Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-11-10, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 10. november 1998síða 10

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Carmina Maritima undir leiðslu av Paula í Sandágerði. og hverki hevur, alt eg veit, nakað beinleiðis samband við yrkjaran sjálvan ella før- oyskt mál og føroyska mentan. Annað er ein griksk yrking yrkt tíðliga í hesi eldini. Hitt ein franskur málningur úr 17. øld Kanska longst sum best at fara tann ónærkunnuga vegin Yrkingin, eg sipi til, er eftir Constantine Cavåfis og eitur Ítaka. Upphavsorðini í henni ljóða í leysligari týðing nakað soleiðis Tá ið tú skjýtur frá landi og ferðin til Ítaka byrjar so ynsk tær at drúgv skal hon roynast og long, ein ferå eftir ævintyrum, ein ferð eftir vitsku. Ítaka er í yrkingini hjá Caváfis bæði haldið, sum siglast skal eftir, leiðarendin og tilelvingin sjálv, tað sum ger alt avstað. Upphavið. Ítaka er tíðin. Hon er báturin í strekkinum, stemplið í strokkinum. Forritið, drivið, orðið sum kreingist aftur at sær sjálvum. Hon siglir í ring við børnum sínum, hvat ið tað so er sum setti hetta argingarlyndið í hana. Hon fer í ring. Hon lokkar høgan og lágan. Ger ikki mun á alvitrum klædning- um og spilnaknum dárum. Hverki nunnuni ella horuni. Tað gongur javnt á. Hon villir rådamikil sum ráðleys sama ringin. Ungan og gamlan. Sama ringin. Beint nú. Undir hesi lonini úti á Frælsinum í Havn. Undir himmalrúmdini. Undir øll- um loftum. Sama ringin. Sama ringin. Og tað er tað løgna, tað sum er so torført, so tvørligt, so forbannað, at ferðin altíð er aftur til tað, sum er afturumlagt longu. Altíð aftur á aftur. Á hevd- ina. Arvin. Søguna. Tí uttan hesa alsomu afturámaling, uttan hana, hvat er so ver- aldar glógvandi lag? Tann dýrdin av mótsøgnum, sum Kingo t.d. yrkti um? Ja, hvat er Kingo. Hvat er Kristus. Hvat er so synd? Hvat er ósynd? Hvat er so tøknin og øll hennara kraftaverk? Hvat er forvitnið sum leitar í krók og kring? Gudloysi. Fjølvitskan sum rekir hvønn veranartráð fram í tiggunda lið? Hvat er dáralæti og devilskapur? Hvat eru lista- rlig avrik? Hvat eru so amp- arnir á leiðini og skuggarnir, sum fara við stállopum um rúmdirnar, sum stælt og vællimað djór? Einki - ella verri: eitt sindur av hvørjum og tískil minni enn einki. Ikki lív. Ikki deyði, men ódeyði. Hvorki. Málningurin, hesin franski 17. aldar málning- urin, eg nevndi í áðni, er eftir listamannin Nicolas Poussin. Målningurin er av einum ungum og kimpur- ligum hirða, sum fer niður knæ við eina steingrøv, ið stendur so undarliga ein úti á víðavangi. Berakslaður og berarmaður tekur hirðin fingurin eftir einari innskrift tíðindablaðið SOS UT Tórshavnar Kamarkór undir leiðslu av Kára Bæk. á grøvini, og roynir skilliga at týða tað ið har stendur. Báðumegin við standa aðrir hirðar fram á stavar sínar hálvnaknir forvitnir yvrigir og ein smalagenta hjá teim- um. Tað er lítið meir enn hálvaljóst. Døkki er í trø- unum í baksyni. Blái sæst á himmalinum. Illliti skýggj á reki. Torført at siga, antin tað er morgun ella kveld. Tað er ein dámur av sorg- loysi og av hvildsælari óvit- an