Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-11-13, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 13. november 1998síða 6

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

íðindablaðið SOSU Nr. 216 — 13. NOVEMBER 1998 Fyrilestur um bjargingarleiðslu Í løtuni verður av álvara arbeitt við at gera eina tilbúgvingarætlan fyri Før- oyar. Í hesum sambandi helt Ola Vaage, bjargingarleiðari á hóvuðsmiðstóðini í Stavanger fyrilestu um bjargingarroyndir og greiddi frá, hvussu hetta ar- beiðið er skipað í Noregi DAGNY JOENSEN ÁLVUR HARALDSEN Tað hevur fleiri ferðir verið tosað um, at Føroyar ikki hava eina tilbågvingarætl- an, men higartil hevur tað ikki eydnast at fáa skipaði viðurskifti á hesum øki Nú hava tey trý stýrini - Vinnumálastýrið, Fiski- vinnumálastýrið og Al- manna og Heilsumálastýrið tikið seg saman og stovnað verkætlanarbólk, sum skal gera tilbúgvingarætlan fyri Føroyar Jégvan Jensen, leidari å sjúkraflutingistænastuni á Landssjúkarhúsium, er for- maður í verkætlanarbólki- num. Drúgvar royndir í = sigur við Sosialin, at evnið á fundinum hesaferð var bjargingararbeiði á landi, framvið strendur og í sambandi við flogferðslu Ola Vaage, bjargingar- leiðari, sum hevur drúgvar royndir í bjargingararbeiði av hesum slag, greiddi frá, hvussu hetta er skipað í Noregi. Øll starvsfólk, sum fara at hava við tilbågvingarætl- anina at gera kring landið, vóru boðin við Arbeiðsbólkurin sendi 90 innbjóðigar úr, og av teim- um komu sløk 60 fólk á fundin. Ein vansi var tó, at ódnarveður var henda dag- in. Nógv fólk, sum høvdu ætlað sær á fundin, settust tí aftur. Arbeiðsbólkurin hevur bert arbeitt í stutta tíð. Hann hevur fyribils savnað hópin av upplýsingum og tilfari, sum skal samskipast til ein leist at arbeiða eftir. — Um årsskiftid er ætlanin at fara út kring landið at tosa við allar áhugapartar og hjálpa teimum við at seta í verk arbeiðið í samband við tilbúgvingarætlanina, fyri síðani at samskipa eina ætl- an fyri alt landið, sigur Jógvan Jensen. Tilbúgvingarætlan liðug um tvey ár Spurdur um orsøkina, at tilbúgvingarætlanin vænt- andi at enda nú verður veru- leiki, sigur Jógvan Jensen, at tað helst einki ivamál er, at komandi oljuvinnan setir strong krøv til slíka ætlan, og tí slepst ikki undan at fáa skipaði viðurskifti á hesum eki i Føroyum. Verkætlanarbólkurin er stovnaður undir stýrisbólki- num, sum eru aðalstjórarinir í teimum trimum stýrinum og M. Nepper-Christensen, fúti Verkætlanarbólkurin hev- ur fingið tvey ár at gera sítt arbeiði, og tá verður tilfarið handað stýrisbólkinum. Ola Vaage, bjargingarleiðari í Stavanger, hevur drúgvar royndir í bjargingar- arbeiði á landi í sjónum og í samband við flog- vanlukkur, helt týsdagin fyrilestur í Veitsluhølini á Landssjúkrahúsinum Nýggj og betri stuðulsskipan Studulsstovnurin fór 1. aug- ust 1997 undir eina nýggja og nógv betri stuðulsskipan til hægri lestur uttan fyri Norðurlond eisini nevnd USUN. Stuðulsskipanin bjóðar føroyingum at fara út í heim at nema sær kunn- leika undir somu fíggjarligu fyritreytum, sum um tey fóru til Danmarkar. Stuðulsskipanin Stuðulsskipanin er ein sam- skipan millum stuðuls- stovnin og SU (Statens Ud- dannelsesstøtte), har Stud- ulsstovnurin letur studul til skúlagjald og ferðaseðil heima, ímeðan SU letur stuðul til livikostnad. Stuðulin