Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-11-12, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 12. november 1998síða 10

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

10 August G. Wang: I sambandi vid kjak um arvagransking og sjåkur skal eg gera nakrar vid- merkingar, m.a. tí at vist hevur verið til kanningar, har undirritaði er við. T.d vísir Pál Weihe í grein um vikuskiftid til slíkar kann- ingar, róptar genetisk kort- legging. Tað er tað nú ikki talan um. Vit royna við væl- vild frá fólki við ávísum sjúkum at nærkast økjum á kromosomunum; øki, sum kunnu hava týdning at kanna nærri. Hetta er tað enn lága stødid, sum tað mesta av genetiskari gransking er á. Eg skal vátta yvir fyri teimum, sum hava luttikið, at til- farið ikki verður brúkt til nakra samlaða genetiska kortlegging. Genetikkur (arvæ ng av sjúkum) úst afturkomin úr Týsk- landi frá altjóða ráðstevnu um genetikk innan mitt ser- eki, vórðu vit har víst Hata- mar, eitt sjúkrahús og týn- ingartippi undir krígnum fyri m.a. psykiskt sjúk. Hetta var út frá hugburði um genetiska útreinsan. Nú- tíðar teknikkur hevur víst, at hesar teoriir vóru skeiv- ar, eisini genetiskt sæð! Hetta førir til viðurskifti um genetiska gransking sum heild. Nú uppskotið frá Landssjúkrahúsinum eftir mynstri frá deCode hevur loypt alt upp í varg og kanska lagt ilt fyri slíkar kanningar manna millum, er vert at minnast, at síggja vit søguliga upp á tað, so er núverandi teknikkur ikki nøkur fyritreyt at >for- fylgja« fólki út frá einum genetiskum hugburdi. T.d. var nazisman langt frammi vid slikari tyning, men tå heilt uttan dagsins tekniska førleika. Slik misnytsla er meira ein hugburður. Eisini eiga vit at hava í huga, at tíðindablaðið S0S2alun vilja vit nokta fólki við ávís- um sjúkum at fáa ágóða av framtíðar gransking, hvussu skulu vit so gera við slíkt, sum longu er komið? Skal tað so eisini noktast? T.d. verða allir nyfødingar tjekk- aðir fyri PKU (hetta er eitt genetiskt brek, har ein manglar førleikan at niður- bróta phennylalanin, sum kann føra til at ein verður menningartarnadur, men sum kann fyribyrgjast). Skulu hesar kanningar av nyfødingum so steðgast út frá at her er nakað genet- iskt? Sidsemilig enning einleidis visir Pål Weihe til okkara kanningar í grein um vikuskiftið, og sigur, at ætlanin, sum Landssjúkra- húsið hevur lagt fram, sið- semiliga kann góðkennast á sama hátt. Eg skilji ikki heilt, um tað er Lands- sjúkrahúsið sum stovnur ella Pál Weihe sjálvur. Men annars skal eg vísa á fyrru grein mína, at til eru ymsar modellir fyri slíkum kanningum, serliga verður hugsað um sonevndar familjukanningar og so- nevndar associationskann- ingar. Í punkt 2 í saman- dråttinum í grein P.W.'s tyk- ist at vera talan um familju- kanningar, og er sostatt ikki eftir somu modell sum okk- ara. Vit hava valt associa- tiónskanningar, m.a. tí tær ikki forfylgja eini sjúku í ávísari familju. Nøkur ár herfyri søkti ein dani um loyvi at kanna ávísa sjúku eftir familju- modellini í Føroyum, men tá segði sidsemisnevndin nei. Eg ynski alt gott fyri vísund i Føroyum, men ikki at tað skal vera ivi um okk- ara kanningarhátt. Vit hava spurt um slekt, hetta tí lut- takarar helst skulu vera í slekt langt afturi, og hin- vegin ikki ov nær í slekt. Men vit fylgja ikki eini sjúku í ávísari familju. Uppskot Lands- sjúkrahúsins Annað eg skal viðmerkja