Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-11-12, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 12. november 1998síða 16

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

16 tíðindablaðið SOS) Nr. 215 — 12. NOVEMBER 1998 ÍTRÓTTUR sosialurin. box 76. 110 tórshavn - tlf 31 18 20 - fax 31 47 20 - teldupost til ítróttin: emil &Csosialurin.fo 'Lesid eisini ítróttin á Internetinum www.sosialurin.fo ;) S = Jákup Mikkelsen og teir í Herfolge hava mist venjaran Fótbóltur: Pengarnir hava alt at siga, og nú er Svarti Per í venjarakarusellini í superliguni endaður hjá Herfølge, sum ikki hevur somu upphæddirnar at arbeiða við sum FCK og AB Í yrkisfótbólti er tað einki við at gera. Tað eru peng- arnir, sum gera av, hvat fel- ag skal hava bestu spælar- arnar, besta venjaran, bestu umstødurnar at venja og spæla undir og so víðari. etta eru tað so mong dømi um, og hesar síðstu dagarnar hava vit upplivað turbulens í fremstu donsku fótbóltsdeildini, sum hevur havt við pengar at gera, og sum hevur nortið við feløg- ini hjá fyrst Toda Jónsson % og síðani hjá Jákupi Mikk- elsen Tað byrjaði við, at pen- ingasterka felagið hjá Toda, FCK, lokkaði venjaran hjá AB, Christian Andersen, so at siga at leypa upp um garðin og inn til grannan, har lénin var betri. Ein sátt- máli við AB vísti seg ikki at vera nakað verdur — í hvussu so er ikki meiri enn at FCK kundi keypa seg og venjaran burturúr knípuni So var Svarti Per hjá AB, sum ikki hevði havt ein pen- ingapung, sum var nóg triv- aligur at kappast við tann hjá FCK. Leiðsla, spælarar og við- haldsfólk í AB vóru illa heitin, og liðið tapti tveir dystir, eftir at venjarin var farin, so har ráddi um at bera skjótt at. Í pressuni og millum viðhaldsfólkini var breið semja um, at besta boðið uppá ein avloysara var Ole Mørch, venjarin hjá Herfølge og harvið Jåkupi Mikkelsen. Hann hevði sátt- mála við Herfølge fram til á sumri ár 2000, men tað tóktist ikki at vera nakrar trupulleiki. Í fyrradagin kom í fyrstu atløgu fram, at Herfølge venjarin skuldi flyta felag á nýggjárinum, men seinni á degnum varð upplýst, at í dag, hósdagin, er Ole Mørch venjari hjá AB. Ørgrynna av tíðindafólk- um møttu til fundar við stór- smílandi Per Frimann, stjór- an í AB, sum fekk ein hin størsta skelkin í lívinum, tá hann næstsíðsta sunnu- morgun kom oman til bak- aran og á forsíðuni í Ekstra- blaðnum sá, at venjarin hjá AB næstan hevði undir- skrivað sáttmála við FCK. Undir liðini á stjóranum sat ein róligur venjara, sum ásannaði, at henda dagin vórðu fleiri myndir tiknar av honum, enn tað nakran- tíð høvdu verið, síðani hann var fermdur. Ole Mørch er hálvt hundrað ára gamal, so hann hevur ikki upplivað sovorðnan áhuga fyri sín- um persóni í 36 ár! Í gjårkvøldid hugdi hann at — og ivaleyst man hann hava verið nakað nær beinkinum hjá AB — tå nýggja felagið hjá honum spældi í steypakappingini móti Toda Jónsson, Christ- ian Andersen (var venjari hjá AB fyri einari góðari viku síðani) og FCK, sum sama dag, sum tíðindafund- urin í AB var við nýggja venjaranum, helt hoff við nýggja stjórnuspælaranum. Hann eitur Brian Laudrup, men hann skuldi ikki spæla við í gjårkvøldid, tí hann hevur ein lítlan løst at drag- ast við. Jan Dam bar boðini I gjárkvgldið vóru Herfølge og Jákup Mikkelsen í Silk- eborg og vitjaðu Sepp Pion- tek og hansara menn. Fel- øgini skuldu telvast um, hvørt teirra skuldi halda fram í steypakappingini, og tað er einki at liggja omaná, at fyritreytirnar hjá Herfgl- ge vóru ikki tær bestu, tí væl dámdi venjarin var ikki við, og í staðin skuldi venjarin hjá danmarksseriuliðnum, sum dagliga hevur havt við Jan Dam at gera, hava á- byrgdina av liðnum. Sjálvandi eru Jákup Mikkelsen og liðfelagarnir