mikudagur 11. november 1998síða 2
‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
| Eiríkur Lindenskov ; Dagny Josnsen,
| Figgjarleiðari: Áki Bertholdsen,
Á internet: www.sosialurin.fo Sveinur Tróndarson Turið Kjølbro
Umsitingarligar
broytingar
Oddagrein
ROMVERJIN Vitruvius segði í ár 25 fyri Kristi
føding, at hvorki evnir uttan upplæring ella
upplæring uttan evnir skapa tann fullkomna
handverkaran. Landsumsiting krevur bæði
evnir og ikki minst upplæring.
OKKARA landsumsiting er vaksin ógvuliga
skjótt hesi seinastu árini sum úrslit av Norman
Christensen bygnaðinum í Tinganesi. Nógvir
fulltrúar eru settir, flestu av hesum beinleiðis
av skúlabeinki. Hettar nýtist í sær sjálvum
ikki at vera negativt. Spurningurin er bert, um
Tinganes umsitingin ikki er vaksin ov skjótt
við tí úrsliti, at einkultir nýggir fulltrúar kanska
ikki fáa ta upplæring, ið tydningurin og åbyrgd-
in av starvinum burdi viðfort.
ONKUR vil kanska siga, at tað er ov dýrt at
upplæra hvenn fulltrúa, sum verður settur,
men skeivar avgerðir orsakað av óbúnum em-
bætismonnum kann koma at kosta nógv meir
uppá síkt.
VIT hava nógv gott fólk við royndum og evnum
á teimum almennu stovnunum, men í letuni
sær tað út sum, at stovnarnir verða tiknir av
ræði, og í summum førum verða teir als ikki
tiknir fyri fult.
Í seinastu viku varð leiðarin á Lonardeildini í
Fíggjarmálastýrinum endurgivin fyri at siga,
at hann ikki tók eitt skriv frá sjónvarpsstjóran-
um fyri fult. Ein slíkur hugburður eigur ikki at
koma fyri í almennu miðfyrisitingini, og bendir
á, at ikki øll í umsitingini eru búgvin til sitt
starv. Hugsast kann, at fleiri embætismenn
eru skornir eftir sama leisti, sum leiðarin á
Lønardeildini í Figgjarmålastyrinum.
Menningarstovan skal nidurleggjast og upp-
gåvurnar leggjast undir vinnumálastýrið. Aftur
ein avgerð ið bendir á, at alt ikki er heilt so
gjøgnum hugsað í hesari í vævi nógv útbygdu
miðfyrisiting. Tað kann ikki vera rætt, at væl-
virkandi stovnar, ið Jegum nógv år hava
ment seg takkað verið starvsfólkunum á hes-
um stovnum, knappliga skulu avtakast fyri, at
ein fyri tað mesta spildurnýggj miðfyrisiting
skal fáa arbeiðsekir fyri at rættvísgera sin
eksistens. Mark má setast fyri centralisering
og rættast vildi verið at endurskoðað Norman
Christensen bygnaðin og lurta meiri eftir teim-
um almennu stovnunum heldur enn einari
miðfyrisiting, sum kanska ikki hevur heilt tær
somu royndirnar at byggja sínar ætlanir á.
TAÐ er tó at froðast um, at í onkrum stýrum í
landsumsitingini eru fólk við drúgvum roynd-
um úr almennum stovnum sett at skipa ekið.
Ynskiligt hevði verið, um fólk av stovnunum
komu í miðfyrisitingina, heldur enn at fólk,
sum eftir lokna útbúgving bert hava verið í
miðfyrisitingini, skulu út at siga hvussu stovnar
skulu rekast.
SEINASTA avgerðin úr vinnumálastýrinum
kundi bent á, at hettar stýrið ikki hevur heilt
tað grundarlagið og innlit, ynskiligt er. Spurn-
ingurin er, um Vinnumálastýrið yvirhøvur kann
sammetast vid t.d. Almanna- og Heilsumåla-
stýrið og Skula- og Mentamålastyrid. Upp-
vurnar eru so mikið oðrvísi, at decentralis-
ering kanska er ein skilabetri leið, soleiðis at
stovnarnir undir hesum stýri áttu at havt meira
j i og ikki vóru undirlagdir einum 6-
millumlagi millum Aðalstjóran og
mar.
