mikudagur 11. november 1998síða 20
‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
20
tíðindablaðið SLS2U
Nr. 214 - 11. NOVEMBER 1998
Frágreiðingin y frá Búskaparráðnum
Yvirlitandi inngangur
Nú longri er liðið út á árið, síð-
an Búskaparráðið gav frágreið-
ing út í juli, er hevuðsboðskap-
urin at båskaparvøksturin heldur
fram. Á framleiðslusíðuni sæst
vøksturin á, at lønargjaldingar-
nar sum heild framvegis eru
vaksandi, og vøkstur er nærum í
øllum vinnugreinum. Onnur
tekin um framgongd benda sama
veg. Arbeiðsloysið minkar fram-
vegis, og fiskiskapurin hevur
verið góður. Útflutningsvirðið er
vaksandi, meðan innflutning-
virðið ikki veksur so dúgliga.
Avlop er sostatt á handilsjavna-
num. Og prisvøksturin á fiski
heldur fram, hóast tað í vár var
torført at hugsa sær at hann
kundi vaksa nógv meira. Fiski-
skipaflotin hevur av tí sama sum
heild rættuliga stór avlop. Hin-
vegin er vøksturin í innflutningi-
num tekin um størri eftirspurn-
ing, eins og høgu húsaprísirnir
og vøksturin í byggivinnuni
eisini eru tað.
Tað eru bæði fiskiskapurin og
fiskaprísirnir, sum skunda undir
vøksturin í fiskivinnuni. Men
hesar seinastu mánaðarnar er tað
meira fiskaprísirnir, sum hava
borið vøksturin í fiskivinnuni
uppi, tí fiskiskapurin hevur verið
slakari seinna partin av árinum.
Vaksandi innlendski eftirspurn-
ingurin setir ferð á vøksturin í
gðrum vinnum, sum framleiða
til heimamarknaðin, meðan
almennu tænasturnar ikki vaksa
eins dúgliga
Lenargjaldingar, framleiðsla
og búskaparvekstur
Til at meta um inntøkurnar hava
vit lønargjaldingarnar at meta
okkum eftir. Tær siga i fyrsta
lagi, hvussu nógv ið løntakarar-
nir fingu í hvørjari vinnugreini-
ni, men vit fåa ikki tøl fyri sam-
anløgdu inntøkurnar i samfelag-
num, ti her eru bara A-inntøkur
uppgjørdar. Her eru ikki sosialar
veitingar, sum borgararnir fåa,
og her eru ikki B-inntøkur ella
partafelagsinntøkur uppgjørdar.
Men tølini siga eisini nakad um
framleidsluna, ti samanhangur er
millum lønargjaldingar og fram-
leiðslu. Tó kann man ikki heilt
siga, at broytingin í framleiðsl-
uni er tann sama, sum broyting-
in í lønargjaldingunum. Ein
orsøkin er, at lønargjaldingarnar
vaksa ikki bara tá meira er ar-
beitt, men eisini tá lønirnar fara
upp, og væntast kann, at tá
framgongd er í búskapinum,
vaksa lønirnar í fleiri vinnu-
greinum — eitt nú byggivinnuni.
Ein onnur orsøk er, at tá fram-
gongd er í búskapinum økjast
inntøkurnar hjá fyritøkunum
helst lutvist meira enn lønarinn-
tøkurnar. Men hóast hesi fyri-
varni, so er rímuligt at brúka
lønargjaldingarnar sum fyribils
mát fyri framleidslugongdina, tå
talan er um styttri tíðarskeið.
Framgongdin i lønargjaldingum
var 11%, tå sammett verða tíðar-
skeidini frå oktobur til septemb-
ur i 1996/97 og 1997/98. Serliga
stórur vøkstur var i fiskiskapi
har hann var 22%, i byggivinn-
uni 28%, i handli og umvæling
10% og i fiskavirking 13%.
Privatu vinnurnar sum heild
øktust vid 307 miljønum ella
3%, medan almennu tænastur-
nar øktust við 84 miljónum ella
6%. Av privatu vinnunum eigur
fiskiv innan sum heild meira enn
helvtina av vøkstrinum — einar
174 miljónir, sum fyri stóran
Talva 1: Lønargjaldingar í vinnugreinum í 1.000 kr.
og prosentbroytingar
Konjunkturgongdin 1998
Búskaparráðið g gav ].juli í ár út eina frágreiði
í aftur, og siga heldur stuttorðað frá, hvussu ráðið metir gong
skaparráðnum framyvi ir er, at geva eina drúgvari frágreiðing um várið og so at geva smærri frágrei
ng um búskapargongdina. Ætlanin við hesari frágreiðing er bara at tríva aftur
dina, sum verið hevur restina av árinum. Ætlanin hjá Bú-
ðing út aftur um heystið
Mynd 1: Lønargjaldingar i vinnubólkum jan. 1995 til sept. 1998, 3 må. meðal
000 4
Jan 95 Jul
= = -Utflutningsv innur
part stava frå prisvøkstri uttan-
eftir.
(Sí talvu 1)
Hóast vøkstur hevur verið í
flestøllum vinnugreinum, so er
framleiðsla av ymsum slag -
bygging, smiðjur, fiskavirking
og onnur framleiðsla - ikki kom-
in á tað stødid, sum var áðrenn
kreppuna. Av hesum sama fyllir
tað almenna stórri part av bú-
skapinum enn frammanundan,
hóast vøksturin í lønargjalding-
unum í almennum tænastum er
minni enn hann er í privatu
vinnunum.
