Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-11-13, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 13. november 1998síða 23

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 216 — 13. NOVEMBER 1998 sera góðan venjara. — Sophus er uttan iva ein av bestu venjarum, eg havi havt, og tað var eisini ein av orsøkunum til, at eg kom aftur. Hann dugir væl at venja okkum tey rgttu ting- ini. Tú sært meining í tí, tú ger månakvøld, og at tú kanst brúka tað sunnudagin eftir. Tað er ikki bert til- vildarligt bóltspæl, men tann venjing, vit hava brúk fyri. Demingin dregur steðið niður Tey flestu munnu vera samd um, at leikliga er føroyski hondbólturin á veg uppeftir. Askoðararnir flokkast aftur um liðini hjá sær, og sum tað sær út í løtuni, kunnu so at siga øll vinna á øllum, um tað liggur væl fyri. Lotte Sgrensen er samd í, at síðani hon kom til landið fyrstu ferð fyri skjótt tveim- um árum síðani, er stýðið hækkað. Men hon fílist eitt sindur á, at stødid í døm- ingini ikki heilt stendur mát við framgongdina hjá lið- unum. Tá vit spyrja hana, hvat hon heldur um før- oysku dómararnar, er hon skjót at svara: — Teir hava tað trupult. Tað er næstan synd í teim- um, tí teir fáa onga hjálp og ongan stuðul nakrastaðni frá, eitt nú frá Hondbólts- sambandinum. Hinvegin kanst tú so spyrja, um teir sjálvir leita eftir stuðli nakrastaðni frá. Høvdu teir sjálvir spurt eitt nú HSF, høvdu teir kanska fingið betri kor at dóma undir, sig- ur hon. — Føroyingar hava eitt gott dómarapar í Hjalmar Petersen og Kristian Johan- sen, og teir eru eisini um- bidnir uttanlands. Eg haldi, at tað átti at verið gjørt meira við at brúka hesar báðar, so hinir dómararnir eisini kunnu koma upp á eitt hægri stødi — tí um døm- ingin kemur upp á eitt hægri stødi, kemur hondbólturin tað eisini, heldur Lotte. — Ikki tí, dómararnir eru rættiliga útsettir. Eitt sum eg havi heft meg við, er, at tað í Føroyum er loyvt at siga næstan alt við démararnar, bæði hjá spælarunum, venj- arunum og áskoðarunum. Øll hava so lætt við at rópa eftir dómarunum, men um tú spyrt, um tey sjålvi hava hug at dóma, svara tey nei. Lotte heldur tað vera spell, at dómararnir skulu finna seg í so nógv. Hon sigur, at í Danmark skalt tú næstan ikki siga nakað sum helst, so fært tú tveir min- uttir út. — Tú hevur ikki loyvi til at siga nakað við dómaran, og tú hevur ikki loyvi til at nerta við dómaran. Eg haldi, at HSF, feløgini og áskoð- ararnir øll mugu gera okkurt fyri at fáa betri skilnað fyri tí, sigur hon. Men tá tað er sagt, skal eisini sigast, at tað er langt eftir á mál hjá teimum flestu av føroysku hondbóltsdóm- arunum. — Tad likist ongum, at nógvir av dómarunum ikki duga reglur, sum eftirhond- ini eru tvey ára gamlar. Eitt nú hetta við at sentra frá miðjuni beinanvegin og time-out. Vit hava dómar- arnar, men mugu gera okk- urt fyri at gjøgnumganga reglarnar fyri teimum. Tú kundi t.d. fingið dómara- eygleiðarar, sum fylgdu við og aftan á góvu eina evalu- ering av dømingini. Eitt annað hugskot hevði kanska verið, at dómararnir aftan á dystin fingu videoupptøkur — í dag verða so at siga allir dystir tiknir upp — og gjøgn- umgingu dystin umaftur, heldur Lotte Sørensen. Åskodararnir m hugsa meir — Áðrenn dysturin byrjar, veitst tú, at dómararnir fara at gera onkur mistøk — tað slepst jú ikki undan — men tað er ov galið, at tvey ára gamlar reglur framvegis tíðindablaðið <= ikki rigga í Føroyum. Vit mugu fáa fatur á dómarun- um, dómaraborðunum og á- skoðarunum, sum standa og rópa »nei«, men sum ikki hava rætt, tí teir ikki hava lært reglurnar. Tað hava eis- ini verið trupulleikar av hes- um í Danmark, men so mugu dómararnar sendast á skeið, sigur Lotte, sum á- sannar, at áskoðararnir í Føroyum leggja nógv meira eftir dómarunum enn