hósdagur 12. november 1998síða 11
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 215 — 12. NOVEMBER 1998
Hon er ung og roynir nýggjar leiðir:
Rannvá nýtir
Hon er ung og nýskapandi. Hon hev-
ur valt at arbeiða við mannakropp-
inum í síni list. Rannvá Pállsdóttir
Kunoy úr Havn luttekur fyrstu ferð
nakrantíð á eini listaframsýning - í
Reykjavík saman við 12 óørum før-
oyskum listafólkum, har hon hevur
ikki færri enn 3 listaverk
JAN MØLLER
Hon er ung, hon er lista-
kvinna, og hon gongur
nýggjar leiðir. Rannvá
Pállsdóttir Kunoy er er úr
Havn, og hon er 22 ára
gomul. Hesi seinastu 3 árini
hevur hon gingið á lista-
skúla í London „City &
Guilds of London Art
School“. Har fer hon upp
til endaliga pr6vtøku kom-
andi summar.
Rannvá er yngsta før-
oyska listafólkið, sum er við
á stóru framsýningini, sum
lat upp í Reykjavík herfyri.
Hetta er eisini fyrstu ferð,
at hon er við á eini fram-
sýning - og hevur hon ikki
færri enn trý listaverk við á
framsýningini. Teir báðir ís-
lendingarnir, sum hava valt
út tey trettan føroysku lista-
fólkini, hava mett listina hjá
Rannvu so mikið spennandi
og nýskapandi, at teir vilja
hava hana at vera millum
tey trettan listafólkini, sum
hava verk á framsýningini.
tíðindablaðið SOS
Mannakroppurin
Rannvá hevur ikki áður
havt framsýningar. Hon
hevur viljað bíðað til ar-
beiðið kom uppá á eitt ávíst
stødi, og her sipar hon ser-
stakliga til arbeiði sítt við
mannakroppinum. Á máln-
ingadeildini á listaskúlanum
í London hevur hon nevni-
liga valt at arbeiða við
mannakroppinum burturav.
Tey trý listaverkini, sum
Rannvá hevur á framsýn-
ingini í Reykjavík, eru kol-
tekningar við motivum frá
mannakroppinum.
Hon arbeiðir í løtuni burt-
urvav við motivum innan úr
mannakroppinum, og eru
hetta verk hon gjørdi sein-
asta summar. Eitt varð gjørt
eftir eini røntgenmynd og
eitt hevdi blóð sum motiv.
Rannvá dylur ikki fyri, at
sammeta vit list hennara við
vanliga føroyska list, so er
hetta rættiliga nógv gðrvísi.
Hon leggur tó dent á, at ein
má síggja myndirnar fyri at
skilja tær.
Eitt av listaverkunum hjá
Rannvá, sum er við á
framsýningini í Reykjavík
og sum ber heitið „Rensl,
kanning av tí innara
-Sær tú myndirnar, so eru
tær sera friðaligar og ikki
ógvusligar, sum tað kanska
kann ljóða, tá tær verða um-
røddar. Tað eru í veruleik-
anum heilt vakrar myndir
leggur Rannvá aftrat, sum
tó viðgongur, at hennara list
vid føroyskum eygum kan-
ska kann tykjast rættiliga
óvanlig, tí tað mesta, sum í
dag verður gjørt av máln-
ingalist í Føroyum byggir á
náttúru og landslag. Hon er
sum so rættiliga tradionell.
oyum. Nær tað verður vil
hon tó ikki siga enn
Kemur hon so heimaftur
eftir lokna útbúgving?
-Eg skal hava eina enda-
liga framsýning her í
London í juni í sambandi
við mína útbúgving. Hvat
so hendir er ikki gott at vita
Eg má royna meg fram, t.d
vita, um man kann fáa
studiepláss, mála og vita,
um tað ber til at selja og
sleppa inn á gallaríir. Men
sovorðið tekur oftani tíð
Hon sigur víðari, at tað
er heilt ødrvisi at sleppainn
á gallarí í London enn tað
er í id. Føroyum og Dan-
mark
Rannvá letur heilsa øllum
vinum og kenningum í
Føroyum
Framsyning i Føroyum
Rannvå fer nå at gera seg
lidnan á listaskúlanum i
London. Hon hevur eisini í
kvittanum at skipa fyri síni
fyrstu framsýning í Fer-
Rannvá Pállsdóttir Kunoy
brýtur upp úr nýggjum í
føroyskari list. Meðan flest
føroysk listafólk fáa
íblástur frá náttúru og
landslagi fær Rannvá tað
frá mannakroppinum