leygardagur 7. november 1998síða 20
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Reykjavík
-Tí ivadist eg ikki eina
løtu, tá eg var biðin um at
koma til framsýningina
leggur Leivur Hansen aftrat
Hann roknar sjålvur vid,
at framsyningin fer at geva
afturljóð so ella so og vísir
å, at vit mugu ikki gloyma,
hvussu stóran tydningin
listin og mentanin sum heild
hevur fyri at knýta enn
tættari bond millum londini
Leivur Hansen var annars
sera fegin um at kunna hitta
fleiri eldri føroyingum, her
serstakliga kvinnur
fluttu til Íslands fyri einum
sm
SÚ
40-50 árum síðani. Tann
elsta var ein fuglfarðakona,
ára gomul, og hon tosaði
føroyskt sum brent. Har var
ein onnur av Selatræð, sum
átti eina operasangarinnu,
sum var gift til Ítalia, og
sum um vikuskiftid var
konsertferð í Eysturríki.
Fullveldi
Eftir upplatingina av fram-
sýningini skipaði býráðið
fyri méttøku á Høfð, har
Reagan og Gorbatjov hittust
á sinni. Leivur Hansen helt
fyri á hesi samkomu, at tað
kanska hevði hóskandi, um
føroyingar brúktu hetta
søguliga stað sum eitt uttan-
veltað pláss til at skriva
undir eina avtalu við danir
um fullveldi. Hann sigur
annars, at íslendingar vísa
ætlanunum hjá føroyingum
at taka ábyrgd av egnum
landi ómetaliga stóran ans.
-Teir vilja ikki leggja seg út
í hetta málið, men tað var
heilt greitt, at moralski stuð-
ul teirra er tilsteðar.
Býráðsformaðurin í Havn
heldur annars, at føroysk
listafólk eru sera góðir am-
bassadørar fyri okkara land.
Tí sær hann eisini fegin, at
líknandi framsýningar sum
henda verða í fleiri av okk-
ara grannalondum
Í hesum sambandi kann
nevnast, at ein stór lista-
framsýning verður fyrireik-
að á Den Frie í Keypmanna-
havn. Hon verður í vár.
Nøkur av føroysku listafólkunum, sum visa fram verk í Reykjavik, her saman við um-
boðum fyri Tórshavnar Býráð og Listafelagið, sum var við í fyrireikingunum.
Nr. 212 - 7. NOVEMBER 1998
Listarmadurin Amariel Nordoy heilsar uppå David Odsson, forsætisrådharra
Frælsi at skapa og virka
Tað var Leivur Hansen,
býráðsformaður, sum setti
listaframsýningina á Kjar-
valsstødum í Reykjavík
leygardag. Hann segði:
>Tað er mær ein heiður at
vera tr staðar á tí mæta
listasavni Kjarvalsstøðum,
nú framsýningin av før-
oyskari nútíðarlist skal lata
upp. Vegna Tórshavnar bý
og føroyingar allar vil eg
takka fyri, at Kjarvalsstaðir
vildu lata heli til hesa fram-
sýning, og eg vil serstakliga
takk stjóranum, Eiríki Tor-
lákssyni, fyri at hann á sinni
vildi gera so væl at koma
til Føroya og saman við
Haraldi Inga Haraldssyni,
stjóra fyri Listasavninum á
Akureyri, gera sær eina
mynd av tí, ið rørist í før-
oyskari myndlist í dag. A
hesum grundarlag. í sam-
starvi við Gunnar Hoydal,
rithøvund og listaummæl-
ara, og Kinnu Poulsen lista-
frøding, gjørðu Eiríkur og
Haraldur tað úrval, vit í dag
síggja á hesi framsýning. Eg
vil eisini nýta hevið at takka
Gunanri og Kinnu fyri
myndaskrånna, ið gjørd er í
sambandi við framsýning-
ma.
Bretin Herbert Read, ið
telist imillum gløggastu
listaåstødingar og mentan-
arhøvundar i okkara øld,
segði á sinni: >Tað finnast
enn í heiminum nakrar fáar
smáar tjóðir, sum hava klár-
að at staðið ímóti tíðarinnar
fjøldarneurosu. Um slíkar
tjóðir kunnu varðveita sína
andaligu sjålvstødu, so er
hetta ein støda, 10 råmar
stórum møguleikum fyri
listini<. Herbert Read sigur
seg ræðast tær navnleysu
kreftir, ið vilja leggja niður
mørk, framskunda samskifti
og javngera, standardisera,
tilveruna. I tf heiminum
kann frælsi merkja, at tå
velur avbyrging og líka-
sælu. Men tað veruliga
frælsi er eitt frælsi til at
virka, skapa, røra seg í mun
til aðrar frælsar eindir. Í
staðin fyri ta andlitsleysu
altjóða hópmentanina tekur
hann undir við gllum, sum
kann styrkja tað fjølbroytta
og ymiska. Eitt dynamiskt
frælsi til at skapa, sigur
hann, fara vit í framtíðini
helst at finna í samfeløgum
av rímiliga lítlari stødd, har
fólk komast við hvert ann-
að, og har ein persóns-
menska kann fáa frítt rása-
rúm og vælvild frá áskoð-
arum og áhoyrarum.
