leygardagur 7. november 1998síða 13
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 212 — 7. NOVEMBER 1998
Nr. 212 - 7. NOVEMBER 1998
John Johannessen
Poul F. Joensen er helst tað
eldra føroyska skaldið, ið
hevur verið best umtókt mill-
um ungdómin. Hetta kemst
helst av, at yrkingar hansara
eru sera gsandi, og ofta eisini
erotiskar. Hetta sama var or-
søkin til, at skaldskapurin hjá
Poul F. ikki varð serliga væl
umtóktur millum manna, tá
ið hann varð útgivin á fyrsta
inni. Tað var, eins og áður
bert ungdómurin, ið
dámdi t lesa yrkingarnar
skaldsins
Nú eru so 100 ár síðani, at
hesin, í skrift, harmælti sum-
bingurin varð borðin í heim.
Og heimurin er broyttur síð-
ani Poul F. var í sínum bestu
árum. Heimurin er broyttur á
ein slíkan hátt, at skaldskapur
hansara als ikki er nakað, ið
verður roknað sum serliga 9s-
andi longur. Fólk hava fingið
tjúkri húð, og tað skal nógv
meira til at gsa fólk í dag.
Hetta hevur gjørt, at skald-
skapurin hjá Poul F. ikki er
komin til sín rætt fyrr enn nú
tey seinastu 20 árini.
Persónurin
Sagt verður, at Poul F. var
sera fryntligur maður at tosa
við. Hann var blíður og fyri-
komandi. Men tó var mað-
urin ikki tann sami í skrift. Í
skrift kundi hann nevniliga
vera sera harrendur og ógv-
usligur. Hetta var bæði gald-
ani í lesarabrøvum, har hann
ækærdi krittikarar og onnur
skald fyri bæði líkt og ólíkt,
og síðani var hann eisini ógv-
usligur í skaldskapinum. Vit
kenna jú øll tann harrenda
dámin yvir øllum yrkingum
hansara.
Fyri at vit kunnu fáa eitt
innlit í sjálvan persónin Poul
F., so hava vit við vælvild frá
Tóra Jóanssyni fingið loyvi
at endurprenta samrøduna, ið
hesin gjørdi vid skaldið, tå ið
tad fylt sjeyti.
Seinnapartspråt vid
Poul F. Tórur Jóansson
— Pól, kennir tú teg gamlan?
— Spurdi tú, heh, gamlan?
Nei. Ég eri akkurát tann sami
Poul F, sum eg altíð havi ver-
ið. Eri kanska eitt sindur sjar-
ligari, toli kanska minnni av,
men annað einki. Einki ræðist
eg, einki teinki eg uppá at
doyggja, ella nakað sovorðið.
Nervir og sovorðið er helst
so toluliga í lagi eisini.
= Hvat var tað, ið fekk teg
at yrkja av fyrstan tíð?
— Yrkja og yrkja. Tað var
ein stuttlig hending , eg sá,
hon var so láturlig, at eg
gjørdist yrkjari í stundini. Tá
var eg um 6 ára gamal. Tað
var eisini ein fyriboðan av, at
eg seinri kom at verða ein
skemtiyrkjari.
— Ert tú skemtiyrkjari?
— Skuldi so verid, og ålv-
ara, saman í einum. Til døm-
is „Sorgarsggan“, um hin
sum var í Grønlandi, og tå
hann kom aftur, var ein norð-
anfjørðs mormonari farin við
henni, har var skemt og álv-
ara saman í einum: Um lívið
hjá føroyingunum fyrr við
sluppunum og kor teirra. Tá
ið tað leið móti endanum av
túrinum, var neyð á mongum,
kærleiksneyð, hon er ikki
tann besta.
— Nær byrjaði tú at yrkja?
— Eg fór at yrkja kvæði, tí
eg var vaksin upp í kvæðu-
num við móðurmjólkini. Tá
eg var 8— 9 ár, tá byrjaði eg
at yrkja kvæði, og tað helt eg
við, til eg var eini 12. Tey
kvæðini havi eg nøkur av
enn, og tey eru sum tey ván-
aligu kvæðini.
— Nær gjørdist tú samfel-
agsrevsari?
— Alt, sum hevur verið lát-
urligt ella atfinnigarsamt,
hevur dámt mær at høgt í. Eru
ikki øll samfeløg meira ella
minni skeiv?
— Eru tað ikki ofta brek við
einum sjálvum, ið gera ein
til revsara?
— Tað veit eg ikki. Brek?
Ein kenning, kanska? Onga
staðni á jørdini hevur nakað
fólkaslag verið so lágtstand-
andi, at tað íkki hevur funnið
okkurt at rúsa seg við. So tað
man liggja nakað djúpt í
menniskjanum. Langt áðrenn
tað fann nakað annað upp, tá
kundi tað fáa sær ein hivara.
