Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-11-14, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 14. november 1998síða 7

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 217 — 14. NOVEMBER 1998 tíðindablaðið : — Eftir uppskotinum hjá formansskapinum í løgtinginum um lønarhækk- ing til tinglimir, verða tað bara tinglimir úr Havn, sum fáa nakað serligt burturúr Áki BERTHOLDSEN Formansskapurin í løgting- inum hevur nú lagt uppskot fyri tinglimir um at hækka tingmannalønirnar. Uppskotið er latið tinglim- um í trúnaði, so almenning- urin fær onki at vita enn, hó- ast tað er almenningurin, sum skal betala. Men í stórum gongur upp- skotið út uppá at hækka lønir- nar hjá tingmonnum einar 9.000 krónur um mánaðin, úr góðum 16.000 krónum uppí góðar 25.000 krónur um mánaðin. Samstundis skulu nevnd- arsamsýningarnar at kalla takast burtur. Og harafturat skal avstað- argjaldið lækkast nógv. Avstaðargjaldið er tann skattafría upphæddin, sum tinglimir uttanfyri Suður- streym fáa í endurgjaldi fyri at teir noyðast at ferðast til Havnar í sambandi við tað politiska arbeiðið. Avstaðar- gjaldið er ymiskt, teir, sum búgva longst frá Havnini fáa mest avstaðargjald. onguni Men tað Á er ikki semja í samgonguni um ætlaðu løn- arhækking til tingmenn. M.a. er ein av teimum fremstu tinglimunum hjá samgonguni, Heini O. Hein- esen, sum er formaður í størsta samgonguflokkinum í tingi, tjóðveldisflokkinum, langt frá samdur við uppskot- ið um at hækka tingmanna- lønirnar Heini O. Heinesen, sum harafturat er formadur f vinn- unevnd løgtingsins og parta- maður hjá løgtingsformanni num, sum hevur lagt upp- skotið fram, boðar í dag frá, at hann tekur ikki undir við uppskotinum Og tað er tað fleiri orsøkir til. — Eg haldi, at uppskotið hevur álvarsliga slagsíðu. — Tað eru næstan bara ting- limir úr Havn, sum fáa nakað burturúr teirri ætladu lønar- hækkingini, meðan teir, sum búgva á bygd fáa lítið og onki burturúr. --Harafturat verður er ein avleiðing av uppskotinum, at teir tingmenn, sum rekja sítt tingstarv samvitskufult og til lítar, verða lutfalsliga verri fyri enn teir, sum ikki meta so væl upp. Harafturat heldur Heini O. Heinesen, at tað er eitt óhepp- ið signal av Tjóðveldisflokk- inum at senda út, at mæla til eina 6gvusliga lønarhækking til tinglimir. Tad, hann sipar til, er, at løgtingsformadurin er polit- iski partamaður hansara, Finnbogi Ísakson úr Tjóð- veldisflokkinum Bara 1.500 kr. meir Heini O. Heinesen sigur, at ein orsøk til, at hann ikki tek- ur undir við uppskotinum er, at tað hevur álvarsliga slag- síðu. — Uppskotið gevur tinglim- um í Havnini nógv ta størstu lønarhækkingina, = meðan tinglimir av bygd fáa millum lítið og onki. Formaðurin í Tjóðveldis- flokkinum á tingi sigur, at talkøn fólk hava roknað út, at eftir uppskotinum fáa teir tinglimir, sum búgva longst fra Havnini ikki „meiri“ enn 1.500 krónur meiri í løn, tå ið alt er talt við og skatturin og avgjøld til landskassan eru drigin frá. — Teir, sum búgva í Havn- ini fáa mangt slíkt eftir. — Hetta er ein ójavni, sum eg ikki