á- skoðarar aðrastaðni. — Eg havi upplivað í Dan- mark, at áskoðarar eisini kunnu fáa reytt kort og burt- urvísast úr høllini, og har verður tað átalað, tá teir eru ov nógv eftir dómarunum. Men í Føroyum tykist alt at vera loyvt, og tí fer tað heilt niður til børnini. Tað er greitt, at stødid ikki kann hækka, so leingi eingin dug- ir reglarnar til lítar. Til døm- is eigur skump at geva tveir minuttir útvísing, men tað vísir seg ofta, at hvørja ferð ein spælari fer inn í verjuna, verður spælarin skumpaður, uttan at nakað hendir, og hetta ger tað nógv truplari hjá spælarum at menna seg, sigur Lotte og vísir eisini á, at tað er torført hjá føroysk- um liðum at spæla í ødrum londum, tí dømingin er so ødrvisi. Ms ikki døma cowboybuksum Lotte Sørensen heldur eis- ini, at her eiga feløgini at taka í egnan barm og vera eitt sindur meira serigs. — Tað er ikki seriøst, tá dómararnir, tveir minuttir áðrenn dysturin skal byrja, koma úr bilinum og fara beinleiðis á vøllin at dóma í ullintari troyggju og cow- boybuksum. Hetta hendir ov ofta, men má ikki henda. Tað er eisini órættvíst mót- vegis spælarunum, sum hava vant hvørt kvøld fram til henda dystin, og tad minsta dómararnir kundu gjørt, var at vísa eitt sindur av virðing og skifta eins og spælararnir gera. Tað er ikki tí teir endiliga dóma betri í svørtum klæðum enn í cow- boybuksum, men bara tað fær stødid at lækka, sigur Lotte, sum heldur, at dóm- ararnir eiga at koma saman eitt sindur áðrenn og tosa saman um dystin og liðini, teir skulu dóma, og sum heild seta seg inn í tingini. — Nú eru tey flestu liðini eisini farin at gera nógv meira við venjingina, og alt er á veg uppeftir, men dóm- ararnir fylgja ikki við. Vit hava Hjalmar og Kristian sum eina góða fyrimynd, og kanska eiga vit at brúka teir meira. Tað er ofta soleiðis, at fyrimyndir gera, at onnur eisini koma víðari. Lotte leggur afturat, at í síðsta enda ávirka dómara- avrikini sum oftast ikki úr- slitini, men at tað ofta er ein keðiligur tóni á vellinum við tað, at dómarar, spælarar og venjarar standa og rópa í holið á hvørjumødrum. Og hon avdúkar eisini, at tað er komið fyri, at í øllum fórum liðið hjá teimum altíð tosar um, hvgr skal dóma, og av og á eisini leggur tak- tikkin eftir tí. Taktiski parturin ov veikur Sum nevnt er menningin í hondbóltinum í Føroyum eyðsæð, men Lotte Sgren- sen heldur, at tað framvegis er langt upp til stødid, sum er í eitt nú Danmark. Hon samanber 1. deild í Føroy- um við 2. deild (triðbesta deildin) í Danmark, og hor metir heldur ikki, at nakar føroyskur spælari í kapp- ingini f dag hevdi kunnad staðið seg á einum líði í ovastu donsku deildini. — Tað er heilt greitt, at menningin er har, og áhugin er vaksandi. Men sum nú er, haldi eg ikki, at nakar spælari í kvinnudeildini hevði klárað seg í donskum topphondbólti. Til tað eru tær ov veikar taktiskt, sigur Lotte. 23 Umframt hondbóltin hevur Lotte Sørensen eisini hálvtíðarstarv hjá bilasgluni Reyni Service. Allar kvinnurnar á Kyndlaliðnum eiga jakka av tí slagnum, hon er í á myndini — Tað tykist, sum um tann taktiski parturin vantar í venjingini frá byrjan av. Eg haldi eisini, at tad er okkara styrki f Kyndli, at vit eru eitt sindur betri fyri taktiskt enn hini liðini. Um vit t.d taka dystin móti Neistanum sunnudagin. Hvat gjørdi Neistin taktiskt, tá tær vóru aftan fyri 9-1? Einki. Hin- vegin, so taptu vit eisini móti Stjórnuni, har vit kan- ska gjørdu okkurt skeivt taktiskt, men sum heild haldi eg, at okkara lið hevur flestu verju- og álopsvari- antar, og at tað er ein av okkara sterkastu síðum, sig- ur hon — Hinvegin haldi eg, at ein spælari sum Katrin á Neystabg hjá Neistanum er eitt sera stórt talent, sum eitt danskt felag kanska hevði funnið upp á at tíkið sum eitt talent. Hon hevur góð evni