ul gjaldskúla- gjald verður veittur sum 100% stuðul upp til kr. 60.000 um árið við møgu- leika til at taka lán, um gjaldskúlakostnaðurin er hægri. Ferðastuðulin verð- ur veittur sum 100% stuðul upp til kr. 5.000 um árið við møguleika at taka kr. 3.000 sum lán. SU stuðulin verður tann sami, sum lesandi fáa til hægri lestur í Danmark - í 1998 kr. 3.669 um mánað- in (henda upphædd er skatt- skyldug). Hvar fara tey lesandi 38 føroyingar fíggja í dag sín lestur uttan fyri Norður- lond við stuðuli frá Stuðuls- stovninum. Av hesum lesa 28 í Bretlandi, 5 í USA og eisini eru lesandi í Kanada, Belgia, Fraklandi, Týsk- landi og Meksiko. Av teim- um 28, sum lesa í Bretlandi, eru 10 sum lesa í Aberdeen, meðan hini eru spjødd um restina av landinum. Hvat lesa tey Av teimum 38 føroyingun um, sum í dag lesa uttan fyri Norðurlond, lesa flestir út- búgvingar innan búskap og handil og útbúgvingar innan list. Lisið verður annars inn- an flestu fak m.a. løgfrødi, békmentafrødi, målfrødi, verkfrødi og gudfrødi. Tydningurin av einum fjølbroyttum lestrarmynstri Tann altjóðan, sum hesi seinastu árini rættuliga hev- ur tikið dik á seg, merkist nú eisini alt meiri í Føroy- um. At arbeiða saman við ødrum tjóðum við: fram- leiðslu, keyp/sølu, gransk- ing, skúlaskapi og ikki minst politikki, er vordid tydningarmeiri nå enn fyri bert fáum árum síðani. Slíkar broytingar seta stór krøv til samfelagið og ser- liga til tey menniskju, sum mynda tað. Førleikin hjá føroyingum til at gera seg galdandi í tí altjóðan, sum fer fram, er og verður treyt- aður av teimum útbúgving- armøguleikum, sum standa okkum í boði. Fjølbroytt sølu- stevna i Runavik Nú um vikuskiftið skipar NSÍ fyri stórari fjøl- broyttari sølustevnu i Ítróttarhóllini í Runavík. Sølustevnan letur upp í kvøld kl. 18 og er opin til kl. 21. Leygardagin og sunnudagin er opið frá kl. 16-21. Tilsamans eru 20 útstillarar á stevnuni og tey fevna um klæðir, bøkur, leikur, ítrótt, bilar, eltænastur, sjonvørp, tryggingar, ferðavinnu, hita- verk o.a. Sermerkt fyri stevnuna er, at allir útstillarnir uttan bil- sølurnar eru úr Runavíkar býi. Leygardagin kl. 16.30 setir býráðsformaðurin í Runavík, Jákup Lamhauge stevnuna og kl. 17. syngja og spæla Lena Andersen og Niclas Johannesen. Móta- framsýning verður kl. 18 og kl. 19.30 fáa eysturoyingar høvi at síggja sterkasta mann í Føroyum Regin Vågadal, sum eisini telist millum teir frægastu í heim- inum. „ Sunnudagin kl. 17 spæla Aki Leitisstein og Jóhannes Andreasen tónleik fyri cor- net og klaver. Magni Christ- iansen verðu rá pallinum kl. 18 og kl. 19 verður móta- framsýning. Kl. 20 syngja og spæla Lena Andersen og Niclas Johannesen. Sølustevna hevur ikki verið í Runavík síðani 1988 so nú halda fyrireikarnir, at tíðin er afturkomin til at skipa fyri slíkari. Hetta er eisini ein inntgkuliður í rakstrinum av ítróttarfel- agnum og NSI roknar við at nógv fólk vitja stevnuna. Veðragildi Leygardagin 21. nov. skipar Vágs Bóltfelag fyri veðra- gildi í VB-húsinum. Undir borðhaldinum verður skemt við Niels Petur Nolsøe, Arn- finni Thomassen og Petur D. Nolsge. Eftir borðhaldið spæla Hans Jakki og vin- menn til dans. NB: Dansurin er ikki alm- ennur. Atgongumerkir kunnu keypast í Báruni í seinasta lagi mikukvøldid 18. nov- ember. Kostnaðurin fyri hvønn kr. 150,-.