hósdagur 12. november 1998síða 17
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 215 — 12. NOVEMBER 1998
tíðindablaðið SOSANMMN
17
Kvinnu-HM
i flogbólti líður
moti endanum
HM-flogbóltur: Kina vann sera óvæntað á Russlandi í einum av
hálvfinalunum mikudagin
EMiL L. JACOBSEN
Eftir åheitan frå onkrum av
lesarum okkara fara vit at
greida eitt sindur frå HM-
kappingini f flogb6lti, sum
verður spæld í Japan í hes-
um døgum.
Hjá kvinnunum er kapp-
ingin um at vera liðug, og í
dag verða seinastu dystirnir
spældir. Og í morgin byrjar
so kappingin hjá monnum.
Kappingin hjá kvinnun-
um varð býtt upp í fýra
bólkar við fýra liðum í
hverjum. Try lið í hvørjum
bólki komu víðari til annað
umfarið. Bólkavinnararnir
gjørdust ávikavist Japan
(Holland tvey og Peru try),
Kuba (Italia og Bulgaria),
Russland (Brasilia og Dom-
ingo-lydveldid), og Sudur-
korea (Kina og Kroatia).
Thailand, Tyskland, USA
og Kenya komu ikki vidari
frå innleidandi bólkaspæl-
inum.
f ødrum umfari av kapp-
ingini vóru sostatt tólv lið
eftir, har av átta komu víðari
til endadystirnar (fjórðings-
finalur og dystir um enda-
ligu plaseringarnar).
Fjórðingsfinalurnar, sum
vórðu spældar mikudagin,
sóu soleiðis út: Holland-
Italia, Russland-Kina, Bra-
silia-Kuba og Japan-Kroa-
tia. Bulgaria, Suðurkorea,
Peru og Domingo-lýðveldið
komu ikki víðari år 2. um-
fari.
Tað var bert í einari av
fjórðingsfinalunum, at nak-
ar serligur spenningur var
í. Tað var í dystinum millum
Brasilia og Kuba, sum Kuba
vann 3-1 við settúrslitunum
15-10, 4-15, 15-11 og 15-
10. Allar hinar triggjar
fjórðingsfinalurnar endadu
vid 3-0 sigrum. Italia vann
15-7, 15-4, 16-14 å Hol-
landi, Kroatia vann 15-13,
15-5, 15-9 á vertslandinum
Japan, og Kina vann rætti-
liga óvæntað 15-4, 15-4, 15-
9 å Russlandi.
Russisku = kvinnurnar
verða styrkismettar sum
nummar eitt í heiminum,
men tær formáddu sær lítið
móti asiatisku meistarunum
úr Kina. Kinesisku kvinn-
urnar vunnu fyrst og fremst
upp á ein sterkan blokk,
góðar servur og stríðsvilja.
Russiska liðið gjørdi óvan-
liga nógvar álopsfeilir, og
tí fingu vit eina endurtøku
av úrslitinum á olympisku
leikunum í Atlanta fyri
tveimum árum síðani.
Dystirnir um endaligu
plaseringarnar vórðu spæld-
ir í nátt føroyska tíð, eftir at
blaðið var prentað. Japan og
Holland spældu um 7
plássið, Kroatia og Ítalia um
5. plássið, Russland og Bra-
silia um bronsukrónurnar,
og finalan var millum Kuba
og Kina. I bladnum leyg-
ardagin taka vit samanum
kappingina hjá kvinnunum.
Kappingin hjá monnun-
um byrjar í morgin, og her
eru 24 lid við, sum eru býtt
upp í seks bólkar. Dystirnir
í morgin verða í bólki A:
Suðurkorea-Egyptaland og
Spania-Japan. Bólkur B:
Kanada-Italia og USA-
Thailand. Bólkur C: Kina-
Ukraine og Kekkia-Hol-
land. Bólkur D: Argentina-
Iran og Pólland-Kuba.
Bólkur E: Bulgaria-Algeria
og Grikkaland-Brasilia. Og
í bólki F: Jugoslavia-Au-
stralia og Turkaland-Russ-
land.
Fimm lið fingu
bót fyri búnar
HM-kappingin í Japan byrj-
aði annars við, at fimm av
kvinnuliðunum fingu betur
upp á 3.000 amerikanskar
dollarar í part, tí búnarnir
Maurizia Cacciatori
(ovara myndin) spælir
við Ítalia, og teirra
búnar vórðu dømdir
ólógligir av FIVB. Á
niðaru myndini er tað
Mireya Luis Hernandez
av Kuba, sum spælir í
einum sonevndum one-
piece búra. Teir eru ikki
ólógligir
hjá teimum ikki vóru í tráð
við nýggju altjóða reglurnar
fyri slíkar. Tað vóru Bra-
silia, Bulgaria, Italia, Kro-
atia og Russland, sum fingu
bót, tí búnarnir hjá teimum
vóru ov leysir og ov víðir.