er, at tað er ein samanblanding av í hvussu er trimum lut- um: Eitt er ynski hjá Lands- sjúkrahúsinum (ella P.W.) um at skráseta allar livandi og deyðar føroyingar. Hetta er eftir mínum tykki annað mál. Eg mælti P.W. frá hes- um, og framvegis er mín hugsan, at hetta kopi frá íslendskt-amerikanska fe- lagnum deCode (skrásett í Delaware, USA) eigur at verða vidgjørt heilt fyri seg. Nr. 215 — 12. NOVEMBER 1998 Síðan er ynski um at fáa laboratoriuteknologi til Før- oya. Hetta er av týdningi, bæði fyri vísundaligar kanningar, framtíðar klin- iskt arbeiði og kanska eisini fyri onnur øki (t.d. at kanna uppruna av fiski undir Før- oyum og td. Íslandi. Er hetta sami fiskur ella ym- iskir. Hetta kann frægast av- gerast við genkanningum (DNA) av fiskinum). Eg kundi hugsað mær, at rannsóknarstova (labora- torium) varð t.d. sett á stovn av tí almenna, har ymsir kanningarbólkar = kundu booka seg inn ávísar tíðir til sjålvstødugar kanning- ar. I grein P.W.'s haldi eg meg skilja, at hann sjålvur ætlar at vera granskingar- leidari fyri øllum, sum har evt. skal fara fram. Hetta kann å ongan hått góðtakast. Deils hevur hann frá sínum øki innan arbeiðs- medisin ikki fakligan før- leika innan genetikk, deils er í hvusso so er púra óhoyrt at slík vísundalig stýring verður sentraliserað. T.d. er so við okkara kanningum, at tær skulu ikki stýrast av ðrum, stýra uttan, hvørki so ella so. Hinvegin hava vit stóran áhuga í stigvíst at flyta meira av virkseminum til Føroya, framvegis í sam- Arvagransking av sjúkum arbeiði við samverkafólk okkara innan danska uni- versitetsumhvørvid, soleið- is at evt. biologar og labo- rantar innan okkara kann- ingar kunnu varðveita vís- undaligar kontaktir uttan- lands. Her kundi sjålvstød- ug atgongd til laboratorium verið ein vegur. Diskriminering móti ávísum sjúkum At enda er ynski um at gera ávísar kanningar, nevnd verður Parkinson sjúka. Hetta er eitt gott endamál. Men eg skilji ikki heilt, hvussu tað ber til at t.d. ein sjúka (ella ávísir persónar) vænta sær milliópir frå tí almenn, meðan onnur fáa minni upphæddir (í okkara føri frå jåttan til gransking, sum vit hava verid sera fegin um, men sum als ikki kann måtast vid tær um- sóknir, sum nú eru upp á tal til aðrar sjúkur). Er tað dis- kriminering móti ávísum sjúkum? Heilsan, August G. Wang Kunstskúli, Listaskúli- ella Ullarskúli! I Sosialinum 4. nov. “98 stóð ein grein um ætlanina at stovna ein Kunstskúla í Fóroyum Stór varð mín gleði, at hesin Kunstskúli/Listaskúli endi- liga skuldi setast á stovn men stórt varð mítt vónbrot, tá ið eg las um ætlanina við hesum skúla, at hesin skúlin skuldi verða tengdur at Hús- arhalds-/handarbeiðsskúl- anum í Klaksvík, og at til- farið, ið skal nýtast í hesum skúla, skal vera føroyskt. Tey fólk, ið skulu sita í hesi fyrireikingarnevnd, hava tey nakrantíð sett sær spurn- ingin: >Hvat er list?< - jú, list er at skapa, tað kunnu vit øll verða samd um, og tað at skapa list er vítt og breitt, men tað er eins og nakrir tj6dveldisromantikk - arar bert hugsa um »ull« Hetta prógvaði jú listaskúl- in á Sandi um Sjálvandi skal tann fyrsti Listaskúlin verða í Tórs- havn, tí tað er her næminga- tilfeingið er og harvið bú- skaparliga treytin fyri, at hesin skúlin skal bera seg fíggjarliga, men 'seinri kunnu deildir flytast út á bygdirnar. Og tå ið tosad er um Listaskúla í alheims høpi, má hesin Listaskúlin hava