Sosialurin
Niclas Johannesen
ítróttarskrivari:
Emil L. Jacobsen
menn:
Alvur Haraldsen
LU
Argjavegur 26, Argjum
Postadr: Postsmoga 76,
110 Tórshavn
Telefon: 311820
Teletax. 314720
e-mail:
postesosialurin. fo
Viðkað rithøvundafrælsi?
Viðmerking til Oddvør Johansen
Av og å eru vidkomandi og
beinraknar viåmerkingar at
siggja frå Oddvør Johansen,
rithøvunda, f blødunum til
dagsins mål, og eg må siga
fyri mitt vidkomandi, at eg
altid lesi hesar viðmerking-
ar við áhuga , og sum oftast
eri eg púra samdur í teim-
um sjónarmiðum, sum hon
førir fram alment. Men í
leygardags Dimmuni 7.nov.
fer hon undir eina vidgerå
av fullveldisspurninginum,
og spyr hvar andstødan er,
og tå serliga javnadarflokk-
urin, sum í Oddvørsa verð
er blivin eitt vónbrot síðani
valið í summar, vegna stød-
utakanina til fullveldisætl-
aninar hjá landsstýrinum.
Her eru vit ikki samd.
Oddvør hevur kagað i
"Statistisk Árbog 1997" og
har funnið út av, at danir
gjalda í menningarhjálp til
fátækastu londini í heimi-
num heilar 10 milliardir 424
mill. netto, og tí heldur hon
tad vera beinleidis løgid,
at framstandandi danskir
politikkarar ur fleiri flokk-
um á fólkatingi hava verið
her og greitt frá, at fullveldi
merkir færri krónur úr
danska ríkiskassanum alt
fyri eitt. Og hon fer so langt,
sum at siga, at hetta verður
gjørt í hevnisgku móti før-
oyingum í fullveldisroynd-
um landsstýrsins. Tí tá ið
danir kunnu geva t.d. India
232 mill., Afrika 2620 mill.
og Suðuramerika 372 mill.,
so má tað vera lagamanni
at senda 1 000 mill. til Før-
oyar árliga. Hatta ljóðar væl
í oyrunum á fólki, og dansk-
arar verða gjørðir til synda-
bukkar einaferð enn. Og at
geva hasum "fjaru" londu-
num peningahjálp í eini
skiftistíð, sum Oddvør mál-
ber seg, men ikki okkum,
hvat billa teir sær inn - ja,
ein freistast til at spyrja,
hvussu langt røkkur næstr-
akærleikin? Hetta er ein
løgin måti at grunda full-
veldisætlanirnar å!
Lat okkum hyggja nærri
eftir hasum tølunum, sum
Oddvør sigur eru so åhuga-
verd, og kunna okkum um,
t. d. hvussu nógv er í part
hjå hvørjum indara ella sud-
uramerikanara, tå ið danir
ha /a goldið menningarhjálp
til hesi umtalaðu lond ella
heimspartar.
* Í India búgva 836 mill.
