týsdagur 10. november 1998síða 14
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
AO
Nr. 213 — 10. NOVEMBER 1998
Andreas F.
Hansen, sum
fyllir 32 år i
næstu viku, er
framvegis ein av
okkara bestu
strikuspælarum.
Sunnudagin
noyddist hann út
við skaða nakað
inni í seinna
hálvleiki av
dystinum móti
Kyndli
Mynd:
Álvur Haraldsen
nóg mikið hjá Neistanum
Hondbóltur: Neistamenn taptu fyri fyrstu ferð í ár, men teir høvdu uppiborið
betur móti Kyndlamonnum. Bogi Henriksen framdi helst besta málmansavrik
í 1. deild higartil i ár, men tað var kortini ikki nóg mikið til at tryggja
Neistanum nakað stig
Sjáldan hevur tað verið s
mansliðini hjá Kyndli og
Neistanum, sum tað var
sunnudagin. Munurin var
ngantíð stérri enn tvey
skifti tað millum at standa
á jøvnum og eittmálsleiðslu
til Kyndil
Annars var dysturin ikki
serliga væl spældur. Spælið
var rótut, og tað vóru mál-
menninir báðir, Bogi Hen-
riksen hjá Neistanum og
Petur Magnusson hjá Kynd-
li, sum stóðu sterkastir í
myndini. Serliga Bogi Hen-
riksen var sum ein livandi
mårur, og tað var bert spell
at tað ikki rakk til stig
Nógv fólk va- komið í
seinna hálvleiki
høllina at síggja dystin, og
hann gjørdist meira spenn-
andi, enn tey flestu helst
høvdu roknað við. Hóast
Neistin hevði vunnið sínar
tveir fyrstu dystir í kapping-
ini, var Kyndil (sum eisini
hevði vunnið sínar tríggjar
dystir higartil í kappingin)
favorittur, men ongantíð í
dystinum livdu teir upp til
favorittheitið. Jacob Jóns-
son vísti enn einaferð, at
hann er ein framúr góður
hondbóltsspælari, men burt-
ursæð frá málmanninum
spældu allir hinir væl undir
miðal
Ongantíð meira
enn eitt mál á muni
Neistin spældi uttan Jakup
Sverra Kass, sum var uttan-
lands í arbeidsørindum,
men annars vóru teir full-
mannaðir, og tað gekk væl
í byrjanini. Teir løgðu seg á
odda 2-0 og brendu eitt
brotskast, áðrenn Kyndil
fekk gongd á málskjóting-
ina. Miðskeiðis í fyrra hálv-
leiki løgdu Kyndlamenn seg
á odda fyri fyrstu ferð í
dystinum, men Neistin svar-
aði aftur og førdi 10-9 í
hálvleikinum. Men tað var
eisini seinastu ferð í dyst-
inum, at Neistamenn høvdu
leiðsluna.
Seinni hálvleikur bleiv
sera javnur. Kyndil legði
seg á odda 13-12, og so
skiftust liðini um at skora.
Ikki fyrr enn í seinasta min-
uttinum eydnaðist tað gðr-
um liðnum at skora tvær
ferðir, uttan at hitt liðið fekk
mál, og tað var eisini tá, at
avgerðin fall, tí tá fór Kynd-
il upp á 21-19
Eingin endurtøka
frá í fjør
Tað eydnaðist sostatt ikki
Neistanum at vinna á
Kyndli hesaferð heldur,
men tað var sera nær við.
Seinasta kappingarár vann
Kyndil allar fýra dystirnar
móti = Neistanum, og
seinasta Neistamenn vóru
omaná móti grannunum var
tann 15. mars í 1997, tá teir
vunnu 25-24. Tá vunnu teir
eisini hin dystin í
endaspælinum 28-24, men
annars er langt millum
sigrarnar hjá Neistanum
móti Kyndli
Í dystinum sunnudagin
høvdu teir ikki hepnið við
sær, men tað kann lættliga
koma seinni. At gera
Neistan til FM-kandidat er
kanska at taka munnin
nakað ov fullan, men at teir
kunnu geva liðum sum VIF
og H71 mótstøðu, sóu øll,
sum vóru og hugdu
sunnudagin. Og tað er í
gllum fórum staðfest, at
kappingin hjá Neistanum í
ár ikki verður ngkur
endurtøka av kappingini í
fjør, tá teir endaðu á aftasta
plássinum.
Andreas skaddur
Hjá Neistanum spældi Bogi
Henriksen sum nevnt sera
væl, og hann var besti
maður í dystinum. Venjarin
Andreas F. Hansen gjørdi
eisini um seg inni á strikuni
— hann skeyt einki mål
sjálvur, men skapti pláss til
hinar og fekk fleiri brots-
kýst — áðrenn hann var so
óheppin at bekla illa og
noyddist at gevast nakað
inni í seinna hálvleiki.
Hjá Kyndli spældi mál-
verjin Petur Magnusson væl
Sosialurin — fimm ferðir um vikuna
og tók nógv skot, serliga frá
vongunum, har hann er
sterkast, men annars er tor-
ført at taka nakran annan
fram, tí tú sást lítið aftur av
tí, sum Kyndil vísti móti
VÍF eina viku frammanund-
an.
Men tað eydnaðist kortini
kyndlamonnum at stríða seg
til sigurs, og tað er vanliga
eitt gott tekin, tá eitt lið eis-
ini vinnur, tá tað ikki spælir
væl. Kyndil hevur vunnið
sínar fyrstu fýra dystir í
kappingini og eru farnir at
líkjast einum favoritti til at
vinna í gllum fórum
grundspælið. Hvussu tað
verður aftan á nýggjár, er
ógjørligt at siga, sum nú er,
men teir kunnu ikki rokna
við at vinna fleiri dystir á
sama hátt sum tann móti
Neistanum sunnudagin.
Til tað skulu stutt sagt
„aðrir bollar á suppuna«,
sum tað so javnan verður
tikið til.