taki undir við. - Tí ójavnin er har, hóast nettupp tinglimir úr Havn eru teir, sum hava teir bestu møg- uleikarnar at hava annað ar- beiði afturat tingarbeiðnum, afturímóti = tinglimum av bygd, sum noyðast at brúka upp í eitt hålvt samdøgur til ferðing hvgrja ferð og tí missa nógvar arbeiðsdagar. Eftir hesum uppskotinum er sostatt næstan bara talan um eina lønarhækking til tingmenn úr Havn. Eitt SU afturstig Heini O. Heinesen sigur, at ætlaða lønarhækkingin er eisini eitt týðiligt afturstig hjá teimum, sum røkja sítt polit- iska arbeiðið til fulnar og samvitskufult. --Ætlanin er at avtaka fund- arpengarnar. Tvs, at tingmenn skulu ikki, sum higartil, fáa sam- sýning fyri teir nevndarfund- ir, teir eru á. — Sostatt verður ongin munur í lønini hjá teimum, sum meta væl á nevndarfund- um og teimum, sum mýta illa upp. Eitt signal ars heldur Heini O. Hein- esen, at tað er eitt óheppið signal av tjóðveldisflokki- num at senda Føroya Fólki at hækka lønirnar hjá ting- limum. — Talan er um eina ógvus- liga lønarhækking uppá heil- ar 9.000 krónur um mánaðin. — So stóra hækking fær ongin annar í samfelagnum eftir einari nátt. Heini O. Heinesen stúrir fyri, at at ein slik lønarhækk- ing fer at draga allar aðrar lønir vid sær uppeftir. - M.a kemur tingmanna- lønin nú at nærkast lønini hjá landsstýrismonnum og tað næsta verður væl, at eisini hon skal hækka. Floksformaðurin hjá størsta samgonguflokkinum heldur eisini, at tað er neyð- ugt at hyggja eftir lønarlagn- um hjá meiniga manninum og at leggja tingmannalgnir- nar eftir tí. — Tað verður aldrin so, at tað almenna kann kappast við tær góðu lønirnar í privatu vinnuni. --Men tað er heldur ikki SKJÁ Heini O. Heinesen, ting- maður Tjóðveldisfloksins meiningin. Vit hava ikki brúk fyri fólki, sum fara uppí poli- tikk fyri pengar. — Fólk skulu fara upp í poli- tikk, tí tey brenna fyri sakini. Tað er eitt val, tey gera sjálvi. — Og at vit fáa betri lóg- gávuarbeiði vid at hækka løn- irnar - og javntseta tey, sum meta illa upp til nevndar- fundir við tey, sum mýta væl, eru ikki tær royndir, eg hig- artil havi gjørt mær, sigur Heini O. Heinesen. — Tað er eisini óheppið at senda hetta signalið út í eini tíð, har vit arbeiða av fullum alvi fyri at rationaliserað og at lækka almennu útreiðslur- nar. Tingmannatalið niður Heini O. Heinesen sigur, at ætlaða lønarhækkingin kost- ar einar tvær milliónir um árið. — Tað er ikki nógvir peng- ar. Og ásannast má, at ting- mannalønin er ikki høg. — Men eg haldi, at skal tingmannalgnin upp, skal ein treyt verða, at tingmannatalið lækkar niður í 20, sigur Heini O. Heinesen. Tingmaðurin úr Kunoy sigur, at hann sostatt ikki er ímóti uppskotinum, tí ting- menn av bygd eru fyri van- býti. Orsgkin er, at hann er ímóti lønarhækking yvirhøvur - utt- an at lækka tingmannatalið munandi. Hevur arbeitt í 54 ár á Henry Jacobsen hevur nú arbeitt á skipasmáðjuni í Vági í 54 ár. Í gjár- kvøldið fekk hann tænastumedaljuna frá drotningini ÁKI BERTHOLDSEN Í gjárkvgldið varð Henry Jacobsen í Vági heiðraður við tænastumedaljuni hjá drotn- ingini