøkir kunnu finn-
ast í tí genetiska (arvaliga).
Hetta hevur verið og er í sam-
starv við aðrar granskarar á
universitetunum í Árhus og í
Odense
Eg skal skunda mær at siga
beinanvegin, til tryggleika
hjá teimum, sum við stórum
hjálpsemi hava hjálpt okkum
við luttøku í slíkum kanning-
um, at tað onki hevur haft ella
hevur við teldugrunn ella
slíkar ætlanir at gerða, sum
hava verið frammi í tjakinum.
Samarbeiði við deCode
Tað uppskotið, sum kom
fram frá Landsstýrinum, kom
fyri meg og onnur, sum verið
hava innan gkið í fleiri ár,
heldur óvantað, tí ongin hev-
ur rådført seg við okkum fáu
í Føroyum, sum hóast alt
hava roynt at sett okkum inn
í hetta torskilda øki. Bak-
grundin hevur verið eintåttad,
t.d. bert ráðgeving frå amer-
ikonsku spekulati6nsfyritøk-
uni deCode ella fólki, sum
hava arbeitt fyri hana (de-
Code arbeidir i Islandi, men
kapitalurin er amerikanskur
spekulatiónskapitalur burtur-
av)
I tí líki, sum uppskotið er
framlagt, skal Sjúkrahúsverk-
ið umsita eina st6rtøkna ætl-
an í samarbeiði við deCode í
Íslandi. Ætlanin er avskrift
frá deCode við stórslignari
ætlan um samskipaða skrá-
seting av gllum fólkinum,
bæði núlivandi og deyðum,
tengt saman við upplýsingar
um heilsuviðurskifti, blóð-
royndir og annað mangt, og
so útgerð og fólk at gera gen-
etiskar kanningar.
Ymsir
Í hesum føri verður gingið út
frá sonevndum familjukann-
ingum, men eisini aðrir kann-
ingarhættir finnast, sum skal
nevnast seinni. Grundin til at
hava alt liggjandi klárt í teld-
ugrunni, er ynski hjá t.d. de-
Code um longu frammanund-
an at kunna selja handilsfyri-
tókum rættindi til møgulig
úrslit. Tí má váttast, at ein
longu hevur alt tilfarið klárt
Við meira vanligum vísinda-
ligum kanningum innan gki
verður farið fram á annan
hátt. Tú finnur fyrst tey sjúku,
spyr tey um loyvi og so kanst
tú savna tilfar til at kanna,
avmarkað til hverja einstaka
kanning og sjúku.
Men annars eru ikki allar
genetiskar kanningar familj-
ukanningar. Tað eru aðrir
hættir, t.d. sonevndar associ-
atiónskanningar, sum vit
hava brúkt innan okkara øki.
Her kann verða ein fyrimun-
ur, um tú frá luttakarum fær
loyvi at kanna, at fólk ikki
eru ov tætt í slekt, men annars
í slekt longur burtur. Men
sjálv kanningin er ikki ein
familjukanning, men er ein
samanburður av teimum
sjúku sum bólkur, samanbor-
ið við kontrolbólk, t.d. frísk
fólk, foreldrini ella onnur.
Hetta er, sæð út frá familjuni,
ein mildari kanningarháttur.
Tørvur á skipaðum
viðurskiftum
Annars er at siga, at í sam-
band við genetiskar kanning-
ar eru fleiri viðurskifti, sum
netupp er gott at kanna og
fáa skil uppá, eventuelt við
lóggávu.
1.
Her verður fyrst hugsað um
tryggleikan hjá luttakarum og
avvarðandi. Hetta øki er fyri
so vítt dekkað inn við so-
nevndu sidsemingsnevndini,
sum ikki skal verða strangari
enn nú, tí so kann onki gerast,
men skal møguliga styrkjast
við lóggávubakgrund og ar-
beidsmøguleikum. Eftir mini
meting er tad ikki neydugt
við teldugrunni sæd út frå
einum visundaligum sjónar-
miði.
2.
Talað verður um, at rånsveida
fer fram millum natúrfólk av
teirra biologisk eginleikum í
plantum, djórum og menn-
iskjum. Her verður ikki hugs-
að um tað vísundaliga sum
so, men í fall hetta førir til
handilslig produktir. Tað
tørva reglar fyri, hvussu slík-
ar avtalur skulu gerast og eiga
tær at fyriliggja longu tá reint
vísundaligt samarbeiði fer
fram millum føroyingar ella
við útlendingar, ífall nakað
handilsligt skuldi komið burt-
urúr seinni, td. heilivágur.
