hósdagur 12. november 1998síða 2
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Cost-benefit Foroyar
Føroyar sum
eksotiskt reservat
Rolf Guttesen ger viðmerkingar til
grein hjá Pól Jespersen
Oddagrein
ORÐABÓKASELJARAR hava gyltar dag-
ar. Landsstýrið pakkar sín politik inn í
nýggj orð. Tjóðveldi eitur nú fullveldi, frælsi
eitur suverenitetur, stig fyri stig loysing
eitur nú skipað loysing. Á ja, hevði William
Heinesen vitað aftur í verðina... tey fínu í
Havn.
SEINASTA sprotið í málsliga blómugarði
Landsstýrisins kemur frá samferðslumála-
ráðharranum. Hann skrivar í Dimmu at
bergholið til Gásadals ikki kann gerast, tí
ein »cost benefit< analysa vísir, at sam-
feråsluiløgurnar aðrastaðir i Feroyum
geva meira av sær. Citat slut.
FYRI tann orðabókaleysa lesaran kann
upplýsast, at >cost-benefit< merkir kostn-
aður - nytta. Samferåsluiløgupolitikkur í
Feroyum við hasari yvirskriftini merkir stutt
og greitt at miðjað verður eftir fullveldinum
Tórshavn (fyrrverandi Føroyar). Føroya
Løgting, ið fram til nú, ið hvussu so er,
hevur verið hægsti myndugleiki, hevur alt-
íð stiltigandi verið samt um, at vit skulu
hava tað tal av bygdum, ið vit nú hava.
Harafturat hevur verið semja um, at fyri-
treytimar at liva, skulu so vítt gjørligt vera
eins runt landið.
SAMFERÐSLUPOLITIKKURIN hevur
verið ein hornasteinur undir útinnani av
hesum málsetningi. Landsstýrini fram til
1994 høvdu avvegaðar íloguætlanir, har
býtt varð upp í iløgur í tættbygd okir (Kolla-
fjarðartunnil 0.s.fr.) og útjaðaragkir (Sum-
biar tunnil o.s.fr.) Har var so ein linja í
tingunum.
TIDARSKEIDID 1994-98 er einasta tíð-
arskeið síðan heimastýrisskipanina, har
eingin samferðslupolitikkur hevur verið.
Har vóru bert nøkur fundamentalistisk og
hatursfull egotripp. Sostatt hevur nýggi
samferðslumálaráðharrin allar møguleikar
at leggja eina skilagóða linju á samferðslu
økinum. Hann kann ikki byggja á politikkin
hjá sínum undanmanni, tí har var eingin
politikkur. Sostatt heldur eingin binding.
At byggja ein samferðslu politik á, hvat í
krónum og oyrum betalir seg best, ber
ikki til í Føroyum. Tað kemur at renna
ímóti oðrum vindum, ið ikki kunnu metast
í krónum og oyrum.
OKKARA sjónarmið er, at samferðslu-
málaráðharrin eigur at gera eina ætlan
fyri samferðslulógina tey næstu 8-10 árini.
Síðan eigur hann at fáa sær undirtoku
fyri upphæddum og raðfesting fyri minst
2 triðingum av tinginum t.v.s. 3 stórum
flokkum. Hettar verður gjørt í oðrum lond-
um. Hettar vildi skapt stabilitet í sam-
feråslupolitikkinum og fyribyrgt, at politik-
ara-katastrofur sum t.d. fyrri samferåslu-
málaráðharrin stóð fyri, aftur kundu skatt
okið.
Sosialurin
Tað sær so út (í Sosialinum
týsdagin), at ein nýggjur
stílur hevur tikið seg upp í
politiska orðaskiftinum um
Føroya framtíð, um full-
veldi, um sjálvstýri, um
vælferðarsamfelagið ella
nakað heilt annað. Mitt í
eini grein, har Pól Jespersen
agiterar fyri Føroyar sum
fullveldi, sendir maðurin
eina persónliga heilsu til
mín. Eg kenni ikki mannin,
men tað gleðir meg sjálv-
andi, at hann hevur lisið
mínar greinar, sum hava
vidgjørt ta samfelagsligu
støduna og framtíðina í Før-
oyum.
Men tíverri noyðist eg at
rætta hann, tí maðurin hev-
ur misskilt okkurt og fer
rættiliga langt út um eitt
rímiligt mark, sum má vera
galdandi í politiskum orða-
skifti.
