Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-11-12, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 12. november 1998síða 12

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

12 tíðindablaðið S082lu Óli P og skemt á Landsbókasavninum: -Gamli Sokrates skal hava sagt, at tann sum í síni fram- ferð gloymir innskriftina í Delfi “Kenn teg sjálvan!" og kanska hevur hug at yvirmeta sítt egna virði, hann elvir skemt at sær. Mær tykir, at hesa síðuna við lívinum, er tað at Óli Petersen dugir at taka fram í sínum skemti. Hetta at snara verdigheitini á eitt sindur hjá einum og óðrum, ið kann hava gloymt innskriftina í Delfi, politikara, ella presti ella vinnulívsmanni ella agitatori av hesum og has- um slag. Tá er Óli góður segði Eyðun Andreassen, fólka- minnisfrødingur m.a. á Landsbókasavninum í vikuni. Jan MØLLER Mánakveldið skipaði Landsbókasavnið fyri eini tiltaki í samband við, at henda vikan er norður- lendsk bókasavnsvika undir heitinum „Skemt í Norð- urlondum“. Í hesum sam- bandi hevur Martin Næs landsbókaverur valt út ein- ar 70 av teimum bestu tekn ngunum hjá Ola Petersen Hesar hava staðið í Sos- ialinum. Framsýningin við skemtitekningunum er opin alla vikuna. Á tí serstøku kvgldsetuni. mánakveldið hugleiddi fólkaminnis- frødingurin Eyðun Andr- eassen yvir evnið skemt, og Jógvan E. Osá las 9. kapittul úr „Or mi Reyða“, um hvussu jól vórðu drukkin hjá Haraldi kongi Blátonn Hetta kapittulið ber orð fyri at vera serstaka skemtiligt og varð upplestur úr tí á umleið 800 békasøvnum í Norðurlondum samtíðis Vit fara her at prenta tað, sum Eyðun Andreassen hevði at siga um evnið skemt. Hann segði Eyðun um Skemt „Onki er so lítið skemtiligt, sum at skula greiða frá, hví skemt er skemt. Hví skemt er skemtiligt. Eg havi átikið mær at siga okkurt um skemt her, men av tí, at eg ikki haldi meg vera skemt- ara, havi eg ongar ætlanir um, at hetta verður skemti- ligt. Tibetur hevur Martin bara biðið um fimm og ein hálvan minutt, so verið ikki bangin, hetta varir ikki leingi Tað ringasta við at lýsa skemt er, at ongin tykist á einum máli um, hvat er skemtiligt. Summi halda hetta, onnur hatta. Tó eru Nr. 215 — 12. NOVEMBER 1998 AAA —————— vit øll á einum máli um,” at skemt er okkurt at læa at, og vit eru eisini samd um, hvat tað er at læa. Tað er tá vit spenna andlitsvøddarnar soleiðis, at vit draga munn- klovarnar til viks, og at varr- arnar strammast. Hetta kann gerast í stórra ella minni mun. Spenna vit bara eitt sindur, fæst eitt smíl burt- urúr, men spenna vit meira, skiljast varrarnar, so tenn- inar síggjast, og tá hoyrast óskillig og sera undarlig grælandi hálsjóð. Tey eru látur. Summi flenna í kýki at onkrum, ið onnur kunna halda vera grátiligt. Sjálvur havi eg ongantíð hildið nógv um skemtið, sum Nólsoyar Páll hevur við Jákupi á Møn. Mær tykir synd í hesum ólukkudýr- inum, ið kemur so illa fyri í sínum heilt natúrliga ørindi at biðja sær konu. Og enn minni skemtiligt verður hetta, um nakað veruliga er um tað, at hetta er sambiðil sín, skaldið heldur fyri gjøldur. Um so øll eru samd, so er ofta ein, id ikki er samdur um skemtið: tað er hann ella hon, ið skemtað verður um. Jákup á Møn fekk krakk, stakkalin, og tað er ikki skemtiligt! Og so fáa tátt afturat! Hann kann ikki hava hildið hetta verið ser- liga skemtiligt. Hann kundi heldur ikki gera við, at hann hevði nakað fjákut foreldur. Men flestu føroyingar halda so henda tátt vera skemtiligan heili tvey hundrað ár eftir, at hann er yrktur, ella eftir tann harmi- liga tilburð. Skemt er løtuverk! Eg meini, tað er í løtuni, at skemtið liggur. Vanligir, ella í hvussu so er, ikki tilætlad skemtiligir tilburðir kunna Egg: Eydun Andreassen, fólka- minnisfrødingar helt fyrilestur yvir evnið Skemt. í tí réttu - ella skula vit siga hepnu - løtuni vendast, so at alt knappliga gerst so skemtiligt. Ein danskur vin- maður min og lærari fortaldi einaferð fyri nøkrum av minum starvsfeløgum (eg var tíverri ikki til steðar), at hann ein dagin kom á súkklu í Kjøpinhavn og hevði m.a. eina fløsku av konjakk á bagasjuberar- anum. Hetta var á vetri, og hann var so óheppin at glíða í kavanum, so hann datt á súkkluni og fløskan brotn- aði. Sjálvur skurðslaði hann seg bara. Hann var ein sann- ur meistari at siga søgur, og hesaferð fortaldi hann so sermekrt um hendingina, at áhoyrararnir sótu í skelli- látri. Tá skuldi hann síga: Kunna tit fáa tykkum at flenna eftir einum gomlum mann, ið dettur á súkkluni og missir konjakkið hjá sær?" Her var tað løtan, ið var skemtilig. Ikki tilburðurin. Hetta er eisini tað, skemt- arin Chaplin ger. Tað kann ikki hava verið nøkur skemtilig stóða hjá ti gor- hungraða landastrokinum, ið skelvandi av kulda, inni- kavaður í eini lítlari smáttu, sum ridar ytst á eggini, hvørki veit sær ráð til mat ella fløva og hartil hevur óvínir eftir sær. Men hin geniali leikstjórin fær okk- um at flenna við tárum, tá Myndir Jan Múller Tríggir góðir skemtarar á Føroya Landsbókssavni Fv. Óli Petersen, Eyðun Andreassen og Jógvan E. Ósá.