leygardagur 14. november 1998síða 2
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Tingmannalønir
Oddagrein
LOGTINGSFORMAÐURIN hevur fráboðað
einum uppskoti um broyting í samsýningum
til ingmenn. Hetta er uppá hægstu tíð. Higartil
hevur grundlønin hjá tingmonnum verið alt
ov lág. Ikki tí at samsyningin til tingmenn, ið
hava dugað at „krædda“ sær bein, hevur verið
í lagi. Skipanin higartil hevur verið ein grund-
len fyri tingarbeiði. Hon hevur verið lág og
helst gjørt tað, at tingarbeiðið hevur oftast
verið ein hjávinna. Ja, næstan soleiðis at ein
hevur skula havt ráð at fara í tingið og um-
stødur at rekja tingarbeiðið afturat einum
vanligum starvi. Hetta hevur avmarkað møgu-
leikan hjá ávísum stættum at fara á ting.
VERKAMANNA- og fiskimannastættin hava
verið serliga illa fyri í so máta. Tað er ikki
langt frá, at Jørgen Thomsen, sáli var seinasti
veruligi verkamaður á tingi. Hann mátti eisini
fara úr sínum borgarliga starvi. Skiparar og
stjórar hava tað lættari. So hækkan av ting-
mannalønunum kemur at geva møguleikar
fyri nýggjum blóði í tinginum. Ein annar partur
av lenini higartil hevur verið skattafría av-
staðarískoytið. Hetta má broytast nú megu-
leiki er til tað. Skattafri gjøld til ávísar sam-
felagsbólkar vekir altíð forargilsi. Ikki minst tá
talan er um tingmenn. Hinvegis slepst ikki
uttan um, at ymiskt er, hvat tað kostar at røkja
síni valdømi uttan mun til, um ein býr har ella
ikki. Ti mugu tingmenn valdir í valdømum
uttan fyri hovuðsstaðin hava eitt lønariskoyti
til valdømisrøkt, ið sjálvandi skal skattast. Td.
50% eyka fyri Norðuroyggjar, Vágar, Sand
og Suðuroy. 25% fyri Eysturoy og Norðstreym.
Hetta kann so eita ískoyti til valdømisrøkt.
FUNDARPENINGUR hevur verið tann triðja
súlan í samsýningini til tingmenn. Hetta skal
takast av sigur tingformaðurin. Hann er gamal
í garði, so hann veit, hvat hann tosar um, so
lat okkum vóna hetta er rætt, men spurn-
ingurin er so, um formanssamsýningin til
nevndarformenn eisini verður tíkin av. Hetta
vildi helst verið óklokt, tí tingmenn eru menn-
iskju og onkur „innpískari“ eigur óivað at vera
í hverjari nevnd. Tingarbeiðið skal verða starv
burturav ella í hvussu er hevuðsstarv hjá
tingmonnum sigur tingformaðurin. Hetta er
áhugavert og vit skulu ynskja honum alla
eydnu við ætlanini. Men kemur hetta igjøgn-
um í tinginum? Neyvan. Her eru alt ov nógvar
heilagar kýr í hesum spurningi. Tær finnast
innan allar flokkar. Her verður nógv at velja
frá. Ja vit hava borgarstjóra, lækna, fólka-
tingslimir, varaskúlastjóra, skúlatænara,
starvsmenn á ymsum stødi, posthúsleiðara,
entreprengrar osfr. Jú, jú hetta kann verða
spennandi. Frá hesum stað skal sigast, at
tað vildi tænt tinginum til æru og demokrati-
inum sum heild um tað var meiriluti fyri, at
tingarbeiðið gjørdist starv burturav ella høv-
uðsstarv hjá tinglimum. Tá skulu vit taka hattin
av fyri tingformanninum. . ;
Sosialurin
Lista- og handverkaskúli valdast
Lista- og Handverkaskúli á
Sandi og Lista- og Hand-
verksskúlin, sum nú verður
umrøddur, eru helst tveir og
ógvuliga ólíkir skúlar.
Nøvnini líkjast, tí verða
hesar skúlaætlanir javnsett-
ar, og tí kenni eg skyldu at
greiða møguliga fløkju.
Husarhaldsskuli, handar-
beiðsskúli, eftirskúli, »vid-
eregáende skole«, >hus-
flidsskole<, háskúli, hand-
arbeiðislæraraskúli, háskúli
sum undirvísir í list og
handverki, eftirútbúgving
av lærarum, skeidshåskuli,
designskúli...
Ja, hetta eru bert nakrir
av teimum skúlum, sum
verða koyrdir í eina pulju,
tá ið teir verða umrøddir, og
sum gllum er tørvur á. Før-
oyingar vitja dúgliga hesar
skúlar í útlondum, so eitt
samlað tal av føroyingum í
onkrum tílíkum skúla er
stórt. Summi eru á stuttum
skeiðum, summi 20 vikur,
onkur kanska fjarlesir, I ára
skúli á grundstødi, 1 ár aft-
aná lokna útbúgving, 2 ára
skúli, 3 ára-, 4-5-7 ára
útbúgving... hetta eru bert
nøkur fá dómi.