— Hevur tú kent tað sum
eina skyldu at vera samfel-
agsrevsari?
— Nei, ikki beinleiðis. Eg
havi tó kent tað sum eina
missión at skera onkran av
hesum dummstoltu fýrunum
niður. Tað haldi eg.
— Kennir tú teg sum ein
— Eg?? Avgjørt ikki! Tí
einki, hvussu måtstødan hev-
ur verið, er komið longur enn
at skinninum. Eg havi ikki
verið illur við mann heilan
dag. Eg haldi, eg havi verið
ov dovin til at ganga við hatri.
Men eg íkki latið aðrar vika
meg frá mínari meining. Eg
tíðindablað
AKGIU AU UU
18. novembur 1898 varð Poul F. |
Joensen føddur í syðstu bygd í |
Føroyum, Sumba. Hesin vaks |
upp millum kvæðafólk, og |
gjørdist seinni ein av kendastu |
yrkjarunum í landinum. Hóast |
fólk í fyrstuni hildu skaldskap
hansara vera ov harligan
Ramar
risti hann
rúnirnar
havi hildið fram eftir míni
egnu leið, tí eg havi altíð ver-
ið vísur í, at eg var tann besti.
— Hvussu kanst tú vita tað?
— Við at samanbera meg
við aðrar stórar, sum verið
hava. Hvussu teir hava ver-
ið, summir góðkendir av øll-
um. Eg havi altíð noyðst at
javnmeta og meta eftir, tí eg
havi verið einsamallur, ikki
ein livandi krabba havt at
snakka við. Robinson kruso
hevur sitið her í hálvthundrað
ár, einsamallur. Onkuntíð
kann onkur fremmandur
fuglur verða flogin inn henda
vegin. Men nú er ov seint.
„ Alla mína vælmaktstíð, tå var
svarta einki.
— Er vælmaktstíðin av nú?
— Tað skuldi hon verið eftir
vanligum málistokki. Hon
var 35 ár hjá Christian Matr-
as, og hvussu var ikki við
teimum stóru í Fraklandi,
sum tit halda vera so stórar,
teir vóru uppetnir av møli og
øllum, longu tá teir vóru 40
ár.
- Ert tú ávirkaður av
Heine?
— Ja, — nei altso. Eg havi
umsett nógv av honum, men
eg møtti Heine og Burns sum
skyldmonnum, andiligur
skyldskapur.
— Summir kalla teg „enfant
terrible“ í skaldaheimi okk-
ara?
— Ja, hehe. Mær hevur
dámt at arga hesar bestaborg-
ararnar, so sum nógvir aðrir
yrkjarar. Tað man vera ein
yrkjarauppgáva, tí allir teir
frægastu hava fingist við tað.
Hetta, at vísa teimum rang-
una á sær sjálvum, sum teir
ikki duga at síggja.
— Hvussu kendist tað, at
vera útskot í føroyska sam-
felagnum?
— Utskot? Eg veit ikki, eg
hevði bara ongan uttan meg
sjálvan. Onkuntíð kom eg til
Havnar at síggja Richard“
Sumbiarskaldið Pól
F. Joensen
Long og onkun annanm tað
var tað heila. Her var einki
Ikki skapt fyrr enn aftan á
kríggið. — Eg var illur í fyrst-
ani, tá eg las eitt og annað,
teir skrivaðu um meg. Men
so varð eg sami Pól aftur.
— Hvat er uppgáva yrkjar-
ans í samfelagnum?
— Tað er at stuttleika fólki
og at finnast at teimum, sum
eru býttastir, men halda seg
vera bestar kortini. Og hetta,
teir rópa demokrati í dag, tað
er tann rámasta undirgongd
hjá teimum hvítu. Teir fara
so logandi í hundarnar.
— Tú trýrt ikki upp á demo-
kratiið?
— Nei, nei, tað havi eg ong-
atíð gjørt. Eg eri eisini vaks-
in upp í eini bygd, har nátt-
úruviðurskiftini valdu menn-
inar út til oddamenn.
— Er tað fåmannaveldi
Platons, tú vilt hava?
— Ja, tað veit eg ikki. Um
vit finna ein góðan oddamann
sum Karl tann Stóra, so var
væl, men tað er so ringt at
finna hann.
— Hvussu skulu vit finna
hann?
— Vit finna hann ikki, tað
er tað. Og hetta demokratiið
haldi eg er næstan ein fallit-
erklering, soleiðis sum tað
gongur í dag við tí. Men Plat-
on haldi eg var eitt tvætl, og
hansara samfelagsskipan
verri. Fyrsti maður, ið varð
hongdur eftir lógunum hjá
honum, tað var Platon sjálv-
ur.
