leygardagur 7. november 1998síða 3
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 212 — 7. NOVEMBER 1998
tíðindablaðið 0827
Krøvini eru meint í álvara 7
Hetta sigur Gunnleivur Dalsgarð, formaður í Starvsmannafelagnum. Hann
heldur ikki, at prátið um skattalætta, ið fíggjarmálaráðharrin tosaði um í
sjónvarpinum håskvøldid, hoyrir heima saman við lønarsamrådingum. Hann
krevur lønarhækkan og afturbering og framløgdu krøvini eru meint í álvara
og mugu metast sum ófrávíkilig
DAGFINN OLSEN
Í Degi og Viku hóskvgldið
vísti fíggjarmálaráðharrin,
Karsten Hansen á, at til
komandi lønarsamrådingar
kann talan blíva um skatta-
lætta, meðan formaðurin í
starvsmannafelagnum,
Gunnleivur = Dalsgaard,
kravdi lønarhækkan.
- Eg havi onkutíð brúkt
myndina, at nú er hesin fót-
bóltsdysturin liðugur og nú
byrja vit av nýggjum eftir
nýggjár, sigur Gunnleivur
Dalsgarð.
Hann leggur dent á, at enn
eru samráðingarnar ikki
byrjaðar og at ein tí ikki
kann siga so nógv um mål-
ið, men hann hevur ilt við
at góðtaka, at politikarar
hava so ilt við at skilja, at
um fólk hava goldið ov
nógv í skatti, so eiga tey
sjálvsagt at fáa pening aftur
og at hetta ikki skal tvinnast
saman við lønarsamråding-
arnar.
Lænt uttan
rentu í 6 ár
Gunnleivur Dalsgarð sigur,
at tað helst er eindømi í søg-
uni, at nakar hevur lænt
pening í 6 ár, uttan at hava
goldið rentu, og her sipar
hann til, at alment lønt fóru
niður í løn, tá kreppan kom.
- Vit hava verið við til at
lagt rygg til at fáa samfel-
agið at á rætt kjól og tað
hevur kostað okkum nógv.
Vit ætlað at fáa tað aftur, ið
er mist. Tí hava vit sett bú-
skaparfrøding at kanna mál-
ið og vit ætlað at hava neyv
tøl at vísa á. Arbeiðið er ikki
liðugt enn, men tað verður
í næstum, sigur Gunnleivur
Daldgarð.
- Vit hava lagt okkara
krøv fram og tey eru meint
í álvara. Vit krevja lønar-
hækkan og afturbering. Vit
søgdu sátmálan upp 22. sep-
tember, soleidis at vit so
smått kunnu byrja at sam-
rådast, ella pråta saman, 9.
november. Tad er månadag-
in, men enn hava vit einki
hoyrt aftur og ein kann
næstan taka hetta sum eitt
såttmålabrot, sigur Gunn-
leivur Dalsgarð, ið einki
svar hevði fingið frá mynd-
ugleikunum, tá hann fór til
hús hóskveldið.
- Vit vilja fegin hava góða
tíð og møguleikar til sam-
ráðingarnar, so ikki alt
troðkar seg saman undir
deadline, sum tað ofta ger,
sigur formaðurin í Starvs-
mannafelagnum.
Rúmd fyri hækkingum
Gunnleivur Dalsgarð metir
eisini, at tað má metast sum
positivt, at formaðurin í ráð-
gevandi nevndini herfyri
segði, at rúmd nú er fyri
lønarhækkingum í føroyska
búskapinum.
- Tað er fyrstuferð í langa
tíð, at tað hevur verið at
hoyra, sigur Gunnleivur
Dalsgarð.
Hann metir ikki, at lønar-
samráðingarnar skulu tvinn-
ast ov nógv saman við, at
vit nú hava havt góðar inn-
tøkur í tvey ár og at tað
møguliga kann venda, sum
fíggjarmálaráðharrin vildi
vera við í sjónvarpinum
hóskveldið.
Starysmennafelagsfor-
maðurin heldur, at politik-
arar skulu vera varnir vid at
undirmeta fólk og siga, at
nú hava tey goldið ov nógv,
so nú kunnu tey fáa eitt
sindur aftur ístaðin fyri at
fáa lønarhækkan.
- ØIl eiga at fáa ágóðan,
um ov nógv er komið inn,
men tað almennna eigur at
rinda fólki løn fyri arbeiðið
tey gera, og tað hevur einki
við skattalætta at gera, held-
ur formaðurin.
Gunnleivur = Dalsgarð
heldur tó, at okkurt av tí. ið
fíggjarmálaráðharrin
nevndi, ljóðaði áhugavert.
