mikudagur 11. november 1998síða 21
‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 214 — 11. NOVEMBER 1998
árini frá 1985 til 1989. Orsøkir-
nar vóru at bæði penga-, vinnu-
og fíggjarpolitikkurin skundaðu
undir heldur enn at tarna nýtsl-
uni, sum ikki framleiðslugrund-
arlag var undir.
Tað er nátúrligt, at fylgt verður
gjølla við, hvørjar orsøkirnar eru
til vøksturin f inntøkum og
vøksturin í eftirspurningi annars.
Er ikki inntøkuskapandi grund-
arlag undir nytsluni, ella ikki
rentabilitetsgrundarlag undir
iløgunum, so økist skuldin hjá
ymsu pørtunum í búskapinum.
Er so heldur ikki vøkstur í inn-
tøkunum komandi árini, so er
ikki inntøkugrundarlag til at
gjalda læntu nýtsluna ella læntu
iløgurnar aftur. Sjålvsagt ber til
at økja nýtsluna ella fløgurnar í
dag, um framtíðar inntøkan er so
mikið størri, at hon ber øktu
skuldina. Men um ikki haldgott
grundarlag er undir trånni um
betri inntøkur, so må nytslan
vera so mikið minni í framtíðini,
fyri at gjalda skuldina aftur.
Er væntandi, at inntøkurnar fara
at gerast minni, so eigur tað
almenna at brynja búskapin til at
taka ímóti bakkastinum. Bú-
skaparráðið hevur áður mælt til
at Landskassin altíð hevur eitt
rímuligt fríholt, so at vanligu
konjunkturirnir í fiskiskapi og
fiskaprísum ikki fáa óneyðug
órógvandi árin á húsarhaldini,
vinnurnar og almennu skyldur-
nar'. Ætlaða avlopið á figgjar-
lógini upp á 250 miljónir — ella
gott tað, um tað er varisliga
ætlað — er tó heldur lítið, tá havt
verður í huga, at bæði fiskiskap-
urin. fiskaprísirnir, renta, olju-
prísir, skuldaravtalan við ríkis-
myndugleikarnar, avlopið hjá
Føroya Banka 0.a., hava skund-
að undir búskapargongdina og
harvið eisini økt um netto inn-
tøkurnar hjå landskassanum.
Minka vit avlopið vid teimum
123 miljónunum, sum avtalaða
afturgjaldið til donsku stjórnina
er, eru 127 miljónir eftir, sum
má metast at vera heldur lítið, tá
mett verður í mun til sera góðu
fortreytirnar annars.
Húsaprísirnir
Prísirnir á sethúsum verða settir
á einum at kalla fríum marknað.
Gongdin í sethúsaprísunum hesi
árini síðani januar ársfjórðingin
1985 fram til apríl ársfjórðingin
í ár, er víst á myndini niðanfyri.
(Sí mynd 2)
Húsaprísirnir øktust nógv frå
1995 til 1997. Men í ár hevur
eingin vøkstur verið í húsa-
prísunum, at kalla. Prísirnir eru
heldur stabiliseraðir, hóast
smærri munir eru frá árfjórðingi
til ársfjórðing. Tann órógv, sum
hevur verið á húsamarknaðirum
sær nú út til at vera hasað av.
Prísurin fall frá 1990 til 1995,
og vaks, sum sagt, frá 1995 til
1997, og nú hevur so í eitt ár
verið meira friður á prísinum.
Marknaðurin sær út til at vera
komin í eitt slag av javnvág, har
prísurin hevur funnið eina legu
sum í løtuni sýnist støðug. At so
er, týðir kanska eisini upp á, at
fólk sum hugsa um at seta búgv
í dag, ikki stúra fyri nøkrum
rættuligum bakkasti, og at tey
ikki vænta nakra stórri fram-
gongd heldur. At húsabyggingin
so smátt er farin í gongd aftur,
merkir helst, at rímuligari lutfall
er millum byggingarkostnaðin
av nýggjum húsum og prísin á
gomlum húsum, sum seld verða
á marknaðinum.
Uppgerðir frá SEV vísa, at tað
vóru 25 nýggjar innleggingar í
sethús í 1996, 51 í 1997, og
aftur 51 fram til endan av sep-
tembur í 1998. So hóast talið á
nýbygdum sethúsum er vaks-
andi, so er framvegis ikki talan
um serliga stóra húsabygging.
Men tað er vert at leggja sær í
geyma, at fólk seta seg fyri hús-
askuld í dag við sera lágari
rentu. Hækkar rentan, so verður
húsaskuldin tyngri at bera, tí
komandi árini fer rentustuðulin
til sethúsabygging at minka.
Fiskiskapur — prísir, nøgdir |
Utflutningurin í nøgdum av
fiskavgrum minkaði við 3%, tá
sammett verða 12 mánaða
skeiðini septembur til august í
1996/97 við 1997/98. Men í
virði vaks útflutningurin við
einum 14%. Orsgkina til at út-
flutningsvirðið er vaksið finna
vit bæði í generellum prisvøkstri
á marknaðinum fyri flest allar
fiskaframleiðslur, og í at vit
fluttu munandi meira út av virk-
aðum vørum í mun til 6virkadar
verur.
Samansetingin av útflutningi-
num er broytt í hesum 12 mán-
aða tíðarskeiðinum, talan er um.
