týsdagur 10. november 1998síða 24
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
24
tíðindablaðið Sosialurin
Nr. 213 — 10. NOVEMBER 1998
Orðaskifti:
1 ?
and.
tað ber ikki til at
Sjálvandi fullveldi
Sosialurin hevur heitt á fólk um at skriva í blaðið í sambandi við fullv eldis-
málið, og eg fari at royna at siga mína hugsan. Fólkaatkvóðan Í 1946 vórðu
fragment á følkaatkvødu fyrstu og einastu ferð spurdir um loysing ella sam-
Ein meiriluti valdi loysingina. Vit kunnu venda og snara hesum, men
skriva ella at tala henda veruleika burtur. Tó, fólkaviljin
varð ikki virdur, hvørki í Danmørk ella í Føroyum, og endin varð, at vit fingu
heimastýrisskipanina, skrivar Pól Jespersen m. a.:
skuldu havt hesa
stýrisskipan Tað er
sjálvandi ilt at meta um,
hvussu vit tá høvdu verið
stedd í Føroyum, men stórt
skaðiligt árin hevur henda
lógin so havt, tað er sjón fyri
søgn
Pressan
50 ár seinni, 14. sept. í
1996, hátíðarhildu tjóðveld-
isfólk henda merkisdag í
landsins søgu. Tá skrivaði
Dimma, landsins størsta
blað, í leiðara sínum, undir
yvirskriftini - Regn-gurgli-
kvøda-sjålstyrismanna-orå-
arætt soleiðis: "Bara tað ikki
fer at regna í dag, nú tjóð-
veldissinnað eru í veitslu-
hýri og hava sett so nógv
tiltøk í gongd. Tað hevð
verið keðiligt, um sangurin
í Gamla Kommunuskúla-
garðinum gjørdist tann bera
veldis-jodlan vegna æl-
aveður og førdi til ein regn-
gurgli-tått í staðin
Ein serigs pressa vanvirð-
ir ikki lesarar sínar soleiðis,
sum her verður gjørt, og
mær nýtist valla at siga
meira um tað. Oserigs
pressa er ein stórur trupul-
leiki í okkara samfelag
Broyting
Fyri løgtingsvalid seinasta
gjørdist greitt, at føroyingar
høvdu flutt seg i tjóðskap-
armålinum. Spurningurin
var bara, hvør var førur fyri
at taka ímóti hesi vælvild
Beint fyri valið hendi so tað
gleðiliga, at nýggj andlit á
lista E trinu fram á politiska
pallin
Tjóðveldisflokkurin
hevði eitt gott val og full-
veldissamgongan v arð skip-
að
Javnadarhøvdingin
royndi beinanvegin at ræða
og hótta Høgna H »ydal, tað
sóu vit i sjónvarpinum, men
taktikkurin rein als ikki við,
og síðani hevur javnaðar-
maðurin verið í døpurhuga
Hóast fullveldismålaråd-
harrin so at siga hevur lovað
at ganga bæði við reim og
selum, er einki nóg gott
Javnaðarflokkurin krevur
eina økonomiska trygd,
sum einki land í heiminum
nakrantíð hevur átt.
Tað er einki at siga til, at
sjálvt sjálvstýrissinnaðir
veljarar eru skeptiskir. Tað
er bara natúrligt. Vit eru jú
so ørkymlandi fáment. Men
spennadi verður at síggja,
hvussu leikur fer. Verður tað
nú? Fer tað veruliga at bera
' Ber til at líta á fólka-
flokkin? Vit eru nøkur enn
sum minnast, tá ið frímerk-
ini skuldu "koma heim" i
60unum. Svíkur fólka-
flokkurin sjálvstýrismálið á
hesum sinni, verið eg ikki
kløkkur, um hesin flokkurin
fer i tviningar. Eitt er i
hvussu er vist; trupulleik-
arnir, sum standast av okk-
ara rikisrættarligu stødu,
hvørva so ikki, fyrr enn vid-
urskiftini eru broytt.
Donsku gestirnir
Ræðuherferðirnar = hava
rættiliga tikið dyk á seg í
seinastuni. Danskir politik-
arar hava verið her kropp á
kroppi. Osmædnir hava teir
verið, men so grovur og
hóttandi sum uttanríkismál-
aráðharrin var í degi og viku
nú um dagarnar, hevur kort-
ini eingin verið. Tit hava
sjálvstýri?! Tað er ikki so
lætt, sum tit halda - mørkini
í Evropa eru føst. Hver skal
siga, hatta sleppa tit ikki
einsamallir at gera av. Hann
fekk tað at ljóða, sum var
frælsiskvotan, sum hann og
aðrir góðir menn umsita,
uppi. Hann sýntist at hava
gloymt, at politiskt frælsi
ber ikki til at fáa til gåvus
Eisini bar hann saman okk-
ara stóðu við tað, at Dan-
mørk hevur latið frá sær
suverenitet bæði til Nato,
ST og EU. Vorðið sum sam-
anbering. "Jeg har et pro-
blem med suvereniteten",
segði hann. Baltum hevði
hann tó stóra samkenslu
við, tí teir høvdu áður havt
politiskt frælsi! Og aftur
máttu vit hoyra føroyingar
lýstar sum minniluta. Før-
oyingar eru ikki og hava
ongantíð verið minniluti,
men ein pinkutjóð, tað eru
vit. Maðurin sýntist als ikki
at hava skilt hetta
Vit eiga fólk í Føroyum,
sum hava skil fyri fólka-
rætti. Hví eru tey so tigandi?
