leygardagur 14. november 1998síða 3
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 217 — 14. NOVEMBER 1998
tíðindablaðið S0S2lurn 3
Høgni Mikkelsen, húsabyggari:
- Eg stúri ikki fyri, at vit fáa
eitt líknandi skrædl sum fyrst í
90'unum. Í dag skulu fólk
hava fast arbeiði og nakrar
krónur á bókini fyri at kunna
seta seg fyri einum húsum. Og
tað er munurin, sigur Høgni
Mikkelsen, stórsti einstaki
byggiharrin í Føroyum.
TURIÐ KJØLBRO
Fyrsta byggistig av randar-
húsunum á Løgmansbreyt í
Hoyvík er nú komið so mik-
ið langt, at fólk eru flutt inn
í tvey hús og tað triðja er
um at verða liðugt. Í fyrsta
byggistigi eru tólv hús, øll
húsini eru seld og um! 1.
mai verður tað seinasta hús-
ið liðugt.
Í ødrum byggistigi eru
trettan hús, tað arbeiðið er
boðið út og nógvir fyri-
spurningar eru longu komn-
ir frá fólki um keyp. Tey
húsini verða væntandi eitt
sindur dýrari enn tey í fyrsta
byggistigi.
Tað er Høgni Mikkelsen,
sum byggir hesi húsini.
Hann er størsti einstaki
byggiharrin í landinum,
hevur roynt seg við slíkari
húsabygging áður og verður
undirtøka fer hann undir
triðja byggistig á Løgmans-
breyt.
Støddirnar á húsunum eru
80 fermetrar í eini hædd og
125 fermetrar í tveimum
hæddum. Prísirnir á teimum
tólv húsunum í fyrsta byggi-
stigi liggja úr 800.000 krón-
um upp í 970.000 krónur,
og tað metir Høgni Mikk-
elsen er tað bíligasta fólk
kunnu fáa í Havn í dag.
- Eldri hús fara í dag fyri
meir enn eg selji hesi
nýggju húsini fyri. Og hús
eg sjálvur bygdi fyri ngkr-
um árum síðani fyri væl
undir milliónina fara í dag
fyri í minsta lagi 1,2 mill.
krónur, sigur Høgni Mikk-
elsen.
Ikki so garvilt
Ein javnur vøkstur hevur
verið í byggi vinnuni, síðani
kreppan so spakuliga tók at
hæsa av fyri lítlum trimum
árum síðani. Hóast hesa
framgongd er tað eitt stórt
átak at byggja so nógv hús
í senn, men Høgni Mikk-
elsen sturir ikki fyri, at vit
fáa eitt líknandi skrædl sum
fyrst í 90'unum.
- Eg eri íkki bangin fyri
at brenna meg, tí eg byggi
forsvarliga. Tá fyri nøkrum
árum síðani var alt so gar-
vilt. Prísirnir vóru heilt burt-
urvið. Onkur sigur, at húsa-
prísirnir eru eins høgir í dag,
men tað eru teir ikki. Og
fólk seta seg ikki fyri meir
enn tey klára. Eg havi fleiri
dómi um, at fólk hava sett
seg fyri einum húsum, men
tá ið tey eru farin í bankan
og biðið um lán hava tey
ikki fingið fígging til húsini.
Í dag skulu fólk hava fast
arbeiði og nakrar krónur á
bókini fyri at fáa lán. Og
tað er munurin, sigur Høgni
Mikkelsen.
- Tað er ikki dýrari at eiga
sítt egna enn at leiga, heldur
hinvegin. Netto sita fólk fyri
um 4000 krónur í nýggju
húsunum eg havi bygt, og
mangan skalt tú uppá 4-
5000 krónur fyri at leiga
eina íbúð ella eini hús í
Havn í dag, sigur Høgni
Mikkelsen.
Ikki færri enn 58 hús
hevur hann reist í síni tíð
sum timburmaður umframt
hesi, ið nú verða bygd í
Hoyvíkshaganum. Høgni
hevur sjey mans í arbeiði.
Aftursvar
til Jóhannes Enni
Folk seta seg ikki fyri
meir enn tey klára
4
Høgni Mikkelsen hevur saman við góðum fólki reist 58 hús í Havn. Tá ið øll try byggistigini eru liðug á Løgmansbreyt
kann kann rokna 38 uppí. Mynd: Álvur Haraldsen.
- Eg havi sera gott fólk
afturat mær og tað hevur alt
at siga. Munurin millum
mítt byggivirksemi og ann-
að er at eg havi onga um-
siting, sigur Høgni Mikk-
elsen.
Tjena ikki so nógv her
á ið tað stóð ringast til í
byggivinnuni í Føroyum og
so at siga einki arbeiði var
til timburmenn var Høgni
sjálvur í útlandinum. Hann
heldur ikki, at tað er rætt at
lækka frådråttin hjá teim-
um, sum arbeiða uttanlands.
- Føroyska byggivinnan
hevur ikki brúk fyri, at allir
timburmenninir koma heim
aftur. Eg havi til dømis einki
arbeiði til teirra. Tað besta
fyri teir sjálvar og byggi-
vinnuna her er, at teir vera
verandi har teir eru, nevni-
liga í góðum, væl løntum
arbeiði aðra staðni. Teir
hava ongan møguleika at
tjena so væl í Føroyum sum
har teir eru, sigur Høgni
Mikkelsen.
Besta svar eg kann geva tær er at beina tær á greinina hjá Michael P. Barnes
„Málslig endurskipan“ í Måltingi nr. 23, sum just er útkomið.
Vinarliga
Jólainnkeyp
við MAERSK AIR
VIKUSKIFTISFERÐ FØROYAR-BILLUND-FØROYAR
Innivist á Hotel Royal í miðbýnum í Aarhus
3 nætur á dupultkamari........................kr. 2.670.-
3 nætur á einakamari....................ee.....kr. 2.960.-
Innivist á Hotel La Tour
ið liggur uml. 3 km. uttanfyri miðbýin í Aarhus
3 nætur á dupultkamari........................kr. 2.825.-
3 nætur á einakamari...........................kr. 3.635.-
íroknað prísin er ferð, ferdagjøld og uppihald v/morgunmati og bussur
ímillum Billund og Aarhuus v.v.
Vejle Center Hotel i Vejle
3 nætur á dupultkamari........................kr. 3.095.-
3 nætur á einakamari......ser eoreeeee-eeorrkr. 4.995.-
íroknað prisin er ferð, ferdagjøld og uppihald v/morgunmati.
JÓLAINNKEYP Í KEYPMANNAHAVN VIÐ MAERSK AIR
Vikuskifti í Keypmannahavn - Copenhagen Star Hotel
2 nætur á dupultkamari........................kr. 2.931.-
2 nætur á einakamari...........................kr. 3.237.-
íroknað prísin er ferð, ferdåagjøld og uppihald v/morgunmati.
VIKUSKIFTI Í LONDON VIA BILLUND
3 nætur á dupultkamari....................úr kr. 4.285.-
VIKUSKIFTI Í PARIS VIA BILLUND
3 nætur á dupultkamari....................úr kr. 4.140.-
íroknað prisin er ferð, ferdagjøld og uppihald v/morgunmati.
NY
FLOGFELAG FØROYA
Åarvegur 6, Postrúm 3225, FR-110 Tórshavn, Tel 31 10 25, Fax 31 86 70, E-mail: traveldff.fo