Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-11-10, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 10. november 1998síða 9

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 213 — 10. NOVEMBER 1998 tíðindablaðið S08l2lurfn Gunnar Hoydal, rithóvundur um Regin Dahl: - Regin, egin, megin, fegin, gleðin - Eingin er sum hann, Regin, egin, megin, fegin, gleðin, segði Gunnar Hoydal á heidursløtuni í Læraraskúla- hóllini sunnudagin í sambandi við, at Regin Dahl í vikuni Signar á Brúnni, landsstýrismaður í mentamálum, handaði Regini Dahl fyrstu Mentanarvirðisløn landsins á 150.000 krónur, og segði, at hann ynskti at virdisløn fór at styrkja føroyskt mentunarliv. Eftir tilmæli frá nevnd um- boðandi føroysk listafólk gjørdi landsstýrismaðurin í mentamálum, Signar á Brúnni, í farnu viku av at lata Regini Dahl, yrkjara og tónsetara, fyrstu Mentanar- virdisløn landsins, sum er 150.000 krónur. Til tess at kunna fáa Mentanarvirðis- løn landsins skal virdisløn- arevnið hava skapað listar- ligt lívsverk á høgum list- arligum stødi ella hava skapað eitt ella fleiri listar- lig avrik, ið gera, at við- komandi má haldast at hava uppiborð ein heiður sum Mentanarvirdisløn landsins. Tað hevur Regin Dahl og grundgevingin hjá virðis- lønarnevndini er henda: Í sínum yrkingum gevur Reg- in Dahl ljóð fyri menniskj- ans grundkorum og 20. ald- ar vandamálum. Lukku og feigd, kæti og angist. Kær- leika, mentanarsyndran, umhvørvisoyding. Vid djúpari religiøsari kenslu vísir hann á eind í tí syndr- aða og hædd í tí ófull- komna. Úr útlegdini tekur hann sítt heimland at sær og setir saman aftur virði, sum hava grundleggjandi týdn- ing fyri allar føroyingar úti sum heima. Hansara skald- skapur er føroyskur og europeiskur, málsliga ný- skapandi, ørindisliga frí- gjørdur. Ørgrynnin av løg- um eftir Regini ber dåm av klassiskari dygd og midald- ar ståsiligum einfeldi. Hans- ara list er eindømi, hvat dygd, dypd og flogi vidvik- ur. Hon er ein hornasteindur í nútíðar føroyskum sam- leika og list. Mentanarvirdisløn land- sins varð handað Regini Dahl á almennum hátíðar- haldi, sum Rithøvundafelag Føroya skipaði fyri á Før- oya Læraraskúla síðsta sunnudag. Ikki færri enn trý kór og ein trio tóku lut á heidursløtuni. Térshavnar Kamarkór undir leiðslu av Kára Bæk við tveimum løg- um, Fuglur letur av gleði, og Bróta so stillan, bylgja blá, orð eftir H.A. Djurhuus og løg eftir Regin Dahl. Tórshavnar Kamartrio við Berghild Poulsen, sopran, Bjarna Berg, klarinett og Arna Hansen, klaver fram- førdu Sólsetursljóð og Flýg- ur tú lógv, orð Regin Dahl og løg åvikavist Regin Dahl og Pauli í Sandágerði. Carmina Maritima undir leiðslu av Paula í Sandá- gerði framførdi Goymi eg minni um hvitan sand og Heystkvøld í Havn, orð Regin Dahl og løg Pauli i Sandágerði. Havnarkórið undir leiðslu av Ólavi Hátún endaði við Skip á Havnini og Nú seta tey á teymarnar, orð H.A. Djurhuus, løg Regin Dahl. Pauli í Sandágerði hevur lagt til rættis. Malan Marnersdóttir úr nevndini fyri Mentanar- virdisløn landsins grundgav fyri virdislønini. Hon segåi, at í byrjanini bygdi Regin Dahl å undangongumenn sínar, síðani sleit hann seg leysan, gjørdi upp við teir og gjørdist ein sterkur yrkjari. Hann er vorðin ein sjålvstødugur yrkjari, út- legdin er ein adaltrådur f yrkingum hansara, og