mikudagur 11. november 1998síða 11
‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 214 — 11. NOVEMBER 1998
n
tíðindablaðið SCS2in
Miðlabreytin á Eysturskúlanum:
Gott við einum steðgi
frá ti vanliga
- Tað er lætt at
lata seg ávirka
av fjólmiðlum,
um man ikki veit
nóg mikið um
teir, men við at
fáa undirvísing í
miðlum læra vit,
at vit skulu ikki
trúgva øllum
blint og at tað
hevur týdning at
duga at lesa
millum reglur-
nar, sigur
Leivur Persson,
næmingur á
miðlabreytini á
Eysturskúlan-
um.
TURIÐ KJøLBRO
Á Eysturskúlanum í Havn
hava tey eina sera áhuga-
verda miðlabreyt. Sum orð-
ið sigur er miðlabreytin frá-
læra í fjølmiðlum, tað vil
siga frálæra í samskifti. Í
hesum sambandi vóru báðir
10. flokkarnir á Eysturskúl-
anum við lærara teirra Birg-
iri Kruse á vitjan á Sosial-
inum, har tey fingu kunning
frá blaðstjóranum um blað-
arbeiðið, hvussu tað verður
skipað og hvørji viðurskifti
dentur verður lagdur á.
Spurningarnir frá næming-
unum vóru væl fyrireikaðir,
nógvir og umfatandi, og
blaðstjórin gav sær góða tíð
at svara.
Endamálið við undirvís-
ingini í miðlum er at næm-
ingarnir gjøgnum uppliv-
ing, framleidslu og greinan
menna persónliga eginleik-
anum at skilja og nýta miðl-
ar. Frálæran leggur dent á,
at næmingurin lærir at skilja
týdningin, fjølmiðlar hava
bæði í egnari og fremmand-
ari mentan, so hann við hesi
vitan kann menna egið dirvi
innan og uttan skúlagátt.
Frálæran tekur stødi í, at
miðlar, sum eru ætlaðir
børnum og ungum, eru
vorðnir eins avgerandi tætt-
ir í uppalingini sum tættirnir
heim og skúli. Fyrsta evnið,
ið varð vidgjørt á miðla-
breytini við skúlaársbyrjan
var nevniliga fyribrigdið
ávirkan, grundað á eina
10. x og 10. y á Eysturskúlanum vóru á vitjan á Sosialinum her fyri saman við læraranum á miðlabreytini, Birg
amerikanska kanning frá
1977, sum vísti, hvat hevur
ávirkan á ungfólk: foreldur,
skúli og vinfólk. Kanningin
vísti, at foreldur hava
størstu ávirkanina á barnið,
tá ið tað er lítið, so koma
fyrst skúlin síðani vinfólkini
inn í myndina, og tá minkar
ávirkanin frá foreldrunum.
Spurningurin er so, hvar
fjølmiðlarnir eru í hesi
myndini, tí tað er eyðvitað,
at mangt er broytt síðani
1977 hesum viðvíkjandi.
$kriva dagbók
I frálæruni verður ein so-
kallað dagbók brúkt. Hver
næmingur hevur sína egnu
innbundnu dagbók, har við-
komandi skrivar í alla tíðina
til hvønn tíma.
Til frålæruna f midlum
verða evni vald, sum eru av
týdningi fyri næmingin, og
sum harumframt eru við-
komandi sæð í mun til sam-
felagskjakið og evnið, ar-
beitt verður við í hinum
lærugreinunum hjá næm-
ingunum. Sum dómi um
evni næmingarnir hava ar-
beitt við í seinastuni kunnu
vit nevna týska valið, elds-
brunin í Gøteborg, Pinochet
og annað.
Teori og praksis
Miðlabreytin er bert í 10.
flokki. Hon eigur 8 tímar av
tímatalvuni, 5 samanhang-
andi tímar í teldustovuni og
3 tímar í miðlastovuni um
vikuna. ->
Nýggja fólkaskúlalógin
krevur frálæru í miðlum.