harmir um, at teir hava mis venjaran, sum verður mettur at vera ein hin besti í Dan- mark. Mánadagin og týs- dagin ljóðaði okkurt graml- ið um, at møguliga fór Ole Mørch at verða nýggi venj- arin í AB, men at tað skuldi ganga so skjótt fyri seg, hevði eingin í Herfølge i- myndað sær: — Vit høvdu fri frá venjing í dag, tí vit skulu spæla í morgin. Tá eg kom heim úr skúlanum, ringdi Jan Dam, sum býr í grannalagnum og venur og spælir við næst- besta liðnum hjá Herfølge, og segði mær, at hann hevði lisið í tekst sjónvarpinum, at Ole Mørch er nýggjur venjari hjá AB. Tú kanst ætla, at eg var kløkkur, greiddi Jákup Mikkelsen okkum frá í fyrra kvøldid, og hann útgreinaði: — Ole Mørch vandi okk- um seint seinnapartin måna- dagin, og aftaná ótu vit allir, spælararnir og venjararnir, døgurda saman. Eg var við hus klokkan 21, og venjarin segði einki, tå vit skiltust. Hann plagar annars at taka tað í sera stórum álvara, at vit frætta fyrst, tá okkurt hevur verið á vási. Sjálv- andi hevur hann vitað eitt ella annað månakvøldid, men eg rokni ikki við, at hann hevur vitað, at tað skuldi ganga so skjótt, tí so hevði hann heilt vist sagt okkum farvæl, heldur Jákup Mikkelsen, sum um nátt- urðatíð týskvgldið varð uppringdur av lidleidaran- um, sum bodadi honum frå, hvat hevdi gingið fyri seg og legði afturat, at Herfølge leitaði eftir einum nýggjum venjara. Men fyribils er Svarti Per í venjara karu- sellini altso endaður hjá Herfølge, sum sammett við FCK og AB er eitt fátækt felag. Sakna íblásturin Jákup Mikkelsen hevur einki ilt at siga um hjálpar- venjaran, sum fyribils skal standa við endan: — Men tað er einki at liggja omaná, at vit fara at sakna íblásturin frá Ole Mørch, og at hetta fer at ganga út yvir intensitetin í venjingini. Soleiðis er tað bara. - Spurningurin er so, um Jákup Mikkelsen fer at varðveita málmansvenjar- an, Svend Knudsen, sum hevur verið ein góður læru- meistari hjá føroyska mål- verjanum. Ole Mørch og Svend Knudsen komu báðir í senn úr Frem og til Her- følge: - — Teir hava samstarvad væl og leingi, men mål- mansvenjarin verdur hjå okkum fyribils f hvussu so er. Hvat fer at henda, veit eg ikki, man tað er nógv, sum gongur skjótt fyri seg, sigur Jákup Mikkelsen, sum ikki hevur havt aðrar venj- arar í Herfglge enn Ole Mørch og Svend Poulsen. Jåkup hevur såttmåla vid Herfølge til å sumri i år 2000 ella sama tidarskeid, sum Ole Mørch hevði sátt- måla fyri. Gamlir kenningar Ole Mørch kom fyri fimm årum sidani år Frem i Keyp- mannahavn og til Herfølge. Frem fór tå á heysin og flutti tískil niður í danmarksseri- una. Stutt frammanundan hevði Ole Mørch megnað at vunnið bronsukrónur við einum líði, sum sokallaðu serfrødingarnir mettu at vera evni til nidurflyting. Fleiri spælarar, sum hava verið í Herfølge, komu við venjaranum úr Frem. Og í AB eru minst tríggir spæl- arar, sum hava verið saman við Ole Mørch og Jåkupi Mikkelsen í Herfølge. Teir eru Jan Bjur, Peter Frank og målslåkurin Chris Herman- sen. Tå vit hava tosad vid Ole Mørch, hevur hann mett Jåkup Mikkelsen at vera millum nakrar av teimum bestu málverjunum í super- liguni, og hann hevur sagt, at framgongdin hevur verið so eyðsýnd og stór tey bæði síðstu árini, at hann ikki hevur ivast í, at Jákup kundi gerast uppaftur betri. Tá vit spyrja Jákup Mikk- elsen, um hann roknar við, at AB nú fer at bjóða honum sáttmála, líkist hann sær sjálvum og er sera realist- iskur: — Teir hava ein góðan málverja, sum eitur Jan Hoffman, so tað rokni eg ikki við. Eg eri sáttmála- bundin í hálvt annað ár aft- urat, og nú vóni eg, at vit fáa ein venjara, sum fer at megna at geva okkum sama íblásturin, sum hann, ið nú er farin frá okkum, hevur megnað. Men tað verður torført jh