og eitt danskt felag hevði kanska sæð eina framtíð í henni. Tíðin ikki búgvin til A-landslið Tað hevur ofta verið tosað um, at vit mugu fáa A- landslidini hjá bæði kvinn- um og monnum upp at koyra aftur, men Lotte Sør- ensen heldur ikki, at tad hevur skund. Sjålv er hon venjari hjá føroyska U18- landsliðnum, sum skal í kapping f næstum, og hon heldur tad vera rætt heldur at byrja við teimum yngru. — Tað er skilabetri at byrja við ungdómslandsliðunum, og heilt erligt, so haldi eg, at kreftirnar heldur skulu setast inn á dómaragkinum, sum eg tosaði um í áðni. Vit mugu fáa skil á alt tað, sum er undir landsliðnum, áðr- enn vit kunnu fara at tosa um eitt A-landslið, heldur hon. — Tað ber heldur ikki til at hava eitt A-landslið, tá tað nóg illa hevur nakra høll at venja í. Føroyski hond- bólturin — í øllum fórum í Havn — hevur brúk fyri eini holl afturat. Sum dómi kann eg siga, at U18-landslidid bert skal hava fimm — fimm — venjingar, áðrenn vit skulu í kapping. Havnin er hugnal Lotte Sørensen er 2. væl til í Føroyum, síðani hon kom úr Danmark fyri skjótt tveimum árum síðani. — Eg haldi, at Havnin er ein hugnaligur býur, men eg má siga, at eg hevði ikki kunnað ímyndað mær at búð nakra aðrastaðni enn í Havn, um eg skuldi búð í Føroyum. Sjålv kemur Lotte av oynni Mors i Limfjørdin- um. — Tað búgva 25.000 fólk á Mors, og har eg komi frá, búgva bert 500. Størsti bý- urin á Mors er næstan á stødd við Havnina, so eg komi sjálv frá einum líkn- andi umhvørvi. Men eg flutti so til Viborg, sum er ein býur við upp móti 40.000 íbúgvum, so har er eitt sindur av muni Henni dámar væl í Havn, men føroyska matin heldur hon lítið um — Nei, tað dámar mær als ikki. Bara lukturin av skerp- ikjøti ger, at eg ikki kundi funnið upp á at smakkað tað. Men hinvegin havi eg ikki roynt so nógv av før- oyskum mati Maturin er eitt, men før- oyska veðurlagið er eisini nakað, ein skal venja seg við Fyrstu ferð, eg upplivdi storm í Føroyum, var eg so bangin, at eg ivadist ikki í, at onkur fór at koma eftir mær, og at vit skuldu í eitt verjuskýli ella okkurt so- vorðið, tí íbúðin risti øll sum hon var. Eg havi jkki vant meg við tað, men nú havi eg so eisini roynt tað, greiðir Lotte frá. Hon hevur ikki upplivað so nógv av føroysku náttúruni, tí tað mesta av tíðini fer til venj- ing og dystir. Tað, hon sær, sær hon tá hon er úti um landið við Kyndlaliðnum Og so vísir hon eisini á, at hon fyrst og fremst er her fyri at spæla hondbólt Umframt at spæla hond- bólt arbeiðir Lotte í dag hjá bilasøluni Reyni Service — Tað tað av fyrstan tíð kom upp á tal, at eg skuldi spæla við Kyndli, var mein- ingin, at eg skuldi arbeiða á einum fiskavirki, men tað hevdi eg ikki hug til, sigur hon og flennir — Síðani var tað meining- in, at eg als ikki skuldi ar- beiða, men so bleiv tað til, at eg fekk hálvtíðararbeiði hjá Reyni Service. Eg byrj- aði á lagrinum, men nú hjálpi eg til við at skráseta bilar, fari ørindi oman í býin og hjálpi annars til á skriv- stovuni. Hon hevur ikki arbeitt við slíkum fyrr, men henni dámar væl. Annars er hon handflsútbúgvin í einum ítr- óttarhandli í Danmark. Ikki aftur næsta ár Men hvussu verður so í framtíðin? Kemur Lotte aftur til Føroyar at spæla hondbólt næsta ár? — Nei, tað rokni eg ikki við. Ok, tað segði eg eisini í fjør, men hesaferð er tað við 95 prosents vissu. Mær dámar væl heruppi, men eg haldi, at tíðin skjótt er kom- in at »fara vidari«, sigur Lotte. — Eg eri ikki nóg góð til at spæla í bestu deildini í Danmark, men eg kundið hugsað mær at satsað upp á 1. deild. Tað eru framvegis avbjóðingar eftir í Føroy- um, eitt nú at vinna steypa kappingina við Kyndli, sum hevur tapt finaluna seinastu fýra árini, haldi eg. Tað og at endurvinna meistaraheit ið eru so míni nærmastu mál, sigur Lotie Sørensen