Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-11-11, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 11. november 1998síða 18

‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

18 mr FYR fann re tíðindablaðið SOSTEMMMN Nr. 214 — 11. NOVEMBER 1998 Nu gongur framå hjå Fram Flogbóltur, menn: Eftir at hava tapt móti Fleyr og næstan tapt móti SÍ, kom gongd å hjå Fram, sum vann å Mjølni eftir ein spennandi dyst EmiL L. JACOBSEN Tá seinasta kappingarár endaði misti Mjølnir fleiri leikarar úr tí tyngra endan- um og tað sæst eisini aftur á úrslitunum í ár. Dystir, sum Mjølnir vanliga hevur vunnið, verða nú taptir. Fyri nøkrum vikum síðani var tað IF, sum í Klaksvík gjørdi bart og vann á Mjølni Hetta vikuskiftið vóru klaksvíkingar í Havn og spældu móti Fram. Hvørki av oddaliðunum frå í fjør hevur rættiliga havt eydn- una við sær í ár, og tí var týdningarmikið at fáa gongd á nú Og hesaferð var tað Fram sum dróg longra stráið. Í einum sera spennandi og til i sera væl leiktum dysti vunnu teir 3-2 móti meistarunum Tað var eisini Fram, sum fekk bestu byrjanina. Teir vunnu fyrsta sett ruddiliga 'g serliga vóru tað teir báðir Sigmund og John Heri, sum PIKin EIS vístu sínar dygdir. Fram hevur annars eisini mist fleiri góðar menn í ár og tí eru teir ikki eins sterkir og teir vóru í fjør. Pól Guðmundssen er, sum nevnt aðrastaðni, aftur í IF eftir ein stuttan steðg í Fram í fjør. Bárður, sum seinasta ár var spælskipari á Fram-liðnum er farin utt- anlands í lestarørindum og spælir nú flogbólt í donsku elitudivisi6nini vid Fortuna Odense Hóast teir taptu fyrsta sett, so er Mjølnir ikki eitt lið, sum gevur seg yvir uttan dyst og teir bardust tí tað besta teir høvdu lært. Við Trúgva Poulsen, John Syderbø og Jóannes Poul- sen sum undangongumonn- um knógvaðu teir tey bæði næstu settini til høldar og tí stóðu teir til at vinna dystin um teir fingu fjórða setti heim, men soleiðis gekst nú ikki kortini Fram leikararnir og serliga Sigmundur av Teig- um, sum er tann heilt stóri leikarin hjá Fram, fekk gongd á spælið og við hon- um sum lokomotivi vann Fram fjórða sett. Fimta sett spennandi Sum vera man gjørdist sein- asta settið í dystinum næst- an ein gysari. Mjølnir fekk bestu byrjan og legði seg væl á odda, men ikki nóg mikið. Fram hevur ótrúlig evni at koma aftur í aftur. Hóast tað til tíðir sær út sum eru teir púrasta steðgaðir upp, so brestur fyri nev hjá teim- um og tá hol er komið á eru teir ikki til at steðga aftur. Soleiðis var eisini í dyst- inum móti Mjølnir í viku- skiftinum. Mjølnir fekk luft undir veingirnar i fimta setti, men tå ein løta var farin, vóru tað klaksvíking- ar, sum lógu veingjaskotnir eftir á, meðan Fram hevði lagt seg á odda. Mjølnir megnaði ikki at venda gongdini og tí endaði dysturin við, at Fram 3-2. Hóast stutt er fráliðið, síð- ani farið var undir kapping- ina, so er longu ein greið mynd av hvussu hetta kapp- ingarárið fer at laga seg. Tað sær nevniliga soleiðis út, at missurin hjá teimum báðum liðunum, sum vóru fremst í fjør, hevur verið ov stórur til at tey kunnu fóta sær í ár og hesum fara ÍF a og Fleyr at gera sær dælt av. Sum kappingin hevur lag- að seg higartil, so er tað eis- ini henda myndin, sum kemur fram. Komandi vikuskiftið fáa vit so at síggja um tað bara eru gitingar ella um hald er í, tí tá verður fyrsta steypa- kappingin á árinum. Fleyr bjóðar hinum feløgunum til Havnar at spæla kapping og tað verður spennandi at síggja hvussu leikur fer. Nú ljóðar tað kanska sum um tað er stórur munur á liðunum, men so er kortini ikki og liðini skulu øll ansa sær í øllum dystunum, tí gera tey ikki tað, so stendur tap í hendi. EMiL L. JACOBSEN Nú er flogbóltsárið byrj- að av álvara. Henda ítr- Óttargreinin, sum hevur verið ein av okkara fremstu heiðursmerkja- savnarum á Oyggjaleik- unum, verður sum vera man bert spæld um vet- urin, og bert innandura, men okkurt bendir á, at kappingin í ár er gjørd í skundi. Hon er í øllum førum ikki serliga vin- arlig móti spælarunum og ødrum, sum fylgja við. Fyri ikki so langari tíð síðani gjørdi FBF av, at sleppast skuldi undan teimum sonevndu dup- ultvikuskiftunum. Við ødrum orðum skuldi tað ikk: koma fyri, at sama lið skal spæla tveir eila fleiri dystir sama viku- skifti. Men tílík viku- skifti eru fleiri av í ár, og av somu orsøk er tað so at siga vónleyst at síggja, hvussu tað veru- líga