Skúli- Háskúli — hvat er
hvat og hvussu skal hvat
eita?
Háskúli, á mannamunni
her, eitur Fólkaháskúli, Há-
skúli aðrastaðir er ein hægri
lærustovnur. Men skúli er
so læra, og góða læru innan
ymisk gki og á ymiskum
stødi eiga vit so sjálvandi
at bjóða gllum okkara fólki.
Ikki minst átroðkandi er tað
at eiga skúlatilboð til allan
ungdómin. Tí frødir tað
meg, at klaksvíkingar taka
seg saman og krevja skúla
og kreyja at fáa hann í egna
fasta rammu.
Grundin >motivið< kann
vera at bjarga Hondarbeiðs-
skúlanum, sum kanska hev-
ur noyðst at stríðast sum
skeið, ið søkjast skal loyvi
til, helst undir kvøld- og frí-
tíðarskúlalógini, = undan
hvørjum einasta skeiði.
Húsarhaldsskúlin = vinnur
kanska eisini við hesi
nýggju skúlaloysnini.
»Motivid« kann eisini vera
partur í býarkappingini í-
millum Klaksvík og Havn-
ina. Sama ger — fær Klaks-
víkin sín skúla, er hann
teimum væl untur, og ung-
um føroyingum býðst høvi
at fara til Klaksvikar heldur
enn burtur f lond ella at
ganga fyri einki. Tad er gott.
Eg fari at ynskja settu
nevndini góða eydnu i ar-
beiðinum og bíði spent eftir
at frætta nærri um ætlanir-
nar. Men Lista- og Hand-
verkaskúlin á Sandi hver
var hann, og hvørjar vóru
ætlanirnar, og hví gavst
hann? Undirritaða var leið-
ari royndar Lista- og Hand-
verkaraskúlans. Ja, sum
sagt, navnið, giti eg, er
grundin til at hann verður
minstur í hesum viðfangi,
og tað sindrið ið tíðinda-
blaðið Sosialurin veit at
siga, hevur lítið við veru-
leikan at gera. Grundgev-
ingin, at næmingagrundar-
lagið var ov lítið og kostn-
aðurin ov dýrur heldur ikki,
og satt at siga, í Sosialinum
4. november 98, meir enn
15 ár aftaná at skúlin end-
aði, síggi eg hetta fyri fyrstu
ferð.
Næmingagrundar-lagið:
1979, tað árið skúlin
byrjaði, fingu vit umleið 40
umsóknir. Vit høvdu ikki
húsarúm fyri fleiri enn 5, og
vit skuldu miða ímóti eini
útbúgving, sum hevði stødi,
ið kundi samanberast við
Lista- og Handverkaút-
búgving í londunum rundan
um okkum, fyrst og fremst
Danmark. Kláraðu vit ikki
tað, var hon ikki góðkend.
Av hesum mongu umsøkj-
arunum høvdu tey flestu
ongan serligan forkunn-
leika, hvørki á listaliga-,
handverksliga- ella skúla-
økinum. Mett varð, at ein
stýðisútbúgving hevði givið
fleiri eitt stødi, og nøkrum
eitt stødi at fara víðari við.
UÚtbúgvingin var 4 ár, hetta
soldadi nøkur frá. Mong
undraðust á, at sovorðið
sum list og handverk skuldi
brúka so nógva tíð. Eg eri
av teirri áskoðan, at 4-5 ár
er avgjørt minimum til rætt-
iliga útbúgving, men meini
so, at til ber at fáa avmark-
aða útbúgving innan ávís
ski uppá styttri tíð. Alla tíð-
ina meðan skúlin var, vóru
fyrispurningar um skeið,
um at sleppa í skúla, eisini
fulla tíð, men undantikið í
81, tá ið mær var álagt at
fáa 2 næmingar inn, fekk eg
ikki heimild at taka nýggjar
næmingar upp. Viðmerkjast
skal at nevndu 2, sum
skuldu takast upp, skuldu
hava forkunnleika, sum
gjørdi teir førar fyri at
fylgjast við og fara upp til
próvtgku saman við teim-
um, sum høvdu gingið í
skúlan í 2 ár. Skúlin fekk
støðugt fyrispurningar frå
fólki, sum ynskti at sleppa
á Lista- og Handverksskúla,
men sum sagt, vit høvdu
onga heimild. Royndar-
skeiðið uppá 4 ár skuldi
gjøgnumførast fyrst. Í tann
mun tað, uttan meirkostnað,
læt seg gera, var mær loyvt
at taka fólk inn sum gestir í
avmarkaða tíð. Skúlin hevði
fleiri gestanæmingar styttri
og longri tíðarskeið. Eisini
øll árini aftaná eri eg spurd:
hví eru ikki skeið? hvar er
skúlin? hví góvust tit? hví
gert tú einki við tað. Eg havi
valt at biðja fólk spyrja fyri-
sitingina. Hvussu nógv hava
gjørt tað, veit eg ikki, men
so mikið veit eg, næminga-
grundarlag var og er.