Hugsandi fólk, sum vita um
hesi viðurskift, og sum duga
at skriva, kundu sum einki
gjørt henda mannin til láturs
í øllum tí mentaða heimi-
num. So býttisliga arrogant-
ur var hann. Sum ein annar
Jeltsin ella Milosevic.
Vinstramaðurin var tó so
frægur, at hann nevndi fólk-
arættin. Merkiligi, at før-
oysk tíðindafólk lata hesar
donsku menn sleppa so lætt.
Statsmenn eiga vit at vísa
seg ongar, sum kunnu seta
hesar sjålvbodnu gestir upp
á pláss.
Danski ráðharrin minti
eisini á, at gongdin í heimi-
num í dag er móti stórri
samstarvi. Ein sambands-
maður var einaferð á skíggj-
anum í sambandi við eina
kjaksending í sjónvarpi-
num. Skúlalærari, skúla-
stjóri haldi eg. Hann segði,
at vart tú fyri loysing, so
vart tú ímóti altjóða sam-
starvi. Eisini hann gloymdi,
júst sum danski ráðharrin,
at nevna tað, sum hvert
pinkubarn veit, at her er
talan um samstarv millum
suverenar partar. So bak-
vent ber til at lýsa veruleik-
an. Eisini hevur verið hótt
við avbyrging, tó at tað als
ikki ber til at byrgja seg av,
sum heimurin sær út í dag.
Tað ber snøgt sagt ikki til.
Sambandsmenn
á lista B og C
Sambandsmenn á lista B
kann eg tó til neyð skilja,
teir eru onkursvegna sannir,
siga sum er, halda tað vera
í lagi, at vit lívbjarga okkum
í allar ævir við donskum
skattakrónum, men sam-
bandsmenninar á lista C
skilji eg ikki. Tá ið fólka-
floksmenn tosaðu um at
kapitalisera blokkin, søgdu
javnadarmenn at tad bar
ikki til, tí danir kundu taka
blokkin burtur í morgin. Nú,
tá ið tjóðveldismenn tala um
fullveldi, rokna javnaðar-
menn við blokkinum, sum
var hann eitt støðugt nátt-
úrutilfeingi í Føroyum.
Tað gleðiliga er hent, at
summir rithøvundar hava
latið falla okkurt orð um
politikk í seinastuni. Jens
Pauli Heinesen hevur sagt,
at tað er ómoralskt at vera
sambandsmaður. Og hann
hevur sagt tað vera nassarí
at hava rættindi við ongum
skyldum. Eg haldi, at hann
hevur rætt í báðum. Men tað
er verri enn so, tí javnaðar-
flokkurin verjir í roynd og
veru hesa vanæruligu ríkis-
rættarligu støðuna, sum eft-
irhondini sjálvt tey tor-
trúnastu síggja vera sjúka.
Núverandi formaður javn-
aðarfloksins hevur í sam-
bandi við fullveldismálið
spurt um frælsið hjá einari
einsamallari mammu á
Verterbro?! Eg haldi, at tað
hevði sømt seg betur at mint
á, at hendan mamman á
hverjum ári verður kravd
eftir olmussugávuni til før-
oyingar, sum flestir munnu
vera betri fyri enn hon, og
hon skal eisini gjalda fyri
sálarfrelsuna hjá flestum
okkara. Og omaná alt verða
føroyingar, sum tala fyri
politiskum frælsi, skýrdir
danahatarar. Eg meini tað.
Um at toga
Sosialurin skrivaði í leið-
aranum beint eftir valið í
vár: "Ein kann siga, at tjóð-
veldisflokkurin er tann, sum
í tjóðskaparmálum hevur
verið við til at toga javnað-
arflokkin burtur frá sam-
bandsleidini”. Ikki veit eg,
illa er togað! Teir, sum í
meira enn 10 ár hava bluff-
að og spælt hund við einum
teir nevna sjálvstýrislóg, og
helst hava vunnið okkurt
valið við hesum snildum
eisini, teir hava nú sett seg
uttanfyri at lúnast. Nú vilja
teir hava reelt sjávstýri, ikki
formelt sjålvstyri. Og teir
ætla at hækka pensiónirnar,
siga teir, nú teir sita í and-
stóðu. Hví hækkaðu teir
ikki pensjónirnar, tá ið teir
nærum vóru fastgróvnir í
ráðharrakrakkarnar í Ting-
anesi? Tað er sera væl skilj-
andi, at sjálvstýrissinnaðir
føroyingar hava so ilt av
hesum flokki beint nú.
