Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-11-11, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 11. november 1998síða 22

‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

22 (.....not a long-term solution either!) Navnid, W. Edwards De- ming, mann i dag vera kent um allan heim, sum navnið á einum av kendastu fyri- sprákarunum fyri góðsku- stýring. Í sínari seinastu bók, áðrenn hann doyði, “The New Economics" MIT 1993), sigur hann m a. í sínum eyðkenda greiða »g rámandi orðalag! “Some countries live in part by export of non-rene- wable materials such as oil, coal, iron ore, copper, alu- minium, scrap metals These are temporary bless- ings; they can not last for- ever. To live on gifts, credit, or on borrowed money is not a long-term solution either.” Sannleikin í hesum vísu orðum er einfaldur, mest- sum banalur, men tað er sannleiki vanliga, og sum land kenna vit henda sann- leika í ólukkumáti. Satt at siga kenna vit hann eisini sum menniskju, einkultper- sónar og húski. Vit knógva enn undir, at vit hildu hánt um henda sannleika og hildu: “Tað er ikki so far- ligt! Rokningin kemur ikki í okkara tíð." Hon kom so sanniliga í okkara tíð; og hon tóktist koma óvart á okkum. Í tí kjaki, sum er frammi í dag, ljóðar, at tað ræður bara um at duga at liva av gåvum, at duga at húsast við at liva upp á krit ella av læntum peningi. Át tað er einki fyri at duga hetta kynstur; um bert vit velja tey røttu fólkini at gera tað. Lesarin dugir best at meta um sannleikan í hesum. Lítur hann sær sjálvum tað til, kann hann saktans ekka- leysur líta øðrum tað til. Men í kjalarvørinum á hes- um reisir seg annar spurn- ingur: Um vit leggja okkum eftir sum einstaklingar og land at duga at liva av gávum og uppá krit, merkir hetta so, at hesin kunnleiki skal verða tann førningur, sum vit skulu lata okkara kom- andi ættarliðum at bera víð- ari fram; og at hesin dugu- leiki skal verða okkara eftir- mæli, ikki bert heima, men um allan heim? "Livet má forstås baglæns, men det må leves forlæns” Danski heimspekingurin, Søren Kierkegaard, sigur: " Jivet må forstås bag- læns… men det må leves forlæns… Hvilken sætning … ender med, at livet i time- ligheden aldrig bliver for- ståeligt, netop fordi jeg intet øjeblik kan få fuldstændig ro til at indtage stillingen: baglæns.” Kierkegaard er ikki kend- ur og virdur um allan heim, ti at hann er einfaldur. I orð- unum her mann hann siga, at tað ber ikki til at liva við bakinum frameftir. Vit fata og kenna okkara fortíð, men lívið skal livast í óvissu, við at taka avgerð og við at taka ábyrgd av okkara avgerð- um. Hesa støðu liva vit í í dag, og tað ger lívið óskilj- andi, men síðan kunnu vit skilja tað; tá tað er vorðið ein farin tíð. Buskaparfrødingar skilja eins væl og vit onnur tað farna. Teirra lærur byggja á tól um farna tíð, í tann mun teir yvirhøvur eru førir fyri Lesarabrgv tíðindablaðið SESjalurfin « .neldur ikki ein livfør loysn!" at fáa tøl fram. Í aðra máta byggja lærurnar á logiskar metingar. Tá tað snýr seg um framtíð og fatan av, hvussu lívið broytist av teimum avgerðum, sum tann einstaki tekur, tykjast buskaparfrødingar at vera so bundnir av sínum lærum og av fortíðini, at vit kunnu ikki brúka teirra ráð til nak- að sum helst. Teir skilja bert við bakinum frameftir. Hvat vilja vit ikki brúka okkara suverænitet til? Eg havi valt at brúka orðið suverænitet, heldur enn full- veldi, sum er avmarkað til tjóðir. Tað snýr seg jú ikki bert um tann spurningin, men um suverænitetin hjá hverjum einstøkum okkara. Føroyingar verða yvirhøvur mettir