í mun til Janus Djurhuus - sum Regin fylgdi væl á leið - lýsir hann útlegdina sum ein tilveruspurning og sættast við hana. Um løgini segði Malan Marnersdóttir, at tey eru bæði løgin og genial, og * ikki minst krevjandi at syngja. Har eru eyðkenni úr fólkatónleiki, europeiskum romantikki og kirkjutón- leiki. Ein gjógnumkombi- nerað heild við sjáldsama hugtakandi sangum. Carl Jóhan Jensen, rithøv- undur, helt rødu skaldinum til heiðurs, og vit prenta hana niðanfyri: Ein maður æt Egil - tað eiti eg tíbetur ikki -, men um hendan Egil sigst í einari íslendskari midaldarsøgu, at hann eina ferð skuldi telva seg í ta óreinu stóðu, at hann einki hevði sær halds uttan skaldagávurnar - og høvdid lá við. Tí bæði var hann orð- hagur og kringur at venda sær við einum grindi. Hann yrkti sigst - nóg illa tríggjar vetrar gamal - kvæði, sum íslendingar enn hava í geyma túsund ár seinni. Hesa ferðina, nú tað galt um lívið, var kortini so grót- heiðið hjá honum. Einki fekk hann yrkt. Ikki ein stav og skyldaði uppá, segði hann, at eina svala sat við gluggan hjá sær og læt seg hvorki fáa frið ella náðir. Eg eiti sum sagt ikki Egil, men eg havi kortini havt eina svalu við gluggan hjá mær hesar seinastu dagarnar, eg við. Síðani eg tók hetta á meg at siga nøkur orð við hetta høvi og nokkso kváð hevur hon verið. Látið so forargiliga og hvørki unt nær ró ella rógv. Kvakað og ljóða i. So eg við hvørt við kuldakrop og bivan skilliga havi sæð, hvussu illa eg dugi at ætta meg í hesum eg skal royna at siga um Regin Dahl og skaldskap hansara. Hvussu lættliga eg kann finna mistøk, skrensa á eini kenslu av vankunnu, uppgåvu og stoytast eftir høvdinum út í antin skammrós ella møsn. Ikki tí. Ikki er tað evni tað stend- ur á, tí í skaldskapinum hjá Regini Dahl, er nógv av tí besta og tí, ið mest hevur hugfangað meg í føroyskum bókmentum síðani eg lærði at lesa. Hvat er tað so sum hindrar meðni? Eg veit ikki. Kanska er tað tað, at hesin skaldskapurin er vaksin mær so nær, er so saman- grógvin við ta fatan, alla ta hugmynd eg havi av før- oyskum bókmentum, at eg gjórdist áttati ár. - Ein sterkur yrkjari, sum hevur slitið seg leysan og gjørt upp við undangongumenn sínar, segði Malan Marnersdóttir, limur í heidurslønarnevndini. - Tað er ein serligur ljómur í málinum í yrkingunum hjá Regini Dahl, í hesi ísenn eirindaleysu og viðkvæmu sjálvs- og mentanarskoðan, í tí neyva og av og á næstan erkvisna ansinum fyri tí varandi og verðuga, eitt ljóð og eitt stev í teirri støðugu afturvendanini, sum ger at fíndarorð úr málsins djúpastu og fjaldastu lindum, máliskur og orðasamansetingar sum teg ongantíð vardi upp á, alt í einum meðan tú lesur taka seg so kunnuliga út. Verða eyðskild og sjálvsøgd, segði Carl Jóhan Jensen, rithóvundur. Regin Dahl við heiðursbrævinum í glas og rammu. líka skjótt noyðist at halda við Hegel - hóast eg í løtuni, ið hvussu er treyðugt vil - halda við honum í tí sum hann sigur um tað nær- kunnuga, hvussu illani tað oftani skilst, nettupp tí at tað er nærkunnugt. Eg veit ikki. Meira eg skoraði á, hvaðna minni fann eg at siga. Tað einasta eg, tá ið saman um kom, hevði um at halda, tað einasta, ið melur fram fyri meg, tá ið eg hugleiði hesar bøkurnar hjá Regini Dahl, ið liggja nýendurlisnar á borðinum hjá mær við lið- ina á telduni, er tvinnanda,