Vert er at geva gætur, at
hetta er skrivað í 1949.
Longu tá kundi Read altso
nýta hugtak sum >tíðarinnar
fjøldarneurosa« - okkurt
hevði hann sagt, hevði hann
vitað um ta kollveltandi
samskiftistøkni, ið hevur øst
hesa neurosu uppaftur
meira, og tann altjóða undir-
halds- og mentanarídnaðin,
ið hevur hesa tøkni sum for-
treyt.
Føroyar eru ein lítil tjóð,
ið kanska kann gera orð
Herbert Reads til síni. (Is-
land er so stórt - íslendingar
eru fimm ferðir so fjølment-
ir sum føroyingar, so teir
hoyra ikki heima í hesum
kjaki).
Íslendingar hava eina
listasøgu longu úr 17.-19.
øld - tað hava føroyingar
ikki. Myndlistin kemur ikki
rættiliga til Føroya fyrr enn
við teimum fyrstu lands-
lagsmálarunum, Niels
Kruse og Jógvani Waag-
stein, ið eru at kalla javn-
gamlir. við íslendingarnar
Tórarinn B. Torláksson.
Einar Jónsson og Ásgrím
Jónsson. Vit kunnu siga, at
myndlistin av álvara byrjar
sum ein nýggj listargrein í
Føroyum í 1930-årunum
vid Mikines, id er 20 år
yngri enn tykkara Kjarval.
Tann sterki atdråtturin at
náttúruni hevur eyðkent tey
flestu føroysku listafólkini
higartil. Tað var serliga eftir
seinna kríggj, føroysk
myndlist fekk eitt fjølbroytt
og samansett andlit við
mongum gávuríkum mynd-
listafólkum. Vit kunnu
kanska siga, at ein serlig
stevna hevur sermerkt hetta
fimtiára skeiðið. Vit hava
varnast, at útlendskir eyg-
leiðarar og ummælarar hava
givið sær fara um ein ser-
ligan >skúla< á hesum øki.
Listafólk okkara - serliga
málararnir - hava funnið
hugskot og grundarlag fyri
list síni úr náttúruni - hvort
á sín hátt, men felags er tann
ekspressionistiska grund-
hugsanin: Landslagið skal
ikki avmyndast, lýsast ella
greinast, men nýtast sum
grundarlag og upprunastødi
fyri persónligari tulking og
fríum arbeiði við formum og
litum.
Hvussu støda Føroya fer
at vera í komandi tíðum yvir
fyri teimum nýggju rákun-
um í heimslistini, vita vit
ikki. Sum nú er, kunnu vit
siga, at listafólk okkara
framvegis hugsa rættiliga
klassiskt og tykjast hava lít-
lan áhuga fyri tí minimalist-
iska og konseptuella, sum í
dag er í fremstu rød. Men
tað er sjálvsagt ikki tað, ið
er umráðandi. Spurningurin
er einans: - hevur skaparin
lagt sína sál í verkið, og er
hendan sál áhugaverd, upp-
havslig, hugfloygd og fals-
leys, soleiðis at ein virðis-
mikil persónsmenska á
ógreinandi hátt setir sín dám
á verkið, og verkið sostatt
fær í dag nakað av tí gátu-
føra og Ogreinandi undri, ið
vit duga so illa at orðbera,
men sum tala til eitt djúpari
tilvit? Um so er, kunnu vit
nýta orðið list. So kann
formurin í sjálvum sær vera
siðbundin ella nýskapandi,
vælkendur ella ongantíð
áður sæddur. Tað er ikki av-
gerandi í sjálvum sær.
Listafelag Føroya, ið skip-
ar fyri hesi framsýning á
Kjarvalsstøðum, fyrireik-
aði ta fyrstu stóru framsýn-
ingina av føroyskari list
nakrantid uttan fyri før-
oysku landoddarnar í
Keypmannahavn í 1956.
Tann næsta stóra
framsýningin av føroyskari
list uttanlands var i
Listasafni Islands f Reyk-
javik í 1961. Bæði
íslendsku vinir okkara og
vit hildu, at nú var tíðin
komin at gera eina nýggja
stóra framsýning í Reykja-
vík.
Tað skal vera vón mín,
at hesi verk, ið 13 føroysk
listafólk hava gjørt, fara at
hava áhuga hjá okkara
íslendsku frændum, og við
hesum orðum "lati eg upp
hesa framsýning<.
Levur Hansen,
býráðsformaður
ú