Tað skal tilskilast, at verður
funnið fram til åhugaverd øki
innan tað arvaliga á t.d. åvis-
um stað ávísum kromosomi,
kostar tað milliónir at arbeiða
seg fram til sjálvan arvaegin-
leikan (genið). Hetta letur seg
tí neyvan gera uttan samar-
beiði við handilsfyritøkur
innan heilsivágídnaðin ella
líknandi. Her átti tí at verið
reglur ella lóggava um
hvussu farast skal fram.
Grundleggjandi kann sjálv-
andi spyrjast, hvgr eigur teir
Ein áheitan á Føroya fólk
Havi lisið bókina »Gatefolk
og Fyrlysmennesker<, og
haldi eg, at henda bók gevur
okkum eitt sindur at hugsa
um. So kom mær í huga, at
kanska vit eisini kundu
hjálpt eitt sindur. Jólini eru
í hondum, og royna vit eftir
førimuni at geva jólagávur,
ið hvussu so er til okkara
nærmastu. Hvat um vit, sum
í mun til mong onnur hava
tað gott, í ár eisini geva eina
jOlagåvu til tey, sum liva á
gøtuni í Oslo. Eg ivist onga
løtu i, at Erna og Njål høvdu
verid fegin um eina hjålp-
andi hond úr heimlandi
teirra
Tað er i Føroya Spari-
kassa stovnað ein konto, har
øll eftir førimuni kunnu
gjalda pening inn. Kontoin
stendur í navninum hjá
>Fyrlyskorpset, Uttegate 16
A, oslo vÆrnu og Njål
Djurhuus«. Peningurin, ið
kemur å hesa konto, fer ikki
til Frelsunarherin, men 6-
skerdur til Fyrlyskorpset i
Urtegate 16 Á, og einans tey
kunnu taka pening út av
hesi konto.
Kontonummari er: Før-
oya Sparikassi 9181 -
1286120
Vónandi kem-
ur eitt sindur av
peningi á hesa
konto, so Erna
og Njál kunnu
gera jólini eitt
sindur hugnalig-
ari fyri tey, sum
einki heim og
onga familju
hava at hugna sær saman
við um jólini.
Blíðar heilsanir
Sverri Djurhuus
Bókin um Njál
og Ernu Djur-
huus kom út
herfyri. Sverri
Djurhuus skipar
nú fyri, at pening-
ur verður savn-
aðar at stuðla
arbeiði teirra
millum gøtufélkid í
Oslo
tax og Þjáá Djurens rr
þá på sas á
TRES
August Wang
arvaligu eginleikarnar, tann
einstaki ella samfelagið?
Grundleggjandi má eisini
svarast, at tað er tann einstaki,
men við skynsemi kann nokk
gerast lóggáva, sum setur
krøv til handilsliga nýtslu av
tí føroysku biologiini.
3.
Veksur åhugin fyri at gera
slikar kanningar i Føroyum,
má ein treytin verða, at við
stórri kanningar, má eitt
spinn-off verða, at fleiri part-
ar verða lagdir í Føroyum,
her hugsi eg ikki bert um tann
læknaliga og kliniska partin,
men serliga um laboratoriu-
partin, helst í samstarvi við
útlendsk laboratoriir, sum
hava neyðuga førleikan og
samstarv úí heimin. Higartil
hevur í flestu førum bert tann
sonevndi kliniski parturin lig-
ið í Føroyum, men um talan
verður um størri projekt, má
meira av know-how liggja
eftir her. Eisini tí, at nú byrja
at koma føroyingar fram utt-
anlanda við know-how, sum
liggur innan líknandi gki, og
sum eftir eina tíð innan slík
projekt í útheiminum, hava
førleika at arbeiða víðari í
Føroyum. Tað hevur verið
nevnt, at førleiki er í Før-
oyum, t.d. ein breti, sum hev-
ur arbeitt vid líknandi aðra-
staðni. Men helst er øki ov
viðkvæmt at byggja á ein per-
són, sum kann fáa hug at fara
avstað aftur. Tilskilast skal
her, at sjálvur tann tekniski
útbúnaðurin ikki er so almik-
ið dýrur, í hvussu er ikki, tå
samanborið verður tið tær út-
reiðslur sum eru til at løna
fólki, serliga innan laborator-
iupartin, t.v.s. specialulabor-
antar og biologar o.1. við ser-
kunnleika, tí arbeiði er drúg-
ført. Tann tekniski útbúnað-
urin til eitt meðal laboratori-
um man liggja um eina mill-
i6n.
Uppskot
Mítt uppskot skal tí verða,
áðrenn farið verður undir
handilslig projekt, at arbeitt
verður uppá:
- eina lóggávu innan øki,
- uppá reglur viðv. handils-
ligari nýtslu og
- uppá at fáa skapt møgu-
leikar fyri laboratoriupart-
inum, eventuelt bæði
alment og privat, og
- at fáa sett við føroyskar
laborantar, lænar, statist-
ikkarar og biologar o.l. inn-
an hetta øki.
August G. Wang