fólk. Danmark gevur 232
mill. kr. í menningarhjálp =
O kr. 27 oyru í part pr. í-
búgva
+ I Suðuramerika búgva
760 mill. fólk. Danmark
gevur 372 mill. kr. í menn-
ingarhjálp = 0 kr. 49 oyru í
part pr. íbúgva
Og soleiðis kugdi ein
hildið áfram at "spælt" sær
við tølunum hjá Oddvør -
tey kunnu nytast ( og mis-
nytast!) til so mangt. Sum
tad skilst av peningaveiting-
unum, sum Danmark letur
i menningarhjålp, so munar
tað ikki serliga nógv í
menningarlondunum kring
um í heiminum, hóast Dan-
mark og hini norðurlondini
eru nøkur av teimum fáu,
sum eru komin upp móti
endamálsorðingini hjá ST,
sum sigur, at hvort fram-
komið limaland eigur at
miðja fram ímóti, at lata
1,75% av bruttotj6darårtøk-
uni í menningarhjålp .Bara
eittans landið her á okkara
leiðum, nevniliga Føroyar,
hava ikki so frægt sum eina
konto å løgtingsins figgjar-
lóg sum eitur menningar-
hjálp! (Privat verða ófgr tók
tikin, tað veit eg) Og tað
hevði sømt seg fyri okkum
sum tjóð, at tikið henda
spurningin til umrødu nú
fíggjarlógin skal samtykkj-
ast endaligt fyrsta dagin -
og eg vóni, at Oddvør tekur
undir við mær í hesum
máli hóast hesi londini eru
nakað "fjar", sambært
henni.
Hvussu sær so rokni-
stykkið út fyri okkara við-
komandi - jú ógvuliga ein-
falt:
+ I Føroyum búgva 45.500
fólk og vit fáa í ríkisveiting
úr Danmark 1300 mill. kr.
= 28.571, - kr. í part pr. í-
búgva
Og hetta munar sjálvandi
almikið í landshúsarhaldi-
num, og hevur ríkisveiting-
in verið grundarsteinurin
undir almannaverkinum,
sjúkrahúsverkinum og skúl-
averkinum í mong ár. Einki
land kann frá einum degi til
annan vera triðingin, av tí
tað kostar at reka eitt sam-
felag, fyriuttan - og hetta er
sjálvandi eisini galdandi
fyri okkara samfelag. Ella
sagt v.9.0., hvør hevur hug
at gjalda 28.571, - kr. meiri
í skatti árliga?
Og grundgevingarnar
fyri, at vit í dag fáa blokkin
uppá 1 milliard, er hon, at
vit eru ein partur av ríki-
num, sum danska fólkating-
ið hevur fulla heimild at
játta pening til á hvgrjum
ári - og sum fólkatingið alt,
burtursæð frá Kirsten Jac-
obsen, Piu Kjærsgárd á
Co, er sinnað at varðveita
Men hava vit tikið við
suverenitetinum av okkara
landi, og harvið sagt farvæl
til Danmark, so er ongin
heimild, sambært Harhof
professara í Árhus, hjá
danska fólkátinginum at
játta pening til Føroyar í
framtíðini, og ti fellur
blokkurin burtur - ikki sum
Oddvør leggur í tað, at
danskir politikkarar eru so
fíggindaliga sinnaðir móti
føroyigum, og tessvegna
royna at "banka" okkum
uppá pláss við ymsum ávar-
ingum - nei, heilt einfalt,
jåttanarmøguleikin fellur
burtur, danska fólkatingið
kann ikki játta pening til
"ríkið Føroyar", og tí verður
ongin blokkur aftaná loys-
ingina. Og felags kongshús
og felags valuti er ikki nóg
mikið at varðveita ríkisveit-
ingina. Og samanberingin
hjá Oddvør, at felags kongs-
hús og -gjaldoyra eru at
rokna sum sama stóða, sum
hon, ið valdar í USA, við
felags forseta fyri amerik-
onsku statirnar, hon heldur
ikki. Øll vita, at USA er at
rokna sum eitt land, tá talan
er um verju-, uttanríkis,
fíggjarpolitikk o.s.fr., har alt
valdið er savnað í forseta-
embætinum, meðan okkara
kongsvald er uttan nakað
verunligt vald.(Hví skulu
vit partú varðveita konga-
felagsskapin, tá alt annað
danskt ikki kann nýtast?) -
Og annars helt eg, at taka
vit loysingina í fullum álv-
ara, so eiga vit eisini at taka
við teimum treytum, sum
harav standast! At taka við
suverenitetinum og so lata
danir gjalda, smakkar mær
ikki - onkur segði nú ein
dagin skemtandi, at tað
minnir mest um forlorna
haru! Og at fara at geva før-
oyingum menningarhjálp,
sambært ST vidtøkum, tað
er jú beinleiðis láturligt - so
fátækir eru vit heldur ikki!
