Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-11-11, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 11. november 1998síða 17

‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 214 — 11. NOVEMBER 1998 sosialurin, box 76, 110 torshavn - tif 31 18 20 - Hondbóltur: Tveir dystir í bestu mans- deildini og ein dystur í bestu kvinnudeildini verða leiktir í kvgld. Tveir í Vestmanna og ein í Havn TERJ1 NIELSEN Farna vikuskifti vóru runavikingar og vitjaðu í Vestmanna við nýggja liði sínum, Tjaldrið. Tað ferðina eydnaðist tað teimum at fáa ikki færri enn 33 mál, men hetta var tó ikki nóg mikið til at basa koll- firðingum, sum skoraðu ikki færri enn 41 mál. Í kvgld eru runavíkingar aftur á vitjan í Vestmanna, og hesaferð er måtstødulidid føroyameistar- arnir úr VÍF. Torført verður hjá runavíkingum at ogna sær fyrstu stigini í dystinum í kveld, men vertirnir úr Vestmanna eru skerdir undan dystinum. Leikandi venjarin hjá vest- menningum, rumenin Daniel Rapa, kom herfyri út fyri einum óhappi, tá ið hann var og vitjaði fólk í Vestmanna. Rapa var á loft- inum hjá hesum fólkum, tá hann datt gjøgnum eitt hol, har ein lemmur átti at verða. Daniel Rapa gisti nátt á sjúkra- húsinum, har hann fekk seymað fýra pentur í tinningina, umframt at hann hevði ognað sær ein sterk- an heilaskjålvta og skaða í økslina. Væntandi verður Daniel Rapa klárur at spæla aftur um einar tríggjar vikur. Dysturin millum VÍF og Tjaldr- ið byrjar klokkan 19.45 í kvøld. Gongst væl hjá VÍF-kvinnunum Beint undan mansdystin í Vest- manna í kvøld, leika kvinnurnar hjá VÍF og GÍ/NSÍ eisini ein landskappingardyst. Uppflytararnir úr Vestmanna hava fingið eina góða byrjan upp á kappingarárið, og enn eru tað bert føroyameistararnir úr Kyndli, sum hava megnað at bast teimum, og tað var eisini tepurt. Rumenska Ioana Rapa hevur styrkt munandi um liðið hjá VÍF, og haraftrat er tað eisini ein styrk- ur, at Jacklyn Durhuus vendi aftur til barndómsfelagið eftir eitt ára útlegd í Kyndli. Kvinnuliðið úr Eysturoynni hevur havt bæði góð og vánalig úrslit í ár, og liðskiparin hjá teim- um, Kristine Ellingsgaard, segði herfyri, at tá tær hava ein góðan dag, kunnu tær vinna á nærum øllum liðum í landinum. Málglaðir kollfirðingar Í høllini á Hálsi verður eisini ein spennandi dystur í bestu mans- deildini í kvgld. Steypavinnararnir år H71 fáa vitjan av kollfirðing- um, og seinasta vikuskiftið vístu kollfirðingar, at teir eru førir fyri tíðindablaðið S0S2alurfin at fáa nógv mál, tá ið teir skutu heili 41 slík ímóti runavíkingum. Um hoyvíkingar megna at vinna dystin í kveld, so fara teir upp á ovastu rók í 1. deild hjá monnum, fax 31 47 20 - teldupost til ítróttin: emil sosialurin.fo ítróttin á fIntornetinum www.sosialurin.fo tir i H71 hevdi rímiliga lætt spæl móti StÍF leygardagin. Í kveld kemur KÍF at vitja meðan kollfirðingar við einum sigri kunnu fara fram um strand- ingar á fimta plássi. Tveir av leikarunum í dystinum í kvøld, Hans Guðmundsson úr kvold Mynd: Álvur Haraldsen H71 og Allan Mørkøre ur KIF. gjørdu ávíkavist 12 og 14 mål