leygardagur 7. november 1998síða 15
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
er gjógnumgangandi tema í
yrkingunum, sigur Oddfríð-
ur Rasmussen.
Oddfríður hevur eisini
skrivað stuttsøgur og nú ar-
beiðir hann við at seta eitt
savn saman.
- Eg kundi hugsað mær
at skriva eina skaldsøgu og
fyri einum ári síðani hevði
eg eina søgugongd í høvdi-
num, men tað er ikki komið
longri enn til eina kladdu.
Steindeytt mentunarlív
Mentunarlívið í Føroyum
kundi verið meiri livandi,
heldur Oddfríður. —
- Tað er steindeytt. Í Dan-
mark er altíð hópin av til-
tókum at fara til. Tað ber
altíð til at fara út og hoyra
høvundar lesa upp úr verk-
um teirra. I Føroyum verður
tú noyddur til at fyriskipa
tað sjálvur skal okkurt
henda. Einasta, ið hendir á
mentanargkinum í Føroyum
er tónleikurin. Á tí bók-
mentaliga økinum hendir so
at siga einki. Næstan ongar
skaldsøgur koma út og tær,
sum koma út, eru ógvuliga
vánaligar. Tann einasta
skaldsøgan, sum hevur flutt
eitt sindur síðani skaldsøg-
urnar hjá Williami Heinesen
komu út er Undir Suður-
stjórnum eftir Gunnar Hoy-
dal og kanska onkur einstøk
eftir Jens Paula Heinesen
Sjálvandi finnast tað glottar,
men so køvir av aftur.
- Lýrikkurin er væl um-
boðaður í føroyskum bók-
mentum, og hann er væl í
tráð við yrkingarlistina í út-
londum. Tað sum eg sakni í
Føroyum er kritikkur og
vegleiðing. Í Danmark hava
forløgini vegleiding og ráð-
geving. Mest sum alt, ið
verður skrivað í Føroyum
kemur út uttan nakra við-
gerð og vegleiðing. Í mín-
um føri havi eg bert fingið
málsliga vegleiðing, og tað
er altso ov galið.
Bókmentalig forum
Aðra staðni eru ymisk for-
um, har rithøvundar og list-
afólk annars koma saman at
tosa um tað tey fáast við og
annars spurningar í tíðini.
Oddfríður saknar eitt bók-
mentaligt umhvørvi í Før-
oyum. Tey, ið skriva sita og
arbeiða so spjatt og tí er
einki kjak yvirhøvur um
skaldskap og bókmentir.
- Einki kjak er yvirhøvur
millum rithøvundar og list-
afólk. Tað er avgjørt tørvur
á einum forumi, har fólk
kunnu tosa saman og fáa
nýggj hugskot at arbeiða
víðari við. Kjakið, sum birt-
ist eftir, at Carl Jóhan Jen-
sen hevði sagt, at føroyskur
kvinnuskaldskapur var ván-
aligur, vart sunt. Men sjálv-
andi er tað ikki ein spurn-
ingur um kvinnuskaldskap
mótvegis skaldskapi, mann-
fólk skriva. Í Føroyum er
tað so, at nærum eingi
mannfólk skriva skaldsøg-
ur.
Er saknurin stórur á ein-
um bókmentaligum um-
hvørvi er hann ikki minni á
einum bókmentaligum tíð-
arriti.
- Brá var eitt gott tíðarrit
við nógvum góðum um-
Nr. 212 - 7. NOVEMBER 1998
mælum. Mest sum alt sum
kom út var ummælt. Blødini
hava næstan eingi ummæli.
Tey, sum eru, eru alt ov fitt
og óerlig. Ummælararnir
tora ikki at siga, hvat teir
veruliga meina. Tey røra við
flatuna uttan at fara inn í
kjarnina. Sjálvur ynski eg
mær av einum ummælara at
hann er erligur og sigur tað
hann meinar, men sjálvandi
grundgevur fyri tí hann sig-
ur og setir tað inn í ein sam-
anhang. Tað nyttar ikki bara
at siga, at skaldskapurin tal-
ar til kenslurnar uttan at siga
nakað meiri konstruktivt
enn tað, sigur Oddfríður
Rasmussen.
Rithøvundur burturav
Hverjar ætlanir Oddfríður
hevur fyri framtíðina og
hvat itøkiliga hann fer at
brúka Rithgvundaskúlan til,
er ilt at siga í løtuni. Men
hann ætlar sær ikki at vera
verandi í Danmark.
- Eg hopi, at Rithøvunda-
skúlin fer at geva mær stórt
innlit í bókmentir, læra meg
at tulka tekst, og verða meiri
sjålvkritiskur í mini egnu
skriving. Í Føroyum vantar
sjålvkritikkur í stóran mun,
ein ella annar liður, sum
tíðindablað
vegleiðir og kritiserar, og
sum hjálpir høvundum til
sjålvkritikk. Tá ið tú fært
vegleiðing og kritikk kemur
góðskan av sær sjálvum.
