Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-11-12, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 12. november 1998síða 15

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 215 — 12. NOVEMBER 1998 Lagt til rættis; Eiríkur Lindenskov tíðindablaðið SOS 15 út at koyra Ranva vann dekkini Úr handskaruminum. nr SÍ Ranva Heinesen i Klaksvik var tann fyrsti hepni vinnarin av fyra vetrar- lamellkavadekkum, sum Sosialurin saman vid Super Dekk lutar burtur Sosialurin hevur nå trekt fyrsta vinnaran av teimum 16 vetrarlamelldekkunum, sum lutað verða burtur í hesum døgum. Tey fyrstu fýra dekkini fóru til Klaksvíkar, og var tað Ranva Heinesen í Kráar- gøtu, Klaksvík, sum vann dekkini. Ranva kann venda sær til Sosialin ella til Super Dekk og har frætta nærmari um, hvussu hon fær fatur á dekkunum. Tað komu rættuliga nógv- ir seðlar inn til kappingina, og drigið var millum teir seðlarnar, sum høvdu røttu svarini. Rettu svarini Á spurnarlepanum, sum var í blaðnum seinasta hósdag var m.a. spurt, hvussu nógv vetrarlamelldekk skulu vera undir einum vanligum per- sónbili. Onkur svaraði, at vit í minsta lagi skulu hava tvey vetrarlamelldekk undir bilinum. Men hetta er ikki rætt, tí vit skulu altíð hava somu typu av dekkum undir bilinum. Hetta er ikki bara galdandi fyri píkadekk - men fyri øll sløg, vetrar- lamelldekk eins og vanlig summardekk. Tað verður ikki kravt, at dekkini skulu vera av sama verksmiðju- Eiríkur trekkir her fyrsta hepna vinnaran av fýra vetrarlamelldekkum frá Super Dekk. Trý sett verða lutað burtur afturat næstu tríggjar vikurnar - tað fyrsta í komandi viku merki - men dekktypan skal vera tann sama. Hóast fleiri svaraðu, at Jón Kragesteen er stjóri á Bileftirlitinum so eitur nýggi stjórin á Bileftirliti- num Jákup Jacobsen. Goodyear dekkverk- smiðjan varð stovnað fyri 100 árum síðani, í 1898. Sum vit longu hava nevnt, skulu vit hava fýra píkadekk undir bilinum. Tá vit spurdu um, umleið hvussu nógvir píkar eru í ein- um vanligum píkadekki, er svarið umleið 100. Sambært lógini eru seinasta freist at taka píkarnar av 30. apríl. A síðu 18 í blaðnum í dag prenta vit nýggja spurnarlep- an. Tey, ið ynskja at vera við í lutakastinum í næstu viku Mynd: Alvur Haraldsen um fýra vetrarlamelldekk frá Super Dekk, kunnu klippa lepan úr blaðnum, svara spurningunum, og senda hann til Sosialin, box 76, FO-110 Tórshavn. Lepin skal vera okkum í hendi í seinasta lagi týs- morgunin klokkan 8%. Næsti vinnarin verður kunngjørdur í blaðnum komandi hósdag. Hesin skal loysa góða gamla Mini av Myndin omanfyri er ein av teimum fyrstu, sum eru al- mannakunngjørdar av ti nyggja Mini-avloysarnum. Tað er BMW, sum eigur Roververksmiðjuna, ið ger bilin, sum varð vístur fram á bilframsýningini Frank- furt Motorshow.. Avloysarin hjá tí søguliga Mini frá 1959 hevur annars verður rættuliga loyniligur, men tað er so nógvur turb- ulensur í bilaheiminum, at BMW helst hevur hildið, at tí var tíðin komin at vísa bilin fram, hóast hann enn ikki er komin á marknaðin.. Serliga verður bilurin ein mótvekt til smáu bilarnar úr Korea og Japan. Roknað verðu við, at bil- urin ikki kemur á markn- aðin fyrr enn um teini tvey ár. Tað,s um teir nú arbeiða við, er at tillaga tøknina. Málini og útsjóndin eru fingin upp á pláss - hóast vit ikki kunnu vera vís í, at verksmiðjan ikki fer at broyta útsjóndina. Mini-afturhvarv Almikið afturhvarv (nostal- So. »Afturhvarv« siga tey, at nostalgi eitur á fóroyskum í dag. At farið aftur verður at gera góða gamla Morris/Austin/Rover Mini, má í øllum fórum roknast sum afturhavrv gi) fylgi Mini , samstundis sum bilurin er moderniser- aður. Í staðin teir 3,05 metrar- nar, sum gamli Mini var langur, er tann nýggi 3,50 metrar, og grillin er vorðin meira moderna. Framman fyri føraran er eitt stórt speedometur, meðan eitt runt instrumentpanel i miðjuni hevur restina av instumentunum. Tøkniliga sæð er tann nýggi