leygardagur 14. november 1998síða 8
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
mo 1.
tidindabladid
Jóannes Eidesgaard, formaður i Javnaðarflokkinum:
Nr. 217 — 14. NOVEMBER 1998
— Eingin einfaldur boðskapur at
seta upp móti fullveldisrákinum
rið. D. Hentze, tá hon
lýsir andstøduna mótvegis
fullveldisætlanini sum tørv
andi sjálvræði, at vit ikki
tora, eru bangin fyri broyt-
ingum o.s.ir
— Er ein, sum er ímóti
fullveldi so åbyrgdarloys-
ingur og hervið ein, sum
gevur ødrum skyldina?
— Tad hugsi eg er skeivt,
og beinleidis ein vreingjan
av veruleikanum. Hetta er
eisini ein lemjandi dómur,
sum ikki tekur við søguliga
avrikini, sum Javnaðar-
flokkurin hevur verið við til
at fremja í føroyskum poli-
tikki, Jóannes Eidesgacrd
Loysnin fer at líkjast
okkara
uppskoti
Hann hevur kortin: ikk: mist
mótið, og er rættilga sann-
førdur um, at tá samanum
kemur, og vit koma til eina
loysn i fullveldismålinum,
so fer hon at liggja ótrúliga
nær uppskotinum hjá Javn-
aðarflokkinum um sjálv-
—11991 skrivaðu Javnað-
arflokkurin og Fólkaflokk-
urin undir samgonguskjal,
sum segði, at vit skuldu fáa
eina sjálvstýrislóg upp at
standa. Tað undrar meg, um
Fólkaflokkurin ikki enn
— Trupulleikin hjá Javnaðarflokkinum er, at vit eru bundin av ábyrgdarkenslu. Vit vilja ikki blaka
fólkið út í óvissu. Rákið er fyri fullveldinum, og tað krevur dirvi at standa ímóti, sigur formað-
urin, sum ikki vil kennast við myndina at vera ein teirra, sum ikki torir at taka avbjóðingar
minnist, hvat stóð í tí skjal-
inum, sigur Jóannes Eides-
gaard
Hann visir aftur påstand-
in um at Javnadarflokkurin
ikki torir fullveldi, vid at
siga, at trupulleikin hjå
Javnadarflokkinum er, at
hann bundin av åbyrgdar-
kenslu, og vil ikki kasta
fólkið úr í óvissuna, av
fullveldisætlanini hjá sam-
gonguni
- Tað er rætt, at rákið er
við fullveldinum, men dirvi
skal til at standa ímóti, sigur
Jóannes Eidesgaard
Upplýsandi tiltak
— Er trupulleikin kanska, at
Javnaðarflokkurin ikki hev-
ur megnað at borið sín boð-
skap so einfalt fram, sum
t.d. samgongan ger í hes-
um máli?
— Tað hugsi eg ikki er so
einfalt. Innihaldið í okkara
boðskapi kann bert ikki selj-
ast við fáum orðum, hóast
hann er rættur, sigur Jóann-
es og lýsir hetta við dømi-
num um einføldu herrópini
hjå Hitler fyri seinna heims-
barda. Tann bodskapurin
var eisini einfalduri, men
hann tænti ikki mannaætt-
ini, uttan tó at eg vil sam-
anbera hann við herrópini
um fullveldi.
Ov týðandi mál at lýsa
ivd fáum orðum
— Tað er rætt, at Tjóðveld-
isflokkurin hevur einfaldan
boðskap, men alt sum stríðir
ímóti hesum, krevur fleiri
orð, tí málið er so týðandi
fyri framtíð okkara, sigur
Jóannes Eidesgaard, og vis-
ir á, at flokkurin greitt hevur
sagt, hvat hann vil á ting-
sins rødarapalli, men at fólk
skiltu tað ikki.
Formaðurin ótolnast alt
meira, tá sagt verður, at
Javnaðarflokkurin er tvørur
og ikki vil geva seg. Tad
sæst í greinum hvønn dag í
blødunum, sum viðhalds-
fólkini fyri fullveldisætlan-
ini skriva.
orðaskifti
Hann skilir væl, at javnað-
arfólk ikki hætta sær út í
hetta orðaskiftið, av tí at tað
er so Ósaktigt.
