Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-11-10, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 10. november 1998síða 13

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 213 — 10. NOVEMBER 1998 ÍTRÓTTUR sosialurin, box 76, 110 tórshavn - tlf 31 18 20 - fax 3t:47 20 - Todi Jónsson fekk loksins ferð á málskjótingina aftur. Hann skeyt bæði málini, tá FC Keypmannahavn vann 2-1 á B93 Em. L. JACOBSEN - Beint áðrenn blaðið hjá okkum fór til þrentingar visti frálíka tekstvarpið hjá BBC at síga, at Chelsea hevur keypt Bjarne Goldbæk frá FC Keypmanna- havn. Hetta kemur rættiliga óvænt- að í kjalarvørrinum av øllum tosinum, ið hevur verið um Brian Laudrup, sum júst er far- in hinvegin — frá Chelsea til FC Keypmannahavn. Bjarne Goldbæk skeyt málið hjá FCK, tá teir fingu javnleik móti Chelsea í fyrra dystinum í Europa Cup-kappingini fyri steypavinnarar, og tað hevur fyrr verið upp á tal, at hann skuldi til Onglands. Eftir hvat Seinasta nýggja: Goldbæk til Chelsea skilst, hevur skiftið hjá Gold- bæk einki við skiftið hjá Lau- drup at gera. Tað er ikki talan um ein býtishandil millum tey bæði feløgini. BBC visti ikki at síga, hvussu nógy FCK hevur fingið fyri Bjarne Goldbæk, sum sam- an við málmanninum Michael Steensgaard var besti maður hjá FCK í returdystinum móti Chelsea í síðstu viku. Tað verður ivaleyst torført hjá Bjarne Goldbæk at fáa pláss á stjørnusetta liðnum hjá Chelsea, har hann skal um miðvallarplássið móti so frægum monnum sum Gian- franco Zola, Roberto di Matteo og ørum. rr. 6) itrottar teldupost til ítróttin: emil &Csosialurin.fo I YVIrs Lesið eisini ítróttin á Internetinum 2 www.sosialurin.fo | kriftunum Fótbóltur: Føroyingarnir í superliguni avgreiddu sínar setningar í vikuskiftinum á besta hátt: Jákup Mikkelsen helt málið hjá Herfølge reint, og Todi Jónsson skoraði bæði málini hjá FCK Føroyski landsliðsmálverjin, Ják- up Mikkelsen, gjørdi aftur sunn- udagin tað, sum roknast kann við av einum málverja. Hann syrgdi fyri, at mótstóðumenninir einki mál fingu, og so var stødid lagt undir, at Herfølge skuldi fáa stig. At teir heldur íkki hesa ferð vunnu, mugu álopsmenninir taka á sín kappa. Herfølge hevði á heimavgllinum meiri trýst enn AGF, og heimaliðið hevði onkrar upplagdar møguleikar, men teir fingu ikki mál. Dysturin var ikki serliga væl spældur, og tað komst millum annað av, at vøllurin var einki at reypa av. Tað hevur verið óvan- liga nógv regn í Danmark síðstu vikurnar, og tað sást aftur á gras- vøllunum, sum bæði eru tungir og uppeltir. Síðst tá AGF var í Herfølge endaði tað 1-1, og tann dysturin verður serliga mintur fyri, at Lars Windfeld í AGF málinum bjarg- aði brotssparksroynd frá Jákupi Mikkelsen. Hesa ferð var ætlanin, at Jákup Mikkelsen aftur skuldi skjóta, um Herfølge hevði fingið brotsspark. Tað fingu teir tíverri ikki. Høvdu teir fingið møgu- leikan úr ellivu metrum, so hevði Jákup skorað. Tað gav hann und- an dystinum lyfti um í sjónvarp- inum. Herfølge hevur ikki vunnið síð- ani 20. september, tá teir á heima- velli vunnu 1-0 móti Silkeborg. Í seks teimum síðstu dystunum hava teir bara fingið trý stig, men tað verður ikki tosað um kreppu í felagnum. Venjarin og eisini Jákup Mikkelsen hava fleiri ferðir undirstrikað, at teir hava ikki styrki at vera millum toppliðini. Teir hava sagt, at eitt sætta pláss er ikki veruleikafjart at rokna við, og nú eru teir á sjeynda plássin- um. Jákup hevði ikki so ógvuliga nógv at gera sunnudagin, men eina ferð var um reppið, at tað kiksadi. Hann hálvbjargaði frí- sparksroynd, bólturin fór í stólp- an, men tíbetur var Jákup fyrstur á honum aftur. Todi endiliga undanvind Tað hevur ikki gingið serliga væl við málskjótingini hjá metmann- inum á føroyska landsliðnum, tå tað kemur