leygardagur 7. november 1998síða 14
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
— Málið eigur fyrst og fremst at vera eitt sjálvtgkuborð, har tú tekur tað orðið,
sum ljóðar musiskt í tínum oyrum. Føroyskt kann vera ógvuliga stirvið og eg
kenni meg als ikki heima í heimagjørdum orðum, ti eg feli ikki, at tey eru føroysk
- feroysku hugmyndirnar eru burtur í teimum. Orð fyri meg er musikkur, ljóðar
ein setningur ikki væl musiskt og er ov stivur vid nýgjerdun:, samansettum og
keðiligum orðum missir hann klangin og rútmuna. Vit hava fingið nøkur góð orð
fyri nøkur ting, men eg haldi vit skulu hava loyvi til at brúka tey orðini vit sjålvi
halda eru musisk, sigur Oddfríður Rasmussen, rithøvundur.
Turið Kjølbro
vera høvungdur er ein
framhaldandi rannsakanar-
nakKrantio á
sandoyingurin
Rasmussen
Rithevundaskúlin
verið í Føroyum
VIKUNI
tey hava hildið til á Føroya
Fólkaháskúla. Endamåli
hjá Rithøvundaskulanum
við ferðini til Føroyar er at
fáa nýggja luft undir veing
irnar, sum tey siga. Næn
ingarnir og lærararnir hava
hitt føroyskar rithøvundar
ið hava sagt frá skaldskapi
teirra. Og mikukveldið var
kvøldseta í Listaskålanum
har bædi føroyskir
danskir høvundar lósu up
úr verkum teirr.
Tað var Gunnar Hoydal
rithøvundur, sum mælti
Oddfríði ul at søkja inn á
3 og
Rithevundaskúlan og tridju
ferð eydnaðist tað. Men tað
er ikki øllum tillutaå at vera
so heppin at verða upptikin
Um 180-200 fólk søkja inn
á hvørjum ári, 15 verða tikin
inn til samrødu og so verða
seks-átta sáldað frá. Um-
søkjararnir skulu skriva 25
síður av lýrikki og prosa við
umsóknini. Og samrødan,
ið umsøkjararnir verða kall-
aðir inn til, er ein søga fyri
seg. Sjey fólk sita um borð-
ið og spyrja garnarnar úr
fólki í ein tíma við stødi í
teksunum, umsøkjarin hev-
ur sent inn, og øðrum, ið er
viðkomandi fyri ritverkið
g persónin
Tað var rættiliga nerva
pirrandi. Har sótu nógvir
kendir høvundar
borðið, sum eg havi
virðing fyri, men eftir ollum
at dóma gekk tað væl, sigur
Oddfríður Rasmusser
rundan um
stóra
Sundurlimaður í kritikki
A Rithevundast
lærir tú ikki tl rithøvund og
tt H
KUianum
efluur iøkna skuiagonge Læg
ÓÐ.
Mynd: Jens Kr. Vang.
dugir tú áðrenn og tey
flestu, ið koma inn á skúlan,
kalla seg rithøvund, áðrenn
tey seta seg á skúlabonk
Undirvísing er tveir dagar
um vikuna, og meginpart-
urin av frálæruni er tekst-
lesing. Restin av vikuni er
heimaarbeiði, har næming-
arnir skriva og lesa. Fittur
partur av skúlatíðini er at
hoyra fyrilestrar eftir høv-
undar, upplestur og annað
mentanarligt virksemi.
Undir tekstlesingini lesa
næmingarnir burtur úr tí teir
sjálvir skriva og so verður
teksturin lagdur undir lesi-
glasið, har allir næmingar-
nir eru við í viðgerðini
Tekstviðgerðirnar eru
ofta øgiliga 6gvusligar, onk
ur verður illur, onnur hava
hug at ríma, tí meiningarnar
fúka runt í skúlastovuni
Tað gongur mangan hart
fyri seg, tú kanst verða jarð-
lagdur og sundurlimaður í
kritikki, men hann hevur
alla tíðina eitt endamál, tí
tú verður beintur inn á ein
arbeiða
r I i
Nr. 212 - 7. NOVEMBER 1998
Oddfríður Rasmussen, rithøvundur og næmingur á Rithøvundaskilanum:
Eg vil skriva
Uunurav. .…
- Eg havi ta vónina, at eg kann arbeiða sum rithøvundur
burturav. So hevur onkur trolaraskipari kanska hug at siga,
at eg geri ikki petti, men eg vil hinvegin siga, at tað er hart
arbeiði at skriva.
- Eg hopi, at Rithøvundaskiilin fer at geva mær stórt innlit
í bókmentir, og læra meg at verða meiri sjålvkritiskur í
mini egnu skriving. Í Føroyum vantar sjålvkritikkur í stór-
an mun. Tá ið tú fært vegleiding og kritikk kemur góðskan
av sær sjålvum. Nalvaskoðan er so útbreidd í Føroyum, tað
at tú hevur nóg mikið við teg sjálvan og títt, sigur Oddfríð-
ur Rasmussen, næmingur á Danska Rithgvundaskúlanum,
ið hevur verið í Føroyum í vikuni
tíðina upp ul tin sjålvs um
tú góðtekur tað ella ikki
Kritikkurin er samstundis
vegleiðing. Tað koma so
nógvir nýggir vinklar niður
yvir tekstin, vinklar, tú ikki
hevur verið varhugur við
fyrr. Eg hevði tekstlesing í
farnu viku og tað eg hevði
skrivað fekk ikki mjúka við-
ferð. Okkurt taki eg til eft-
irtektar og okkurt blaki eg
frá mær. Onki verður tveitt
í ruskspannina av teirri
grund. Tað er hart, men tað
einasta ein kann gera er at
fara heim og arbeiða meiri
við tekstinum. Seinni tá
teksturin verður lagdur fram
aftur verður hann kritiser-
aður av nýggjum, sigur
Oddfríður Rasmussen.
