týsdagur 10. november 1998síða 11
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
|
Nr. 213 — 10. NOVEMBER 1998
tíðindablaðið S08/2/7% 11
Havnarkórið undir leiðslu av Ólavi Hátún.
er so fornt og alt, eg veit
ikki, eg tími ikki, segði hon
og sendi mær eitt skjótt
eygnakast og hvarv inn á
kondittaríið. = Hurdarnar
sveiggjaðu nakrar ferðir
aftur og fram eftir hana. Eg
hugsaði, jú rætt hevur hon,
hugsaði eg við mær, tað er
einki at taka seg aftur í, at
málið mangan hevur eitt
fornligt snið í yrkingunum
hjá Regini Dahl, fult um tað
er av orðum úr kvæðum og
sagnum og yður í tiltøkum,
sum aldri koma fyri í tal-
aðum máli og enntá eru
óvanlig í ritmálinum við.
Tey orðbragd sum geva
málfarið hansara sín serliga
tóna, sín serliga dám, hava
nakað av tí sama uppi við
sær, av teimum listbragd-
um, sum eyðkenna máln-
ingin hjá Poussin. Í verk-
inum hjá tí framska lista-
manninum eru bæði tøknin,
myndevnið, tann javntøka
myndskipanin, hvert strok,
hvert litbrigdi, hvør skuggi,
munur og skifting aftur-
beind inn í myndflatan, ið
gevur seg til sjóndar, tá ið
tú gongur fram ímóti máln-
inginum. Alt hetta sum so
sjónliga er gamalt, fyrnt,
líkasum ógildar og tekur
burtur tað, sum tú vitiligvis
sansar, átti at Or6gva, átti at
nortið. Tú fært kensluna av
at hyggja at onkrum, ið er
so langt burturi, at tað fánar
og blánar, og er forvitnisligt
mest tí, at listfrødingar
nevna tað í bókunum, sum
tú sjálvandi - til varavissu -
las áðrenn tú komst. Men -
- men í tí tú skalt venda tær
frá aftur, í tí tú skalt fara,
rakar tú knappliga við, at
tað er okkurt, okkurt við
ljósinum, við hvussu mann-
skapningarnir á myndflat-
anum fáa seg lýstar av tí.
Tú sansar at birtan kemur
ikki øll haðani, tú ætlaði,
innan úr tí rúmi, sum
málningurin er eitt kut úr.
Tí, tí har er eitt skin, ein
ljóski, ið illani kann koma
aðra staðni enn hiðani sum
tú ert staddur sjálvur. Ur
tínum rúmi. Og vit eitt vekk
skiftir myndin lag. Klárnar.
Alt hetta gamalsliga fer frá
og tú sært. Tú skilur, at tann
grái gestur, ið setti inn-
skriftina á grøvina, er hann
ið vit gll óttast. Veit hann
nærstaddan. Nærkunnugan,
sum hann lítur at tær væntin
og tigandi. Enn og altíð. So
fyri tað kundi málningurin
verið málaður í gjár ella
fyrradagin. Kanska á Velba-
staðhálsi. Og soleiðis er tað
eisini við málinum í yrking-
unum hjá Regini Dahl, haldi
eg. Tað er ein serligur ljóm-
ur í hesi ísenn eirindaleysu
og viðkvæmu sjálvs- og
mentanarskoðan, í tí ncyva
og av og á næstan erkvisna
ansinum fyri tí varandi og
verðuga, eitt ljóð og eitt stev
í teirri støðugu afturvend-
anini, sum ger at fíndarorð
úr málsins djúpastu og
fjaldastu lindum, máliskur
og orðasamansetingar sum
Carl Jóhan Jensen helt róðu Regini til heiðurs
teg ongantíð vardi upp á, alt
í einum meðan tú lesur taka
seg so kunnuliga út. Verða
eyðskild. Sjålvsøgd sum
ahornstrøini uttan fyri
gamla bókhandil, sum star-
arnir hvistandi uppiyvir,
sum ælstavirnir niður á
kirkjutakið handan. Og tú
kundi næstan svorið uppá,
tú hoyrdi ein mann siga so-
leiðis niðri í Bringsnaggtu í
áðni. Við hvøkki í bringuni
sansar tú, at hetta er ikki
tekstur, sum er útskorin av
nútíð og nýtíðarligum við-
fangi, royndum og viður-
mødi. Tvgrturímóti hann
beinir lesara sin gjøgnum
arvmentir okkara, gjøgnum
samevropeiska ritlistarhevd
niðan á eitt av teimum ørfåu
stóðum í føroyskum bók-
mentum yvirhgvur, haðani
útsýnt er yvir føroyska
samtíð: opna, fulla av
sjálvsnoktan og yvirhuga og
vindandi fortíðarleysa í
høvdinum. Og soleiðis hiss-
ini, uttan at vita av tí, sigur
tú við teg sjálvan, ja, hatta
er ein meinheftigur fani,
hasin Dahlurin. Men hvat -
- Soleiðis eru vit. Vit før-
oyingar. Vit siga soleiðis um
tey, sum gera okkum mun.
Myndir: Jens Kr. Vang.
Tórshavnar Kamartrio.
Malan Marnersdóttir grundgav fyri Mentanarvirdisløn landsins, sum varð latin Regin Dahl