Eittnú at talan kundi verða
um eftirlgnargjald.
Metast sum
ófrávíkilig krøv
Men formaðuriní Starvs-
mannafelagnum, Gunnleiv-
ur Dalsgarð, stendur fast
við, at krøvini um lønar-
hækking og afturbering eru
meint f ålvara.
- Enn eru samrådingarnar
ikki byrjadar, men tad er
eingin loyna, at vit meina
tað í álvara. Krøvini eru
løgd fram og hetta mugu
metast sum ófrávíkilig krøv,
sjálvt um samráðingar
sjálvsagt skulu til, sigur
Gunnleivur Dalsgarð, for-
maður í Starvsmannafelag-
num.
Uppá fyrispurning, um
Starvsmannafelagið verður
ein grótharður samráðing-
arpartur, ið hevur brynjað
seg við sera neyvum tólum
frå biåskaparfrødingi, sigur
Gunnleivur Dalsgarð, at tað
í hvussu er stendur til lands-
stýrið at koma við mót-
spæli, ella at mótprógva, tí
Starvsmannafelagið vil
hava tað mista aftur.
Hevur ljómað í 60 ár
Aftur í ár verður tann afturvendandi alla halganna kon-
sertin í Vágs Kirkju, og aftur í ár er tað Kirkjukórið
Ljómur, ið fyllir skránna
JOHN JOHANNESSEN
Fyri seksti árum síðani,
tóku vágbingar stig til at
stovna kirkjukór. Teir
høvdu fingið nýggja kirkju,
og hildu, at okkurt serligt
mátti gerast í hesum sam-
bandi.
Samstundis, varð eisini
avgjørt at hava kirkjukon-
sert vid offurgongd tann
fyrsta sunnudagin eftir alla
halganna. Til hesa fyrstu
konsertina vildu vågbingar
eisini, at okkurt serligt
skuldi gerast. So Edith Dahl
setti seg f samband vid Ro-
bert Joensen og fekk hann
at umyrkja danska sålmin
„Nu falmer skoven”. Hesin
sålmurin gjørdist til væl-
kenda føroyska sálmin „Nú
hvítna tindar“, og varð hes-
in fyrstu ferð sungin undir
fyrstu alla halganna kon-
sertini í Vágs Kirkju. Og tað
er enn hesin sami sálmur,
ið verður sungin undir off-
urgongdini í Vági.
Sunnudagin kl. 17
Í ár verður alla halganna
konsertin og offurgongdin í
Vágs Kirkju sunnudagin 8.
november kl 17:00.
Skráin til konsertina er
fjølbroytt. Ljómur fer at
syngja bæði føroysk og út-
lendsk sálmalgg undir
leiðslu av Ann-Kristin Nils-
son, kvartett úr Ljómi fer at
syngja „Jarðareyga“, Jo-
hanna Thomassen verður
solistur í „Give Me Jusus“,
Niels Nolsøe og Ann-Krist-
in Nilsson fara at leika á
urguna og Heri Jógvan Jo-
ensen, prestur, fer at siga
nøkur orð.
Tey seinastu árini eru um
9.000 - 14.000 kr. lætnar á
hvgrjari offurgongd, og
verða hesar nýttar til um-
vælingararbeiði av gomlu
urguni í Vágs Kirkju.
Tann seinasta
Alla halganna konsertin er
nakað serligt á hesum sinni.
Orsøkin til hetta er, at hon
er tann seinasta, meðan Heri
Jógvan Joensen er prestur í
Vági. Hesin hevur nevniliga
fingið starv í Vesturkirkjuni,
frá 6. desember í ár. Tískil
vóna limirnir í Kirkjukóri-
num Ljómi, at nógv fólk fer
at meta til seinastu konsert
teirra saman við Hera.
- Eg havi onkutíð brúkt
myndina, at nú er hesin
fótbóltsdysturin liðugur og
nú byrja vit av nýggjum
eftir nýggjár, sigur
Gunnleivur Dalsgarð.
Starvsmannafelagið hevur
brynjað seg til
lønarsamrådingarnar við
neyvum tólum frá
biskaparfrødingi
Jólaborðhaldið
Stórt sjálvtskuborð
við alskyns flógvum
og køldum rættum
3
á Hotel Føroyum
Sangur og undirhald
Jólaborðhaldini eru hesar dagar:
Leygarkvøldid 28. november
Leygarkvoldið 5. desember
Friggjakvøldid 11. desember
Leygarkvøldid 12. desember
Leygarkvoldið 19. desember
Bílegg í dag, -i morgin er tað meguliga ov seint