til at skjóta mál. Todi Jónsson hevur fleiri ferðir verið nær við og næstan í superliguni og í Europa Cup, men undan vikuskiftinum var tað langt síð- ani, at hann hevði skorað. Á Øst- erbro stadion skoraði hann sunnu- dagin tvey mál. Síðsta ferðin und- an hesari, at klaksvíkingurin kundi fegnast um at hava skorað, var 23. september, tá FCK vann í steypakappingini á útivelli móti Svendborg, sum er í 1. deild. Ta ferðina skoraði Todi eitt mál í 3- O sigrinum hjá FCK, og síðani hevur so at siga verið málleyst hjá útisetanum. Todi hevur havt ilt við at halda tørn um plássið millum teir fyrstu ellivu, men móti B93 spældi hann alla tíðina. Tveir av lyklaspælar- unum hjá FCK, Peter Nielsen og Bjarne Goldbæk, vóru ikki við, og tað hevði við sær, at venjarin setti Thomas Thorninger á fremsta miðvallarplássið, meðan David Nielsen og Todi Jónsson vóru í álopinum. Thomas Thorn- inger varð skiftur út, tá 72 min- uttir vóru farnir, meðan David Ni- elsen og Todi spældu alla tíðina. FCK megnaði fyrr í heyst ikki meiri enn målleysan javnleik á Østerbro stadion, og hesa ferð var tað aftur málleyst heilt leingi. Størsta møguleikan í 1. hálvleiki hevði Todi, og í donskum bløðum verður sagt, at tað var mirakuløst, at hann megnaði úr stuttari fjar- stóðu at senda omanfyri málið. Sannleikin var eitt sindur Toda til fyrimunar. Bólturin snittaði ein måtstødumann, áðrenn hann rakti í høgra beinið á Toda og fór om- anfyri málið, uttan at álopsspæl- arin gjørdi nakað fyri tað. Endiliga loysnaði 66 minuttir vóru farnir, tá tað end- iliga eydnaðist hjá Toda. Eftir uppspæl í høgru og flatt innlegg var hann framvið við handara stólpan og skoraði flatt. Men B93 gavst ikki á hondum, og tá teir Stutt eftir javnaðu, sá tað aftur út til, at teir fóru at taka stig frá FCK, og í donsku pressuni verður mett, at sum tað gekk, so hevði tað ikki verið meiri enn rímuligt, at botnliðið fekk okkurt burturúr. Tað gjørdu teir ikki, tí Todi Jónsson skoraði eina ferð afturat. Alopsfelagin, David Nielsen, snaraði seg hegnisliga leysan mitt fyri málinum, málverjin hálv- bjargaði, Todi var á réttum staði, sendi bóltin í netið, FCK hevði styrkt um sína stóðu í toppinum, og Todi Jónsson er aftur við í kappingini um at gerast besti mál- skjúttin í felagnum. Síðst hann skoraði tvær ferðir var í fyrsta umfarinum í hesum kappingarár- inum. 26. juli vann FCK 3-1 í Vejle, og Todi skoraði tvær ferðir. Ovanligur áhugi Í donskum fjølmiðlum verður í hesum døgum óvanligur áhugi sýndur FCK. Fyrst vóru tað Europa Cup dystirnir móti Chelsea, og so kom keypið av Briani Laudrup uppí Vit søgdu i blaðnum leygardagin, at tað er greitt, at Brian Laudrup ikki fer at spæla við FCK fyrrenn eftir vetrarsteðgin, men svertan var ikki turr á blaðnum, tá tíð- indini spurdust, at Brian Laudrup kanska verður við i annadkvøld, tá FCK skal spæla í donsku steyp- akappingini á útivelli i Gladsaxe móti AB. Todi Jónsson og hinir spælar- arnir vita einki um hetta, men millum áskoðararnar er áhugin so ógvusligur, at tað verður tosað um, at tað møguliga verður útselt í Gladsaxe í annadkvøld Tódnaði í toppinum Annars nærkaðist FCK toppinum sunnudagin. AaB var og er odda- lið, men teir taptu 4-2 á heima- velli móti Silkeborg og Sepp Pi- ontek, sum fyri ikki so langari tíð síðani fekk sekkin í Aalborg AB var og er næstfremst, men tað gekk av skriðuni hjá teimum. Brøndby vann 4-0 i Gladsaxe, og tad vil siga, at AB hevur tapt tvær ferdir, sidani Christian Andersen fekk durafjórðingin. Mikukvøld- ið taptu teir 3-2 móti Lyngby. Vejle vann 1-0 i Viborg, og Lyngby vann 4-2 á einum dýggj- våtum Aarhus stadion móti Aar- hus Fremad. AaB hevur 27 stig, AB 26, Brøndby 24, FCK 23, og Herfølge hevur 20 stig å sjeynda plåssinum jh Fylgið vid itrottinum i Sosialinum