sum einastandandi, ja uppå seg suverænir, tå tad rædur um at veita neyd- støddum hjålp. Hetta hevur einki vid fullveldi at gera, og tó; men tað sigur nakað um føroysku fólkasálina og mentanina sum so. Mentanin í vesturheimi- num og gongdin at styrkja einstaklingin og hansara su- verænitet sampakkar sjáld- sama væl við føroyingin. Hann er individualistur og vil ráða sær sjálvum. Men samstundis hevur hann eitt ótrúliga sosialt sinnalag og siðvenju, sum ber við sær, at hann hjálpir har á stendur. Hvørki suverænitetstrå- anin ella sosiali hugburður- in er komin å okkum uttan- ifrå og í nyggjari tíð. Vit munu hava lært gjøgnum øldir, at tað liggur á hvørj- um einstøkum okkara at gera okkara lut, og meira enn hann, men at vit sam- stundis mugu viðurkenna, at vit megna ikki øll tað sama, og tí mugu vit rætta hvørjum ødrum eina hjålpandi hond. Summum, píningum og óhjálpnum, veikum og gomlum, mugu vit støðugt hjálpa - uttan at taka frá teimum teirra sjálvsvirðing, at tey eiga sín virkna og góða lut í samfelagnum. Suveræniteturin hjá tær og hjá mær byrjaði við, at vit gjørdust varug við okk- um sjálvi. Hann vaks so hvørt við viðurkenningini hjá ødrum av okkara per- sónsmensku og eginleikum, og hann gjørdist itøkiligur við okkara umhugsaðu sjålvstødugu gerðum, sum vit tóku egna ábyrgd av. Vit hava fingið lógir om- anå l6gir, sum royna at taka okkara suverænitet frá okk- um. Tað tykist ikki koma løgtinginum til hugs, at tå lógirnar ikki virka, so er tað tí, at tað eru ikki okkara lógir. Vit kennast ikki við tær, og vit vilja ikki kennast við tær, tí tær virka ímóti okkara suverænitetskenslu og ikki fyri henni. Vilja vit hava fullveldi, mugu vit tí fremst av gllum hava í huga at tryggja hvgrj- um einstøkum sín suveræ- nitet, sín møguleika at ger- ast suverænur, at ráða sær sjálvum. Tað tykist í hesum sambandi hugstoytt, at vit tala um fullveldi, men gáa ikki um, at vit ikki vilja geva føroyska fiskimanni- num og føroyska béndanum suverænitet. Teir verða ver- andi bundnir í almennum skipanum, sum eitt slag av alment settum og stýrdum starvsfólkum. Hvat eiga vit at brúka Avsannan av grein í Oyggjatíðindum Í samband við grein í Oyggjatíðindi, har óndsinn- að álop uttan nakað hald, verður gjørt á meg og mín persón og Tor Shipping, skal eg við hesum reglum harðliga afturvísa slíkum pástandum. Men fyri ikki at standa spyrjandi skal undirritaði nýta høvi til at siga frá stuttu søguni hjá føroysku altjóða skipaskrásetingini, vanliga Síðst í åttatiårunum varð neynd (undirritaði var ikki við í hesi nevnd, sum nevnt í greinini) sett av Føroya Landsstyri fyri at kanna møguleikarnar fyri eini FAS-skipan, sum í fyrstu atløgu skuldi byrgja fyri, at fleiri av okkara skipum fóru av landinum, og seinn: fyri at gera hesa skipan meira áhugaverða fyri útlendskar reiðarar at nýta hesa skipan. FAS skipanin byrjaði 1. januar, 1992. Møguleikarnir við FAS- skipanini eru, og sum verða nýtt av føroyskum feløgum: * At skráseta skipini í FAS * At bare-boat chartra skip- ini * Atdupultskráseta/-flagga Allir menn umborð gjalda 35% í skatti, uttan mun til nationalitet, og reiðaríið VROON b.v. í Breskens bare-boat leigar 6 av sinum skipum til teirra føroyska felag Sp/f B.O.S.