Tí hevur Javnaðarflokk-
urin gjørt av at gera nakað
itøkiligt, fyri at fáa sína
hugsan út til fólkið.
— Vit fara í næstum at
geva ein út ein faldara, sum
verður sendur út til øll hús-
arhald í Føroyum. Hesin
lýsir okkara støðu til málið,
og hvat vit vilja gera fram-
eftir. Síðani verður skipað
fyri fundarrød kring landið,
har vit fara at greiða fólki
frá okkara sjónarmiðum,
sigur Jóannes Eidesgaard.
Vónsvikin av
óðveldisflokkinum
ann er ikki sørt vónsvikin
av at Tjóðveldisflokkurin
áhaldandi førir fram, at
Javnaðarflokkurin er tvørur
og setir seg uttan fyri í full-
veldismálinum.
Hann vísir á konstruktiva
vilja til samstarv, tá eitt nú
Javnaðarflokkurin = valdi
Høgna Hoydal til samråd-
ingarleidara eftir valid, ti
flokkurin metti, at hesir
bådir flokkar høvdu somu
áhugamál á búskaparliga
økinum eins væl á á sjálv-
stýrisleiðini, men hesum á-
liti vísti Høgni Hoydal aftur,
við at kasta saman við nú-
verandi samgongu.
— Tað var eitt vónbrot fyri
okkum, tí vit hugsaðu sum
so aftaná valið, at Javnaðar-
flokkurin sum næststørsti
flokkur, við 6,6 pst. fram-
gongd í atkvødum, saman
við Tjóðveldisflokkinum
kundi gera broytingar á rík-
isrættarligu støduni, og at
tað kundi gerast yvir eitt
fýra ára skeið soleiðis, at
pláss eisini var fyri at taka
sær av ødrum samfelags-
málum, sum krevja viðgerð.
— Nú sigur Høgni Hoydal,
at Javnadarflokkurin er firt-
in og vil ikki samstarva,
men hann sigur ikki, at vit
eru settir uttanfyri, og held-
ur ikki, at vit hava vist å
konstruktivt, — alternativt
uppskot við sjálvstýrislóg-
ini hjá Javnaðarflokkinum.
Lutaka ikki í kjakinum
móti fullveldisætlanini
Jóannes Eidesgaard finnist
eisini at Tjóðveldisflokki-
num fyri ikki at grundgeva
fyri sínum ætlanum, ella at
taka lut í kjakinum, sum
gongur ímóti teirra ætlan-
um.
Hann vísir á dømi, har
Bjarni Olsen, båskaparfrød-
ingur, stingur hol á viður-
skifti í fullveldisætlanini, so
gera tjóðveldisfólkini ikki
viðmerkingar ella afturvísa
tí, men fara bara víðari og
tosa um okkurt annað.
Vilja tað sama - undir
skipaðum umstødum
— Javnaðarflokkurin vil at
Føroyar skulu vera politiskt,
fíggjarliga og umsitigarliga
óheftar av Danmark, men
tað skal gerast undir skip-
aðum umstødum, og á slík-
an hátt, at føroyingar kenna
seg tryggar, at ein kollvelt-
ing ikki fer fram, áðrenn teir
vita av.
— Tí eri eg ikki samdur,
tá sagt verður, at bara Tjóð-
veldisflokkurin vil sjálv-
ræði. Og tað er eisini or-
søkin til at vit nú fara út at
tosa við fólk, og at vísa til
alternativar loysnir til full-
veldisuppskotið, sigur Jóa-
nnes Eidesgaard.
Hann heldur tað eisini
verða átrokandi at fáa í lag,
tí orðaskiftið í løtuni er ov
eintáttað.
— Vit velja at ganga treis-
ku, tungu leiðina at bera
okkara boðskap fram. Tað
er okkara skylda at greiða
fólki frá vandamálum í full-
veldisætlanini, og hvat vit
velja at seta í staðin fyri
ætlanina hjá samgonguni,
sigur Jóannes Eidesgaard.