leygardagur 7. november 1998síða 19
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
JAN MÚLLER
Ikki færri enn 1000 fólk -
íslendingar og føroyingar
búsitandi í Íslandi - vitjaðu
framsýningina við nútíðar
føroyskar list, sum lat upp
flistasavninum i Reykjavik,
Kjarvalsstóðum seinasta
leygardag. Milium gestirnar
vóru íslendsku forsætisráð-
harrahjúnini
Talan er um eina fram-
sýning við verkum hjá 13
føroyskum listafólkum
Hesi fevna m.a. um máln-
ingar, skulpturar, keramikk
og vovnar luur
Tað var Leivur Hansen,
býráðsformaðurin í Havn,
sum setti framsýningina, ið
verður opin til 20. desemb-
er. Frá 30. januar til 6. mars
verður sama framsýningin
á Listasavninum á Akur-
eyri. Tá er eisini ætlanini at
hava annað mentanarligt
tilfar vid úr Føroyum
Framsýningin er liður í
arbeiðinum hjá Listafelag
Føroya og Listasavninum at
fremja føroyska list í út-
landinum.
Tað eru stjórarnir á Kjar-
valsstóðum, Eirikur Tor-
láksson og á savninum á
Akureyri, Haraldur Ingi
Haraldsson, sum hava stað-
ið fyri fyrireikingunum til
hesa stóru framsýning. Teir
vóru í Føroyum fyrr í år fyri
at gera sær eina mynd av tí,
sum rørist í føroyskari
myndlist í dag.
Teir hava so sjálvir valt
út verkini, sum eru á fram-
sýningini. Tey 13 føroysku
listafólkini, sum vórðu vald
út, eru Ingolvur av Reyni,
Kári Svensson, Amariel
Norðoy, Bárður Jákupsson,
Tórbjórn Olsen, Marius
Olsen, Tita Vinther, Astrid
Andreassen, Guðrið Pouls-
en, Tróndur Patursson, Hans
Pauli Olsen, Zacharias
Heineser og Rannvá Páls-
dóttir Kunoy.
Snotulig myndaskrá
Í sambandi við framsýning-
ina er gjørd sera snotulig og
upplýsandi myndaskrá. Tað
eru Gunnar Hoydal og
Kinna Poulsen, sum hava
lagt hana til rættis. Mynda-
skráin er skrivað bæði á
føroyskum og fslendskum
måli.
Umframt framsyningina
vid føroyskari list vøråueis-
ini tvær aðrar framsýninga!
Hr. 212 — 7. NOVEMBER 1998
latnar upp leygardagin.
Onnur var ein norðurlendsk
arkitektaframsýning. Hin
var við einum íslendskum
listamanni. Leivur Hansen,
býráðsformaður fekk litið
upp í hendi at seta allar
tríggjar framsýningarnar.
-Eg eri heilt ovfarin av tí
ótrúliga blíðskapinum og
vinseminum, tú merkir her
í Reykjavík - og ikki minst
av tí ovurstóra áhuganum
hjá íslendingum fyri list og
mentan sum heild sigur
Leivur Hansen. Hann sigur,
at tað kom óvæntað á før-
oysku luttakararnar, at so
nógv fólk møttu upp til
ferniseringina.
Føroyar teir bestu
målararnar
-Eg møtti einum eldri og
kendum íslendingi, sum
umboðar Ísland í Menta-
málaneynd -Norðuslanda-
áðsins. Hann vísti á, at
SA SA
SSW
hann altíð hevði sagt, at før-
oyingar åttu bestu lista-
målararnar í heiminum.
Leivur Hansen sigur, at
tú merkti alla staðni, hvussu
ovfarin og hugtikin íslend-
ingar eru av listini og lista-
fólkunum, sum vit eiga í
Føroyum. Hetta kemur ser-
liga til sjóndar hjá teimum,
sum hava verið í Føroyum
á vitjan.
-Tað vóru fleiri íslendsk
mentamål, sum søgdu, at
Listarverkid hjå Hans
Paula Olsen ,,Hjørdis og
Skuggin“
hevði bara vanligi islend-
ingurin vitað, hvussu góðar
málarar Føroyar eiga, so
høvdu teir kanska eisini
keypt meira av føroyskari
myndlist
Henda framsýningin er tí
eitt sera kærkomið høvid
hjá íslendingum at kunna
seg og keypa føroyska list,
sum hon er i dag.
Otrúligur blíðskapur
Býráðsformaðurin í Havn er
sera fegin um, at íslendingar
eru farnir at vísa fóroyskari
list so stóran áhuga og sigur,
at framsýningin annars er
fult í tráð við tað nýggja
samstarvið, sum er tikið upp
millum Tórshavn og
Býráðsformaðurin í Havn
Leivur Hansen heilsar
uppá David Oddson,
forsætisráðharra
Myndir Jákup
Simonsen
Gunnar Hoydal, sum var
við til at leggja
myndaskránna til rættis
Bárður Jákupsson,
listamaður og Leivur
Hansen, býráðsformaður