- Tað er av týdningi, at
teksturin liggur eina tíð so-
leiðis at hann sodnar í tær
Við hvert geri eg broytingar
í honum, tað verður hann
bara betri av og meiri
gjøgnumarbeiddur. Tað er
sunt at lata tekstin liggja og
so koma aftur til hann, tí
sum persónur flytir tú teg
alla tíðina í mun til tey
deyðu orðini. Men tá er
spurningurin, nær man
verður liðugur.
- Eg havi altíð verið hug-
tikin av orðum og av hvønn
tydning tey hava í einum
samanhangi. Eisini av upp-
runanum av einum orði og
hvussu tey hava førkad seg
gjøgnum tíðina. Sjålvur eri
eg ikki so måltilvitadur at
eg leggi nýggja merking til
orð. Føroyskt kann vera
ógvuliga stirvið og eg feli
meg als ikki heima í heim-
agjørdum orðum. Eg feli
ikki, at hesi nýgjørdu orðini
eru føroysk. Orð fyri meg
er musikkur, ljóðar ein setn-
ingur ikki væl musiskt og
er ov stívur við nygjørdum,
samansettum og keðiligum
orðum missir hann klangin
og rútmuna. Vit hava fingið
nøkur góð orð fyri nøkur
ting, men eg haldi vii skulu
hava loyvi til at brúka tey
orðini vit sjálvi halda eru
musisk. Í term nýggju sam
ansettu orðunum hverva
føroysku hugmyndirnar
Málið eigur fyrst og fremst
at vera eitt sjálvtgkuborð,
har tú tekur tað orðið, sum
ljóðar musiskt í tínum oyr-
um, sigur Oddfríður Ras-
mussen.
Tvey mål
Tekstirnir næmingarnir å
Rithgvundaskúlanum
skriva og arbeiða við eru av
øllum slagi.
- Eg havi mest sum bara
skrivað yrkingar, men nú
havi eg eisini roynt meg eitt
sindur í prosa. Tað er ikki
so lætt, tí eg havi lyndi til
at seta eitt sindur av lýrikki
inn í og tað kann vera eitt
sindur trupult. Skúlin gong-
ur í grundini út uppá, at gll
tekstsløg skulu loysast upp,
at vit skulu skriva tvørtur
um øll tekstsløg, blanda tey
saman, men vit skulu kenna
tey einstøku sløgini til lítar
og vita, hvørja funksjón tey
hava. Vit skulu ikki skriva
sum aðrir rithøvundar, men
vita, hvussu aðrir rithøv-
undar skriva, sigur Oddfrid-
ur Rasmussen.
Tað er eingin trupulleiki
at skriva å donskum.
- Tú kemur inn í nakrar
heilt aðrar krókar í danska
málinum enn í føroyskum,
krókar, sum tað føroyska
málið ikki rúmar enn. Tú
finnur onnur orð fyri ting,
sum tú hevði lýst heilt ødr-
vísi um tú skrivaði á før-
oyskum. Mín skaldskapur
er tengdur at málinum sum
so, men hann er væl ødrvisi
å donskum enn føroyskum.
Eg hevdi ikki dugad at
skriva um somu evni å
donskum sum å føroyskum.
Tað er í veruleikanum ein
stórur fyrimunur at skriva á
báðum málum, tí tú kemur
meiri umvegis í málinum,
sigur Oddfríður Rasmussen
Trý yrkingarseyn
Hann hevur
byrjanini bert skuffuyrking
ar, sum hann kallar tað. Fyri
stuttleika fór hann at letta
skuffuni nakrar
yrkingar saman og sendi tær
til Gunnar Hoydal, rithøv
und, og bad um kritikk
- Eg fekk ógvuliga kon
strukuvan kritikk frá hon
um, hann segði, hvat hann
meinti og var erligur. Tær
frægastu yrkingarnar sendi
eg ul forlagið Fannirog tær
komu so út í 1994 í savni-
num Aldur hugans, sigur
Oddfríður Rasmussen.
Aldur hugans er skrivað
yvir eitt fýra ára skeið, og
eru yrkingarnar merktar av
hesum, tí tær hava einki fast
tema. Í 1995 kom yrkinga-
savnið Innantannaskríggj á
egnum forlagi. Hetta savnid
er skrivað yvir eitt styttri
tíðarskeið og hevur tískil
ein reyðan tráð at halda seg
til. Eisini er tað svartsky gd-
ari enn hitt fyrra. Men hetta
savnið er Oddfríður als ikki
nøgdur við.
- Ta tíðina hevði eg tað
soleiðis, at eg helt at eg
skrivaði meg út úr einum
trupulleika. Men tað ræður
í grundini um at skriva seg
inn í ein trupulleika. Tí varð
savnið ikki meir enn eitt
hálvtómt, innantanna-
skríggj, sum ongantíð kom
út. Skrivingin var eitt slag
av psykoterapi og hevði tí
eitt ávíst endamál, men tað
kundi væl ligið eitt sindur
longur, sigur Oddfríður
Rasmussen.
Mánadagin kemur triðja
yrkingarsavnið út eftir Odd-
fríð Rasmussen. Tað eitur
Skil. Heitið sipar bæði til
tað at hava skil og tað sum
skilir sundur.
- Yrkingarnar eru um
tómrúmið, tá ið tú stendur
við einum beini í Danmark
og einum í Føroyum. At
vera føroyingur í Danmark
altíð skrivað
savnaði