stendur til í kapp- um alt landið — frá TB í Suðuroynni til Drátt - Vesturi í Vágunum. TB hevur tvey lið við í kapp- ingini hjá kvinnum, og uttan at kunna lasta TB fyri nakað, er hetta 6- heppið fyri kappingina. á Tvøroyri at spæla, spæla tey tveir dystir sama dag, og tað er 6- heppið. Tá TB hinvegin fer norður um at spæla, spæla tær ofta upp í tríggjar dystir sama vikuskiftið — og tað er sera óheppið! Hetta setir eisini sín dám á støduna í meist- aradeildini hjá kvinnum. Kappingin hjá kvinnunum ikki til at rokna út Flogbóltur: Okkurt liðið hevur longu spælt seks dystir, meðan annað bert hevur spælt tríggjar Í letuni hevur Mjølnir spælt tríggjar dystir og vunnið teir allar. Flott klárað, halda tey flestu ivaleyst, men tær eru ikki nummar eitt í kapp- ingini. Tað er Dráttur, sum hetta vikuskiftid tapti móti TB, men sum hevur spælt seks dystir og hevur fleiri stig enn Mjøinir, Um ikki so langa tíð skal Mjølnir spæla tríggjar dystir eftir fáum døgum, og so eru vit á leið aftur. Hjá Fleyr a er stødan eis- ini eitt sindur løgin. Tær høvdu frí farna viku- skiftið, og vikuskiftid áðrenn tað var FK-kapp- ingin fyri tey yngru. Komandi — vikuskiftid verður so FK-kapping fyri tey vaksnu, og tá fáa tær so eitt sindur av dyst- arvenjing, men í lands- kappingini hava tær ikki spælt í fleiri vikur. Summi munnu minn- ast kappingina hjá monnum fyri ngkrum ár- um síðani, tá stødan var nakað tann sama. Tá spældi Fleyr heldur ikki í ein heilan mánað. End- in varð, at seinastu trígg- ir dystirnir hjá Fleyr tað árið allir vóru móti Mjøinir! Stødan, sum kvinnu- deildin er i nå, er kanska ikki heilt so ring, men tað er framvegis oy nógy at bjóða spælarunum, sum mugu hava krav upp á eina rímiliga javnt spjadda kapping. Annars er lætt hjá onkrum liðum at fáa fyrimun fram um onnur lið, og tað kann ongantíð vera rætt. Sørvingar smurdir av í Runavík Flogbóltur, menn: Heimadystirnir hjá ÍF máttu spælast í Runavík hetta vikuskifti og tað var so at siga tað einasta nýggja úr Fulgafirði. Dystin móti SÍ vunnu teir so ruddiliga 3-0 EMiL L. JACOBSEN Hallarvidurskiftini hjá ítr- óttarfeløgunum kring land- ið eru alt annað enn góð Vikuskiftið er nokkso av- markað í longd framman- undan, og torført er at fáa allar hondbótlsdystirnar og flogbóltsdystirnar at passa inn. Men tá hallirnar verða leigaðar út heil vikuskifti, so gerst upp aftur verri. Júst farna vikuskiftið gekk tað út yvir IF. Høllin á Kambsdali var leigað út til bingospæl og tí máttu fugl- firðingar leita sær til Runa- víkar at avgreiða sínar dyst- ir. Fyrstalið skuldi leika móti SI og tann dysturin var skjótt avgreiddur. ÍF vann dystin so ruddiliga og tað var fult uppiborið, verður sagt úr Fuglafirði. Settúr- slitini vóru 15-2, 15-7 og 15-8 til IF og tad sigur okk- um so mikið sum, at SI ong- antíð var rættuliga inni í dystinum. SI fer at hava tað torført í ár, tí fólkið hjá teimum hev- ur ikki áður roynt at spæla undir tílíkum trýsti. Sterk- asti leikarin á liðnum, sum í fjør vann kappingina i fyrstu deild, Anfinn Joensen er farin av landinum og tå eitt lið missir ein landslids- leikara, so sæst tað sjálvandi aftur. Styrkin í álopinum er so at siga burtur og blokadan er munandi verri av somu orsøk. Ein annar trupulleiki er, at hevararnir báðir eru smáir menn. Onki ringt um tað annars, men tað hevur sínar avgjørdu fyrimunir í verju- spælinum frammi við netið at vera stórur, so her hava m6tstødulidini ein fyrimun. Nú skal alt ikki gerast so ringt kortini. SI hevur fingið sett frá bæði Fleyr og Fram, so teir skulu kanska bara gera eitt sindur meira við venjingina fyri at koman tað verið longri upp. IF væl fyri Hjá ÍF liggur hinvegin sera væl fyri. Teir hava fingið Pól Guðmundsson til Fugl- afjarðar aftur — hann leikti í Fram í fjør, og tað er einki at taka seg aftur í, at hann hevur styrkt munandi um liðið. Suni Hansen, sum er spælandi venjari hjá ÍF í ár, "var uttanlands ein góðan part av árinum í fjør, men hann er so ruddiliga komin í hæddina í ár. Men tað eru nú ikki bara hesir báðir, sum halda liðn- um uppi. Fleiri aðrir góðir leikarar eru við, sum gera liðið til eina heild, sum sakt- ans kann fara at vera tað besta boðið uppá meistara- heitið í ár. , Orsøkin til at ÍF a er eitt so gott lið í ár er at teir hava eina góða verju og eitt 6- trúliga effektivt spæl á gólv- inum. Skjótir og berjast fyri hvønn tann einasta bólt.