mikudagur 11. november 1998síða 3
‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
pen
Nr. 214 — 11. NOVEMBER 1998
5
RT to
tíðindablaðið SOX
sAUBAUDS- |
SA AKTIET
(6)
Stórur áhugi fyri full-
veldisspurninginum
Anfinn Kallsberg og Høgni Hoydal hittu sunnukvóldið
eini 70 norðmenn og fóroyingar á einum fundi í Oslo um
fullveldisætlaninar. Forvitnið hjá útisetum og norðmonn-
um gav fóroysku landstýrisumboðunum møguleikan at
leggja fram sínar ætlanir fyri fólki, sum dagliga ikki hava
møguleika at fylgja við i fóroyska orðaskiftinum
JóGvan HuGo GARDAR
SKRIVAR ÚR OSLO
Rættuliga fitt av fólki kom
á fund sunnukvøldid í Oslo,
har løgmaður Anfinn Kalls-
berg og landstýrismaðurin
Høgni Hoydal tosaðu um
føroysku sjålvstyrisrørsluna
og fullveldisætlaninar hjå
landstýrinum.
Anfinn Kallsberg byrjaði
við at tosa um sjálvstýris-
rørsluna í Føroyum og um
føroysku støduna í danska
kongarikinum. Aftanå
greiddi Høgni Hoydal gjølla
frå, hvat tey hava arbeitt vid
f spurninginum um full-
veldi, og hvat tey vóna gerst
veruleiki tey komandi tvey-
trý árini.
Evnið fyri fundin var >Er
Færgyene en fri og uavhen-
gig stat um tre år«. Evnið
bygdi á eitt úttalisli hjá løg-
tingsformanninum Finn-
bogi Ísakson, sum í summar
segði við eina týska út-
varpsstød, at vit um trý ár
kunnu rokna við einum
nýggjum stati í Norður- At-
lantshavinum.
Áhugi forvitni
Eini 70 fólk, bæði norð-
menn og føroyingar, vóru
komin á fundin, ið Norsk-
Færgysk Lag skipaði fyri.
Felagið skipar javnan fyri
fundum í Oslo um ymisk
evni, og serligur dentur hev-
ur verið lagdur á at fáa før-
oyskar politikarar og onnur
fólk í leiðandi størvum at
koma og tosa um viður-
skifti, tey fáast við.
Ahoyrararnir vístu stóran
áhuga og forvitni, og An-
finn og Høgni fingu spurn-
ingar um alt frå marknatræt-
uni vid Stóra-Bretland til
um ikki fullveldisætlanin
var ein hættislig roynd uttan
bjargingarvest.
Á áskoðaraplássunum
vóru eisini umboð fyri fleiri
norsk blød, millum annað
størsta norska blaðið, Aft-
enposten. Aftenposten hev-
ur avgjørt at senda ein blað-
mann til Føroyar fyrru
hålvu av 1999 fyri at seta
seg nærri inn í fullveldis-
ætlaninar.
Tættari samstarv
i Utnordi
Ahoyrararnir vildu gjarna
vita, hvussu føroyingar
hugsa sær, at viðurskifti við
umheimin skulu loysast til
dømis gjaldoyra, limaskap-
ur í altjóða felagsskapum og
føroyskar umbodsstovur f
útheiminum.
Høgni Hoydal greiddi frá,
at hetta eru spurningar, sum
arbeitt verður við, men at
tey rokna við at knýta før-
oyska gjaldoyra til eitt ann-
að stórt gjaldoyra, og helst
tað gjaldoyra, sum landið
ella londini sum Føroyar út-
flyta mest til, tað vil í løtuni
siga nýggja gjaldoyra Euro.
Altjóða felagsskapir sum
ST vilja Føroyar sjálvandi
gerast limir f, men tå talan
er um umbodsstovur, so
kunnu Føroyar hava einar
tvær triggjar, t.d. f Keyp-
mannahavn, å ST-høvuds-
stødini í New York og t.d. í
Bruxelles.
Tað sum kanska vakti
mest áhuga millum fleiri av
áhoyrarunum, serliga stór-
tingsumboðini og fólk í
teimum politisku flokku-
num, var kláru boðini frá
Anfinni Kallsberg um sam-
starvið í útnorði. Løgmaður
legði stóran dent á, at Før-
oyar gjarna vilja menna
samstarvið í útnorðuri.
Í politiska umhvgrvinum
á Stórtinginum eru fleiri far-
in at seta spurnartekin við
norðurlendska samstarvið,
og hvussu hetta í dag verður
ment. Ottin fyri at Føroyar,
Grønland og Island skulu
hvørva er tyduligur, medan
Try skeinkiloyvi i Klaksvik
Løgdeildin å Løgmans-
skrivstovuni ger nú greitt,
at sambært løgtingslóg nr.
20 frá 10. mars 1992 um
innflutning og sølu av rús-
drekka við seinni broyt-
ingum, at trý vanlig út-
skeinkingarloyvi eru tøk í
Klaksvík.
Sagt verður eisini frá, at
umsóknir um hesi loyvi
skulu vera Loyvisnevndini
í hendi í seinasta lagi 4.
desember í ár.
Umsóknaroyðublgð
fáast við at venda sær til
avgreiðsluna í Tinganesi.