Oddvør, javnaðarflokkur-
in hevur arbeitt fyri at fáa
eina sjálvstýrislóg samtykta
á tingi, higartil uttan úrslit,
tíverri. Grundsjónarmiðið
er, at vit kunnu yvirtaka alt
lóggávu- og fyrisitingarvald
á øllum økjum, so hvert vit
kunnu semjast um tað, og
tá føroyingar hava tann
neyðuga førleikan til tess -
stutt sagt ein sáttmála mill-
um bæði londini, sum rgkk-
ur líka at loysingini, um tað
er vilji føroyinga. Hetta er
greið tala, og als ongin sam-
bandsstøda at hava, men
harafturímóti ein reiðilig og
virðilig stóða, sum sømir
seg flokkinum í hesum álv-
arsmáli. Og samstundis
verður skoytt uppí frá floks-
ins síðu, so veljarin veit
hvar flokkurin stendur,
nevniliga hetta, at fullveldi
ikki má koma at kosta før-
oyinginum vælferðina. Og
her nema vit við ein av
kjarnuspurningum hjá
flokkinum, sum hann, eftir
mínum tykki, eigur og skal
verja fram um so mangt
annað (samanber ongin
hækking av fólka- og av-
lamispensjónum o.g al-
mannaveitingum síðani
1993!!). Oddvør, tú nevnir
sjålv ein av stovnarum
Johan Samuelsen
floksins, Maurentius vid
Stein, sum ein hin fremsta
verja småmansins. Og rætt
er tad, og hesi batnandi kor
småmansins, frå ti javnad-
arflokkurin varð stovnadur
og til dagin i dag, mega ong-
antíð verða ofraði á einum
trappusteini í Havn, tá rep-
ublikkin verður proklamer-
að! Kjakið í bløðunum hesa
seinastu tíðina hevur týði-
liga víst okkum føroying-
um, hvgnn veg tað fer at
bera, um vit velja loysing-
ina. Nidurstødurnar hjá
okkara fremstu búskapar-
frødingum, við Bjarna Ol-
sen á odda, bera allar á sama
borðið, at tað verður sera
torført at varðveita livifótin
í hesum landi aftaná at full-
veldið er vorðið veruleiki!
Hetta er greið tala, sum før-
oyingar eiga at leggja sær í
geyma - og her nyttar onki
at koma og sleingja um seg
við nationalromantiskum
heilaspuna (sum annars í
mongum førum er útskiftir
frá hinum gamla,lítið
umtókta kommunistaheila-
spunanum!!) ella illneyta
inn á danir, at teir royna at
reka okkum í rætt viðvíkj-
andi blokkinum - her er tað
tølini, ið tala (og føroyskir
buskaparfrødingar!) og onki
annað! Tað kann so ong-
antíð verða politikkur javn-
aðarfloksins at taka skorð-
aranar undan vælferðarsam-
felagnum, at bróta niður tað,
sum hann í skjótt heila gld
hevur strýtt sítt tógva stríð
fyri at vinna fjøldini - um
javnaðarflokkurin ikki hev-
ur henda setningin alla tíð-
ina fyri eygað, so er spurn-
ingurin um tilverugrund-
arlag floksins ikki eigur at
vera tikið til umhugsunar. -
At vera á varðhaldi, er ein
hin fremsta uppgáva and-
stødurnar á tingi, og serliga
tá ið talan er um so grund-
leggjandi samfelagsbroyt-
ingar, sum lagt verður upp
til frá samgongurnar síðu í
fullveldismálinum, og sum
fer at fáa álvarsama ávirkan
á hvgrt mansbarn í hesum
landi.
Javnaðarflokkurin er á
rættari kós, eisini í sjálvstýr-
ismålum!
Térshavn
9. -11. 98
Johan Samuelsen