Hinvegin veit eg væl, at
leggur tú til brots í almenn-
um orðaskifti, og hevur
meiningar, sum kanska ikki
eru “in" í øllum politiskum
flokkum, ja, so er møguligt
at fáa ein frammaná.
1) Eg kenni ikki nakran
“bólk av lærdum føroying-
um, sum hava til itriv at
dríta á landsmenn sínar",
sum Pól Jespersen tekur til.
Eg kenni meg í hvussu so
er ikki sum ein sovorðnan.
Nakað annað er, at nakrir
tjóðveldismenn, og aðrir
við, hava ilt við at accep-
tera, at onnur hava eina aðra
meining; og enntá tora at
siga tað opið. Teir eru erk-
visnir, tola illa kritikk, so
her hevur Jante-lógin hjá
Sandemose fínan gróðrar-
botn. Tað er munur á at hava
eina politiska meining, og
so “dríta á egnar lands-
menn". Hugsa tú eisini um
tað, PJ.
2) “Upp í saman verður
júkað um heimfødiskap, um
vánaligar politikkarar..."
heldur PJ fram. Eg veit ikki
um eg nakrantíð havi brúkt
orðið heimfødiskap, eg
haldi tad ikki. Men munnu
ikki heimfødingar eisini
finnast i Føroyum? Ja, vån-
aligar politikkarar havi eg
nevnt fleiri ferdir. Og er
nakar sum vil avnokta, at
tad finnast vånaligir poli-
tikkarar?
3) ”Um målspurningar,
um heimsatlas, um navna-
gåvuna”. Her meini eg at
PJ tekur okkurt fram sum
einki hevur vid politiska
orðaskifti at befatta. Men
sum landafrødingur (geo-
grafur), helt eg meg hava
rætt og skyldu at ummæla
føroyska heimsatlassið,
sum var mær sent til um-
mælis. At vit so allarhelst
eru ósamdir um hvussu suð-
uramerikanska landið Chile
skal stavast(Chile ella Kili)
gerst ikki við. Men eg skal
biðja PJ lesa eina grein í
Varðanum sum er umleið
tvey-trý ára gomul, har nú-
verandi formaðurin í mál-
nevndini skrivar eina grein,
sum eg fult út taki undir við.
Eg veit ikki hvat PJ meinar
við, tá hann skrivar navna-
gávuna. Hvat sipar hann
til??
4) "Hví eru hesir menn
so óglaðir og beiskir"? Hes-
ir menn? Eg eigi ikki part í
hesum. Eg havi tad uppå
allar måtar gott. Gott ar-
beiði, góða familju bæði í
Brøndbyøster og i Føroy-
um. Nógvar vinir og kenn-
ingar, sum eg ofta tosi við
og vitji. Eg trívist væl á
arbeiðinum, mær dámar
væl at undirvísa, og fái eis-
ini skriva stórri og smærri
ting. Og “Sosialurin' hevur
víst mær tað vælvild, at taka
tilfar frå mær upp. Eg eri
glaður og vælnggdur við
tilveruna; men tað eru eisini
Grót
Tónleikasamtakið Grót er
eitt nýbyrjað felag, sum
heldur til inni í Eysturoynni.
Tað vóru nakrir ungir tón-
leikarar, sum tóku seg sam-
an at stovna felagið fyri
uml. tveimum mánaðum
síðani og 28. okt. var ein
kunnandi og innleiðandi
fundur hildin í Losjuni
Glottin við Getugjógv.
Nógv fólk var til staðar og
samtykt var at fara undir
felagið. Ein fyrireikandi
nevnd varð sett til at gera
eina reglugerð, tilevna eina
endamálsorðing o.s.fr.
Hetta verk er nú so væl á-
leiðis komið, at fyrireikandi
nevndin aftur hevur kallað
til fundar. Hesin fundurin,
sum verður í skúlanum í
Leirvík, hevur til endamáls,
at velja eina nevnd, sum
skal standa fyri rakstrinum
av felagnum. At viðtaka tær
lógir, sum fyrireikandi
nevndin hevur sett saman
og soleiðis alment stovna
felagið.
Felagið vónar, at nógv
fólk fær komið til fundin,
sum verður hóskvgldið 12.
nov., kl. 20 í skúlanum í
Leirvík, sum áður nevnt.
hendingar á leiðini,
vísa lívsins álvara.