Anfinn Kallsberg, løg-
maður á fundi í Oslo, sum
Norsk-Færgysk Lag skip-
aði fyri sunnukvøldid
Mynd: Aftenposten
tey stóru norðurlendsku
londini ikki hugsa um ann-
að enn at menna samstarvið
við tey baltisku londini
Kreppan vísti vegin
Teir báðir fingu eisini
spurningar um, hvussu Før-
oyar skulu yvirliva sum eitt
sjålvstødugt land. Anfinn
Kallsberg svaradi klårt og
tyduliga:
— Vit hava ein søguligan
møguleika, sum vit mugu
taka av. Føroyar hava verid
igjøgnum eina ålvarsama
kreppu, arbeidsloysi uppå
umleið 25 prosent og stórt
3
undirskot í landskassanum
Hetta hevur lært okkum, at
vit ikki skulu gloypa ov
stórum bita. Í dag hava vit
tað fíggjarliga munandi
betri, oljukanningarnar
ganga sína leið, og bæði í
Danmark og í Føroyum eru
vit samd um, at føroyska
stødan í danska kongariki-
num må broytast. Kreppan
lærdi okkum eisini, at tað
má vera samsvar millum á-
byrgd og myndugleika
Harafturat vil eg leggja aft-
urat, at tað als ikki passar,
at so smá lond sum Føroyar
ikki kunnu klára seg sjålvi
Vit hava minni lond sum eru
sjålvstødug og megna tað,
segði Anfinn Kallsberg
millum annað á fundinum í
Oslo.
Kjak í útheiminum
Fólk fingu spurt tað, tey
høvdu á hjarta, og Anfinn
Kallsberg og Høgni Hoydal
fingu roynt kynstrini sini
fyri eini åhoyrarafjøld i út-
landinum
Anfinn endaði fuindin við
at takka fyri høvi at koma
til Norsk-Færøysk Lag og
segði, at tað var gott at hava
við sær heim aftur - vitanina
um, at áhugin fyri fullveld-
isætlanini eisini skapar kjak
í Noregi.
Starvsfólk til ALS
ALS lýsir við hesum eftir starvsfólki til Åvisingardeildina
Á arbeiðsávísingini er eitt starv leyst at
søkja frá 1. desember ella skjótast gjørligt.
Hevuðsuppgávurnar á Avísingardeildini
eru at umsita arbeiðsávísing til føroyska
arbeiðsmarknaðin, at umsita
farloyvisskipanina, umframt at samskipa
og menna tey tiltok, ið skulu beta um
arbeiðsferleikan hjá teimum arbeiðsleysu
Starvið:
Tann, ið settur verður, hevur tilvísing til
deildarleiðaran á Ávísingardeildini, og eru
arbeiðsuppgávurnar m.a.:
> samskifti millum ALS og arbeiðsgevarar
> málsviðgerð í sambandi við arbeiðs-
ávísing og farloyvisskipanina
> málsviðgerð/samreður í sambandi við
førleikagevandi tiltøk
> at verða við til at tillaga og menna
ávísingarskipanina hjá Arbeiðsloysis-
skipanini
Av tí at Arbeiðsloysisskipanin stødugt skal
tillaga seg tervin á arbeiðsmarknaðinum,
má viðkomandi, ið settur verður í starvið,
tola broytingar í arbeiðsuppgávunum.
Ferleiki:
Talan er um eitt avbjóðandi starv, har tú
hevur samskifti við nógvar ymiskar pers-
énar. Tí sóknast vit eftir einum persåni, id:
> kann arbeiða sjålvstødugt
> kann arbeiða við nógvum ymiskum
ALS hevur til endamáls at veita figgjarligan stuðul til arbeiðs-
uppgávum samstundis
> hevur góð samstarvseyn
> kann arbeiða í bólki, har lyklaorðini eru
fleksibilitetur og dynamikkur
> kann arbeiða við EDV á brukarastød
Fyrimunur er, um tú hevur arbeiðsroyndir
innan fyrisiting og innlit í føroyska
arbeiðsmarknaðin
Vit bjóða:
Eitt starv við nógvum ymiskum uppgávum
og við nógvum samskifti úteftir
Góðir møguleikar eru fyri skeidluttøku og
eftirútbúgving
Len sambært avtalu.
Miðað verður eftir, at starvið verður sett
sum skjótast
Umsókn:
Umsóknir vid avriti av prógvum og møgu-
ligum viðmælum, skulu vera ALS í hendi í
seinasta lagi fríggjadagin 27. november
1998. Umsóknir skulu stilast til
>
ALS, att. starvsfólkaleiðarin, postsmoga
3022, 110 Tórshavn
Nærri fæst at vita um starvið við at venda
sær til starvsfólkaleiðaran á tlf. 319550
ALS
leys, at virka fyri bottum møguleikum hjá arbeiðsleysum at fáa
arbeiði og at umsita arbeiðsávísing fyri føroyska arbeiðs-
marknaðin. Á ALS starvast í letuni 21 fólk. Virksemið hjá ALS
er í havudsheitum lógarásett. Ovastu leiðsluna hevur stýrið fyri
ALS, sum - eftir tilmæli frá arbeiðsgevara- og lentakarafelegu-
num á arbeiðsmarknaðinum - verður valt av Feroya Landsstýri
Arbeiðsloysisskipanin
P.O. Box 3022
FO-110 Tørshavn
Tlf. 31 95 50 * Fax. 31 02 63
e-mail: alsØals.fo