Nalvaskoðan er so útbreidd
í Føroyum, tað at tú hevur
nóg mikið við teg sjálvan
og títt. William Heinesen
hevði ikki skrivað so væl
um hann ikki hevði havt lis-
ið heimsbókmentir.
- Eg havi ta vónina, at eg
kann arbeiða sum rithgv-
undur burturav. So hevur
onkur trolaraskipari kanska
hug at siga, at eg geri ikki
petti, men eg vil hinvegin
siga, at tað er hart arbeiði at
skriva. Men sjálvandi veit
eg, at marknaðurin er lítil
og avmarkaður og at tað er
trupult at liva av at skriva.
Tað næstbesta er so at hjálpa
ødrum við at skriva og harv-
ið alla tíðina arbeiða við
bókmentum, undirvísa ella
okkurt tílíkt. Kanska at gera
eitt bókmentaligt tíðarrit,
tað kundi eg hugsað mær.
Skuffupolitikkur
Um hann setir stórar vónir
til ætlanina, sum samgong-
an hevur sett út í kortið, at
vit skulu hava ein orðaðan
mentapolitikk 1. jan. 2000,
Sostalturin
sigur Oddfridur.
- Mentapolitikkur er eitt
mål, sum verdur tikid burtur
úr eini skuffu, tá ið einki
annað er at práta um. Tað
hevur ikki høga raðfesting.
Tað er upp á tíðina, at vit
fáa ein orðaðan mentapoli-
tikk, men tað vildi verið
synd um vit fingu ein
mentapolitikk bert av eiti,
tí tað eru pengarnir lista-
fólkini fyrst og fremst
vanta. Mentapolitikkur er
ikki bert pengar, men tað er
eisini pengar. So haldi eg
eisini, at stipendii ella okk-
urt sovorðið átti at verið
stovnað, soleiðis at listafólk
høvdu eitthvørt at arbeiða
fram ímóti. Tað hevði givið
stórri frælsi. At arbeiða sum
rithøvundur burtur av er
vónleyst, men tað er í vón-
loysi tú kanst arbeiða fram
ímóti eini vón, sigur Odd-
fríður Rasmussen, rithøv-
undur og næmingur á rit-
høvundaskulanum at enda í
vidtali.
15
- Mentapolitikkur er eitt mål, sum verður tikið burt-
ur úr eini skuffu, tá ið einki annað er at práta um.
Tað hevur ikki høga raðfesting. Tað er upp á tíðina,
at vit fáa ein orðaðan mentapolitikk, men tað vildi
verið synd um vit fingu ein mentapolitikk bert av
eiti, tí tað eru pengarnir listafólkini fyrst og fremst
vanta, sigur Oddfríður Rasmussen
øroya fólkaháskúli
Mynd: Jens Kristian Vang
Danskir rithgvundar vitjað føroyskar
Den Danske Forfatterskole
hevur í vikuni verið í Før-
oyum, har tey hava hildið
til á Føroya Fólkaháskúla.
Endamálið við ferðini hevur
verið at fáa nýggjan íblástur
og nýggja luft undir veing-
irnar, sum tey siga. Fjúrtan
næmingar ganga á skúla-
num í tveimum flokkum.
Oddfríður Rasmussen, rit-
høvundur, er fyrsti og ein-
asti føroyski næmingurin
nakrantíð.
Tað er ógvuliga trupult at
sleppa inn á skúlan. Um-
søkjaratalid liggur um 180-
200 á hvgrjum ári, 15 verða
sáldaðir frá og kallaðir til
samrødu og 6-8 verða tikin
inn. Upptøkutreytirnar eru
hardar og sum ein av lærar-
unum sigur, er úrvals-
prosessin óhugnalig.
A ferðini í Føroyum hava
næmingarnir og lærararnir
á skúlanum hitt føroyskar
rithøvundar, nevnast kunnu
Gudrid Helmsdal, Hedin
Klein, Jóannes Nielsen,
Gunnar Hoydal, og Carl Jó-
han Jensen. Mikukvøldid
varð skipað fyri kvøldsetu í
Listaskálanum við upplestri
av bæði føroyskum og
donskum rithøvundum, har
Oddfríður Rasmussen var
ein, og hóast fá fólk møttu
upp, var tiltakið væl eydn-
að.
Danski Rithøvundaskiil-
in, sum varð stovnaður í
1989 av navnframa Poul
Borum, ið doyði herfyri,
vitjar javnan aðrár rithøv-
undaskúlar i Nordurlond-
um. Ulla Ryum, sum leik-
stjórnaði stóra leikinum
Antigone, ið varð spældur í
Norðurlandahúsinum fyri
nøkrum árum síðani, er lær-
ari á skúlanum. Stjóri er
Niels Frank, sum eisini hev-
ur verið næmingur á skúla-
num