Gera vit eina einfalda fram-
rokning, so fara samanløgdu
lønargjaldingarnar at verða í
mesta lagi um 4,1 miljard í
1998, og verða sostatt sløk 9%
hægri enn í fjør. Hetta er nakað
tann sami vøkstur, sum nú hevur
verið í 3 ár á rað.
Býta vit vinnurnar upp í útflutn-
ingsvinnur, heimamarknaðar-
vinnur og almennar tænastur, so
sæst á myndini, at rímuligur
vøkstur er í øllum trimum.
Vøksturin stendst bæði av vaks-
andi lónum til hvønn einstakan
og av at fleiri arbeiðspláss vera
skapt. Lønargjaldingarnar í út-
flutningsvinnum øktust 18%, í
heimamarknaðarvinnum 10% og
í almennum tænastum 6%, tá vit
sammeta skeiðini oktobur til
septembur 1996/97 og 1997/98.
Samanlagdi vøksturin í lønar-
gjaldingum var 11%. Vøksturin
er sostatt størstur í fiskivinnuni,
og har er inntøkuvøksturin púra
styrdur av tilfeinginum og
marknaðarprísunum.
(Sí mynd 1)
Vinnurnar, sum ávirkast av eftir-
spurninginum heima — mest
tænastuvinnur, umvæling og
bygging — vaksa ikki eins nógv
og útflutningsvinnan. Vøksturin
Jan se Jul
— Heimamarknaðarvinnur
i lønargjaldingum f almennum
tænastum er minni enn í markn-
aðarvinnunum, so at tað al-
menna fyllir minni part av bú-
skapinum, sum frá líður.
Samanlagdur vøkstur upp á 11%
í lønarinntøkum, er tó ógvuliga
stórur vøkstur. Men spurningur-
in vil altid vera, um hetta er ov
nógv elia ikki.
Búskaparráðið metir, at enn eru
ikki avgerandi tekin um skeiva
gongd, hvat id vøkstrinum við-
víkur:
= Handilsjavnin vísir eitt
avlop vaksandi frá 1997 til
1998, tí útflutningurin veks-
ur meira enn innflutningur-
in. Tað er onki sum týður
upp á, at samanlagdi gjalds-
javnin skuldi givið verri
úrslit — heldur tvørturim6ti.
Tó má væntast, at innflutn-
ingurin til fløgur fer at
vaksa, so hvørt sum fløgu-
hugurin økist aftur.
= Vit hava framvegis eitt
arbeiðsloysi upp á 7%, tá
roknað verða tøk í ALS og
hjá Almannastovuni. Um-
framt hetta vita vit, at eitt
stórt tal av føroyingum eru í
arbeiði uttanlands, og tó eru
tøkir til føroyska arbeiðs-
marknaðin. Tó kann saktans
gerast mangul upp á fólk
við røttu førleikunum í mun
til eftirspurningin.
= Sum tekin um, hvørt stóri
vøksturin skapar inflasjón,
hava vit prístalið at halda
okkum til. Har var vøkstur-
in umleid 4,5% seinasta 12
mánaða skeið, afturímóti
3,3% skeiðið frammanund-
an. Men av tí, at prístalið
vísir bæði inflasjónina í
innfluttu vørunum, eins og
partvíst innlendsku infla-
sjónina, er torført at siga við
vissu, hvaðani inflasjónin
stavar. Men meta vit eftir
Juli Jame Jul
— Almennar tænastur
donsku inflasjónini' , so er
tó mest sannlíkt, at megin-
parturin av inflasjónsvekstr-
inum var innlendskur. At
vøksturin í håsaprisunum er
hasaður av, samstundis sum
húsabyggingin ikki er so
ógvusliga stór, kann takast
sum eitt tekin um at húsar-
haldini er varin við at økja
um útreiðslustgðið.
Hóast ongi avgerandi tekin enn
eru um, at rættuliga stóri bú-
skaparvøksturin veldir trupul-
leikar, so er tó neyðugt, at eitt
vakið eyga verður hildið við
gongdini. Serliga má havast í
huga, at vøksturin í útflutnings-
inntøkum er sera viðbrekin, tí
hann fyri stóran part kemst av
prisvøkstri, sum vit ikki hava
tamarhald á.
Orsøkir til fram- og
afturgongd
Fram- og afturgongd í búskapi-
num stava serliga frá tveimum
keldum, nevniliga fram- og
afturgongd í útflutningsfram-
leiðsluni og í innlendska eftir-
spurninginum.
Er nógv til av fiski, ella prísirnir
í útflutninginum eru høgir, so
setir tað ferð á inntøkuvøksturin,
síðani á eftirspurningin og á
búskapin sum heild. Í so máta er
tað fiskivinnan, sum mangan er
keldan til konjunkturar í bú-
skapinum, og hetta er eitt, sum
ger fiskivinnubúskapir so 6stød-
ugar.
Men vit hava eisini havt tíðarbil,
tá ongin vøkstur hevur verið í
fiskivinnuni, og vit tó hava havt
vøkstur í búskapinum. Fiski-
skapurin seinast í 80' árunum var
góður, men tó stødugt minkandi,
meðan inntøkurnar úr fiskiskapi
hesi árini heldur ikki vóru vaks-
andi, og kortini var stórur vøkst-
ur í samanlagda búskapinum
3