Serliga er tað minkingin av ísað-
um og frystum heilum fiski, sum
er minkað í nøgd, meðan stórur
vøkstur var í útflutningi av fryst-
um flaki. Hetta hevur so eisini ta
åvirkan, at samanlagdu nøgdir-
nar minka, tí úrtgkan til flak er
kanska niðanfyri helvtina av
fiskinum, umframt at tað so fær
hægri prís. Tað gevur tí ikki so
stóra meining av sammeta nøgd-
irnar í samanlagda útflutningi-
Mynd 2: Meðalhúsaprísir í Havn og í landinum sum heild í
ársfjórðingum
1400 000
1 200.000
+ 000.000
ja ave? ja aað a ja 3 a a a jens a jeres
ársfjórðingur og ár
tíðindablaðið S08salhfn
Ísaður og frystur fiskur
Fiskaflak, ísað og fryst
Saltfiskur
Rækjur og skeljar
Laksur og síl
ilgjørdur fi skur
Fi skavørur til ídnað
Aðrar verur uttan skip
Skip
Samanlagt
Samanl uttan skip
Samanlagt fiskavørur
Kelda: Hagstova Føroya
num av fiski.
(Sí talvu 2)
Av heilum frystum ella ísaðum
fiski telja toskur, hýsa og upsi
umleið 1/3 í nøgd av saman-
lagda útflutninginum bæði tíðar-
skeiðini í Talvu 2, tó nakað
meira í fyrra skeiðinum. Talva 3
vísir hvussu stórur partur av
útflutninginum av "Ísaðum og
frystum fiski" vóru toskur, hýsa
og upsi. Minkingin í útflutningi-
num av hesum trimum sløgum
samanlagt hevur verið markant-
ur, hóast útflutningurin av 6-
virkaðari hýsu er vaksin nakað.
Hetta kemst av at útflutningurin
av toski samstundis er minkaður
munandi meira.
(sí talvu 3)
Men útflutningurin av óvirkað-
um fiski er partvíst ávirkaður av
hvussu nógv er fiskað, og part-
vist av hvussu kappingarførid
hjá virkjunum er til at keypa
fiskin. At minni er fiskað av
toski og meira av hýsu, seinna
tíðarskeiðið í talvuni, hevur sína
ávirkan á útflutningssamanset-
ingina. Men rokna vit hvussu
stóran part av samlaðu veiðuni,
vit útflyta óvirkaða, fryst ella
ísað, so sæst at hesin parturin er
minkandi. Í meðal vóru útflutt
umleið 40% av hesum trimum
sløgum óvirkað av landinum í
fyrra 12 mánaða skeiðinum,
meðan talan er um eini 25% í
meðal seinna skeiðið, tá roknað
verður í mun til samlaðu avreið-
ingarnar av toski, hýsu og upsa í
Føroyum.
Munurin á avreidingarprisinum í
Føroyum og prisinum í útflutn-
ingi av heilum isadum fiski er
framvegis rættuliga stórur. Mun-
urin å at avreida tosk f Føroyum
og so at senda hann av landi-
num, liggur 3. ársfjórðing um
1,35 kr. afturímóti 1,80 kr. somu
tíð í fjør. Fyri hýsu er haraftur-
ímóti talan um ein vøkstur í
muninum, frá 1,93 kr. til 2,36 kr.
Utflutningurin av alifiski er
minkadur 5% f nøgd hetta tidar-
skeiðið, men hevur givið næstan
tað sama í útflutningsinntókum.
Prísurin á alifiskinum vaks einar
6 — 8 kr. í vár, men fall so aftur
út á heystið. Hvussu marknað-
urin fer at vera, er ilt at síga, tí
tað kunnu vera bæði kreppurnar
í russiska og asiatisku marknað-
unum, sum hava ávirkan á prís-
gongdina í Europa, eins og onn-
ur árin í stóru framleiðaralondu-
num, sum trýsta prísin. Men í
nøgdum kann væntast ein rímu-
ligur vøkstur í 1999 og 2000, so
2650 767)
2629.341
um prisurin verður til vildar,
fara utflutningsinntøkurnar at
vaksa úr alifiski komandi árini.
(Sí talvu 4)
Avreiðingarnar frá føroyskum
skipum til føroyskar fiskakeyp-
arar hava verið stórri seinastu 12
mánaðarnar, enn teir 12 mánað-
arnar frammanundan. Avreiðing-
arnar frá oktobur 1996 til sep-
tembur 1997 vóru umleið 93
túsund tons. Frá oktobur 1997 til
septembur 1998 eru avreidd 9%
fleiri, ella 101 túsund tons. Av-
reiðingin av toski er 19% minni,
meðan nøgdin av hýsu er mun-
andi stórri enn frammanundan -
næstan dupult so stór. Hesar
seinastu 12 mánaðarnar avreiddu
føroysk fiskiskip 27 túsund tons
av toski og 20 túsund tons av
hýsu. Sambært Fiskirannsóknar-
stovuni eru útlitini fyri upsa-
21
21
1251 17}
fiskiskapinum ikki góð, men tó
er væl komið upp á land sein-
astu mánaðarnar, tí avreidd eru
næstan 23.000 tons í skeiðinum
oktobur til septembur 1997/98,
sum er 37% meira enn tey
16.500 tonsini i 1996/97.
Samanburður millum avreiðing-
ar í 2. og 3. ársfjórðingi í 1997
og 1998 vísir tó, at heldur minni
varð avreitt av fiski til føroyskar
fiskakeyparar í ár. Men um
somu tíð var avreiðingarvirðið
munandi stórri, so at tað er fyri
mesta partin prísurin, sum gevur
inntøkuvøkstur í fiskiskapi. Var
hann ikki, høvdu vit ikki havt
vaksandi inntøkur i fiskiskapi
seinna partin av årinum.
framhald
Talva 4: Avreidingar frå føroyskum fiskiførum til føroyskar
fiskakeyparar og prosentbroytingar