— Hvussu skulu vit skipa
samfelagið tá?
— Tað er at finna teir fræg-
astu menninar burtur úr, hvør
á sínum stað.
— Hvor skal velja teir?
— Vit, sum eru frægastir.
Hvat tá? Hvussu í verðini
skal tað ganga, tá rúgvan tann
stóra, sum vit vita er býtt og
ikki fer úr stað, uttan odda-
einum og gllum?
— Tú hevur havt stóran
týdning fyri uppvaksandi
ungdømin?
— Ja, tey fyrstu, ið keyptu
„Í gaman og Álvara“ tað vóru
realskålabørnini, longu tá í —
24, og síðani hevur tað mest
verið ungdómurin, ið keypt
hevur bøkur mínar, „Millum
heims og heljar“, og hinar.
Ein segði við meg, vit sótu
og tjakaðust, hvussu ódugi-
ligur eg var, og at kona hans-
ara hevði brent bókina hjá
mær, tá hon hevði lisið hana.
Men eg bað hann ikki harm-
ast um tað, tí tað vóru aðrar
brendar, men tað vóru nógv
fleiri eftir, sum ikki vóru
brendar. Tá segði ein annar:
„Legg einki lag í, hvat tey
gomlu siga, tí tú eigur og
kemur at eiga ungdómin í
Fgroyum.“
— Kenst tann ábyrgdin
tung?
— Nei, atð veit eg ikki, men
tað harmar meg við hesum
hundans pophaloyinum.
Frank Sinatra mátti fáa ung-
ar gentur úr nekarakirkjunum
at ýla, meðan hann sang, og
hann fór beinan vegin runt
verðina og til tops av hesum
ýlunum av 15— 16 ára goml-
um gentum. Ødrvisi var fyrr
í Føroyum. Tá ið vit vóru
heilt småbørn, tá kundu vit
finna uppá at taka pottalok
og annað at skrambla við,
meðan vit sungu ella kvóðu,
men tá vit vórðu 7-8 ára
gomul og fóru í skúla, tá
høvdu vit kastað allar slíkar
hundakunstir burtur. Nú
skulu tey vera 20 til 30 ár,
áðrenn tey eru so mikið vaks-
in, sum tey vóru 7 ára gomul
fyrr. Eg haldi, at ungdómurin
í dag stendur nógv aftari at
bjarga sær sjálvum, enn tá eg
var ungur, hóast tær nógv
vánaligaru tíðirnar, ið tá vóru
afturímóti í dag. Men tað
"merin éru; um horrskátráða f * gjørdi fólkið sterkari. ei
- Nú fyllir tú sjått í morgur
hvat so?
— So drekka vit eina skál
tað er tað fyrsta. Hitt stendur
í Harrans hond.
— Trýrt tú upp á Várharra?
— Nei, hatta eg segði um
Harrans hond, var bert eitt
orðatak.
— Hver er tín besta yrking?
— Handa eg nevndi í áðni,
„Ein sorgarsøga”, er ein tann
besta. Tað eru nógvar, hvgr á
sín veg, ið eru bestar, tí eg
havi spælt á øllum streingj-
um. Eg mundi vera eini 35—
40 ár, tá eg helt meg kunna
meta meg við Hans Andrias,
men ikki nær Janus. Men 10
ár seinni, tá var eg klárur yvir,
at eg tók Janus eisini. Kortini
havi eg livað undir vánalig-
astu umstødum, ið hugsast
kunnu. Hvørki Ewald ella
Bellmann ella Wessel hava
havt so ring kor til at skriva,
sum eg. Eg noyddist í míni
vælmaktstíð at vera uppi í gil-
um arbeiði, tí vit skulu jú liva,
og tá ein so kemur aftur, so
er megin burtur.
— Politiskt?
— Politiskt havi eg verið í
sjálvstýrisbólkinum, og eri
tað enn. Sum eg segði í eini
yrking ikki so langt síðani, at
so trælkað er eingin tjóð í
heimi, sum ei harðmælt sítt
sjálvræði krevur, men undir
Dannimarks skjúrtifaldi, kol-
onistýrdur føroyingur svev-
ur. Eg havi staðið i sjálvstýr-
isbélkinum, frå ti eg var so
frægur. .
— Ja, Pål, tøkk fyri prátið.
Ikki eru vit samdir i øllum,
men tað er gott at vita, at til
eru menn, ið tora at hava
aðrar meiningar enn tær van-
ligu, og tað vóna vit altíð fer
at verða so. Tillukku við teim-
um sjútí
— Takk fyri