Merkiligt, at hann ikki fæst
at taka stóðu i tjóðskapar-
málum. Eg sigi fyri meg, at
vónbrotið av nýggju ting-
limum javnaðarfloksins er
fullkomið. Tann dag, við
ráða okkum sjálvum - tann
dagurin kemur - tá vera
nógvir heimleysir veljarar.
Listarnir B og E missa tå
líkasum sína meining. Tá
vænti eg, at nógvir veljarar
fara at savnast um ein sterk-
an og trúverdugan sosial-
demokratiskan flokk, sum
vil byggja upp einar soli-
dariskar Føroyar. Men javn-
aðarflokkurin fer ikki at fáa
hesa vælvild, hálsar hann
ikki skjótt um í tjóðskapar-
málum. Og eitt mugu teir
beinanvegin gera sær greitt,
at teir kunnu ikki fjarstýra
veljarum sínum á einari
komandi f6lkaatkvødu. Ein
helmingur ella so av teirra
veljarum fer tå at vera fyri
fullveldinum.
Ein heilsan
Nú eg havi tikið til pennin,
kann eg ikki bara mær at
senda útlagna landafrøding-
inum eina heilsan. Rolf
Guttesen er fyri mær vorðin
ímyndin av einum bólki av
lærdum føroyingum, sum
hava til ítriv at dríta á lands-
menn sínar. Upp í saman
verður júkað, um heimfød-
iskap, um vánaligar politik-
arar (sum ikki er eitt ser-
føroyskt fyribrigdi), um
|
i
A 7
KG
málspurningar, um heims-
atlas, um at aðrir (les danir)
virða navnagávuna (sum er
positivt ósatt) og so fram.
Hvat skulu vit brúka hesa
skrivingina til? Hví eru hes-
ir menn so óglaðir og beisk-
ir? Er tað uppgerðin við eg-
in politisk avrik, sum er so
svár? Ella hvat? Tey flestu,
sum eg kenni, tíma ikki at
lesa hetta svassið longur.
Rolf hevur avdúkað fyri
okkum, framtíðina sum
hann sær Føroyar hava. Vit
skulu vera eitt eksotiskt res-
ervat, sum hann og børn
hansara kunnu hugna sær i.
Tad er so hugnaligt at sleppa
ein túr á fjøllini ella í fjørd-
in.
Koyrið á
Lat meg samanum tikið siga
hetta. Vit liva undir einari
stjórnarskipan, sum er 6-
verdug. Sigurd Joensen sáli
var sera beinrakin, tá ið
hann nevndi heimastýris-
lógina "katekismus í nýkol-
onialismu". Hon kann koma
bæði okkum og dønum í
ófgri, og hevur longu gjørt
tað. Hon eigur at vera tikin
av ongantíð ov skjótt. Og
so mugu vit fara so langt á
sjålvstyrisleid, sum vit
kunnu semjast um. Sum er,
eru vit einki. Ikki stjålvstød-
ug tjóð, ikki danskt amt.
Handilsviðurskifti okkara
við umheimin eru fløkt og
vera helst fløktari. Vit
kunnu ikki fáa limaskap í
ST, Nato ella EU sum før-
oyingar. Heimastýrislógin
er umframt løgtingslég og
sáttmáli millum londini eis-
ini fólkatingslóg. Og fólka-
tingslógir kann fólkatingið
taka av eftir vild. Í roynd
og veru kann fólkatingið tí
helst eisini taka løgtingid
av, um so skuldi verið. So
Pól Jespersen: -- Lat meg
samanum tikið siga hetta.
Vit liva undir einari
stjórnarskipan, sum er
óverdug. Sigurd Joensen
sáli var sera beinrakin, tá
ið hann nevndi heimastýr-
islågina "katekismus í
nykolonialismu”. Hon
kann koma bædi okkum og
dønum í ófóri, og hevur
longu gjørt tað.
lítið hava vit í roynd og veru
at halda um. Vit skulu ikki
ræðast framtíðina, bara
skulu vit ræðast tað leti,
dølskni og líkasælu, sum
eru elvd av tí ábyrgdarloysi,
sum er grundfest í einari
sjúkari stjórnarskipan.
Heimurin er á mangan
hátt ljótur at skoða, stríð og
vesældómur mangastaðni.
Og hartil hava stungið seg
upp trupulleikar, sum fyri
fyrstu ferð í mannasøguni
krevja samstarv tvørtur um
landamørk, skal knøttinum
vera lív lagað. Myrkursins
gongumenn fáa tað at ljóða,
sum melda vit okkum út úr
verðini, taka vit fullveldi.
Veruleikin er beint øvugtur.
Tá kunnu vit sum fræls tjóð
taka á okkum ta ábyrgd,
sum okkara er. Vit, sum eru
so sera væl fyri sammett við
meginpartin av heimsins í-
búgvum.
Pól Jespersen