Lærugreinirnar: Fríhonds- tekning við frálæru í per- spektiv, ljós/skugga, ana- tomi, samanseting v.m Myndlist og litsamanseting, modelltekning ella Cropuis- tekning. Skuråmyndlist, myndagreining, listasøgu, grafikk, keramik, broncu- stoyping v.m. í einari nú- tíðar verkstaðarundirvísing. Tórshavnar Kvøld-, Ung- dóms- og Listaskúli hevur í fleiri ár júst arbeitt við ngk- rum av hesum lærugreinum, tí tað eru júst hesar læru- greinir, ið flest listafólk leita sær til útlondini at fáa enn meira kunnleika í Um ein Listaskúli verður settur á stovn í Føroyum, sum ein listaskúli á altjóða stødi við teimum sera fjøl- broyttu lærugreinunum, so kundi hugsast at næmingar uttanífrá leitaðu sær higar til Føroyar á listaskúlan her, tí føroysk list hevur stóran áhuga í útheiminum. Tað verður ikki sagt, at »ull« og leir t.d. ikki kann vera tilfar í einum lista- skúla, men fíggjarliga kann tað ikki bera seg bert at hugsa at ULL, og so slett og aldeilis ikki, tå ið hugsað verður um tað listarliga, tá verður ull og hýsuskræða bert ein evarsliga lítil partur í tí listarliga tilfarshøpinum. Lærugreinin >Tilevning< hevur hesi seinastu árini fingið skeiva meining. Danska orðið formning merkir at skapa alt innan list. Formning, sum hevur fingið føroyska yvirseting til »Tilevning«, hevur í før- oyskari umseting og tjóð- skaparmentan at fólk skilir hetta sum bert at tilevna úr »ull« ella toy og ikki alt annað listarlist arbeiði. Royndir í danska fólka- skúlanum visa, at tað er ikki nóg mikið hjá børnum at læra matematikk, rokning, teldu, tí fyri at blíva >heil< menniskju, er tað av alstór- um týdningi, at børnini læra at vera >kreativ< - tí sam- felagið í dag krevur fólk, ið hevur hugflog, fólk, ið kunnu taka skjótar avgerðir, tí verður økt um tímarnar til kreativar lærugreinir. Men í Føroyum ganga vit tann øvugta vegin, altíð 20 ár aftanfyri Danmark, tí her verða so at siga allir tím- arnir í evning mest sum skornir burtur, onkur fær 1 tíma um vikuna, og hesir tímar verða lagdir síðst á skúladegnum og tá eru næmingarnir ov troyttir til at fáa nakað burtur úr. Fyri ikki at tala um evningshølini, tey fáu, sum eru í skúlum kring landið, td. í Tórshavn, liggja í myrkum kjallarum, so ikki kann sigast annað enn, at tær skapandi lærugreinirnar verða sera, sera lágt priori- teraðar, men hetta kann óiv- að ikki vera annarleidis, so leingi sum menn, og tær kvinnur, ið hugsað sum Arngerð Joensen menn, leggja til rættis og skipa fyri, og júst hesar skapandi lærugreinirnar, sum flestu børnum dámar best, og er við at geva børn- unum vítt hugflog og eina skapanargleði, ið spreingir allar trongar karmar, hend- an skapandi lærugreinin, ið er alfa og omega fyri hug- flog barnanna, hvar er demokratiid hjá børnunum? Fyrst og fremst má tað verða Føroya Læraraskúli, ið gongur á odda við at geva eina so holla frálæru í list ella evning, soleiðis, at teir lærarar og pedagogar, sum fara út at arbeiða við skap- andi lærugreinum, verða førir fyri at geva børnum tilkomnum eina so fjøl- broytta frålæru sum gjørligt. Mín vón er, at tey fólk, ið koma at sita í fyrireikingar- nevndini viðv. Føroya Listaskúla, koma at hugsa meira breitt og vítt og høgt hvat ein lístaskúli stendur/ skal standa fyri! Annars ynski eg tykkum góðan byr, og at Føroya Listaskúli ongantíð ov brátt verður settur á stovn! Virðingarmest Arngerð Joensen, listakvinna og lærari