Í mars í ár viðtók altjóða
flogbóltssambandið FIVB
nýggjar reglar fyri, hvussu
spælibúnarnir skulu síggja
út, og búnarnir hjá hesum
fimm liðunum luku altso
ikki nýggju krøvini hjá
FIVB.
FIVB, sum hevur ábyrgd-
ina av at promovera flog-
bóltin um allan heimin, veit,
hvussu stóran týdning tað
hevur at byggja eitt sonevnt
»image« upp fyri hesa væl-
umtóktu ítróttargrein. Sum
ein liður í hesum avgjørdi
flogbóltssambandið at áseta
nýggjar reglur fyri búnar-
nar, so hesir á frægasta hátt
gjørdust ein ímynd av
»styrki og ferð<; sum eru
fremstu virðini í flogbólti.
Onkur hevur lagt FIVB
undir at fremja kynsligan
ágang, men hetta vísir al-
tjóða flogbóltssambandið
harðliga aftur.
Tvey av liðunum hava í
HM-kappingini hjá kvinn-
unum spælt i sonevndum
»one-piece« búnum.
Nýggju ásetingarnar hjá
FIVB siga heilt greitt, at
one-piece búnar eru »loyvd-
ir<, men ikki >kravdir<.
Billard:
Bíllarðkappingin fyri
1998/99 er nú farin í
gongd. Næstseinasta
vikuskifti og serliga hetta
vikuskifti vóru dystir
spældir. Í 1. deild eru
spældir tveir dystir. Tvør-
oyra Klubbi i við Max
Rasmussen, Tórði Holm
og Gullok Svalbard
vunnu 14-4 móti Tvør-
oyra Klubba 2 við Odduri
Dimon, Poul Arna Poul-
sen og Óla S. Joensen.
Besta midaltalid í hesum
dysti heyði Max við
næstan 26 í miðal.
Í Klaksvík bleiv dystur
spældur, sum menn við
skili fyri billard tosa nógv
um nú um dagarnar.
Klaksvíkar Klubbi, sum
varð nummar tvey sein-
asta ár, fekk vitjan av før-
oyameistarunum úr
agganum, so tað var
Úr dystinum millum Kina og Ítalia
3
Ur dystinum millum Brasilia og Tyskland
Met aftanå met
upplagt, at hetta for at gerast
ein spennandi dystur — og
so varð. Men tá seinasti
stoyturin var stoyttur, drógu
Kaggamenn longra stráið
og vunnu dystin 10-8.
Dysturin var ein metdyst-
ur bæði so og so. Klaks-
víkar Klúbbi, súm hevur
havt metið við at fáa mest
eygu í einum dysti, slóg sítt
egna met við at fáa 4708
eygu, men tað munaði so
lítið, tí tá eyguni hjá Kagg-
anum blívu tald saman,
høvdu teir fingið 5242.
Hevuðsgrundin til at tað
gekk so gott var, at Henrik
Pedersen veruliga gjørdi um
seg hetta vikuskiftid. Hann
fekk heili 2680 eygu tilsam-
ans, hevði eitt miðaltal upp
444,67 og var hansara besti
dystur yvir 1100 eygu. Øll
hesi tel eru met í ti førøyska
billlardheiminum, og
ynskja vit Henriki
tillukku við avrikinum.
Á Kaggaliðnum vóru
umframt Henrik
Pedersen eisini Johannes
Skårup og Bjarni
Skaalum. Á liðnum hjá
Klaksvíkar Klubba vóru
Niclas Heri Jákupsson,
Sonhard Johannesen og.
Kristian Suni Høgnesen.
Vidmerkjast skal eisini
her, at Niclas Heri setti
persónligt met við einum
miðaltalið upp á 31,5.
Í 2. deild er bert tann
eini dysturin spældur, og
var tað Fuglafjarðar Bill-
ardfelag, sum fekk vitjan
av Kagganum. Kaggin
vann dystin 12-6. Í 3.
deild tapti Kaggin 6-12
heima móti Havnar
Klubba, og Vágs Billard-
felag vann 14-4 heima
móti Tvøroyra Klubba. |