Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-11-10, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 10. november 1998síða 12

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

tíðindablaðið SOSTaNUN Nr. 213 — 10. NOVEMBER 1998 Tær mongu nýggju fløgurnar, sum koma út til jóla koma oman á henda dungan av fløgum, sum higartil er komið út í ár Mynd: Alvur Haraldsen Tiggjutals føroyskar fløgur ut til jola Aftur í ár fær fóroyski jólagávukeyparin kjansin at velja millum ótal av før- oyskum fløgum. Tær koma út slag i slag næstu vikurnar NICLAS JOHANNESEN Kavajól, kanska. Flegujól, púra vist Talið á føroyskum fløg- um, sum koma út nú til jóla sníkir seg lættliga upp um tíggju. Og tað er nógv, sam- mett við keyparagrund- arlagið. Og kortini ikki líka nógv sum villa metárið í fjør. Tá komu 17 (!) fløgur út frá oktober til desember. Longu nú er heidursfløga til Regin Dahl komin í handl- arnar. Men fleiri eru í hølu- num á Regini. Og talan er um gll sløg av tónleiki. Í popphøpi man tann mest ambitiøsa fløgan hesi jólini ivaleyst vera „Jólaflggan“, sum Jákup Zachariassen, Regin Guttesen og Finnur Hansen hava produserað. Talan er um kendar og nýggjar jólasangir, har sangarar so sum Alex Bær- entsen, Nicolina á Kamari- num, Regin Guttesen, Teitur Lassen, Kim Hansen, Mal- an Thomsen, Karl Martin Samuelsen og onnur syngja løg, sum ávíkavist Jákup, Regin og Finnur hava prod- userað. Fløgan er innspæld í Nashville og partvíst í Før- oyum. Óli Poulsen hevur ljóðblandað í Danmark, og tað er 3'arin, sum gevur út. Útvarpið tekur aftur í ár táttin upp eftir sær sjálvum, og gevur triðju „Utvarps- fløguna“ út. Aftur hesaferð er tað Jóhannus á Rógvi Jo- ensen, ið produserar. Mill- um ngvnini, ið teljast við á hesi fløgu kunnu nevnast Kim Hansen, Malan Thom- sen, Sjey (les Kjølar minus sangaran Signar), Karl M. Samuelsen, Lena Anders- sen, James Olsen, Ronnie Nielsen, Jazz Oasis 0.0. Rock í Føroyum try kem- ur eisini út fyrsta dagin. Hesaferð eitur flegan »Grétføroyskt" og sipar til, at allir tekstir eru á føroysk- um. Við á fløguni hesaferð eru eitt nú Hatespeech, Di- atribes, Happy, Incounter Galaxy og bólkurin Myrkt. Eisini MC. Restorff er klárur við nýggjari fløgu. Hon kemur út seinni í nov- ember og fær heitið „Sálm- ar og sangir í nýggjum búna.“ Tað er Regin Gutte- sen, ið hevur produserað meginpartin av tónleikinum á fløguni. Hesaferð er talan fyrst og fremst um sálmar og sangir, ið longu eru kendir, men — sum heitið sigur — hava fingið nýggjan tónlistarligan búna. I tí lættara føroyska end- anum koma Anfinn & Co ut vid fløgu. Føroyski sj6- maðurin, sum er búsitandi á Bornholm, hevur aftur hesaferð fingið Jóhannus á Rógvi Joensen at standa fyri upptøkunum. Og Anfinn heldur fram eftir sama leisti, sum tá Sirkus Tinganes gjørdist ein landaplåga. Nyggja fløgan fær heitid „Betur seint enn álvara“. Ein annar rutineraður bólkur, sum eisini hevur nógvar klassikarar at vísa á hevur eisini verið í upptøk- uhølunum í heyst. Tað er Vestmenn, ið eisini fara at koma út við nýggjari fløgu til jóla. Martin Joensen hev- ur skrivað flestu tekstirnar og fleiri av løgunum. Fyrr í ár vóru „plúmmar- arnir“ eisini í studio saman við Holger Laumann. Hetta var eitt projekt, har Magnus Johannessen og Holger Laumann hver í sínum lagi hava skrivað allan tónleikin. Talan er um instrumental- tónleik, ið klingar meira av fólkatónleiki — tó spældur av jazztónleikarum. Fløgan fær heitið „Greenhouse“ og skuldi eisini verið í handl- unum fyrsta dagin. Arni Andreassen er í hes- um døgum í ferð við at spæla inn eina jólafløgu við nýggjum jólasangum, ið hann sjálvur hevur gjørt. Henda fløgan fer helst at koma út eina ferð fyrst í desember. Somuleiðis Gospelbólk- urin út við fløgu, ið fær heit- ið „Í staðnum Nazaret“. Á hesi fløgu hevur Jóhannus á Rógvi Joensen eisini stað- ið fyri upptøkunum. Í hesi vikuni fer nólsoy- arbólkurin „Feedback“ so eisini í studio at spæla inn fýra løg til eina stakfløgu. Talan verður um heima- gjørdan popp-rock. Kim Hansen fer at leggja ungu manningini lag å. Henda fløgan kemur helst eisini út fyri jól. Tað verða fyrst og fremst 3'arin og so eisini Tutl, ið útgeva fløgurnar. Høgni Zachariassen, ið arbeiðir í 3“arinum, sigur fyri Sosial- inum, at tær gott og væl tiggju fløgurnar, sum koma út, fáa eisini kapping frá fløgum, ið uppliva síni fyrstu jól á søluhillunum. Her kunnu nevnast Jóannes Jakobsen, Moirae, Lena, Visible Fish, Pipar & Salt, Millum Frændur ið allar komu út í juni-juli í ár. Síðani hevur verið sera stilt á fløgumarknadinum. Inntil nú, tá einar tiggju— fimtan fløgur koma at kalla í einum. Mitch kindi neystunum Luftin var líkasum farin úr Mitch, tå ÆF er hon eftir óhugnaligu illsinnisglepsini hinumegin Atlantshav gav høgan sjógang men annars ongan skaða í Føroyum. NICLAS JOHANNESEN Hon royndi eitt sindur. Men aldubrotini eru sæð størri á hesum leiðum, og Mitch hevði illa nokk uppiborið heitið „ódn“, tá hon legði brotini í Sandágerði mána- dagin. Kring landið vóru heldur ongar fráboðanir um skaðar, hóast dyggar ávaringar í UF sunnudagin. Eftir stóru ódn- ina í 1988 skal helst eisini nógv til, áðrenn nakar her á leiðum verður tíkin á bóli. Í Sandágerði kundi okk- ara myndamaður sostatt staðfesta, at meðan neystini fara við aldrinum, hvarv Mitch við aldunum Er hetta ódnin Mitch? Ella kanska bara vanligur sjógangur ein tungan mánadag í Sandágerði (Mynd: Álvur )