Kanska meinar PJ, at bert
tey, sum eru við í halleluja-
kórinum og rópa “Fullveldi,
tað verði fullgjørt!!” eru
glaðir føroyingar. So er
ikki.
5) "UppgerØ við egin pol-
itisk avrik” heldur PJ
kanska er orsøk til at eg
gangi runt vid gron. Eg
kann avdúka, at eg eri ikki
limur í ngkrum politiskum
flokki ella felag. Havi ongar
ambitiónir um nakra poli-
tiska karrieru. Men PJ
hevur kanska ta fatan, at øll
sum hava åhuga fyri pol-
itikki, og skriva politiskar
viðmerkingar, eitt nú í Sos-
ialinum, eisini ætla sær í
Løgtingid og onkuntíð
kanska bliva Løgmadur og
sleppa at "bestemma”. Nei,
so er ikki. Um hann kanska
hugsar farnar tíðir, um blað-
ið 'Framan' og felagið 'Før-
oyskar Sosialistar", so er
heldur ongin grund hjá mær
at vera ónggdur. Framin
hevði í mong ár eitt upplag
uppá meira enn 1000. Og
tann aktivitetur, sum var í
felagnum í langa tíð, kundu
føroyskir flokkar kanska
lært eitt sindur av.
6) “Rolf...sær Føroyar i
framtidini sum eitt eksotiskt
reservat". Hetta er ein keð-
ilig ákæra, men hon er uttan
hald í veruleikanum. Nú
kunnu fólk meta so ymiskt.
Men her føli eg meg á rætt-
iliga tryggari grund. PJ
kundi tíkið td. 'Alitid frá
Endurreisingarnevndini”,
latið Landsstyrinum januar
1994, sum eg eigi ein litlan
lut i. Eg meini at nevndin
vid felags kraft kom fram
til eina reiðiliga góða ana-
lysu av støduni í Føroyum í
kreppuárunum, og haraftrat
vóru fleiri konkret uppskot
um atgerðir, sum at kalla
allar eru settar í verk. Tank-
agongdin har liggur ikki í
námind av nøkrum “eksot-
sum
Fekk eitt kopi av Dag-
blaðnum frá 2. november,
har Óli Breckmann á sín
eyðkenda hátt lovprisar
hópdrápsmanninum Pin-
ochet. Eg troysti mær ikki
at keypa slíkt blað, tískil
kopiið.
Løgid, sum søgan end-
urtekur seg: Oli Breck-
mann hávirðir bødilin
Pinochet. Pinochet há-
Hávirðing av
einum bødli
Rolf Guttesen
iskum reservati". Hetta vur-
deri eg bara sum eitt bíligt
spark, og eg føli meg als
ikki raktan. Gitingar og ill-
gitingar føra ongan veg.
7) Men ikki nokk vid ti.
Eitt eksotiskt reservat, "har
hann og børn hansara
kunnu hugna sær i. Tad er
so hugnaligt at sleppa ein
tår å fjøllini ella ein tår i
fjórðin". Nú haldi eg PJ
vera langt burturi á heiði,
so langt burturi, at hetta ikki
uppá nakran máta kann sig-
ast at hava nakað við orða-
skifti um politisku støðuna
í Føroyum at gera. Nú
gloymdi Pól sakina.
Men annars dámar mær
væl at ganga í haganum, á
fjøllum og tindum, millum
bygdir og í fjørduni. Tað
hevur eisini verið ein gleði
summatidir at haft børnini
við. Men, Pól, tå gloymdi
konu mína. Hon er altíð við,
tá vit eru á Kirkjubøreyni, í
Gåsadali, á Tyrli, á Køtlum,
Slættaratindi ella á Skæl-
ingi.
“Jag tyks best om øpna
landskap", sum svenskarin
syngur.
Rolf Guttesen
11.november 1998
virðir bødilin Franco, sum
aftur hálovaði stórbeðilin
Adolf Hitler. ;
Hevur tå hug, Oli, so
gev mær bara ta vanligu
bukkuspannina fyri hesar
reglur. Eg eri vanur vid
slikt frå tær og klædsekk-
dreingjum tinum. Fyri
meg er tað eitt stórt pluss.
Arnbjørn R. Thomsen