Mini framhjólstrektur, og motorurin, ið kemur frá felagsverksmiðjuni hjá BMW/Chrysler í Brasilia, liggur tvørturum í motorrúm- inum. Talan verður um ein 1.6 liturs motor við 16 ventilum sum tann størsti motorurin, men annars fer hann eisini at fáast við einum 1.4 liturs motori sum standard. Framleiðslan byrjar í ár 2000 í Longbridge í Stór- abretlandi, og roknad verður við einum kom- plettum modelprogrammi - L v. s. eisini sum pick- up og stationcar sum i 60'unum… Kelda: Motor/FDM Góð ráð av »Koyribreytini« i Sosialinum hósdag Í samráð vid Ferðslutrygd, fer Sosialurin í teignum >út at koyra« hvønn hósdag at prenta góðu rådini, sum leiðarin á Ferðslutrygd, Jón Kragesteen lesur í útvarps- sendingin >Koyribreytini<, sum Óla Jákup Rólantsson leggur til rættis í útvarpi- num. Sendingin verður send hvgnn hósdag klokkan 17, og verður endursend fríggjadag klokkan 14. Sosialurin prent- ar góðu ráðini, sum verða send undir heitinum >úr handskarúminum< eini viku eftir, at tey eru lisin í útvarpinum. on, Skrivad hevur: Ferðsla og myrkur: Jón Kragesteen Hvussu síggja vit í myrkri? Vandin fyri ferðsluóhappi er nógv stórri í myrkri enn í daglýsi Jón Kragesteen Ein roynd var gjørd at kanna ljósviðurskiftini, sum eru, tå ið bilar metast í myrkri. Royndin var gjørd soleiðis: Ein bilur var settur á ein myrkan veg, har eingi gøtuljés vóru og bilurin hevði nærljósini tendr- að. Við øðrum bili skuldi nú verða koyrt í móti bilinum, sum stóð stillur. Koyrandi bilurin hevði eisini bara nærljósini tendrað - hetta er jú tað van- liga, sum verður gjørt fyri ikki at blenda hvgr annan. Ferðin hjá tí koyrandi bilinum skuldi vera 60 km/t. Í vegbananum hjá tí koyrandi bilinum, skamt framm- an fyri bilin, sum stóð stillur, var ein dukka stillað. Dukkan, sum var so stór sum eitt vaksið fólk, var í myrkum klæðum. Royndin var gjørd við fleiri bil- førarum og uppgávan hjá hvgrjum einstøkum var sjálvsagt at bremsa, so skjótt teir sóu dukkuna. Royndin vísti, at tað í miðal var bremsað 12,1 m frá dukkuni. Við tað at bremsulongdin hjá einum bili, sum koyrir 60 km/t er 25 m, var dukkan ákoyrd og við ferð flutt einar 12 til 15 metrar fram. Royndin vísti, at hóast nærljósini lýsa vegin upp 30 m fram, sóu bilfgrararnir ikki dukkuna, fyrr enn hon var umleið 12 m frá teimum. Tvær høvudsorsøkir eru til úrslitið av hesi roynd: Ein er, at ljósini hjá tí mótkoyrandi bilinum blenda, hóast talan bara er um nærljós. Men ljós mugu bilar hava og vit kunnu minka um blendingina av eygunum, um vit ikki stara beinleiðis í sjálva ljósglæmuna, men heldur royna at hyggja við síður- nar av bilinum, sum kemur í móti okkum. Onnur orsgkin er, at dukkan var í myrkum klæðum. Tað visti seg nevniliga, at tá ið royndin var gjørd umaftur og endurskin vóru sett á dukkuna, var hon sædd longu í 125 m fråstødu og hetta við nær- ljósum! Royndin var eisini gjørd við fjarljósum og endurskini og tá sást dukkan longu í 250 m fråstødu. Afturat hesum skal so verða nevnt, at fólk í ljósum klæðum eru væl lættari at síggja, enn fólk í myrkum klæðum. Eitt er, at tað sjálvsagt sæst verri í myrkri. Men veðurlíkindini spæla eisini inn, bæði regn, kavi, mjørki og vånalig líkindi sum heild gera, at tað sæst verri og at tað harvið verður ótryggari. Onnur viðurskifti, sum hava ávirkan á, hvussu tað sæst í myrkri eru: Skitnir ella døggadir rútar. Brillur. Brillur, sum eru góðar í dagslýsi, eru ikki altid so góðar á kvøldi ella nátt. Nógv hava brúk fyri sterkari brillum í myrkri. Tónalitt gløs týna tað lítla ljós sum er. Nýtur tú brillur eigur, tú at hugsa um hesi viðurskifti og at kanna eyguni og myrka- sjónina. Aldur. Jú eldri fólk eru, verri síggja tey í myrkri Hevur tú varhugan av, at tú ikki sært alt, sum tú eigur at síggja á vegnum fyri at koyra trygt, eru bestu rådini, sum í so mongum ødrum førum eisini: at seta ferðina niður! Kelda: Hándbok í trafikkoplæring for Lærere (Georg Watne 1977)