-Faroe, sum merkir Breskens Off- shore Føroyar, sum leigar tey til TELCO MARINE b.v. i Den Helder. Hesi seks skip eru mann- aði við 87 føroyingum, sum allir gjala skatt til Føroya. Tað skal leggjast afturat, at BOS-Faroe er føroyskt felag vid sinum skyldum og rættindum, og hevur fulla roknskaparskyldu f Føroy- um. Harumframt skal upplys- ast, at hvøit skip hevur sina bare-boat charter avtalu og management avtalu og hvør maður hevur hýrusáttmála við reiðaríið, sum eru skrá- sett í Toll- á Skattstovu Føroya. Okkum vitandi er øll vid- urskifti í lagi og góðkend av okkara myndugleikum. Men lat tað verða sagt, at verður hetta hugburðurin og måttøkan, sum útlendskir reiðarar skulu fáa við at stovna feløg og skip í Før- oyum, so varð hetta betur 6gjørt, tí bert av hesum eina felag eru komnar nógvar milliónir krónur inn í før- oyska samfelagið bæði til hýrir, ferðing, trygging, skeiðvirksemi og annað, og mær vitandi eru menn gjøg- numgangandi nøgdir, og fleiri av teimum hava verið við reiðarínum í hálvt annað ár. Vit eru bert umboð fyri hálendingarnar, sum í sjálv- um sær beinleiðis afturvísir óndsinnaðu pástandirnar um, at vit skulu tjena uppá fólkið umborð, og tað er heilt óhugnaligt, at blød utt- an fyrilit kunnu leggja eftir og hongja út sakleysar borg- arar soleidis, sum bert royna at passa sitt arbeidi hvønn dag. Meira er ikki at siga um hetta. Vid heilsan Torleivur Mikkelsen Nr. 214 — 11. NOVEMBER 1998 okkara suveræniet til? Sannliki legst omanå sann- liki fyri, at kolvetni er at finna í undirgrundini undir Føroyum. Vit hava frå donsku stjórnini fingið heimild til at ráða sjálvir fyri, hvussu møgulig út- vinning skal verða skipað og fara fram, uttan at hvørki danir ella vit í Føroyum kunnu siga okkum hava nakran veruligan rætt til møguliga kolvetnið. Vit eiga ongan part í tilevning- ini av hesum tilfeingi. Um tað er har, er tað evnað til fyri fleiri miljónum árum síðan. Men við at byggja hesar klettar, og við tí ábyrgd fyri rættari nýtslu av undir- grundini, sum altjóða rættur leggur til okkara, liggur tað á okkum at tryggja, at hetta tilfýngi kemur allari mannaættini til góða — og har munu tíverri vera fleiri, sum treingja meira til ágóð- an enn vit í Føroyum. Finst kolvetni á okkara leiðum, liggur tað á okkum at gera okkum so dugnalig, ja suveræn, til at fáa tað so bíligt og trygt sum til ber til allar teir partar av heimi- num, sum hava so stóran tørv á at fáa bíliga orku til at menna seg og sítt vinnu- lív. Okkara vinningur liggur í at fáa møguleikan at gera hetta og í tí suveræna før- leika og duguleika, sum her- við gerst okkara. Kolvetnið er tilfeingi, ið ikki verður endurskapað. Møguligt eykavirði av tí, royalty ella skattur, er tískil ikki inntøka hjá okkum, men tilfeingi, sum eigur at verða latið mannaættini aft- ur til framtíðar nýtslu. Tað kann verða gjørt við at lata alheims stovnum, ið virka fyri umhvørvi og útbúgv- ing, hetta tilfeingi, ella tað kann verða latið øðrum al- góðum stovnum sum Reyða Krossi ella UNICEF. Verður tað tikid sum inntgka hjá landskassanum, verður tað søplad burtur, og verri, tað tekur frá okkum okkara su- verænitet. Men okkum nýtist ikki at bíða eftir oljuni fyri at prógva okkara suverænitet. Vit kunnu longu í dag fara undir hetta virkið — við at sleppa hugburðinum um at liva lívið við bakinum fram- eftir, taka avgerðir um hvat vit vilja og taka ábyrgd av okkara vali. Vit hava allar møguleikar við verandi til- feingi og við føroyska hugburðinum. Kjartan Kristiansen Krystallnáttin Brenn eina bók, brenn eitt blað, brennið orð — lat alt fara upp í royk, tí krystalnáttin er krunkandi svørt. Lýsið í náttarmyrkri við brennandi orðum, so svidnar blaðflykrur seta seg á ennið á óðum nazigrúkum. + Små brend orå spegla sær í gøturåtum í smáum hyljum í vátum breytasteinum, meðan eldtungur sleikja sær um varrarnar, tí lystimeti er í hesi gerð — at brenna at brenna at brenna at brenna bøkur. Í | í 4 $