á eini samkomu á Bakkanum í Vági Hetta var langt aftaná, at blaðið var farið til prentingar men ætlanin var, at Flemm- ing Mikkelsen, løgtingsmad ur skuldi handa honum medaljuna. Henry Jacobsen, vanliga nevndur Henry å Oyri, ella Henry hjå Pola, hevur fingid medaljuna fyri langa og drågva tænastu å bedingini og skipasmidjuni i Vågi. Henry hevur nú arbeitt á bedingini og skipasmiðjuni í samfull $1 ár. Men áðrenn tað hevdi hann havt annað arbeiði hjá Garð- amonnunum í Vági í trý ár. So tilsamans hevur hann verið 54 ár á sama arbeiðs- plássi. Henry var ikki nieiri enn 14 ára gamal, tå ið hann i 1944 fór at arbeiða hjá A/S. J. Dahl Gørðum í Vági. Men í 1947 fór hann í læru sum skipstimbrari á beding- ini. Og har hevur hann verið síðani. Eitt undantak var summ- arið í 1960, tá ið bedingin leigaði Henry út at seta há- spenningslinju upp í Suður- oynni. Gott arbeidsplåss Henry sigur, at bedingin og skipasmiðjan hava verið eitt so gott arbeiðspláss, at hann hevur ongantíð havt hug at skifta arbeiði. — Yvirmenninir hava allir verið av hampiligastu monn- um og arbeiðsfelagarnir góðir og tað hevur sjálvandi havt sítt at siga, at eg havi trivist so væl, sigur hann. Skipasmiðjan í Vági hev- ur nú innstillað Henry at fáa tænastumedaljuna. Og hana skuldi hann fáa á håtidarløtu á hotellinum Bakkanum. Á Bakkanum vóru starvs- felagir við konum komnir at heiðra Henry og ein kvartet úr kirkjukórinum Ljómi setti sín serliga dám á við sangi. I einum av fyrstu døgunum fara vit at hava eina longri samrødu við Henry um tann langa arbeiðsdagin í beding- ini, um skiftandi tíðir í Vági, um, hvussu nógv arbeiði var til tíðir, og um, hvussu ræð- iligt tað var, tá ið skipasmiðj- an fór á húsagang í kreppuni fyrst í nítiárunum. Henry Jacobsen hevur verið á sama arbeiðsplássi í 54 ár. Hevur hevur verið so gott at vera, at eg havi ongantíð havt hug at skift arbeiði, sigur hann å bedingini í I vagi TOYOTA CARINA TOYOTA CARINA 2.0 GLI Autom. 2.0 Turbo Diesel Skrås.: 96-07-25 Skrás.: 96-04-16 Km.: 78.000 Km.: 120.000 Prisur: 148.600 Prisur: 148:600 Garanti:** Garanti" TOYOTA STARLET 1.3 XLi, 3 hurdar Skrås.: 97-05-29 Km.: 16.000 * Prisur: 98.600 Garanti:** FORD ESCORT Diesel Skrás.: 96-05-31 Km.: 41.300 Sýnaður: ** Prísur: 120.600 Garanti:* SEGA NE 1 Toyota HI-ACE FORD MONDEO 4WD 2.0 CLX Skrås.: 91-11-22 Skrås.: 96-01-04 Km.: 55.000 Km.: 55.800 LE Sýnaður: 07-01-98 Prísur: 112.600 Prísur: 148.600 Garanti:* Garanti:* FORD ESCORT OPEL ASTRA Diesel 1.6 Station Skrás.: 95-06-09 Skrás.: 97-02-25 Km.: 102.000 Km.: 20.600 Prísur: 98.600 Sýnaður: ** * Prísur: 138.600 Garanti:* BROAGSIN MIN HONDA CIVIC EXTRA cab 4x4 1.4, 3 hurðar Garanti:* Skrås.: 96-10-18 I. + Z7.M Km.: 44.000 ; Sýnaður: ** Prísur: 146.600 Prísur: 128 600 Garanti:** Garanti:* TOYOTA HILUX reg.-cab 4x2 Skrás.: 90-09-12 2.000 Prísur: 64.600 Garanti: * . Km.: 13 DA * Brúktir bilar y yvir r 50. 000 kr verða seldir við BRÚKTBILAVÁTTAN ” TOYOTA bilar hava 3 ára garanti frá fyrsta skrás.dato NS AU REYR SERVIGE Opið: Mán.-frí, 8.00-17.00 F Vegurin Langi- 188Hoyvíi