seinasta vikuskifti, so lagt er upp til ein málríkan dyst í høllini á Hålsi klokkan 19.45 i kvøld. Mjølnirkvinnurnar hava stungið ut í kortið Flogbóltur, kvinnur: Meistararnir hjá kvinnum hava longu sett kós eftir næsta meistaraheitinum í rgðini. Fleyr b kundi einki gera móti klaksvíksgentunum sum vunnu 3-0 í Havn EMiL L. JACOBSEN Mjølnirkvinnurnar hava fingið vind í seglini frá byrjan í ár. Tær hava vunnið allar dystirnar í eini kapping, sum er løgnari enn nakr- antíð. Okkurt lið hevur leikt seks dystir, meðan okkurt annað hevur leikt tríggjar, teirra millum Mjøln- ir. Hetta vikuskiftid var Mjølnir í Havn og leikti móti Fleyr b og tann dystin vunnu tær uttan stór- vegis trupulleikar. B-liðið hjá Fleyr er ikki so væl fyri við leik- aratilfari og tað sæst aftur á úr- slitunum. Leikararnir eru royndir, men hava ikki leikt nóg leingi á høgum stødid til at kunna gera seg galdandi f meistaradeildini. Mjølnir var komið til Havnar eftir øllum stigunum og tær høvdu sett sær sum mål at royna allar tær kombinatiónir tær kundu. Hetta eydnadist eftir øllum at døma væl, ti Mjølnir vann settini nokkso greitt. Settúrslitini vórðu 15-10, 15-6 og 15-5 til Mjølnir og tá skal leggjast afturat at allir leikararnir hjá Mjølni fingu tvey sett f part. Mjølnir hevur eitt stak gott lið. Leikaratilfarið er blandað við góð- um ungum leikarum og góðum royndum leikarum, sum eru trygd- in fyri at um tað ikki »riggar« sum tað skal hjá teimum yngru, ja, so eru tær eldru klárar at taka yvir. Álopsspælið hjá Mjølni er gott. Tær hava ein tann royndasta hev- aran í landinum og Marjun Kalsg hevur góða ávirkan á hinar leik- ararnar. Blokaduspælið hjá Fleyr b er harafturímóti ikki so gott og tí høvdu klaksviksgenturnar rimi- liga lætt spæl. Spælt triggjar - vunnid triggjar Við hesum dystinum hevur Mjøln- „ir leikt tríggjar dystir og vunnið teir allar. Kortini liggja tær ikki á odda í landskappingini tí Dráttur hevur spælt fleiri og vunnið fleiri dystir enn Mjølnir. Um vit skulu gera okkum eina meting um hvat lið fer at gera seg galdandi í ár, so fer Mjølnir at vera eitt gott boð. Sum nevnt hava tær eitt framúr gott spæl, og hóast tær ikki hava nakran venjara á bonk- inum undir dystinum í ár, so hava tær kortini rutinuna til at gera seg galdandi. Afturat Mjølni verður óivað TB og so kanska eisini Fleyr, sum altíð hevur evnini at Fylgið við ítróttinum í Sosialinum — vit við tí føroyska ítróttinum — koma afturí aftur Fleyr tapti móti Drátti í Havn og móti TB á Tvøroyri, men tað fer kortini at vísa seg, at tær fara at verða drúgvar tá samanumkem- ur. Dráttur hevur fólkið til tað, men tað vísir seg ofta, at tær missa stevið tá kappingin nærkast end anum. Hví, er ikki gott at vita, men løgid er tað kortini. Eitt er í hvussu er vist, og tað er at tað er torført at spåa um fram tíðina. Kortini kann verða at vit fáa eina hjálpandi hond í okkara spákonuvirksemi komandi viku- skiftið. Tá verður FK-kappingin hjá Fleyr, og tað er væl hugsandi at vit fáa eina mynd av hvussu landskappingin hjá kvinnunum fer at laga seg í ár. Livst, so spyrst