Kostnaðurin
Skúlin helt til í sera bíligum
leigaðum húsum, sum vit
sjålvi settu í stand uttan løn.
Innbúgvið og byrjunartilfar-
ið figgjadu Føroya Lands-
stýri og Menningargrunnur-
in. Raksturin var undir
Landsskúlafyrisitingini:
Timalæraraløn undir kvøld-
skúlalæraraskipanini, húsa-
leiga, hiti og ljós. Einki til
leiðslu, húsavgrð, reingerð
el. a. Gestalærarar vóru: ein
tekstilverkfrødingur, grafik-
ari til prent og foto, 2 ym-
iskir vevlærarar, listamenn
til listasøgu og tekning,
hondarbeiðslærari til brod-
eri, buntmakari til skinn-
seyming. Avtala varð gjørd
við handilsskúlan um und-
irvising å ti økinum og ti at
onkur næmingur, fyri ein
part, møguliga fór at undir-
visa, høvdu vit timalærara
til almenna psykologi og
undirvisingarlæru. Gesta-
lærarar vóru somuleiðis
løntir sum kvøldskulalær-
arar, og tå var leiðarin, sum
vera man, ikki undirvisari,
altso 6lønt.
Illa dugi eg at hugsa mær
bíligari útbúgvingarstovn.
Sjálvandi, var næmingatalið
hægri, kostaði hvgr næm-
ingur minni, men til tess
vóru ikki húsaumsteður. Í
somu létu fysisku ramm-
urnar vóru til tað, hevði bor-
ið til, at havt stórri næm-
ingabólk Á Lista- og Hand-
verkaskúlanum gjørdu vit
veruligar royndir og sóu
úrslit. Vit høvdu stundir at
tosa um spurningar sum
leiddu inn í víðari royndir.
Í felag sóu vit nýggjar møg-
uleikar sum birtu hugsjónir.
Aftaná royndarskeiðið varð
eg spurd, um eg vildi halda
fram. Hesum svaraði eg
játtandi, treytað av, at
rammurnar vóru í lagi.
Hverjar vóru so hesar
rammur?
Í minsta lagi tær at 1/2
lærari varð settur afturat, og
at føst figgjarjåttan varð sett
til skålan. Eg ynskti, at lyst
var eftir leidara. Hesin
skuldi hava undirvisingar-
skyldu, tó ikki fult tímatal.
Eftir fóru so at vera undir-
vísingartímar svarandi til
fult starv. Hesir tímar
skuldu býtast ímillum fleiri
tímalærarar. Eg vildi við
ðrum orðum tryggja skúl-
anum og næmingunum
dugnaligar undirvísarar á
øllum økjum eftir aktuellum
tørvi. Tí soleiðis sum skúlin
var skipaður, kundi lærara-
tørvurin skifta eftir næm-
ingunum. Skúlin hevði 2 ára
stýðisútbúgving og næstu
minst 2 árini arbeiddu næm-
Súsan í Jákupsstovu
ingarnir innan ymisk sergki.
Royndarskeiðið fevndi ser-
liga um tóvirki; men í skúl-
aætlanunum var alla tíðina
arbeitt við Lista- og Hand-
verkaskúla, sum skuldi
fevna um allar greinir innan
List- og Handverk.
At greiða frá skúlanum
øllum og nágreiniligum ætl-
anum verður óneyðuga
drigført her, men spyr onk-
ur geri eg tad fegin. Fyri
min part er nokk at siga, at
tá ið skeiðsháskúlin á Sandi
var viðtikin at liggja í >skúl-
apakkanum« hjá Sjálvstýr-
islandsstýrinum, helt eg, at
nú vóru vit komin so nær
málinum, sum tá bar til.
Húsarúmd fór at vera til
skeið av ógvuliga ymiskum
slag, við ymiskari longd og
pláss fór eisini at vera fyri
lesandi, sum settu ár av til
veruligan lesnað í teimum
evnum vit í Sandoynni
kundu bjóða — eisini við
undirvísingarkapasiteti av
oygg)-
Hvar skal skúlin vera?
Eg segði, tá ið eg varð
spurd, at Lista- og Hand-
verkaskúla mugu vit eiga í
landinum, til at menna list
og handverk. Sjálv metti eg,
at hann lá væl í Sandoynni,
men um hann so var í Svín-
Oy, so Var styttri at fara hag-
ar enn til Danmarkar, og
tað, sum eg legði dent á, var,
at byggjast skuldi á okkara
umhvørvi og tilfeingi. Eg
visti á tydningin, at tey, sum
fáa sær slíka útbúgving
sleppa at byggja á egna
grund, ikki fyri at gera tey
heimfødingar, men fyri at
geva teimum eitt stødi, eis-
ini at fara burtur í lond við,
at byggja víðari á. Sum eg
lesi nýggju Lista- og hand-
verksskúlaætlanirnar, líkjast
tær ikki Lista- og Hand-
verkaskúlaætlanunum.
Brúk er fyri báðum, og meir
enn so.
Góðan byr.
Súsan í Jákupsstovu