hósdagur 12. november 1998síða 13
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 215 — 12. NOVEMBER 1998
ólukkudýrið kókar skógvin,
setir seg at eta, og sanniliga
sýgur burtur úr hverjum
nagla. Man Chaplin hava
sæð føroyingar eta grunn-
ingshøvd?
Segði eg, at tað var keði-
ligt at siga, hví skemt var
skemt? At onki var so
keðiligt? Tað er tí, at onki
er so álvarsligt sum skemt
kann vera.
Nógvir rithøvundar hava
roynt at skriva um skemt
og, hvat tað er. Tá vit nú
hava skemtið hjá Óla
Petersen hjá okkum, og tað
snýr seg um hansara tekni-
list, og hansara ålvarsskemt,
so er hóskandi at taka til
gamla Sokrates. Hann skal
hava sagt, at tann sum í síni
framferð gloymir innskrift-
ina í Delfi “Kenn teg sjálv-
an!" og kanska hevur hug
at yvirmeta sítt egna virði,
hann elvir skemt at sær.
Mær tykir, at hesa síðuna
við lívinum, er tað at Óli
Petersen dugir at taka fram
í sínum skemti. Hetta at
snara verdigheitini á eitt
sindur hjá einum og ødrum,
ið kann hava gloymt inn-
skriftina í Delfi. Politikara,
ella presti ella vinnulívs
manni ella agitatori av
hesum og hasum slag. Tá
er Oli góður. Ja, enntá fáa
okkurt skemt burtur úr
nøkrum so kediligumÅ sum
granskarum, tað er
gjørt!
Men lat meg venda aftur
til Jákup á Møn. Kann tað
vera so, at Jákup ikki er
nakar sambiðil hjá yrkjar-
anum, men hansara keipu-
mynd af føroyinginum, ið
gott
vil koma sær fram, men við
so lítlum hepni. Tá kann eg
síggja skemtið í táttinum, tí
mær dámar væl skemt um
okkum føroyingar sjálvar.
Eitt sindur av speispemi um
ein sjålvan er gott. Eisini f
fullveldistíðum. Ti skal eg
siga hesa søguna, ið er
vælkend summastaðni úti í
heimi, og sum onkur full-
veldisíspegil hevur skoytt
ein enda uppí um okkum
føroyingar. Søgan var nógv
fortald tíðliga í hesi øldini,
og sigist soleiðis:
Einaferð varð útskrivað
ein altjóða kapping millum
lond at skriva eina ritgerð
um elefantar. Fleiri lond
sendu inn, eisini úr Føroy-
um kom nakað. Um elefant-
ar skal eg onki siga, men
heitini á ritgerðunum eru so
sermerktar fyri londini, tær
komu úr. Franska ritgerðin
kallaðist De lámour
d“'lélefant (um kærleikslív
fílanna). Ur Onglandi kom
rit, ið stutt og greitt nevndist
Elephants Í have shot, og
úr Amerika eitt verk við
heitinum How to make big-
ger and better elepfants.
Týska ritgerðin var stór, í
18 bindum, og hevði heitið
Eine kurze Einfiihrung in
das Lebes des Elefantes
Sviar, ið eru kendir sum
høvisk fok, sendu sitt rit inn
við heitinum Hur man
titulerar elefanter. Um hetta
mundið var Finland um at
gerast sjålvstødug tjóð og
gjørdu nógv fyri at festa
sína óheftu stóðu á altjóða
leikpallinum. Finska rit-
gerðin kallaðist How to
arrange international kon-
tíðindablaðið SOS.
gresses in Helsinki. Eisini
Danmark var við og sendi
inn eina kókibók um evnið:
Elefant pá hundrede máder.
So var freistin úti, men tveir
mánaðir seinni kom ein
ritgerð úr Føroyum. Hon
kundi ikki heilt teljast við,
tí hon kom ov seint, men tå
dómsnevndin fór at lesa,
skiltist væl, hví hon kom so
seint: Hetta var ein týðing
av tí donsku ritgerðini!
Og nú man fimm og ein
hálvur minuttur vera farin“
Óli P dagur á Argjum
Benjamin Jacobsson
Midi i >
en klunketid i .
Hetta er annars 10. årid å
rad, at Oli Petersen hevur
tekning á baksíðuni í
Sosialinum.
Í hesum sambandi fer
Sosialurin at skipa fyri „Óla
P degi“ í blaðhúsinum á
Argjum fyrst í desember
mánað. Har verða tiltøk av
ymsum slag, eitt nú verður
alt húsið ein gjøgnum-
gangandi framsýning við
tekningunum hjá Óla hesi
„fyrstu“ 10 árini.
Tá kemur so eisini tann
10. bókini í rødini „Skemt“
út..
Síðani Óli byrjaði við
sínum blaðtekningum er
rúgvan bara vaksin og
vaksin. Ikki kann sigast
annað enn, at maðurin
hevur verið virkin. Samlaða
talið á tekningum hesi 10
árini er umleið 1700. Og
allar hesar tekningar ber til
at ogna sær við at venda sær
til Sosialin, sum hevur allar
bøkurnar til sølu.
Blaðteknarin Óli Petersen
við tekning av sær sjálvum
á framsýning á Føroya
Landsbókasavni. Hon er
opin hesa vikuna
Frá framsýningini á
Landsbókasavninum um
„Skemt“
AFAR KENN)
KE A meen.