- At undirvísa í miðlum
krevur, at viðkomandi lær-
ari fylgir væl við í tí, ið
hendir á miðlagkinum, er
tíðindanarkomanur og væl
fyrireikaður. Næmingarnir
eru ógvuliga áhugaðir og
væl motiveraðir. Teir hava
áhuga í øllum, sum liggur á
markinum til at vera undir-
hald. Í frálæruni brúka vit
internetið sum avíslesing,
har vit leita eftir upplýs-
ingum á fýra leitistødum.
Vit hava fýra stød, sum vit
kenna okkum trygg við,
norska Aftenposten, CNN,
Washington Post og New
York Times. Næmingarnir
fáa so uppgávur, har tey til
dømis skulu lýsa, hver er
Pinochet, hvør var Georg
Wallis, sum doyði her fyri
og so framvegis. Upplýs-
ingarnar finna næmingarnir
á internetinum, teir skriva
svarið í dagbókina og keld-
una, haðani upplýsingarnir
stava, sigur Birgir Kruse,
lærari hjá 10. x og 10. y á
miðlabreytini.
- Midlabreytin er í høv-
uðsheitum undirvísing í
samskifti, har vit skifta mill-
um teori og praksis. Grund-
stamman í undirvísingini er
dagbókin, næmingarnir
skriva í. Tað besta hevði
sjálvandi verið, at næming-
arnir høvdu eina farteldu í
part, men tað letur seg ikki
gera. Við at skriva í dagbók
fáanæmingarnir eisini venj-
ing í at skriva við hond, sig-
ur Birgir Kruse.
Børvísi og áhugavert
Leivi Persson, sum gongur
í 10. x, dámar væl miðla-
breytina. Hann heldur tað er
stuttligt at hava slíka frá-
læru, tað er annaðleiðis og
tað er altíð gott við einum
steðgi frá tí vanliga.
- Undirvísingin er áhuga-
verd og lærarin er væl inni
í evninum, vit viðgera. Tað
er áhugavert at finna mein-
ingina í tekstinum og at læra
at lesa millum reglurnar. At
ummæla filmir er eisini
stuttligt, yvirhøvur at
greina, men vit eru ikki altid
samd vid læraranum ella
innanhysis i flokkinum,
hvat alt merkir. Tad er gott
at hava fleiri samanhang-
andi undirvisingartimar, ti
so fáa vit meir burturúr og
tá kunnu vit fara onkustaðni
út um skúlastovuna, sigur
Leivur Persson.
Um hann kundi hugsað
sær at brúkt frálæruna í
miðlabreytini til at farið
víðari við, kanska tíkið eina
útbúgving í miðlum, sigur
Leivur.
- Møguliga, við frålæruni
á miðlabreytini eru vit í øll-
um førum væl betri inni i,
hvat hendir innan fjølmidl-
ar. Kanska fari eg at læra til
journalist, sigur Leivur.
Leivur heldur, at tað átti
at verið undirvíst í miðlum
áðrenn 10. flokk.
- Vit hava eitt sindur um
iri Kruse
Mynd: Jens Kr. Vang
Leivi Persson, sum gongur í 10. x, dámar væl miðla-
breytina. Hann heldur, at frálæra átti at verið í miðlum í
lægri flokkum eisini.
fjølmiðlar í lærugreinini
Sega og samtíð, men eg
kundi hugsad mær meiri
enn tad. Tad er lætt at lata
seg åvirka av fjølmidlum,
um man ikki veit nóg mikið
um tað, men við at fáa
undirvísing í miðlum læra
vit, at vit skulu ikki trúgva
gllum blint.
Næmingarnir í 10. flokki
á Eysturskúlanum halda
sum heild, at fjølmiðlarnir
Mynd: Jens Kr. Vang.
gera ov lítið burtur úr teim
ungu. Sjónvarpið hevur so
at siga einki til ungdómin
og ungdómssendingarnar í
útvarpinum eru ov fjasutar
- Tær undirmeta tey ungu
og har er ov nógv býtt og
fjas við. Blødini eru sum so
góð, men har er ov nógv av
politikki í, men tað er helst
einki at gera við tað, sigur
Leivur Persson.