yvir hesum ungmenn- unum. Innskriftin å grøvini, hon er å latini, sigur: Et in Arcadia ego te Sjålvt i Arkadia eri eg eisini (te. deyðin). Tann afturbeinda tíðin. Deyðin. Ívin um samtíðina. Hesi trý og so lívið. Sigl- ingsferðin sjálv og ansingar gjørdar eftir tí sum roynist og kenst á leiðini. Angist. Ástargring. Stoytirnir. Tokkin og Jesuspápin. Hetta eru bondini, sum halda skaldskapinum hjá Regini Dahl. Nakað soleiðis kann tað inntak ein fær av yrk- ingunum og ødrum tekstum eftir Regin Dahl dragast saman. Soleiðis verður skrivað og soleiðis verður sagt og helst er tað hvørki lygn ella órætt, um enn tað hvorki er fullsagt ella full- tøkt heldur. Men - tað er hetta men ið og eitt men afturat kanska, ið eg - uttan at ætla at hvøkka nakran - havi hug at taka fram. Tilevnið er, at ein dagin fyri stuttum kom eg í prát við eitt ungt á trappuni uttan fyri Ebenezer. Tað var ein genta opinoygd og snoð- kollut, sum eg onkuntíð í fyrndini havi havt sum næming. Hon segði við meg, tá ið eg eina ferð so- leiðis hissini at kanna nevndi Regin Dahl, at hon legði einki í hann. Hon segði tað ráðislig og fastmælt. Sær dámdi at lesa, helt hon fram, men hon troyttaðist av hesum evindaliga sjabbinum og jabbinum um fortíðina, alt Nr. 213 - 10. NOVEMBER 1998 hetta afturstevið og aftur- longsulin, fortíðin er farin, segði hon kvettisliga, av og bað meg ikki fáast við hetta gamla roksið, eg átti heldur at lisið okkurt, sum er skriv- að upp úr samtíðini, segði hon. Okkurt sum lítur á og inn í framtíðina. Eg vil ikki vita av fortíðini, endaði hon hart og brátt og so stóðu vit har og hugdu hvert upp á annað. Hon hevði ring í nøsini og vínreyðar negl. Eg hugsaði, hvørja fortíð man hon meina við, hugsaði eg, hvat er fortíðin? Er hon tann fortíð, sum fleiri ættarlið av tróttugum skúlalærarum, sjálvhjálpnir í síni góðtrúnu vissu, játtaðu trúgv upp á, tann til frama fyri misskilt- an tjóðskap misskilta for- tíðin, ella øvugt sum hjá hesi gentuni sjálvari, treisk hon við og barnsliga sjálv- viss, tann heilt óskilta for- tíðin, ið verður kveistrað burtur í eini illa skiltari sam- tíð á veg inn í eina blinda framtíð, ella uppaftur og enn skaldið, sum kennir lyndski tíðarinnar, og sum melur aftur á tað farna sund- urgreinandi og varliga met- andi, skaldið við tí ósam- tíðarligu fortíðini, yrkjarin, ið kemur so lagaliga á nútíð sína við áliti feðranna á skapara heimsins, vónini um degningin handan lík- dampsins flókar, sum kemur við vitið almúgunn- ar, við hjartalagnum fyri halgini, mentan og sam- skapninginum. Við varandi og verðugum sannindum. Yrkjarin ósamtíðarligur og ivandi. Tíðum fyndin, onk- untíð beiskur. Vidhvørt órímiligur. Er tað afturhald- semi í honum? Ja, tað veit Gud at tað er. Men verða grindi hansara minni - og minni viðkomandi fyri tað. - Tvætl. Gentan tók hondina aftur undir sín berliga nakka og hugdi fram við mær yvir á onkran sum var á veg niðan- eftir. Hon segði, og so er tað málið eisini, segði hon og ljóðaði eitt sundur ótolin og kveitti niðurfyri seg, tað Regin Dahl var sjónliga hugtikin av avrikinum hjá skyldmanninum Paula í Sandágerði við kórinum Carmina Maritima. |